leygardagur 21. februar 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A ——
Nr. 35 — 21. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið SOSTAlurn
9
Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum: Bankastjórin er á vandamiklari kós:
Vandi fyri at alt vinnulivið fer
at venda Føroya Banka bakið
Heldur Janus Petersen, stjóri í Føroya
Banka ikki uppat at vera so negativur
ímóti vinnulívinum, kann að fáa álv-
arsligar avleiðingar fyri bankan, sigur
formaðurin í Reiðarafelagnum
AKI BERTHOLDSEN
Nú skal Føroya Banki ansa
sær.
Tí ger hann ikki tað, er
stórur vandi fyri, at allir teir
stóru vinnulívs - kundarnir
fara at rýma úr bankanum.
Vinnulívsfólk eru nevni-
liga sera illa nøgd við fleiri
úttalilsi í seinastuni frá
Janusi Petersen, stjóranum
í Føroya Banka, um før-
oysk vinnulív.
Topp-maðurin í Føroya
Banka hevur í fleiri sam-
rødum seinastu tíðina gjørt
seg til heitan talsmann fyri
at allur almennur stuðul til
vinnulívið verður tikin av.
Og tað er hetta, sum er
fallið føroyskum vinnulívs-
fólki fyri bróstið.
Eisini sjálvum formann-
inum í reiðarafelagnum,
Jákupi Sólstein, sum bein-
leiðis mælir bankastjóran-
um til at ansa sær eitt sindur.
Rýma úr bankanum
Jákup Sólstein sigur bart út,
at skiftir leiðslan í Føroya
Banka ikki hugburð mót-
vegis vinnuni, er stórur
vandi fyri, at vinnulívs-
kundar í stórum tali fara at
rýma úr bankanum.
--Fgroya Banki hevur so
negativan hugburð ímóti
vinnuni, at fer hann ikki at
ansa sær eitt sindur, kann
tað lættliga koma honum
aftur um brekkur.
Jákup Sólstein sigur, at
vinnan er so misnøgd við
hugburðin hjá Føroya bank-
a, at nógva staðni verður í
fullum álvara tutlað í krók-
unum um at venda bank-
anum bakið, og at finna alt-
ernativar figgingarmøgu-
leikar, t.d. frå Føroya Spari-
kassa og teimum báðum,
smáu, lokalu sparikassun-
um.
Tó harmast formaðurin í
reiðarafelanum um, at ov
fáir, alternativir møguleikar
eru.
Hann sigur, at hann
heldur, at tad ringasta, sum
hendi, var ikki, at Sjóvinnu-
bankin, og Føroya Banki
vórðu lagdir saman.
— Tað ringasta sum hendi,
var, at Fossbankin fall.
Jákup Sólstein sigur, at
misnøgdin er so stór við
hugburðin hjá bankanum, at
tað er ein veruligur møgu-
i
;
8
4
Føroyskt vinnuliv ilskast alsamt meir inn á Føroya banka.
Leggur bankin ikki eina aðra linju mótvegis vinnulivinum,
kann hann vænta, at vinnulívskundar í stórum tali fara at
finna sær aðrar fíggingarstovnar at samstarva við, sigur
Jákup Sólstein, formaðurin í Føroya reiðarafelag
leiki fyri, at vinnan í mest
møguligan mun fer at venda
bankanum bakið.
Eg veit ikki, hvat hann
hugsar fyri sær
Máttmikli formaðurin i
reiðarafelagnum sigur, at
hann veit ikki, hvat Føroya
Banki hugsar fyri sær
— Vit skulu minnast til, at
Føroya Banki hevur fingið
milliardaupphædd frá Før-
oya fólki at arbeiða við
— Og Janus Petersen hev-
ur fullkomiliga misskilt sína
stóðu í føroyska samfelag-
num um hann heldur, at
hansara fremsta uppgáva er
at brúka allar hesar peng-
arnar at kappast við Spari-
kassan og Húsalánsgrunnin
um at fíggja sethús og bilar
hjá privatfólki.
— Hinvegin skuldi hann
sæð tað sum sína fremstu
uppgávu at fíggja vinnulív-
ið og at brúkt tað stóru,
fíggjarligu orkuna, hann
hevur til at geva vinnulív-
inum rúmari ræsur.
Men heldur enn lyfta upp-
undir vinnulívið, er bankin
so tungur at hava við at
gera, at tað mestsum sær út
sum hann sær tað sum eitt
endamál at halda vinnuni
niðri.
— Tí veruleikin er tann, at
bankin setir at kalla ikki ein-
a krónu í vága nakrastaðni.
— Hjá bankanum er einki
at heinta, uttan til ætlaninir,
sum so at siga eingin taps-
vandi kann stendst av.
— Eg haldi ikki, at orðið
„vágafúsur kapitalur“ er til
inannveggja í bankanum.
— Men at hann harafturat
samstundis alment roynir at
åvirka landsins myndug-
leikar at kappa allar stud-
ulsmøguleikar hjå vinnuni,
Ein samd fiskivinnna heitir å John Petersen um at stiga varliga:
— Gev okkum
betri tíð at fóta
okkum, tí so
verður grund-
arlagið betri,
siga tey, sum
fiska undir Før-
oyum
Ak! BERTHOLDSEN
Tað hendir ikki ofta, men
tað kemur fyri: At trol-
menn, snellumenn, línu-
menn og útróðrarmenn
finna saman og taka
lóg vatak
Nú er tað so hent eina-
ferð aftur.
Tað hendir í sambandi
vid ætlanirnar hjá lands-
Átta feløg biðja John Pet-
ersen vera lagaligan og ikki
kappa á stokkinum
stýrismanninum í fiskivinn-
umálum at taka fløgustud-
ulin av nú í mars mánaða
og heldur at brúka pengar-
nar at endur nýggja skipa-
flotan fyri.
Tey, sum varða av bátum
og skipum, sum fiska undir
Føroyum, eru ikki serliga
heit fyri ætlanini hjá John
Petersen.
Og í gjár tóku tey seg øll
saman um eina felag áheit-
an á landsstýrismannin um
at leggja á annan bógv.
Men ger landsstýrismað-
urin eftir tilmælinum frå
vinnuni, fer hann at røkka
sínum endamålid enn skjót-
ari, enn annars, síga feløgini
í áheitanini, sum er send út
í Tinganes.
Tilsamans hava umboð
fyri sjey skipa- og bátabólk-
ar, sum fiska undir Førøy-
um, skriva undir áheitanina
á John Petersen.
Tey eru Chris Jan Mich-
elsen fyri Meginfelag Út-
rórðarmanna, Leivur Eid-
esgaard fyri Felagið Snellu-
skip, Marner Lisberg fyri
djúpvatnstrolararnar, Árni
Dam fyri Felagið Línuskip,
Essa Petersen fyri Lands-
felag Vinnurekandi Útróðr-
armanna, Hans Marius Jo-
ensen fyri Felagið Trolbátar,
og Osmundur Justinussen
fyri Felagið Trolskip.
Men harumframt hevur
Jákup Sólstein skrivað und-
ir fyri føroya Reiðarafelag.
Nekur ár afturat
Feløgini siga, at tey heita á
landsstýrismannin um at
leggja uppskot fyri tingið
um at Tøgustudulin verður
í gildi í trý, ella fýra ár aft-
urat, eisini fyri teir bátarnar,
og tey skipini, sum mistu
hann í 1996.
Men tey heita samstundis
á landsstýrismannin um at
minka hann niður í 60% av
tí, hann var
ey siga, at orsøkin til at
tey vilja hava fløgustudul í
try, fýra ár afturat, er, at
síðani studulsskipanirnar
Kappa ikki á stokkinum
vórðu tiknar av fyri
nøkrum árum síðani,
hava skip og bátar havt
ov lítla tíð til at gera
tær neyðugu tillaging-
arnar og tær neyðugu í-
løgurnar.
— Vid: at leingja fløg-
ustudvlin fer ein effekt-
ivisering og endurnýgg-
ing av flotanum at hend-
a skjótari og á betri,
fíggjarligum grundar-
lagið, enn annars, siga
tey átta feløgini við
landsstýrismannin
Tey taka annars undir
við, at stovnaður verður
ein grunnur til endur
nýgging av skipaflota-
num og at tað, sum
verður eftir av teimum
40 milliónunum, tá ið
ílegustuðu!'* — verður
goldin. verður sett í
grunnin
tað er blivið ovboðið
nogv
nes Petersen eigur
heldur ikki at gloyma at
vinnan hevur gjørt ótrúlig
framstig hesi seinastu árini
—Vit skulu minast til, at
vinnan hevur laga seg til
eina næstan stuðulsfría til
veru
— Stuðulin til vinnuna er
farin úr eini hálvri milliard
niður í 40 milliónir. Er tað
ikki eitt øgiligt framstig, so
veit eg onki. tað- er onki
annað í samfelangum, sum
hevur víst eina slíka tillag-
ing sum vinnulívið
Bangin fyri at missa
tamarhaldið á vinnuni
Formaðurin í reiðarafelag-
num sigur, at tað eru nógv
vinnulívsfólk, sum hava
bankan undir sterkum ill-
gruna fyri miðvíst at halda
vinnuni niðri og at tað er tí,
at hann er so tungur at dansa
við.
— Tað, sum bankin kanska
er bangin fyri, er, at vinnan
verður so væl fyri, at tað er
ikki neyðugt hjá henni at
koma rennandi í bankan við
biddaraposanum í hondini
annan hvønn dag. Tað kundi
sæð út til, at bankin er
bangin fyri, at vinnan skal
verða so væl, at hon verður
mestsum leys av „vælvild-
ni“ hjá bankanum.
— Tí verður vinnan leysari
av bankanum, missir bankin
eisini tamarhaldið á vinnuni
og møguleikanum at stýra
vinnuni hagar tað tænir
bankanum best, heldur enn
hagar, tað tænir vinnulív-
inum og samfelagnum best
— Og fyri ikki, at vinnan
skal blíva ov sjålvstødug,
brúkar hann tann miðvísa
taktikk at binda vinnulívð
niður, fyri ikki at missa á
virkan. Tí eg haldi, at tað e
greitt, at bankin, við sínum
stóra kapitali, hevur sæð tað
sum sítt endamál, at stýra
vinnulívinum
Men eitt er heilt greitt
Vinnulívið vil ikki lata seg
stýra av bankanum, sigur
Jákup Sólstein
(UN FØROYS KL)
'NORRONI
| EFTIRSKULIN
Í t KÆTVI > Hvygu
} UV. LEemvig
I il )Y/S LI
)97 83 60 56 j