Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 — 21. FEBRUAR 1998 sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil 2 sosialurin.fo | Oddabrak á Skála Hondbóltur: Á Skála skal StÍF royna at varðveita spenningin í 1. deild hjá monnum, tá oddaliðið VIF kemur á vitjan Í dag og í morgin verður fimta umfar í endaspælinum hjá kvinn- um og monnum spælt, og áhuga- verdasti dysturin hetta vikuskiftið verður ivaleyst á Skála, har nummar tvey StIF tekur ímóti oddaliðnum VIF Fyri tveimum vikum síðani misti StIF tvey týðandi stig, tá teir taptu móti H71. Munurin millum VIF og StIF er nú trý stig, og vestmenningar kunnu við einum sigri taka eitt risastórt fet fram móti FM-heitinum Men tað fara strandingar iva- leyst at gera alt fyri at forða teim um í. StIF hevur havt eitt gott kappingarár higartil í ár, men tað kiksaði altso móti H71 seinastu ferð. Um StIF vinnur á VIF í dag, er knappliga bert eitt stig á muni, »g so er alt opið aftur Ho I. deild menn 4. umfar, 8. februar SUF-H71 25-30 (10-17) VIF-Neistin 30-17 (16-7) Stødan 1. VIF 4 4-0-0 2. StíF 4 3-0-I 3.H71 4 3-0-I 4. Kyndil 4 1-0-3 5. KIF 4 1-0-3 6. Neistin 4 0-0-4 Komandi dystir: 21/2: SÚF-VÍF 21/2: H71-KIF 22/2: Neistin-Kyndil 4. umfar, 7. februar StIF-GI 16-15 (8-8) Komandi dystir: 21/2: GI-VB 21/2: StIF-Sygrnan 22/2: Neistin-Kyndil tshagtøl Kyndil-VB 19-23 (10-14) Stjørnan-Neistin 17-20 (7- Stødan I. StiF 4 4-0-0 2. Neistin 4 3-0-I 3. Kyndil 4 2-0-2 4. VB 4 2-0-2 5. GI 4 1-0-3 6. Stjórnan 4 0-0-4 Steypavinnararnir H71 eru eis- ini komnir við aftur í oddastríðið eftir sigurin á StIF fyri tveimum vikum síðani, og hoyvíkingar taka í dag ímóti KIF i Havn. Ein dystur, sum H71 allar vanligar dagar eig- ur at vinna. , Um nú tað skuldi hent, at SUF vinnur á VIF, og H71 vinnur á KIF, er knappliga bert eitt stig millum trý tey ovastu liðini. Men um VIF hinvegin fær bæði stigini móti StIF, er munurin millum hesi bæði liðini fimm stig, og so verður tað H71, ingar Friði dysturin í 1. deild hetta vikuskiftið verður sunnudagin í Havn millum Neistan og Kyndil. Neistin er framvegis niðast í deild- ini, og stødan sær alsamt daprari sum skal elta vestmenn Kyndil-KÍF 23-20 (13-15) I. deild kvinnur 447-301 16 397-357 13 384-357 13 348-361 8 319-381 3 313-420 2 13) 321-260 16 314-243 14 348-294 12 275-312 6 279-363 4 262-328 7 »/ ; 7 KVIKA tíðindablaðið ÍTRÓTTUR út hjá bláa havnarliðnum. Kyndil tapti steypafinaluna seinasta viku- skifti og hevur einki at spæla fyri, men tað kemur sera sjáldan fyri, at Neistin vinnur á Kyndli í mans- hondbólti, og tað er óvæntað, um tað gongur ødrvisi hesaferð StiF kann leggja sjógv ímillum Um alt gongur eftir vild, kann kvinnuliðið hjá StIF rættiliga leggja sjógv ímillum seg og hini bæði oddaliðini í deildini. SIF er í løtuni tvey stig framman fyri Neistan og fýra framman fyri Kyndil, og leygardagin skulu strandakvinnur spæla heima móti botnliðnum Stjórnuni. Har skuldu tvey stig afturat verið í pottinum, og um Kyndil vinnur á Neistanum sunnudagin, eru fýra stig frá StiF niður til næstovasta liðið. Í løtuni liggur ein kæra hjá hondbóltssambandinum frá Kyndli í sambandi við steypafinal- una seinasta leygardag. Um tað fer at hava nakra ávirkan á dystin sunnudagin, er lítið sannlíkt, men lítið man vera at ivast i, at kyndla kvinnur vilja hava uppreisn fyri finalutapið fyri einari viku síðani Men tað fer Neistin ikki at geva teimum uttan stríð, so ivaleyst kunnu vit vænta ein spennandi kvinnudyst í Havn sunnudagin. Bæði GI og serliga VB hava víst góðar taktir í endaspælinum, og hesi bæði liðini hittast í høllini á Kambsdali leygardagin. Seinast, VB spældi landskappingardyst, var í Havn móti Kyndli, og tá vunnu tær 23-19. Um tann sigurin * |- 21 Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo VÍF kann taka eitt stórt fet fram móti FM-heitinum í dag er nakað at byggja víðari uppá, fáa vit at síggja í dag. GÍ tapti bert við einum máli móti StIF fyri tveimum vikum síðani, og Gl- Bæði hjá kvinnum og hjá monnum spæla Neistin og Kyndil sunnudagin kvinnurnar vilja helst fegnar sleppa úr niðurflytingarvandan- um, og besti háttur at gera tað upp á er at vinna í dag elj