Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 31 — 17. FEBRUAR 1998 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil 2 sosialurin.fo Hondbóltur: H71 og Neistin vunnu finaludystirnar móti Kyndli, men tað gekk ikki so lætt, sum nógv høvdu roknað við Kyndil gjørdist tann stóri taparin leygardagin, tå steypafinalurnar í hondbólti vórðu spældar. Bæði hjá kvinnum og hjá monnum tapti Kyndil móti ávikavist Neistanum og H71 Nakað annað er so, at hvørki av úrslitunum var serliga óvæntað — í veruleikanum gekk tað júst so, sum roknast kundi við. Dysturin hjá kvinnunum var sera javnur — kanska eitt sindur javnari enn væntað — men Neistin vann, og tað var ikki óvæntað. Og hjá monn- unum vísti H71 seg enn eina ferð at vera ov sterkt fyri tað bókstavi- liga tosað »grøna« liðið, sum kort ini ikki hevði nakað at skammast yvir aftan á dystin Fyri H71 var leygardagurin søguligur. Fyri fyrstu ferð, síðani felagið varð stovnað, vann tað eina stóra føroyska hondbólts- kapping. Í útvarpinum hoyrdist eisini, at hoyvíkingar vóru fegnir um sigurin, ikki minst Jákup Sim- un Simonsen, sum hevur spælt við H7I í nógv ár, og sum ongantíð valdi ta løttu loysnina at skifta til eitt betri lið, har møguleikarnir fyri gulli vóru betri. Tað hevur nú lønt seg Kvinnulidid hjå Kyndli noydd- ist enn eina ferð at iðra seg um, at Neistin dróg longra stráið í eini steypafinalu. Men tað var heldur ikki meir enn eitt strá á muni hesa- ferð. Neistakvinnur fingu enn eitt steyp á hillina, og tey eru nógv eftirhondini. Kyndil fær møgu- leika fyri revansju longu komandi sunnudag, tá liðini hittast aftur í landskappingini elj 13 Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo SED ii Favorittarnir fingu tað strævnari enn væntað