mikudagur 11. februar 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
Richard Hardmann, kanningarstjóri í Amerada Hess:
tíðindablaðið s062ur
Seta álitið á
útbjóðing í ár
-Tað vórðu boraðir seks brunnar vestan fyri Hetland í
fjór fyri tilsamans Í mia. kr. Eingin olja varð funnin.
Henda sannroynd saman við einum sera lágum oljuprísi
og tí veruleika, at Atlantsmóti er „highrisk“ øki er við til
at skerja vónirnar til føroyska økid. Eg haldi ti, at tað er
sera týdningarmikið, vilja fóroyskir myndugleikar, at olju-
feløgini framhaldandi visa fóroyska landgrunninum ans,
at okkurt hendir tvs. at tað verður ein útbjóðing í hesum
árinum
Jan MULLER
- Vit vilja arbeiða saman við
føroyskum vinnulivi so væl
vit megna tað, men vit
rokna vid, at tað verður
stjórnin, sum stingur poli-
tikkin út í kortið sigur kann-
ingarstjórin í oljufelagnum
Amerada Hess, Richard
Hardmann, tá vit spyrja
hann, hverjar ætlanir fel-
agið hevur at samstarva við
føroyskar vinnulivsfyritøk-
ur í sambandi vid eina kom-
andi útbjóðing
Hvat heldur hann um æt-
janina, sum hevur verið
frammi um, at eim stórur
partur av føroyskum vinnu-
lívi ætlar at leggja øll eggini
í eina kurv og binda seg til
at samstarva við Saga Pe-
troleum!
-Tað er ringt hjá mær at
gera viðmerkingar til tað. Tí
hetta er upp til Saga, til
myndugleikarnar og til
vinnulívið í Føroyum. Tað
kann eydnast og tað kann
miseydnast
Richard Hardmann sigur,
at tað vil virka arrogant, um
ein heldur, at útlendingar
kunnu koma til Føroya og
siga føroyingum, hvat teir
skulu gera. -Tað fær eingin
meg til. Vit komu til Føroya
fyri at læra um tykkum,
tykkara siðir og gerandis-
dag og hvat tit ynskja - og
ikk: til at siga tykkum, hvat
tit eiga at gera
Richard Hardmann sigur,
at tað, sum Amerada Hess
og hini felggini í samtak-
mum, Dong, Norsk Hydro
og Lasmo vilja, er gjøgn-
um samarbeiðið - The Fa-
roes Partnership - at fáa
gjørt nakað skilagott, sum
kann vera til felags gagn og
ag iða
Hver loysn heldur tú
vera tann betra, Saga
oysnin, har tað eru privat
um gera avtalur
við oljufeløg ella Statoil-
loysnin, har tað er eitt
alment felag, sum ger
avtalur við øll feløg oz
samtøk!
-Eg havi verið vid til at
byggja Saga upp. og mað-
urin, sum í dag stendur á
odda fyri kanningunum hjá
feløg
Saga her um leiðir, arbeiddi
fyrr meg fyrr
Richard Hardmann var
við at venja fólk upp hjá
táverandi Saga í 1973 til 75,
so hann hevur sæð, hvussu
Sagamodellin er vorðin
bygdur upp. Men hann
ynskir ikki at gera nærri
viðmerkingar
Hann vísir á, at so leingi
stjórnin ikki hevur sagt frá,
hvønn politikk hon fer at
reka á økinum, er tað skeivt
av útlendskum oljufeløgum
at siga føroyingum, hvat tey
halda er best at gera
97 dapurt år fyri
leiting
Annars visir Richard Hard-
mann å, at ein eigur at ikki
at vera alt ov bjartskygdur
heldur um eina komandi
oljuvinnu her um leidir. -
Boringin eftir olju vestan
fyri Hetland i fjør var eitt
stórt vónbrot, tí har varð
ikki funnin ein tann einasta
nýggj olju- ella gasskelda
Boraðir vórðu seks nýgg-
ir brunnar í fjør og kostaðu
teir oljuidnadinum umleið
] milliard krónur. -Amerada
Hess var við í tímum av
hesum boringin, so ein
skilur, at hetta hevur kostað
okkum nógvar pengar
Ræður um at
varðveita
áhugan hjá
oljufeløgunum
Uppá fyrispurning, hvørji
signal hetta gevur føroysku
vónunum um eina oljuvinnu
sigur Richard Hardmann, at
hetta kann hava nógv at siga
ella einki. Tað veldst um,
hvar miðlinjan verður sett
millum londini
Richard Hardmann vísir
á, at okkurt má henda fyri
at varðveita áhugan hjá
oljufeløgunum fyri Atlants-
mótinum og sipar hann her
m.a. til teir sera lágu olju-
prísirnar. Hesir liggja um 15
dollarar fyri tunnuna og tað
ger leiting í nýggjum økjum
minni áhugaverda
Hardmann dylur ikki fyri,
at tað fyri føroyingar hevur
stóran týdning, at fyrsta út-
bjóðingarumfarið verður í
hesum árinum - rætt og
slætt fyri at kunna varðveita
áhugan hjá oljufeløgunum
fyri økinum.
-Tað er fantastiskt at
koma til Føroya. Vit veru-
liga njóta hetta landið og
fólkið her býr. Men vit
mugu hava nakað handils-
ligt at hava hetta í eisini. Tú
kanst ikki bara siga við tínar
stjórar, at nú fara vit til Før-
oya, um ikki onkrar vónir
eru til steðar
Bjóðið út í ár
Richard Hardmann heldur,
at verður markið ikki ásett í
ár, so eiga føroyskir
myndugleikar kortini at
umhugsa at bjóða út øki,
sum ikki eru umstrídd. -Tað
finnast rímuliga góðir
blokkar, sum tó eisini eru
knýttir at stórari risiko. Men
lat meg undirstrika, at hetta
er nakað, sum bara føroyska
landsstýrið ger av. Men tá
spurt verður um, hvat vit
halda, so er greitt, at. vit
helst síggja eina útbjóðing
í ár, soleiðis at vit kunnu
varðveita áhugan fyri øk-
inum
-I think we are geared up
for something towards the
end of the year sigur
Richard Hardmann.
Kanningarstjórin í Ame-
rada Hess heldur annars, at
tað ljóðar gott í hansara
oyrum, at stig nú er tikið til
eina politiska rundu í
marknasamráðingunum. -
Tað er helst besti måtih at
loysa tað uppá í løtuni
Hevur tú ein trupulleika, so
plagar tú at fara til odda-
menninar
> | Holm
skrivar:
Nr. 27 — 11. FEBRUAR 1998
Í dag: Um Miðjarðarhavsekið
ES hevur við Miðjarðar-
havid og í tí 12 sonevnd
partalond, sum ES hevur
gjørt samstarvs- og hand-
ilssáttmálar við.
Sáttmálarnir eru gjørd-
ir við hvert landið sær.
Hesi lond eru: Malta,
Kypros, Sýria, Libanon,
Palæstinska Sjálvstýris-
ekið, Jordan, Ísrael,
Egypt, Tunesia, Algeria
og Marokko.
Sum einasta land har
um leiðir er Libya íkki
sloppið upp í part, tí land-
ið er undirlagt revsitiltøk-
um frá ST.
Tey flestu av londun-
um hava lítlan ídnað,
veikan búskap (lágt
BTU) og eru fyrst og
fremst landbúnaðarlond.
Ætlanin við sáttmálan-
um er bæði at styrkja bú-
skapin í teimum fátæku
londunum og at fáa frí-
handilsøki partanna mill-
um sett á stovn í 2010.
Men her, sum so ofta,
er ringt hjå ES at fåa teori
og praksis, ætlan og veru-
leika, at passa saman.
Sum nevnt eru flestu
midjadarhavslondini
landbúnaðarlond, og tær
vørur, tey kunnu senda á
ES-marknaðin, eru sjálv-
andi tí fyrst og fremst
landbúnaðarverur. Hesar
vørur høvdu verið væl bí-
ligari enn tær landbúnað-
arvørur, ES-londini sjálv
framleiða. ES sigur seg
arbeiða fyri marknaðar-
búskapi og fríari handils-
kapping, men akkurát
hetta er trupulleikin hjá
samgonguni í hesum før-
inum. Tí teoriin sigur, at
kundarnir í ES skulu
sleppa at keypa innfluttar
landbúnaðarvgrur úr
londunum í og sunnan
fyri Miðjarðarhavið, tí at
tær eru best kappingarfør-
ar, men í praksis gerst
hetta ikki, tí at appelsin-
dyrkararnir í Spania,
eplaveltararnir í Italia,
blómugartnararnir í
Nederlandi og Týsklandi
osfr. eru bangnir fyri ikki
at sleppa av við sínar vør-
ur, tí teir kunnu ikki selja
so bíliga.
Hetta hevur so tað til
fylgju, at Spania vil ikki
loyva frían innflutning av
appelsinum, Italia vil ikki
loyva frian innflutning av
eplum og tomatum,
Týskland av blómum
o.sfr., tí at teirra politikk-
arar eru bangnir fyri at
missa atkvødur frá sínum
landbúnaðarfólki.
Í londunum sunnan fyri
Miðjarðarhavið eru tað
yvirhøvur småbøndur, ið
dyrka fruktirnar og grøn-
metið.
Tí arbeiða nógv fólk í
hesi vinnu, og fáa tey ikki
møguleika at sleppa av
við sínar verur, er vandi
fyri, at tey kunnu ikki liva
av henni, og so verður
arbeiðsloysi.
Tað áhugaverda — og
sjálvmótsigandi — í hes-
um sambandi er tað, at
bakgrundin fyri, at ES vil
hjálpa við menningini í
hesum londum, er tann,
at man vil forða fyri stór-
ari fólkaflyting úr nevndu
londum til ES. Gerast
fleiri arbeiðspláss, verður
fólkaflytingin minni úr
nevndu londum til ES.
Gerast fleiri arbeiðspláss,
verður = fólkaflytingin
minni.
Men fyri hvørja veru,
Miðjaðarhavslondini
vilja selja, er tað okkurt
ES-land, ið setir seg í-
móti, og so fær ES onki
gjørt.
Ti er stødan åhugaverd:
ES hevur ein politikk —
limalondini í ES hvert
sær ein annan.
Samkoma í Herning
fyri foroyingar
Leygardagin 21. febr. verð-
ur skipað fyri samkomu fyri
føroyingar í Danmark. Til-
takið verður í Herning, sum
liggur mitt í Jyllandi, uml.
Í tíma frá Arhus, Alborg og
Esbjerg.
Tiltakið verður í Josva
skúlanum, Dalgasgade 11
(2 min. gongd frá bussstød-
ini í bynum).
Byrjað verður kl. 15.00
við hugnaløtu. Á skránni
verður m.a. sangur, fram-
førsla av sangi og tónleiki,
ljósmyndir úr føroyum og
fråsøgn. Eisini verður ein
drekkamuður at fáa.
Við í tiltakinum verða eis-
ini Godtfred Joensen við fa-
milju, sum fara at syngja
ymiskar sangir
Uml. kl. 16.30 verður
evangeliskt meti. Á møtin-
um verða talur, vitnisburð-
ar, søga til børnini og sang-
ur.
Eftir metið fara vit at
hugna okkum við pizza.
Ahugað kunnu venda sær
til
Jens Olsen, tlf. 20458073,
Símun J. Hansen,
tlf. 20660962, ella
Svein Askildsen,
tlf. 97225623
Matseðil
Kjøtfrikadellur v/ eplasalati og reyðkáli
Toast v/ osti og skinku
Biksimatur v/ stoktum eggi og reyðrót
Rivjasteik a la Skáin v/ eplasalati og reyðkáli
Sjokulåtakøka
Kaffi
Te
Sodavatn
40,00
15,00
40,00
45,00
15,00
10,00
10.00
10,00
Minnist til heimkoyringartilboðið!
SKAIN …. Finsensgøta 20 - Tif. 18866