Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Jan Muller ; | Dagn Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Blaðfólk: y Joensen, Aki Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Niclas Johannesen Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Lýsingar og sela: | Jonhard Hammer Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn J Jtgevari, uppseting og prent: Telefon: 11820 SR ORÐ eg Telefax. 14720 Bústaður: e-mail: post sosialurin.fo Oljulóg og útgerðarhavn/ir SJALDAN hevur eitt so stórt mál fingið so breiða undir- tøku frá ollum flokkum sum kolvetnislógin. Niðurstoðan eftir 2. viðgerðer, at allir flokkar taka undir við broyt- ingunum, sum Vinnunevndin hevur gjørt. Tó hevði legmaður, sum umsitur oljumál, nakrar betonkiligheitir. Hann ber ótta fyri, at lokalpolitikkur longu nu er komin uppí oljumálið. Tulkar legmaður málið rætt, so er greitt at vit eru alt annað enn heppin við handfaringini av sjálvum lógargrundarlagnum. Spurninugurin er tí, um ikki málið áttið at fingiðuppfylgjandi umreðu undir 3 viðgerð TAÐ var annarsvæntandi, at tingmenn ikki fóru at góð- taka, at landsstýrið skal stýra og koyra alt oljumálið. Tingið vil eisini verða eftirspurt, tá eitt nu útbjóðingareki skulu góðkennast. Tað er ikki nøktandi bara við eini frágreiðing frá landsstýrinum. Hvat um oki til útbjóðing fara at nerva gytingarøki! Ein kann síggja hetta eina roynd frá tinginum at taka málið í størsta álvara og tryggja, at tað ber til at varðveita fiskivinnuna samtíðis sum vit menna eina oljuvinnu. Mál av principiellum týdn- ingi fyri alla hesa tjóð og tess framtíð eiga ikki at vera fyrisitingarmál hjá einum tilvildarligum landsstýris- manni er niðurstoðan, sum tingmenn gera sær. TAÐ. sum legmaður eisini var sera betonkiligur yvir , var spurningurin um útgerðarstoð/ir. Her hevur Vinnu- nevndin gjørt ta broyting, at umframt at tað í loyvinum skal standa. hvaðani loyvishavarin rekur sítt virksemi (hetta er skilt sum Føroyar kontra útlandið, blaðm.) so koma orðini »herundir utgeråarstødir« uppí. Tvs. at longu tá loyvi skulu gevast um eitt ár ella so, skal verða gjørt av, hvar útgerðarhavnin/irnar skulu vera. Logtingið vil hava politiska semju um, hvar útgerðarhavn skal vera EIN sær bæði fyrimunir og vansar við hesum. Taka vit vansarar fyrst, so er tað dekan ov tíðliga longu nú at skula taka steðu til, hvat ella hverji oki skulu brukast til útgerðarhavn. Oljufelegini sóu kanska helst, at tey gjørdu av, hvat oki er best at brúka, men hinvegin fara tey ikki at mótmæla, um vit siga teimum, hvar útgerðar- havnin skal vera. Enn eru vit bert komin stutt í útviklingi- num, so tað kann tykjast eitt sindur bakvent longu nú at skula gera av, hvar framtíðar útgerðarhavnin skal liggja. Vit vita einki um, hvussu stórt virksemi verður, tað setir krøv til eina ella fleiri útgerðarhavnir. vil kan at marknaðarmekanismumar eiga at hetta og ikki eitt diktat úr tingi ella landsstyri. Hesi vilja siga, at vit eiga ikki at seta kapitalkreftunum — og hesar eru konsentreraðar kring hevuðsstaðargkið — forðingar í vegin. Vilja hesar, at Havnin, Sund og Skála- fjørdurin skulu vera karmur um útgerðarhavnina, so eiga hesar sterku kapitalkreftir, ið eisini umsita nógva kapacitet og vitan, at sleppa framat. og um Onkur FYRIMUNURIN við at taka politiska avgerð um hetta er so tann, at hver kommuna fer ikki at brúka tíð og orku til at royna at fáa útgerðarhavnina. Tá verður einaferð med alla sagt, at heita eina plássið ella hesi bæði plássini verða útgerðarhavnirnar. Hetta kann so eisini gera, at vit fáa eina desentralisering av oljumenn- ingini, sum uttan iva fleiri í hesum landi síggja fram til. Hetta er einki lætt mál at loysa, tí tú í dag ikki veit, um tervur verður á einari ella t.d. tveimum útgerðarstoðum. Verður ein, so er greitt, at talan antin verður um mið- staðarokið ella ein av útjaðarunum. Tað er eingin loyna, at sterkar kapitalkreftir við vitan, fólki og útgerð aftan- fyri seg vilja hava útgerðarhavnina í miðstaðarokinum, kanska á Sundi. Samtíðis hava suðringar fyrireikað seg til útgerðarhavn Skulu marknaðarkreftirnar ráða ella skulu politikararnir stýra utviklinginum! Hevur t.d. Henrik Old rætt, tá hann sigur, at Tórshavnar Havn er so kapitalsterk, at hon kann gera tað henni lystir og rudda slóð fyri útbyggingum hon ynskir, meðan smærri havnir- nar kring landið ongan meguleika hava at vera við í kappingini! Ráða marknaðarkreftirnar verður eisini oll oljuútbygging at fara fram kring Havnina! Sosialunin Vidmerking Borgar fyri skila- goðum loysnum Næstu árini, tá rikisrættarliga stóðan verður vidgjørd millum danskar og føroyskar politikarar, borgar eitt javnaðarumboð á fólka-tingi fyri skilagóð- um loysnum fyri Føroyar og føroyingar. Teir víðgongdu í spurninginum um okkara ríkisrættarligu stóðu duga onga skilagóða loysn at finna Seinasta hósdag varð fólka- tingsval útskrivað. Javnað- arflokkurin, sum hevur still- að upp til øll fólkatingsval- ini síðani vit fingu heima- stýrislógina |. april 1948, stillar sjálvandi ikki upp til hetta fólkatingsvalið eisini Men í skrivandi løtu vita vit ikki, hvussu mong og hvørji valevni, javnaðarflokkurin fer at bjóða fram. Millum hinar flokkarnar, sum stilla upp til valið 11. mars, finna vit fólkaflokkin. Nú verandi fólkatingsmað- ur floksins kom fyrstu ferð á fólkating við gyltum lyft- um um, at hann skuldi ikki leggja seg út í danskan poli- tikk. Men onki annað før- oyskt fólkatingsumboð hev- ur nakrantíð lagt seg út í donsk innanríkis viðurskifti sum júst Oli Breckmann. Umframt hetta, hevur hann í stóran mun við ráðum sín- um øst danskar politikarar og danska almenningin upp ímóti føroyingum. Hetta er helst høvudsorsøin til tann harðrenda danska politikkin mótvegis føroyingum sein- astu árini. Vit vita eisini, at teir báðir víðgongdu flokkarnir í spurninginum um ríkisrætt- arligu støduna, nevniliga sambandsflokkurin og tjóð- veldisflokkurin, fara at bjóða seg fram til valið. Sambandsflokkurin vil onga broyting hava i rikis- rættarligu støduni. Ti er ongin dugur f einum sam- bandsumboði á fólkatingi. Tjóðveldisflokkurin = vil kvetta á stokkinum og stovna Tjóðveldið Føroyar beinanvegin. Men tað verð- ur ikki gjørt við einum tjóð- veldisumboði á danatingi. Her krevst, at ein meiriluti av føroysku veljarunum tekur undir við, at vit loysa frá Danmark. Eitt føroyskt fólkatings- umboð tey næstu árni má hava sum aðalendamál at ávirka danskar politikarar úr øllum flokkum, við tí fyri eyga at fáa teir at taka undir við eini nýtiligari og skila góðari loysn í spurningin- um um ríkisrættarligu stød- una í framtíðini. Verandi heimastýrislóg er ikki nøk ur nýtilig loysn longur Loysing og føroyskt full- veldi er ikki nøkur skilagóð loysn. Tí fáa vit ikki góð og nýtilig fólkatingsumboð burtur úr teimum báðum víðgongdu flokkunum í hesum spurningi. Aðrir flokkar, sum stilla upp til valid, hava ongan møgu- leika at fáa umboð. Eftir stendur javnaðar- flokkurin, sum í ríkisrættar- liga høpinum er at meta sum ein miðflokkur. Vit vilja hava broyting i rikisrættar- ligu støduni. Men vit vilja ikki hava loysing. Tann dag ein meiriluti av føroyingum velur loysing er stødan ein onnur. Tad nyttar onki fram- haldandi at tosa um, hvat ein meiriluti møguliga helt í 1946. Tað er óaktuelt. Spurningurin er, hvat meiri- lutin av teimum, sum nú liva, heldur um ríkisrættar- ligu støduna. Skulu vit framvegis binda føroyingar til tað, sum ein møguligur meiriluti helt í 1946, kunnu vit eins væl spyrja hvat ein meiriluti helt fyri 100 ella 200 árum síðani. Ella á døg- um Sigmundar fyri umleið 1000 árum síðani. Í spentu støduni, sum valdaði millum ríkispartar- nar bardagaárini og árini eftir bardagalok, var javn- aðarflokkurin, saman við sjálvstýrisflokkinum, eisini miðflokkurin. Báðumegin við høvdu vit sambands- flokkin og fólkaflokkin. Ødrumegin sambandsflokk- in, ið onga broyting vildi hava, og hinumegin fólka- flokkin, sum vildi hava loysing og fullveldi beinan- vegin. Miðlinjan hjá javn- aðarflokkinum vann. Vit fingu heimastýrislógina. Og hon royndist væl í nógv ár. Langt upp í åttatiårini. Men nú er tíðin farin frå heima- stýrislógini og vit eiga at finna eina nýggja skipan ístaðin Hvørki heimastýrislógin, ið sambandsflokkurin, sum upprunaliga var ímóti henni, nú tvíheldur um, ella loysingin hjá tjóðveldis- flokkinum, eru nýtligt fyri núlivandi og næstu ættarlið ini av føroyingum. Vit eiga at smíða eina sjálvstýrislóg, har dentur verður lagdur á at ríkisfelagsskapurin verð- ur varðveittur og at vælferð- in hjá føroyingum verður varðveitt. Hetta er eitt krevj- andi arbeiði. Men javnað- arflokkurin vil átaka sær hetta arbeiði, saman við ødrum flokkum, bæði á Før- oya Løgtingi og í danska fólkatinginum. Eitt javnaðarumboð á fólkatingi borgar fyri eini nýtiligari og skilagóðari loysn í spurningum um rík- isrættarligu støðuna í fram- tíðini. Tí fara vit manssterk á val mikudagin 11. mars og greiða atkvødu fyri javn- aðarlistanum ella enum av valevnunum á lista javnað- arfloksins. Gott val! Tann 23. febr. 1998 Vilhelm Johannesen il húsið Til húsið... H-ALTANHURÐAR ÚR LÍMTRÆ I - H-altanhurðin ] Fm er brúkara- LÆ bø vinarlig - hevur bara eitt handtak og . hi kann læsast stigleyst, tå hon er opin. Hurðin fæst í ymiskum støddum og tú fært eina góða heildarmynd, um tu eisini hevur H-vindeygu --tá talan er um tað allar besta Kig ella kom mn á gohið og få att prat nm tm ben bor Viteru aud til reiðar af gevs tær eitt gott tilboð FØROYA SY)SS ) | VATNSOYRA SNIKKARAVIRKI | RA a: SR Fra vatgsnanin