Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| mm Nr. 25 - 7. FEBRUAR 1998 Nr. 25 - 7. FEBRUAR 1998 Edvard Joensen Borgin stendur sum nakad fast og ålitandi. Tad, sum farið varð til, tá á leikaði. Tað er eitthvørt lívgandi við borgini. Har er ein tryggur, og fíggindin sleppur ikki uttan víðari at gera seg inn á teg. Borgin er gamalt skipa- navn, eins og borgin eisini er knýtt upp í mong føroysk skipanøvn. Eitt av hesum skipunum við borgarnavn- inum er Krúnborg. Føroyingar, sum áðrenn flogførini komu, ferðaðust til Danmarkar, máttu sigla til Keypmannahavnar. Og tá var Krúnborg - ella Kron- borg - nakað, sum hevði ein rættiliga stóran leiklut á ferðini. Ikki øll vóru líka sjósterk, men tá Kronborg var passerað, so var sloppið. Hetta gamla slottið - ella borgin - liggur har við Oyr- asundsstrondina og sigur frá, at nú er komið til Dan- markar. Og tað hevur eisini alla tíðina verið meiningin við at hava borgina liggj- andi har. Upprunaliga ætl- anin var ikki at siga før- oyskum ferðafólki við sjó- verki frá, at nú fór at slætna. Men heldur at siga fremm- andum skipum, at tíð var at leggja stilt og fáa avgreitt Sundstollin til danska kong- in. Tí endamálið var at fáa pengar í kassan frá teimum, sum nýttu farleiðina Oyra- sund, har danskt land var báðumegin. Tað hava ligið borgir á sama staðið langt undan Kronborg. Erik av Pommern - tað var hann, sum krýndur varð í Kalmar fyri 600 árum síð- ani - lat byggja borgina Kro- gen - ella Ørekrog - vid sama endamåli. At halda skil á, hver ferðaðist gjøgn- um Oyrasund. Hetta hevur helst verið umleið ár 1420, vilja sógumenn halda Og undan henni var Flynderborg, sum vardi bý Nótaskipið Krúnborg, sum her sæst við brýggju í Havn, varð smíðað í Noreg í 1973 og longd í 1984 in Helsingør og tann góða sildafiskiskapin í Oyra- sundi. Hendan borgin varð helst løgd í oyði av Lúbeck- arunum umleið 1368- 1369. Men Christian Kongur III var ikki nøgdur við Kro- gen. Og hann byrjaði at nú- tímansgera borgina. Í 1574 varð farið undir arbeiðið, og Kronborg stendur enn á nes- inum við býin Helsingør. Tað finst neyvan nakað slott ella borg, har ikki eisini eitt spøkilsi ella tílikt er knýtt at. Og Kronborg er einki undantak í so máta. Ein hin kendasta søgan, sum sett verður í samband PER TE tíðindablaði "ari Um Krúnborg Snotuliga føroyska nótaskipið, Krúnborg, hevur í dag aðrar uppgåvur enn borgin hjá Christiani III, sum vardi Danmark. Krúnborg, varð smíðað í Noreg í 1973 og longd í 1984. Nú kappast Krúnborg við danir um havsins rikidømi, skrivar Edvard Joensen í triðja partinum um skipanøvn við Kronborg, man vera søgnin um Hamlet, sum bretska skaldið William Shakespeare skrivaði sjón- leik um. Upprunanavnið var ikki Hamlet, men Amled. Amled er gomul donsk sagnhetja. Søgnin sigur frá, hvussu hann snildisliga fekk lump- að farbróðirin, sum áður hevði dripið pápa hansara og sett seg sjálvan til kong yvir ríki hansara. Amled lætst vera óður í høvdinum og uppførdi seg soleiðis, til tess hann fekk hevnt faðirin og tikið farbróðirin av lívi. Søgan stavar úr Jyllandi, men hevur ávísar træðrir aftur í rómverskar sagnir og eysturlendsk ævintýr. Danski søguskrivarin Saxo hevur skrivað søgnina upp, og gjøgnum hansara latinsku Danmarkarsøgu er hon vordin kend i Europa, hadani eisini Shakespeare hevur fingid hana og skriv- að hana um til sjónleik. Men eisini ein annar harri og donsk fólkahetja heldur til á Kronborg. Tað er eingin verri enn tann í Føroyum so væl kendi Hol- ger Danske - ella Olgar Danski - sum føroyingar nevna hann. Frásagnirnar um Olgar Danska hava ikki røtur í donskum sagnum. Eitt gam- alt norðurfranskt hetju- kvæði úr 13. øld greiðir frå Ogier, sum var sonur danska kongin Godfred. Hesin Ogier bardist saman við Karli Mikla - tað er hann, vit nevna Karlamagn- us - móti heidningunum, sum vildu taka landið frá honum. Og tað var ikki smávegis, har varð avrikað. Tað er ikki bara nú á døg- um, menn duga at reypa. Og fáur hevdi í dag klárað at høgt høvd í hundradtali av í sama høggi. Hvussu hesin Ogier nú einaferð er vorðin danskur, veit eingin rættiliga at siga. Men møguliga er tilnavnid »le Danois« onkursvegna vorðið misskilt og gjørt til, at hann var dani Seint í midøldini eru søgurnar um Olgar Danska vorðnar kendar í Danmark Og tá eru eisini kempuvís- urnar um hann vorðnar til Hann er kendur úr fleiri vís- um. Tann, sum føroyingar kanska kenna best, er Stærke Tidrik Tíðrikur kundi vera so sterkur, hann vera viidi, men Olgar stakk ikki upp fyri nøkrum sum helst. Og Tidrikur måtti taka beinini å nakkan. Gamla søgnin sigur, at Olgar situr f einum heyggi og bidar, til bod aftur eru eftir honum. Tå Danmark kemur i neyd, sigst hann at skula vakna og bjarga landi- num, sum hann gjørdi, tå Tíðrikur vildi leggja landið undir seg. Nýggjari søgur siga frá, at hann situr á Kronborg Tað ger hann í grundini eis Ini, men sum steinur. Og jútlendingasr vilja vera við at hann hevur als einki við Kronborg at gera. Hann búði í Jyllandi. Og tað siga føroyingar eisini, tá teir kvøda um, at : > nu stander strid, norden under Jyl- land.« Snotuliga føroyska nót- askipið, Krúnborg, hevur í dag aðrar uppgávur enn borgin hjá Christiani III sum vardi Danmark Krúnborg, varð smíðað í Noreg í 1973 og longd í 1984. Nú kappast Krúnborg við danir um havsins ríki- dømi