Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A A——————— Nr. 35 — 21. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið HeimaBanki og HeimaGreiðsla Tað eita tær nýggju tænasturnar sum peningastovnarnir fara at bjóða kund- um sínum í nærmastu framtíð. Hesar nýggju skipanir merkja, at tær næstan ikki nýtist at fara í bankan. Tú kanst avgreiða næstan allar tænastur heim- anífrá SVEINUR POULSEN So kom heimabankin til Føroya eisini. I løndunum kring okkum hava hesar skipanir verið frammi í nøkur år, og und- irtókan hevur verið góð. Arbeiðið upp á skipanina byrjaði í februar mánaði í fjør, og tað er Elektron, sum hevur staðið fyri arbeiðn- um. Í gjár varð skipanin hand- að peningastovnunum, og mánadagin verður møguligt hjá almenninginum at brúka skipanina. Í sambandi við handanina skipaði Elektron fyri tíðind- afundi, har greitt varð frá skipanini. Tað er jú ongin orsøk at uppfinna tann djúpa tallerk- in einaferð enn. Hann er har frammanundan. Tí er beinagrindin til skipanina keypt úr Dan- mark frá SDS. Heima- bankaskipanin byggir á somu trygdarskipan sum El- ektron, og hon er sera effek- tiv. Sum nevnt er beinagrind- in donsk, men skipanin, sum kundarnir hjå peninga- stovnunum fáa, er føroysk. Allur tekstur er tyddur til føroyskt. Nýggir møguleikar hjå kundunum Fyri at kunna brúka skip- anina er neyðugt at hava eina teldu sum hevur mót- ald (modem, bløm.). Tí skalt tå kunna brúka skipanina er neyðugt at fáa samband við Elektron. Tá skipanin er innlisin í telduna kann samband fáast við peningastovnarnar um mótaldið, og soleiðis fæst at vita, hvussu nógv stendur á kontoini í bankanum. Men tað er ikki einasti møguleiki við heimabank- anum. Tað fer nevniliga at bera til at flyta pening millum konti, bæði í Føroyum og í Danmark. Tað vil siga, at harrin í húsinum ikki nýtist at fara í bankan fyri at gjalda fyri blómurnar, hann keypti konuni. Hann kann gera flytingina úr stovuni hjá sær sjálvum, um hann vil tað. Um skipanina ber eisini til at gera fastar flytingar, so sum sjikrakassagjøld, SEV-gjøld og líknandi. Her fær kundin møgu- leika at avgera nær flytingin skal gerast. Um tað verður eina ferð um mánaðin, aðru hvørja viku, eina ferð um árið ella okkurt líknandi. Eitt annað, sum er spenn- andi við skipanini, er, at har er ein undirskipan til láns- útrokning. So gongur tú við ætlanum um at keypa bil og hevur eina tílíka skipan, so nýtist tær ikki at tosa við bankan fyri at finna útav, hvussu nógv tú skalt gjalda um mánaðin ella hvussu stór rentan er. Tað finnur teldan út av út frá teimum upp- lýsingum tú gevur henni. Harafturat er eisini møg- uligt at rokna skattin út. Stjórin á Elektron, Niels Christian Nolsge segði, at skipanin er royndarkoyrd í fleiri mánaðar. Umleið 200 fólk hava havt eitt eintak av skipanini heima við hús og hava royndarkoyrt skipanina. — Frá teimum hava vit fingið nógv nýggj hugskot, sum tað enn ikki er tíkin stóða til. Tað verður gjørt eitt sindur seinni, men onkr- ar av hesum broytingum og betringum verða lidnar áðr- enn summarfrítíðina. Virkir fáa gleði av skipanini Henda nýggja skipan kann fara at verða góður vinn- ingur fyri vinnukundarnar hjá bankunum. Hóast tað verður arbeitt uppá skipanina enn, eitt nú við at geva møguleika fyri hópflytingum, so er longu nú ymiskt í skipanini, sum óivað fer at lætta um hjá vinnukundum. Í heimabankaskipanini er nevniliga møguleiki at flyta lønir. Tað vil siga, at virki í framtíðini sjálvi kunnu gera allar lønarflytingarnar av skrivstovuni og sostatt sleppa undan bíðitíðini í bankunum. Tað verður ein lætti hjá nógvum. Ein annar møguleiki sum Niels Christian Nosløe nevndi, eru hópflytingarnar. Hvussu hesin parturin kemur at virka, er sjálvsagt ikki vist enn, men hyggja vit eftir teimum skipanum sum eitt nú eru í Danmark, so fer serliga hesin parturin at lætta munandi um umsit- ingina av eitt nú út- og inn- gjaldingum hjá bæði størri og smærri virkjum. Líknandi danskar skipan- ir gera tað møguligt at sam- ankoyra upplýsingarnar sum liggja eitt nú í kred- itorbókhaldum við heima- bankan, soleiðis, at tá rokn- ingarnar fella til gjaldingar, so skulu fá trýst á telduna fyri at gera greitt til flyt- ingar. Tá flytingarnar eru av- greiddar í heimabankanum, er møguligt at b6kføra gjaldingarnar beinleiðis í eina kassakladdu. Sostatt er bókhaldið dagført sama dag sum flytingarnar eru gjørd- ar. So tað eru nógvir møg- uleikar hjá kundunum, og eisini hjá peningastovnun- um fyri at veita eina enn betri tænastu enn teir gera í dag. Tøknifrødin er so langt frammi í dag, at næstan alt er møguligt. Bert til PC-arar Tó so, tað kemur sjáldan ein skipan sum er til gleði fyri * øll, og soleiðis er eisini her. Tað er nevniliga so, at henda heimabankaskipan bert kann brúkast við PC- ara og ikki Macintosh-teld- um Av Elektron verður sagt, at orsøkin er tann, at tað ikki loysir seg at brúka nógvan pening til at útvikla forritið til Mac-maskinur. Tað eru ikki so nógv sum brúka Macintosh sum heimateldu, og virkini eru fá sum brúka Macintosh EDV-útgerð til umsitingina. Tekisku krøvini til teld- urnar eru annars at: - tær hava IBM-sambæra vid min. 486 prosessor og 8 Mb RAM - 30 Mb frítt pláss á harð- diskinum - SVGA-skíggja - Windows 95, og - Hayes-sambærligt mót- ald minst 14.400 baud. øroya Banka og Marner Jacobsen, virkandi stjóri i Føroya Sparikassa fingu høvid til at vísa hvat teir duga til frammanfyri telduskermin, og hvørgin teirra sá út til at ræðast EFTIRANSINGARTOL * EFTIRANSINGART (Mynd: Jens Kr. Vang) og onnur Philips Observation System gevur tær møguleika at fåa eina eftiransingar- skipan, sum hóskar júst til in tørv. Philips Observation System kann uppbyggjast eftir tørvi við t.d. upp til 4 kameraum, elektroniskari hurðalæsing, alarmi til vindeygu, alarmi at hava t.d undir mottuni og alarmljósi. Myndin á skíggjanum er klár - eisini um lítið ljós er Stendur skipanin tendrað alt samdøgrid, hevur Philips Observation System "PowerSave”, soleiðis at mynd og ljóð eru sløkt, hóast skipanin er tendrað. Um alarmur er, kemur myndin automatisk fram á skíggjanum. Kom inn ella ring og hoyr meira um hesa ódýru, framúr góðu eftiransingarskipanina, og fá eitt óbindandi tilboð PHILIPS st mate 05" ELDING SMS tel 18662 - 18663 * e-mail: eldingeolivant fo | Saltangará tel 48762 + e-mail: mwintherðolivant fo LE —