Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 ítróttar Soslalurin Nr. 26 — 10. FEBRUAR 1998 GÍ gav StiF ein hvøkk Hondbóltur: Avgerðin | í dystinum millum StÍF og GÍ | fall ikki fyrr enn í seinasta minuttinum Hetta var ein vanlig sjón á Skála sunnudagin: Hans Guðmundsson (andlitið fjalt) sveimar høgt yvir StiF- verjuni og langar bóltin í málið Mynd: Álvur Haraldsen H71 heldur Hondbóltur: Hoyvíkingar og vestmenningar frøddust um sigurin hjá H71 á StÍF, sum misti tvey týdningarmikil stig í oddastríðnum Tað var lagt upp til stórdyst í høllini á Skála millum StÍF og H71, men tað visti seg skjótt, at hoyvíkingar als ikki vóru áhugaðir í nøkrum stórdysti. At dysturin hevði stóran týdning fyri bæði lið- ii, sást á øllum brøgdum, og høllin var fullsett. Eisini úr Havn/Hoyvík vóru nógv farin inn á Skála at stuðla sínum liði ella bert fyri at síggja, hvussu leikur fór Og tey fingu fullan valuta fyri pengarnar. H71 byrjaði sum eitt ódnarveður, sam- stundis sum tað gekk sera illa hjá StÍF at fáa bóltin í málið fyrstu løturnar. So- leiðis fekk H71 fimm mål, áðrenn Agnar Højgaard setti hol á fyri strandingar Spælandi venjarin Hans Guðmundsson var ikki til at steðga. Hann skoraði hverja ferð hann skeyt, og so fór Jónleif Sólsker út at mansverja hann, men tað gjørdi ongan mun. Hverja ferð H71 fekk 3-meturkast, kom stóri íslendingurin inn og sendi bóltin í málið. Til- samans fekk Hans Guð- mundsson 12 mål. Í hinum endanum spældi Egin Høgnesen ein stóran dyst í H71-målinum. Saman við Hans var tað fyrst og fremst Egin, sum gjørdi, at StÍF ongantíð megnaði at minka munin longur niður enn til trý mál StIF hevði John Petersen við fyri bert aðru ferð hetta kappingarárið, og hann spældi rímiliga væl, men sum hjá hinum á liðnum gekk striltið við at fáa bóltin framvið B36-liðfelaganum í H7|- málinum. Artur Johan- sen fekk tiggju »kassar«, men eisini hjá honum fóru fleiri skot við síðuna av ella á stengurnar. Fimm av mál- unum hjá Arturi komu fyrra fokururia av seinna hálvleiki, ið var einasta løtan í dystinum, tá StÍF hótti H71 ett sindur. Restina av dystinum høvdu hoyvíkingar tamar- hald á støduni, og tá hótt- anin frá byrjanini av seinna hálvleiki var av, sást skriftin á vegginum: StÍF hevði mist tvey týdningarmikil stig í royndini at fylgja VÍF, meðan H71 við sigrinum kom upp á sama stigatal sum StlF. Eftirsum VIF vann sín dyst um vikuskift- ið, eru vestmenningar nú trý stig framman fyri nummar tvey, men enn er nógv eftir at spæla um. Um nú StÍF leygardagin 21. februar klárar at koppa VÍF á Skála, og H71 samstundis vinnur á KÍF í Havn, er knappliga bert eitt stig á muni millum trý tey ovastu liðini, og so kann endaspurturin gerast rættiliga spennandi aftur. Annars hevur H71 nú steypafinaluna móti Kyndli liv í FM-vónini komandi leygardag at hugsa um, áðrenn teir aftur kunnu fara at konsentrera seg 100 prosent um landskapping- ina. elj StÍF-H71 25-30 (10-17) StIF: Artur Johansen 10, Sveinbjørn Poulsen 3, J6n- leif Sólsker 3, Poli Hansen 2, Agnar Højgaard 2, Alex- ander Johansen 2, John Pet- ersen 2, Tummas Johansen i. H71: Hans Gudmundsson 12, Jåkup S. Simonsen 6, Annfinn N. Debess 4, Hal- gir Dahl Olesen 4, Hallur Danielsen 1, Andreas F. Hansen 1, Finnur Hansson Í, Róaldur Jákupsson |. Útvísingar: StIF 6, H71 8. StÍF er framvegis fremst í kvinnudeildini, men tað var nær við, at strandakvinnur mistu stig móti GI, og tað hevði verið rættiliga 6- væntað, um so var. SÚF vann við einum máli, sum kom í síðstu sek- undunum av dystinum. GÍ fekk betru byrjan- ina og kom upp å 3-0, áðrenn SUF svaraði aft- ur og javnaði til 3-3. Hjá GI var tað serliga Beinta Joensen, sum gjørdi um seg, og hon gjørdi eisini seks av teimum sjey málunum. sum GÍ fekk í fyrra hálvleiki, har av fimm tey fyrstu. SÍF slapp ongantíð frá GÍ, og ikki fyrr enn seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, sluppu tær fram um fyri fyrstu ferð í dystinum. Men leiðslan gjørdist ongantíð meir enn tvey mål, og sjálv avgerðin fall ikki fyrr enn í sein- asta minutti, tå GI fyrst javnaði til 15-15, men Katrin Petersen síðani gjørdi sítt einasta mál í dystinum til endaliga úr- slitið 16-15. elj StiF-G Í 16-15 (8-8) StÍF: Signhild Petersen 6, Paula B. Jacobsen 4, Eyðleyg Mikkelsen 3, Bjørg Mikkelsen 2 , Kat- rin Petersen 1. GÍ: Beinta Joensen 8, Maria Olsen 3, Kristine Ellingsgaard 1, Sonja Gledisheygg 1, Sunrid Gledisheygg 1. Annika Jacobsen 1. Utvisingar: StÍF 1, 4. ]. deild menn 4. umfar, 8. februar StiF-H71 25-30 (10-17) Kyndil-KIF 23-20 (13-15) VIF-Neistin 30-17 (16-7) Stødan 1. VIF 2. StiF 3. H71 4. Kyndil 5. KIF 6. Neistin Komandi dystir: 21/2: StiF- VIF 21/2: H71-KIF 22/2: Neistin-Kyndil 4-0-0 447-301 16 3-0-1 397-357 13 3-0-1 384-357 13 1-0-3 348-361 8 1-0-3 319-381 3 0-0-4 313-420 2 ]. deild kvinnur 4. umfar, 7. februar StÍF-GÍ 16-15 (8-8) Kyndil-VB 19-23 (10-14) Stjórnan-Neistin 17-20 (7-13) Stødan I. StiF 2. Neistin 3. Kyndil 4. VB S. Gl 6. Stjørnan 4-0- 3-0- 2-0- 2-0- 1-0- Komandi dystir: 21/2: GI-VB 21/2: StlF-Stjørnan 22/2: Neistin-Kyndil 3 3 3 275-312 6 2 2 0-0-4 21-260 16 314-243 14 48-294 12 79-363 4 62-328 2