Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I Nr. 24 — 6. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið OX fj; UK (GG Kjølar til Danmarkar Henning Nicodemussen, Jens Tummas Næs, Jens Marni Hansen, Signar i Homrum skulu i kvøld og annadkvøld spæla i åvikavist Sønderborg og Keypmannahavn Føroyski rockbólkurin Kjølar fer komandi vikuskifti til Danmarkar á mini-rundferð NICLAS JOHANNESEN Keypmannahavn og Søn- derborg kalla eftir Kjølum. Tað eru limirnir í Kjølum, sum sjálvir skipa fyri ferð- ini. Og hetta verður fyrsta høvid hjá útisetum at hoyra bólkin, sum seinasta árið rættiliga hevur fingið vind í seglini. Og teir í Kjølum dylja ikki fyri, at bólkurin hevur ambitiónir um nakað stórt — ja, nakað stórri, enn tær smáu Føroyar kunnu gloypa um. Hetta sært tú eitt nú í samrødu við føroyska blaðið Ítrótt og fritid. Bólkurin vil út í verðina Útgóvu fløgu Í november kom fløgan Time út, og hon hevur selt sera væl, Traditionellur = rockur blandaður við bæði enskum og føroyskum teksti hevur rættiliga fingið fastatøkur á føroyska ungdóminum. Her kann nevnast, at bólkurin hevur verið fastur fúsur á 15 Teimum Bestu í UF, síð- an teir luttóku í Prix Føroy- ar kappingini fyri sløkum ári síðani. Tað er tó serliga live, at bólkurin er sterkur. Í Før- oyum finst neyvan meira dynamisk eind á einum palli enn Kjølar. Teir fýra Jens Marni, Jens Tummas, Henning og Signar, eru á nógvar hættir ein beint- fram-eftir-landavegnum bólkur, sum ikki er bangin fyri at telja upp í fýra við einum smíli. Men tak ikki feil. Aftan fyri geddabukka- skekk, amerikanskar base- ballkeppar, Føroya dýrasta, gullskyggjandi trummusett og parfurmerad ljósshow finnur tú fýra sera dugna- ligar og serigsar tónleikarar. Í kveld og annaðkveld Friggjakvøldid verður so høvi hjá teimum, sum búgva móti týska markinum at hoyra føroyska rockbólk- in saman við tveimum gðr- um lokalum donskum bólk- um í Sønderborg. Kvøldid eftir, leygar- kvøldið, gongur leiðin so til danska høvudsstadin, har Kjølar fara at spæla å væl- kenda spælistadnum Gimie. Við á ferðini verða eisini føroyski ljóðmaðurin Jónas Bloch Danielsen umframt Hallur Poulsen, ið skal standa fyri ljósinum. c-H fang- aðir í 9 Undan jólum skuldi nýggj fløga við MC-Hár koma á marknaðin. Men ósemja um kostnað av framleiðsluni hevur forðað fløguni at koma í sólubúðirnar Men nú skuldi tað verið vist: Mána- dagin fæst fyrsta flógan við MC-Hár til keyps NICLAS JOHANNESEN Ivaleyst størsta provoka- tiónin í føroyskum rocki — MC-Hår — eru nú loksins klárir við nýggju fløguni, sum fyri langari tíð síðani skuldi verið komin út. Men stórar ósemjur um prís gjørdu, at bólkurin er fleiri vikur seinkaður við flóguútgávuni. Sambært Páll Arge frá F.C. Music, ið gevur fløg- una út, skuldu allar ósemjur nú verið beindar av vegn- um. — Ja, fløgan kemur út månadagin, sigur Påll Arge. Tocano Music syndarin Tað eru annars tvær vikur síðani, at fløgan var klár át heinta á posthúsinum. Men Páll Arge fekk ein skelk, tá rokning kom. Tocano Mu- sic, ið hevur staðið fyri mas- teringini, sendi nevniliga eina eykarokning, ið tví- faldaði væntaða útreiðslu- stóðið Eitt nú kravdi danska fyritøkan pengar fyri repro- arbeiðið, sum fyritøkan slettis ikki hevði gjørt i Mánadagin kemur nýggja flógan kom MC-Hár á marknadin. Fløgan er á bókstaviliga ein fúl provokatión móti — skulu vit gita — 99 prosent an øllum førovingum. Og takið heldur ikki feil a føroyska flagginum á húsanum. Kann Merkið vera ein nakin dama? Aftan á drúgva togan aft- ur og fram bakkaði Tocano Music, og gav ein prísav- sláttur. Tocano kostað tó framvegis næstan tað tví- falda av tí, ið aðrar danskar fyritøkur — eitt nú Dan-Disk — krevja fyri líknandi ar- beiði. — Men Tocano hevur so slakað nakað, og tí hava vit so nú velja vit at geva hana út undir øllum umstødum, sigur Páll Arge Spice kopi til Foroya Spice Power er heitið á bólki, sum kemur til Fóroya í sambandi við fóstulávintsdans Spice Girls eru ov dýrar. Men tað eru Spice Power ikki. Hvor er munurin so? Ja, hann er næstan ongin. Tí Spice Power gera alt fyri at líkjast heimskendu Spice Girls. Og sambært fyrireikar- arnar av Power-túrinum til Føroya, so er næstan talan um eina reinkarnatión. Tað byrjaði av óvart, tá fýra dansarar og sangarinnur frá Aldershot á eini kabarett hermdu eftir kendu Spice Girls. Hetta sá yrkissong- kvinnan Giselle Fentiman, sum syngur í bólkinum Pow - erhouse. Og hon helt, at tær fýra genturnar saktans kundu liva av at herma eftir Spice Girls. Og tað hava tær so gjørt. Aftrat sær fingu tær fýra Emma, Louise, Tracy og Danielle Nazreen úr Birming- ham, so Spice Power nú er ein fimm mans (kvinnu) bólkur. Kring allan knettin Síðani Spice Power gjørdist veruleiki, hava tær fimm, ið mannað bólkin, ferðast víða. Tær hava verið í Spania, Eyst- urríki, Sveits og Ísrael. Og nú eru boð eftir teimum í Russ- landi og Hong Kong. Og í TB-húsinum og høll- ini á Hálsi. Tað er F.C. Music, ið skip- ar fyri tiltakinum Friggjakvøldid 20. februar fara Spice Power til Tvgroyr- ar. Aftrat teimum verður dis- coteque og luttakarar frá Ars- ins Songrødd í Suðuroy. Og leygarkvøldid 21. febru- ar gongur so leiðin ul Havnar nic. Tær fimm genturnar i Spice Power gera alt fyri at líkjast teimum fimm gentunum úr heimskendu Spice Girls I I