Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Almennu Føroyar mugu stýra oljuútviklinginum Oddagrein TAÐ var tann tíð, tá tosað varð um, at førovingar skuldu hava flakavirki á hverjum tanga. Nú sær ikki mætari út enn, at vit skulu hava føroysk oljufeløg eftir sama leisti. Løgmadur, sum umsitur oljumál, hevur lagt stóran dent á eitt alment foroyskt oljufelag. Herfyri hoyrdu vit um eitt privat oljufelag, sum hevði sam- starv við tað útlendska oljufelagið Dana. Sjónvarpið kom hóskveldið við enn einum boð uppá eitt privat oljufelag, sum skal samstarva við Saga. Við ødrum orðum tosa vit nú um trý føroysk oljufeløg. Sambart SvF hava stóru vinnulívsfyritokurnar tikið seg saman fyri at savnapening í eitt privat foroyskt oljufelag. Hetta hendir um somu tíð, sum aðrir føroyingar saman við útlendingum hava skrásett eitt oljufelag og skulu til at tekna partapening. Tvs. at vit her hava tvey oljufelog, sum skulu til at útvega milliónir av kr. í eginpeningi. HENDA sannroynd er ein greið ávaring til foroyskar politikarar um, at vandi er á ferð. So fá vit eru hava vit ikki ráðtil at spjaða kreftirnar. Og reyði tráðurin í politikkinum higartil, um at draga eina línu, og at oljutilfeingið er ogn alra føroyinga, er við hesum við at skifta lit. Ístaðin fyri eina almenna stýring kundi okkurt bent á, at tað nú eru tilvildin og tann peninga- sterki, sum stýra útviklinginum. Vit hava einki ímóti, at føroyskar fyritøkur gera iløgur í oljufeløg. Sjálvandi skulu vit vera vid i framtidar menningini av hesi vinnu og fáa ágóðan av henni. Men her mugu vit standa saman við einum hevuðsarbeiðsgevara: almennu Før- oyar. Skulu vit hava eitt foroyskt Glen ella tvey , so má tað vera ein treyt, at tað almenna skal hava meiri- lutan. Ein kundi spurt, um tað nú er rætt, at peninga- ognirnar hjá teimum fyritøkum og teimum persónum, sum Palleba og Marsanna bjargaðu við bankabjarg- ingunum, nú eisini skulu fevna um oljutilfeingið - uttan at almennu Feroyar hava nakað at siga! EFTIR okkara tykki er hetta málið so mikið álvarsligt , at vit uppá tað harðasta ávara móti eini gongd, har privatir einsamallir stýra útviklinginum. Tá verður kaos og anarki. Tað kunnu vit ikki bjóða hvørki okkum sjálv- um ella okkara eftirkomarum. Og vit skulu tá heldur ikki rokna við at fáa stórt tal av oljufeløgum at gera ílegur her. Tað má og skal vera Foroya landsstýri og Føroya løgting, sum stýra og hava fult eftirlit við utvikl- inginum og sum fyriskipa og leggja til rættis karm- arnar. Vit síggja einki skeivt í tí, at útlendsk felog og foroyskt vinnulív royna at byggja nakað upp, men hetta má verða í tråd við tann almenna oljupolitikkin TAÐ. sum her er komið fram, gevur orsek til at seta fleiri spurningar. halda føroysk vinnulívsfólk veruliga at tey við at gera avtalur við eitt ávíst útlendskt ol ER kunnu tvinga myndugleikarar til at geva júst hesum útlendska oljufelagnum fyrimunir! Halda útlendsk oljufeløg, at tey fáa framíhjárætt, tí tey hava gjørt av- talur við feroyskar peningamenn og fyritøkur! Vilja almennu Føroyar, sum bjargaðu bankunum og harvið eisini mongu av vinnulivsmonnunum og fyritøkum teirra, bara standa og hyggja at, meðan somu vinnu- livsmenn og fyritekur „krevja“ rættin til oljuríkidemið! Og hvat siga tey mongu oljufeløgini, sum enn ikki hava tikið stig til beinleiðis samstarv ella hava fingið áheitanir frå føroyskum vinnulívi um at virka saman í sambandi við komandi útbjóðingar! Er ikki vandi fyri, at hesi feløg, um so er, at eitt ávíst felag kann vinna sær fyrimunir í eini útbjóðing, tí tað arbeiðir saman vid føroyskum vinnulivi - fara at taka seg aftur, tí tey meta, at munur longu er gjørdur á feløgunum! LOGMAÐUR hevur tosað um, hvussu umráðandi tað er ikki geva ymisk signal til umheimin, nú tað ræður um at standa saman. Er tað, ið hendir nú ikki júst demi um tað øvugta! Er tað serliga heppið signal at lata umheiminum, at fyritekan hjá sama logmanni, sum stendur á odda fyri ellum oljuútviklinginum, er við í einum privatum oljufelag, sum sambart Degi og Viku hevur í umbúnað at gera eksklusiveavtalur við eitt åvist oljufelag! Um eksklusive her merkir, at allar tær feroysku fyritøkurnar binda seg til bara at brúka og arbeiða saman við hesum eina oljufelagnum, hvat tá vit ellum hinum oljufeløgunum, sum vit fegin síggja koma henda vegin at gera ílegur! Vit eiga ikki forða hverki foroyingum ella útlendingum, sum vilja brúka pengar og orku í eini feroyskari oljuvinnu. Men hesir mugu heldur ikki sleppa at seta kílar í almenna olju politikkin, so vit púrasta missa tamarhaldið, áðrenn spónurin er settur í. Latið okkum fáa oljulóggávuna fyri tingið aftur og taka allar hesar spurningarnar til viðgerðar har Sosialurin Edmund, Jóannes og Signar komnir í trol Nakrar viðmerkingar til Skotlandssiglingina og Teistan Beint undan jólum frættist, at løgmaður vildi seta kann- ing í verk, um heimild var hjá landsstýrinum at selja ferðamannaskipið Teistan. Sami løgmadur hevði tann 14. novembur 1996, altso eitt gott ár framman- undan, skriftliga vátta, at landsstýrismaðurin í sam- ferðslumálum hevði allar neyðugar heimildir til at undirskriva øll skjól, í sam- bandi vid sølu av Teista- num. Hetta tykist undarligt, sum so mangt annad, at geva eina skriftliga våttan, fyri sidani eitt år aftanå, at fara at kanna um heimildin var i lagi. Tad kundi veri åhugavert at sæð kanningarúrslitið! Skotlandsleiðin Nú um dagarnar frættist so, at Skipafelagið hevur í um- búna at niðurleggja sjóvegis farleiðina til Skotlands Tað má sigast at vera ógvuliga trist, at henda leið- in, sum hevur so stóran týdning fyri ferskfiskaút- flytararnar, ikki kann koma í eina trygga legu Tað sá annars so gott út í byrjanini, Skipafelagið kundi bjóðað eina betri tæn- astu enn tað almenna tá var í standi til. Fráferð ur Før- oyum bæði hósdag og friggjadag gjørdi at útflyt- ararnir náddu bæði nær- og fjarmarknaðin. Vónandi verður tað, at Skipafelagið ikki meiri sigl- ir upp á Skotland, ikki mønubresturin hjá hesi leið, men bert eitt endaligt punkt- um frá Skipafelagnum, sum síðani gevur teimum, al- mennum ella privatum, sum taka leiðina uppaftur frið. Undirritaði skal seinni koma við fleiri viðmerking- um um siglingina millum Skotland og Føroya. Jóannes og Signar Blaðmaður á Sosialinum hevur grein í blaðnum Hó- dagin 5. februar, hvar hann hevur hitt Signar á Brúnni og Jóannes Eidesgaard á máli. Jóannes Eidesgaard verð- ur her endurgivin fyri at siga: >Grundgevingin fyri at niðurleggja rutuna hjá Strandferðsluni = var, at Smyril gav umleið 2,4 milliónir í undirskoti, sum landskassin fíggjaði< Kanska er tað við vilja at eingin eind stendur aftan- fyri talið 2,4. Ørkymlandi alíkavæl, í einum landi hvar vit til dagligt brúka krónur, at síggja tól sum passa betri til dollaran enn krónuvirði. Heldur ikki kennist eg við at >grundgevingin< var hallið á leiðini. Seinni í somu grein stend- ur at Tjóðveldisflokkurin at- kvøddi fyri einum misåliti móti landsstýrismanninum Sámal Petur í Grund, tá hann seldi Teistan í snarari vending í 1996. Undirritaði skal bert gera vart við, at 4 mánaðar gingu millum søluna av Teista- num og misálitisuppskoti á undirritaða. Misálitisuppskotið hevði nógv djúpar! røtur enn bert sølan av Teistanum, tað veit alt føroya fólk og burdi Tjóðveldisflokkurin eisini vita. Komnir í trol Vanligt hevur verið, at kem- ur ein í trol, so verður hivað inn og greitt áðrenn útaftur verður kasta. Mær tykir, at nú eigur at verða hivað inn og greitt, áðrenn víðari verður farið. Løgmaður var heitasti talsmaður fyri at Skipa- felagið Føroyar skuldi reka hesa farleið. Hann situr nú sum landsstýrismaður í samferðslumálum og er tann sum setur kósina í hes- um máli. Tekur løgmaður nakað stig, eigur hann at kanna heimildirnar áðrenn, heldur enn aftaná. Jóannes eigur at seta seg inn í, hvat tað kostar at reka eina farleið millum Skot- land og Føroya, og síðani at halda seg til krónur, og ikki frammant gjaldoyra. Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin áttu helst sín stóra leiklut, tá ein samd fíggjarnevnd mælti løg- tinginum frá, at jåtta sølu- peningin fyri Teistan til inn- skot í partafelag, sum skuldi taka sær av hesi sigling. Nú verður bíða í spenn- ingi eftir næsta leiki. Søldarfjørdur 06.02.1998. Sámal Petur í Grund Eirikur Lindenskov blaðstjóri Hann verður varamaður blaðstjórans og fer standa fyri menningini av redak- tiónini og nútímansgerðini av blaðframleiðsluni Í sambandi við bygnaðar- broytingar á Tíðindablaðn- um Sosialinum er Eiríkur Lindenskov, blaðmaður settur í starv sum blaðstjóri. Hann verður harvið næsti maður ábyrgdarblaðstjór- ans, Jan Miller. Umframt at vera vara- maður ábyrgdarblaðstjórans fer Eiríkur Lindenskov at standa fyri menningini av redaktiónini og nútímans- gerðini av blaðframleiðsl- uni Tíðindablaðið Sostalurin er blað í menning. Ein týð andi partur av arbeidsøki num hjá nýggja blaðstjóra num verður tí eisini at laga blaðarbeiðið til nýggju og framkomnu teldutøknina. Ein annar partur av á- byrgdargkinum hjá nýggja blaðstjóranum er nýggja til- takið hjá Sosialinum - út- gávan av Internetsosiali- num. Eiríkur Lindenskov hevur starvast sum blaðmaður á Sosialinum síðani 1. juli 1996. Hann hevur annars gjørt nógv freelancearbeiði fyri blaðið í 95 og 96. Eiríkur er 31 ára gamal og hevur útbúgving sum lær- ari. Í dag eru umleið 20 fólk í føstum starvi á Sostalinum, harav eru átta í redakt:ónini Sosialurin kemur út fimm ferðir um vikuna Eiríkur Lindenskov hevur staðið á odda fyri menningini av Internetsosialinum