týsdagur 24. februar 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UU
Nr. 36 — 24. FEBRUAR 1998
Fiskivinnan |
tema i
norskum
blad
Norska blaðið Fiskaren hevur í umbúnað
at geva út temablað um fiskivinnu og aling
í Føroyum. Fundur var um ætlanina sein-
asta hósdag
SVEINUR POULSEN
Norska blaðið Fiskaren,
sum man verða størsta fiski-
vinnublað í Norðurlondum,
hevði kunningarfund á Ho-
tel Hafnia seinnapartin hós-
dagin. Fundurin snúði seg
millum annað um, at Fisk-
aren ætlar at gera eitt tema-
blað um føroyska fiski- og
alivinnu og alifdnad.
Men tad, sum fyri før-
oyska fiskivinnu hevði
størstan tydning, var fram-
løgan av databasanum Fish
Info Service.
Hesin databasin er ikki
gamal, men er longu sera
framkomin og hevur nógv-
ar góðar upplýsingar fiski-
vinnuni at gagni.
Virkið á Kósini í Klaks-
vík var eitt av teimum allar-
fyrstu virkjunum yvirhøvur,
sum læt seg skráseta í hes-
um databasanum.
Kaj Leo Johannesen,
sølumaður, arbeiddi á Kós-
ini um tað mundi, og hann
sigur:
— Eg hevði roynt at leita
eftir upplýsingum ymsa-
staðni, og kom fram á einar
tríggjar-fýra ymiskar data-
basar. Teir vóru góðir, men
ikki nóg góðir.
— Á einari messu uttan-
lands hevði FIS ein bás, og
har kom eg í tos við teir.
A henda hátt kom sam-
band millum Kósina og FIS
sum endaði við, at Kósin lat
seg skráseta í databasanum
við egnari heimasíðu.
Kaj Leo Johannesen sig-
ur, at hesin databasin er sera
hentur fyri føroyskar út-
flutningsfyritøkur
I basanum eru upplysing-
ar um eitt nå prísir á nógv-
um ymiskum vgrum ymsa-
staðni kring um í heiminum.
— Eitt nú kanst tú fáa prís-
in á lidnum vørum í Japan,
Noregi og Íslandi.
Kaj Leo Johannesen sig-
ur eisini, at sjálvandi er ym-
iskt sum kundi verið betur
og nevnir tann trupulleika,
at ikki alt verður dagført alla
tíðina.
— Men har er so øgiliga
nógv um at fara, sigur hann.
Kaj Leo Johannesen sig-
ur, at hevur ein fyritøka ikki
tørv å upplysingum um fisk
og fiskamarknad, so er sera
avmarkað hvat databasin
kann brúkast til.
Kaj Leo metir tí, at hann
er sera góður fyri føroyskar
útflutningsfyritgkur, meðan
eitt nú fyritøkur, sum bert
arbeiða í Føroyum, als onga
gleði fáa av databasanum.
— Tað sum er best vid
hesum databasanum er, at
tú sparir tíð. Tú sleppur frá
at ringja runt til nógv ymisk
stød, fyri at fáa fatur á
upplýsingum.
— Tú fært upplýsingar um
út- og innflutningshagtøl
hjá teimum ymsu londun-
um. Og fyri nøkur av lond-
unum eru teir ggiliga út-
greinaðir, sigur Kaj Leo Jo-
hannesen.
— Tað er eitt annað tú
skalt gera tær greitt, tá tú
skrásetir teg í einum slíkum
databasa. Tú selir onki, við
bara at skráseta teg, men tú
fært atgongd til eina ør-
grynnu av upplýsingum.
— Tú kanst siga, at tú
skapar kontaktir við at skrá-
seta teg, og teimum kon-
taktunum kanst tú arbeiða
víðari við.
Tað kostar onki at verða
við í databasanum, men
skalt tú, sum Kósin og
Bakkafrost, hava ávísing til
tína egnu heimasíðu, so
kostar tað nakrar túsund
krónur um árið.
— Harumframt, sigur Kaj
Leo Johannesen, so kanst tú
keypa tær eina rúgvu av
tænastum, og har eru ym-
iskir prísir alt eftir hvussu
umfatandi hesar tænastur
eru.
Temablað um Feroyar
Sum nevnt ætlar Fiskaren
at gera eitt temablað um
føroyska fiski- og alivinnu,
umframt virkir við tilknýti
til hesa vinnu.
Temablaðið verður eitt í-
skoytisblað til blaðið sum
kemur út fríggjadagin 20.
mars.
Ætlanin er, at ein partur
av temablaðnum verður
sum lýsingar, meðan ein
annar partur verður redak-
tionel umtalað av føroysk-
um vinnulívið, við tilknýtið
til fiskivinnuna og alivinn-
una.
— Tað merkir t. d., at vit
fara ikki at skriva um ferða-
fólkavinnuna, men tey eru
vælkomin at lýsa í blaðnum.
Og tað tykist sum áhugin
er stórur, tí nógv fólk sýndu
tiltakinum á Hotel Hafnia
áhuga.
tíðindablaðið S0S2) 7
Mynd: Jens. Kr. Vang |
—
Tey sita og granska Fish Info Service á Internetinum. Nógv vinnulívsfólk vístu fundinum hjá Fiskaren áhuga
… lá ið best liggur fyri
Nú kunnu tygum eisini avgreiða tygara vanligu banka-
erindi heima við hús á egnari teldu.
HeimaBankin gevur tygum m.a. møguleika:
* at fáa upplýsingar um saldo
* at gera flytingar
* at gjalda rokningar
* at gera figgjarætlan
HeimaBankin er opin hvønn dag
frá kl. 6.00 til kl. 24.00.
Ynskja tygum at fáa meira at vita, eru tygum altíð
vælkomin at venda tygum til starvsfólk bankans, sum
eru fús at greiða frá.
4 FØROYA BANKI