Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið R + Nr. 34 — 20. FEBRUAR 1998 Stort tiltak i itrottarhøllini å Giljanesi Sunnudagin mótast allir vågamenn til stóra árliga Gilja- nestiltakið. Tað er Lions Club Vágar sum skipar fyri, og allur peningurin sum kemur inn, fer til arbeiðið hjá felags- skapinum, og tað er ikki so lítið felagið hevur fingið av skafti tey 11 árini tað hevur virkað SVEINUR POULSEN Sunnudagin 22. februar kl 16.00 byrjar tað stóra Gilja- nestiltakið hjá Lions Club í Vágum Endamálið við tiltakinum er sjálvandi at savna inn pening til tey ymsu arbeið- in: teir stuðla Og tað er ikki smávegis teir hava latið seinastu 11 árini Teir hava stuðla nógvum tiltókum í Vágum, eins og teir hava verið við at stuðla altjóða hjálpararbeiði Millum annað stuðlaðu teir, eins og aðrir føroyin gar. tá skriðan leyp Súðavík í Íslandi larafturat hava teir latið stuðul til katastrof x ( ub I b Vågar hevur lat 3 pening til ein barnagarð Moskva Stuðla lokalum tiltøkum Av tiltøkum sum Lions Club Vágar stuðlar eru tað serliga tey lokalu tiltøkini sum iiggjå teimum nær mast Teir hava latið respirator til sjúkrabilin í Vágum, teir hava latið neyðkallitól til eldri fólk, og tað stóra til- takið hesaferð verður at lata eitt hjartatól til Læknamið- støðina í Vágum Ellisheimið hevur fingið stuðul til ein bil til rørslu- brekað, og Daljanstova hev- ur fingið stuðul til undir- vísingartól til brekað Lions Club Vágar hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varðveita fornminn- — ini í Vágum Teir hava latið gróthúsið við vatnið byggja uppaftur, umframt at teir hava latið stuðul til umvælingarar- beiðið av Mylluni í Bo. Legmannsgarðurin á Steig hevur eisini fingið stuðul Grenlandsútróðurin Men tað er ikki bara vága- fólk sum fáa gleði av teim- um krónunum sum verða savnaðar inn sunnudagin Besta dómi um hetta er Grenlandsfilmurin = sum Lions Club Vágar setti gongd á Filmurin endaði sum eitt samstarvsprojekt millum Sjónvarpið, Útvarpið og Lions Club Vágar Upprunin til Grenlands- filmin skal finnast í, at teir sum róðu út í Grønlandi, fækkast sum árini ganga, og tað vildi Lions Club Vágar ikki lata um seg ganga Teir hildu, at tað var rætt at fáa kortlagt henda so tydningarmikla part av søgu okkara Urslitid av hesum arbeiði gjørdist sum kunnugt send- ingar bæði í útvarpið og sjónvarpið til frøi fyri allar føroyingar Ti royna teir einaferð enn I 1890-unum og í 1920- unum fóru nógvir føroying- ar til Amerika og Kanada og Lions Club Vágar hevur sett sær fyri at fara at kanna hvussu varð við teimum. Byrjað verður í smáum fyri at síggja um tað er nóg mikið av tilfari til eina sendirgð á sama hátt sum við sendingunum um Grøn- landsútróðurin. Lions Club Vágar sigur, at tað eisini hesuferð er ætl- anin at fáa Útvarpið og Sjónvarpið at verða við í ar- beiðinum. Jens Eli Ellefsen, sum er ein av limunum í Lions Club Vágar sigur, at arbeið- ið hesaferð fer at verða munandi lættari, tí nú vita teir hverjar grunnar teir skulu søkja um stuðul. Eitt tílíkt tiltak er dýrt, men teir vóru so hepnir, at fitt av peningi leyp av í sam- bandi við Grenlandsútróð- urin, og tað verður flutt til hetta kanningararbeiði í- staðin Umframt tiltøkini sum nevnd eru omanfyri hevur mentanin í Vágum fingið stuðul Lions Club hevur verið við til at geva Mikkjalsbók ina út, eins og teir hava latið stuðul til Sørvågs Tón- leikarafelag og dansifelagið >Upp á Tá< Fjølbroytt skrá Tað er ein sera fjølbroytt skrá fyri tiltakið á Giljanesi sunnudagin Har verður eydnuhjól, 21- spæl, tombola, seymsláing, fiskibrunnur og skjótibreyt Eisini verður skipað fyri matsølu, køkutombola og sølu av isi, sodavatni og ødrum. Afturat øllum hesum fer Lions Club at selja lutasedl- ar, har møguleiki verður at vinna heimagjørdar lutir so sum ein heimagjørdan bil og eitt barnahús, sum er 2 metrar langt og ein metur breitt. Hesi gróthúsini hevur Lions Club Vágar bygt uppaftur. Tey vóru sera illa farin Fyri stuttum gjørdi Lions Club stórt arbeiði fyri at kanna Grónlandsútróðurin hjá før- oyingum. Burtur úr tí spurdist útvarp- og sjónvarpssendingar. Nú fara teir at kanna Vinnararnir av lutaseði- unum verða trektir klokkan 22 sunnukvøldid Tað verður eisini undir- hald á skránni Sørvågs Tónleikarafelag fer at spæla og onkrir av teimum gomlu sangarunum í Vágum fer á pallin at syngja gamlar slagarar Eisini fer dansifelagið >Upp á Tá< at vísa fram fólkadans Fyri at øll skulu sleppa at síggja undirhaldið, verður steðgur í søluni meðan und- irhald er á pallinum. Tað eru bert mannfólk sum eru limir í Lions Club Vágar, kvinnurnar hava ikki atgongd, men Jens Eli Ell- efsen leggur dent á, at vóru konurnar ikki so raskar at hjálpa til, so hevdi onki til- tak verið. Hann leggur afturat, at tað tiltakið er sera hugnaligt, tí tað er ikki so ofta, at so nógv fólk savnast á einum stað í Vágum Av tí at tiltakið er so um- fatandi, brúkar Lions Club bæði skúlan á Giljanesi og høllina. følkaflytingina úr Føroyum til Amerika og Kanada um aldarskiftið Lesið Sosialin å netinum www.sosialurin.fo På SVEINUR POULSEN 2. ð i Hoydølum skal námsferð til Grikkalands í heystfrítiíðini og tað kostar pengar. Tí hava tey skipað fyri ymsum tiltøkum fyri at savna sær pening til ferð- ina, og tey hava fingið heilt fitt burtur úr. Í morgin skipar flokk- urin fyri stórum tiltakið í skúlanum á Argjum. Tiltakið byrjar klokkan 11, tá loppumarknaðurin letur upp. Klokkan 13 verður tunnusláing fyri børn og ung. Harumframt fer 2. 3 at skipa fyri køku- og mat- tombola. I mattombolan- Tunnuslåing og loppu- | marknadur i Argja skúla Leygardagin skipar 2. ð í Hoydølum fyri tunnuslåing, loppumarknaði og matsølu í Argja Skúla. Peningurin sum kemur inn skal brúkast til eina námsferð um er millum annað møgu- leiki at vinna eitt tjógv. Harumframt kemur ein kloynur á vitjan. Hvat hann fer at finna uppá, er ikki gott at vita, men fyrireikararnir siga, at teir eisini fara at skipa fyri klovnamåling. So tað endar kanska við, at tað verður meiri enn ein klovnur, tá tiltakið endar. Fyrireikararnir vóna, at nógvar grýtt meta til tunnusláingina og fyri at eggja fleiri at gera tað, hava tey avgjørt at lata bestu grýluni virdisløn. Savnað inn til námsferð Orsøkin til tiltakið er, at næmingarnir i 2. ð skulu námsferð til Grikkalands í hey stríðni. in tílíkur túrur kostar fitt av peningi, og tí eru tey farin at savna pening til túrin í góðari tíð. 2. 3 skal eftir ætlan verða á oynni Mykonos, sum liggur uttanfyri Ath- en. Tað tekur 5 tímar at sigla úr Athen til Myk- OnOS. Ur Mykonos ætlað næmingarnir at gera út- ferðir til onnur stød, m. a. til Delos og til Delfi. Eis- ini ætlar flokkurin at steðga í Athen í einar tveir dagar. Næmingarnir fara av- stað í heystfrítíðini og rokna við at verða burtur í umleið tvær víkur. Ea i {| | Í