Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ní. 32 — 18. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið 0707 13 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: Smátt við fólki í VB = 2 Fótbóltur: I fjør hevði VB eitt sera gott kappingarár, men í ár sær út til, at vågbingar fáa trupult vid at manna tvey lið í vaksmannadeildunum Seinastu árini hevur VB verið fremsta fótbóltsliðið í Suðuroynni, og í fjør vann felagið sær rætt til at luttaka í altjóða kapping fyri fyrstu ferð nakrantíð. Men í løtuni eru útlitini fyri einum eins góðum kappingarári sum í fjør ikki serliga góð. Tað er ov smátt við fólki. — Tað er rætt, at vit ikki hava so nógv fólk í ár. I løtuni er hópurin hjá okkum ikki nóg breiður, sigur John Eystberg, sum hevur spælt við 1. deild hjá VB seinastu árini. — Seinastu kvøldini hava vit bert verið eini 16 mans til venjing, og tað er ikki serliga nógv, tá vit eisini hava eitt lið í 3. deild, sigur John Eystberg. — Men vit vóna so, at menn fáa betri hug at venja, tá tað verður heitari í veðrinum, sigur hann. »Coolio« komin til VB Tveir av stuðulsspælarunum frå í fjør eru ikki við meir. Poul Thor- steinsson er farin til B36, og Zoran Mancic skal spæla við KI í ár. Hin jugoslavin, Milan Milanovic, verður eins og í fjør spælandi venjari, og við sær í ár hevur hann ein annan jugoslava. — Hann eitur Milan Kulic ella okkurt sovorðið. Vit kalla hann bara »Coolio«, og tað hevur hann góðtikið, sigur John Eystberg. »Coolio« er 22 ára gamal vinstrabeintur midvallåri, og John Eystberg sigur, at tað hann higartil hevur víst, hevur verið sera gott. Teir báðir eru júst komnir til land- ið, men seinasta mánaðin hava VB-ararnir vant sjálvir. Birgir Jórgensen hevur verið við frá byrjan av, og í maí mánaði kemur Jón Pauli Olsen heim úr Danmark og verður við restina av árinum. Og runavíkingurin Elian Hansen, sum hevur spælt við VB fyrr, verður kanska eisini við aftur í ár. Hinvegin hevur verið talan um, at onkur VB-ari ætlar sær til Royn í år, men tað er enn ikki avgjørt. Trý suðuroyarlið í bestu deildini I fjør var VB einasta suðuroyarlið í 1. deild, men í ár fáa teir so bæði TB og Sumba afturat sær. Bert eina ferð fyrr hevur Suðuroyggin havt trý 1. deildarlið, og tað var í 1991, tá Sumba spældi sítt higartil einasta kappingarår í bestu deildini. — Tað er eingin ivi um, at tað ger kappingina meira spennandi emil(Ososialurin.fo | Í z Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo ar? Í løtuni eru útlitini hjá VB fyri eini endurtøku av góða kappingarårinum i fjør ikki so góð fyri okkara viðkomandi, og tað er eisini ein stórur fyrimunur fyri okkum, sigur John Eystberg. — Vit sleppa frá at ferðast so nógv, og tað fer eisini at merkjast peningaliga. Eisini ti, at vit iva- leyst fáa fleiri áskoðarar til dyst- irnar móti TB og Sumba, enn vit høvdu fingið móti B71 og FS Vágum. Túrarnir til Sands og Vágarnar vóru eisini teir longstu hjá okkum í fjør, so á tann hátt er tað betri fyri okkum, sigur hann og leggur afturat, at tað ikki ger tað minni spennandi, at fyrsti dyst- ur í landskappingin: verður á Tvøroyri millum TB og VB Í altjóða fótbólti fyri fyrstu ferð Í summar stevnir VB fyri fyrstu ferð í søgu felagsins út í Europa at spæla fótbólt í altjóða kapping Tað verður í Intertoto Cup-kapp- ingini, sum er summarveddikapp- ingin hjá UEFA. Fyrr hava HB, B68 og B36 umboðað Føroyar og hava spælt fýra dystir, tveir heima og tveir úti, móti fýra ymiskum Sumba vann 2. deild í fjør og skal tí spæla i 1. deild i ár. Tað sama skal TB, sum vann dystirnar um upp- og niðurflyting móti FS Vágum. Tað merkir, at trý suðuroyarlið eru í 1. deild í ár, og tað er bert komið fyri eina ferð fyrr, í 1991 liðum. Í ár er kappingin broytt soleiðis, at VB bert fær tveir dyst ir, ein heima og ein úti, móti sama liði — Tað hava vit einki ímóti, sigur John Eystberg — Figgjarliga er tað nógv betri fyri VB bert at skula út at ferðast einaferð. VB byrjaði jú aftur frá null eftir alt pengastríðið, sum var við vellinum á sinni, og felagið er enn ikki komið heilt fyri seg aftur eftir tað, sigur John Fyri føroysku feløgini er tað kortini eitt reint lottarí at vera við í altjóða kapping. Um lutakastið td. gevur tær eitt norðurlendskt lið, er tað frålikt, men um føroyska liðið fær eitt lið úr eystureuropa at spæla ímóti, kann tað gerast torført at fáa tað at hanga saman fíggjarliga, serliga tá talan er um eina so lítla kapping sum Intertotc har pengarnir frå UEFA ikki eru so stórir sum í hinum europeisku kappingunum I Vági hava tey gjørt ein bólk I at fyrireika altjóða luttøkuna hjá VB, og so er bert at vóna, at eydnan brosar niður á Vágsbygd tá lutakastið verður elj