Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 — 11. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið SOS Lesarabrøv Landssjúkrahúsið Tað skal verða funnist harð- liga at leiðsluni á Lands- sjúkrahúsinum, sum slett ikki hevur skil fyri at fremja sparingar. Tað eru nú fleiri ár síðan, ein í høllini á Landssjúkra- húsinum var við til ein al- menna pallborðsfund um sparingar. Tað var tá ið Jóannes Eid- esgaard var fíggjarmálaráð- harri í Tinganesi, og hvar ið ein tá vísti á orkuspar- ing, ið kundi spara helvtina av oljunýtsluni. Tað var tá møguligt at fáa eina nógv betri útnyttan av spillihit- anum, sum vildi gjørt nú- verandi sparingar týdning- arleysar. Tað prógva nú- verandi sparingar, at leiðsl- an ikki hevur skil fyri slík- um, og at tað er gingið út yvir læknar/sjúkrasystrar og onnur starvsfólk. Tað hev- ur eingin av teimum uppi- borið, sum hava fingið eina ómenniskjansliga viðferð, ið prógvar hvussu harðrend leiðslan er á Landssjúkra- húsinum. Tað hevði tí loyst seg nógv betur at fingið opnað deildirnar, útnyttað tær fult út og fingið skipað javnvág í hitaskipanum á øllum Landssjúkrahúsinum. Tað er eftir hetta at man kundi lækkað hitan niður til vanliga stovuhitan á gllum deildum á Landssjúkrahús- inum, tað hevði givið eina munandi sparing. Tað gevur eina munandi sparing at fáa tikið eldføstu steinarnar út úr forbrenningskamarinum, seta termostatin nakað niður og seta minst loyvdu dysu í brennaran. Tað er við chunt- ventilinum, at hitin í radia- torum og heittvatnsskipan- um verður regulerad so vit fáa javnvág millum brúk av heittvatni í brúsum/kranum og hitan í radiatorum. Tað er uppá tíðina at tit geva tykkum á Landssjúkrahús- inum far um slíkt, sum ein í hesum lesarabrævi hevur nevnt, og at tit síðan fáa kannað hesi viðurskifti ong- antíð ov skjótt. Tað er eis- ini uppá tíðina at tit fáa hild- ið uppat við tí ómenniskja- ligu viðferð av læknum/ sjúkrasystrum og ødrum starvsfólkum í komandi ári, so hesi fáa arbeiðsfrið fyri tykkum. Tað, sum er farið fram hesi seinastu nógvu árini, skuldi langt síðan havt fingið fylgjur fyri leiðsluna, sum ikki hevur viljað ráð- ført seg við starvsfólkabólk- arnar á øllum Landssjúkra- húsinum. Tað er eisini ein stór skomm, at vit í dag ikki hava eitt fíggjarliga forsvar- lit skipað Landssjúkrahús og hver sjúklingar ikki framhaldandi í komandi ári skulu líða undir, ið ikki sømir seg. Tað er avgerandi neyðugt at fáa skipað fíggj- arlóg, sum er forsvarlig fyri eitt Landssjúkrahús, so at vit sleppa undan skilaleys- um sparingum í komandi ári hvar neyðugt verður at fáa samskipað alt arbeiði á Landssjúkrahúsinum. Hans Birgir Hansen Politiskur logikkur ella logiskur politikkur Eftir løgtingsvalid seinast var sagt frá einum føstum politikki við greiðum mál- setningi. Vit nikkadu øll samtykkjandi, tad høvdu vit brúk fyri. I løtuni må åsann- ast, at samgongan f Tinga- nesi idag ikki førir fastan målraættadan politikk. Teir siga eitt idag og eitt annað ímorgin. Tey yvirorðnaðu politisku málini vera slept, tá seráhugamál hjá flokkum ella persónum skulu av- greiðast. Eitt høvudsmål var at av- taka allar almennar grunnar. Vit skuldu ikki longur seta í grunn, tí allar útreiðslur landskassans skuldu fram- ganga beinleiðis av løg- tingsfíggjarlóg og/ella eykafíggjarlógini. Eina tíð varð gjørt eftir hesum mål- setningi, men so fekk løg- maður og onkur tingmaður trupulleikar av øsingini um f sambandi vid at Gikta- felag Føroya er 50 år í ár, fer felagið at skipa fyri fundum ymsastaðni í landinum. Byrjað verð- ur í Vági nú leygardagin 14. febr. Fundurin verður í auluni í Vágs skúla kl. 16.00. Månakvøldid 16. febr. verður fundur í nýggja skúla í Hvalba, byrjað verður kl. 19.30. Á báðum fundunum verður føroyski filmurin Gikt — orsøk og viðgerð vistur. Aftan á verður drekkamunnur og møgu- leiki verður at seta spurn- Giktafelagið 50 ar fasta sambandið um Vest- mannasund. Í staðin fyri at taka stóðu til málið um fasta samband- ið, so var tað sópað inn und- ir gólvteppið við »at seta kr. 20 mill. í grunn«. Altso beint mótsatt av tí, sum samgongan annars segði seg virka fram ímóti, nevni- liga at avtaka grunnarnar. Annað dømi um mangl- andi stødufesti er skattapol- itikkurin. Vit skuldu øll hava bruttoskattaskipan. A- skattgjaldararnir vóru hurl- aðir upp á pláss, so skuldi B-skattagjaldararnir koma árið eftir. Men nú hoyrist, at B- skattgjaldarar als ikki skulu gjalda bruttoskatt, tí tað let- ur seg ikki gera. Jamen vistu okkara serkønu ikki tað? Ella var tað alla tíðina ætl- anin hjá ávísum politikkara ella flokki at sleppa summ- ingar og annars fáa eitt prát við tey, sum feila tað sama. Kunnað verður um Norðurlendska sam- arbeiðið og bóklingar og annað upplýsandi verður at fáa. Felagið hevur fingið gjørt eina plakat í sam- bandi við 50 ára haldið, og er tað Frits Johanne- sen, sum hevur teknað. Ymisk onnur tiltøk verða seinni á árinum, m.a. ein stór fyrilestrargð við norðurlendskum lækn- um. Vit fara at frætta meira um hetta tá tiltak- ið er fastlagt. um undan. Triðja dømid er um skattafrádráttir. Teir skudu allir burtur, nærum. Teir, sum eftir vóru, skuldu út- gjaldast borgarunum kont- ant, tí alt skuldi nú fram- ganga av landsins løgtings- fíggjarlóg. Oført. Inntil fíggjarmálaráðharrin ynskti at geva serfrádráttir til sjó- vinnutinntøkur, (sum kanska ikki var so galid) Men nú vóru góð ráð dyr, tí hvussu skuldi nú hesin lætti gevast? Aftur varð málsetn- ingurin sleptur. Nýggjur frá- dráttur upp á 15% av lønini varð givin, tó vit skuldu hava bruttoskatt, og hesin frádráttur framgongur als ikki av løgtingsins fíggjar- lóg, har alt skuldi standa? Altso beint mótsatt av ætl- aða málsetninginum. Ein annar av inálsetning- unum var privatisering. Pri- Herning, Jylland 21. febr. verður tiltak fyri føroyingar í Jyllandi í Dan- mark. Tiltakið verður í Jos- valskúlanum, Dalgasgade 11, Herning. Byrjað verður kl. 15.00 vid hugnaløtu og uml. kl. 16.30 verdur evangeliskt møti. Vid verda Godtfred Joensen v/ familju. Eisini verdur sangur, tala, søga, ljósmyndir 0.a. Ahugad kunnu venda sær til Jens Olsen, tlf. 20458073, Simun J. Hansen, tlf. 20660962, ella Svein Askildsen, tif. 97225623 Feroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg vatisering av t.d. Skotlands- siglingini. Hóast nærum eingin sigling hevur gingið á privatum hondum hesa øldina, so er tað framvegis loysunarorðið við uttan- landasiglingini? Og hvussu er málið so endað. Beint øvugt av ætlaðu privatiser- ingini - Skotlandssiglingin endar aftur í landskassanum ella fer fyri bakka til ómeta- ligan skaða bæði fyri vinnu- lív okkara og føroyingar annars. Og vit áttu at vitað, at hettar endaði so, men vit vildu ikki læra. Eg kundi hildið áfram, tí dømini eru mong, men lat fara. Hvat skulu borgararnir kalla hettar, logiskan polit- ikk, neyvan, heldur má tað vera politiskan logik, um nakað eftur so Birgir Mohr TIf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk blød liggja frammi, friggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroysk- ur skúli fyri børn á Hern- ingvejskole. I høllini á Filstedsvejens- skole: Tyskvøld og hós- kvold hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggja- kvold kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Minni um pápa mín Niels Juul Haraldsen, Miðvági, ið fórst við >Sjóstjórnuni< 11.febr. 1973 Fjórðingagld er liðin - vestur í havið legði úr Miðvági >Sjóstjórnan< og manning farvæl segði stríddist hann á havinum alt sítt lív heima bíðaði bæði børn og viv leiddi meg pápin oman at siga farvæl tólv ára gomul - eg minnist tað so væl Teskaði mær í oyra - komi skjótt aftur til tín stóra og máttmikla havið teg tók til sín kindi mitt hår og á hvønn kjálka eg fekk ein koss siggi teir fara vestur um Bøsdalafos» hondin, ið meg leiddi eg ei meira kann nå leingist at síggja títt smíl og tín kærleika fá. Ynski so tú leiðir meg ta lívsfríska vár sorgin hon nívir og úr eygum renna mong tár eg veit tú nú í himmiríkið býr myndin av tær hon er mær so dýr á bróstinum hongur tann myndin av tær sum eg minnist og goymi at hjartað nær Við >Sjóstjórnuni< tit úteftir vánni hildu skipið til Íslands at sigla tit vildu ei vit kenna Harrans leiðir ynski so Hann sínar náðiveingir breiðir minnini um teg og teir, ið vid tær vóru sorgarboð til Miðvágs bygd og heimini bóru Minnist tú kom aftur av langari ferð dukkan tú gav mær hon var mín verð barnasálin hin bjarta tú í eygunum sá unga bankandi hjarta í tínum fangi lá kærleiki tín gav mær megi og mátt tí svav eg so trygt hvørja einastu nátt. Rætti mina hond fram at tær merki tå er mær enn so nær koma vit einaferð heim til tin bróður og eg og móðir mín siti og hugsi um teg og meg fekk eg sagt, hvussu høgt eg elski teg. Dóttir tín Til minnis um teir, sum fórust við >Sjóstjórnini< í februar 1973 Havið tók Mangur fór á havsins báru mangur feldi sorgartáru mann og son so mangur misti - hvat teir doyði eingin visti Hver kann troysta tey ið missa einans eitt er hetta vissa tú skal aftur tínum meta - skjótt er farin lívsins løta. Havið tekur, havið gevur bæði logn og ódnarveður stóran fong - og sorg í smáttu - tók tann kærasta vit áttu. Havið slettur spor tú setti mitt í ódnarveðri kvetti hvørja vón í livið hevði -brátt hann kom hin kaldi deyði Einaferð vit Harran síggja kvetta deyðans hvassa líggja ævigt lív og einans gleði fáa vit á evsta degi Harry Birtilíð Haldið SoSialin