týsdagur 24. februar 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 24. FEBRUAR 1998
Neistin
líkist
einum
2. deildar-
liði
Hondbóltur: Tað sá heilt galið út hjá
Neistanum í fyrra hálvleiki móti
Kyndli sunnudagin. Bert fimm mál
fyrsta hálva tíman fekk Neistan at
líkjast einum 2. deildarliði
Neistin slapp frá tí heilt
stóru eyðmýkingini, men
tað sá als, als ikki gott út
eftir fyrsta hálva tíman í
dystinum móti Kyndli
sunnudagin.
Tá hálvleikur var, hevði
Kyndil fingið 17 mál og
Neistin bert 5. Fimm mál
eftir hálvum tíma er í miðal
eitt fyri hverjar seks min-
uttir, og tað er sera lítið í
einum hondbóltsdysti.
Í seinna hálvleiki kom
Neistin meira fyri seg, sam-
stundis sum Kyndil íkki
rættiliga tímdi at halda á við
trýstinum, og tí bleiv úrslit-
ið >heiðurligt< fyri Neistan,
sum serliga í fyrra hálvleiki
líktist einum 2. deildarliði
sera nógv.
Annars var tað óvanliga
tómligt í høllini til ein dyst
millum hesi bæði liðini.
Men ítróttarligu úrslitini
higartil í ár hjá báðum lið-
unum síggjast eisini aftur í
áskoðaraáhuganum. Tað var
so kvirt í høllini, at tå hoyrdi
Avrikið hjá Neistanum í fyrra hálvleiki minti mest um tað hjá einum 2. deildarliði, og tað er kanska júst tað,
Neistin verður komandi kappingarár, um menninir ikki taka sær um reiggj. Búi Holm ger her eitt av sínum
fýra málum fyri Kyndil
hvert orð úti á vellinum —
tað var, sum um tað bert var
eitt vanligt venjingarkvøld.
Men dysturin taldi, og
Neistin hevur framvegis
bert eina vón: At vinna á
KIF, tá liðini hittast aftur í
allarseinasta umfarinum
tann 28. mars. Um Neistin
ikki vinnur henda dystin,
flytir liðið niður í 2. deild,
tí tað er sera, sera lítið sann-
líkt, at tað fær nakað stig
móti nøkrum av hinum lid-
unum í 1. deild. elj
Neistin-Kyndil 18-30 (5-
17)
Mynd: Alvur Haraldsen
Neistin: Kåri Mortensen 6,
Páll Nólsoy 3, Svenning W.
Hansen 2. Karl Oddmar
Rasmussen 2, Bogi Henrik-
sen 1, Høgni i Jåkupsstovu
1, Jåkup Sv. Kass 1, Finnur
Petersen I.
Kyndil: Bjarni Wardum 9,
Hannis Wardum 8, Búi
Holm 4, Bårdur Johannesen
3, Hans-Aki Dahl-Christi-
ansen 2, Uni Wardum 2,
Hans Andreas Nolsøe Dahl
1, Regin Petersen 1
Utvisingar: Neistin 1,
Kyndil 4
Hondbóltur: VÍF sær út til at hava
tryggjað sær enn eitt FM-heiti
Nógv bleiv sett upp á pláss
í høllini á Skála leygardag-
in. StlF-kvinnurnar tóku eitt
stórt fet fram móti FM-heit-
inum, og tað sama gjørdi
VIF í 1. deild hjá monnum.
Vestmenningar vunnu 24-
20, men tað var ikki fyrr enn
teir seinastu tveir minutt-
irnar, at avgerðin fall. Tá
tveir minuttir vóru eftir, var
stødan javnleikur 20-20,
men so gjørdi Ingi Olsen try
mål, og so var sloppið hjá
VIF. Tá Ingi skoraði til 21-
20, fingu strandingar
knappliga so nógvan skund
at fara fram at javna, at teir
tvær ferðir blakaðu bóltin
burtur til Inga, sum so
einsamallur kundi fara fram
og gkja til 22-20 og 23-20.
Áðrenn tað høvdu liðini
skiftst um leiðsluna. Strand-
ingar komu betur frá byrjan.
Teir royndu seg við eini off-
ensivari verju, og tað rigg-
aði væl, so eitt nú striku-
spælarin hjá VIF fekk líuð
og einki burturúr. StIF helt
nøsina framman fyri allan
fyrra hálvleik og fór til hálv-
leiks við eini leiðslu upp á
11-10. Men strandingar
komu ikki í gongd í seinna
hálvleiki, og VIF tók seg
framum 15-12 og seinni 18-
14. Men so svaradi heima-
liðið aftur, og tå tveir min-
uttir vóru eftir, var stødan
sum sagt 20-20. Men VIF
var sum heild betra liðið og
vann uppiborið.
StIF hevur nú tapt tveir
heimadystir á rað móti
åvikavist H71 og VIF. Hetta
hevur gjørt, at strandingar
hava mist møguleikan fyri
føroyameistaraheitinum,
sum VIF nú sær út til at fara
avstað vid. Vestmenningar
missa ikki nógv stig av
teimum tiggju, sum fram-
vegis eru eftir at spæla um.
Og at VIF framvegis er
besta liðið í |. deild hjá
monnum, munnu stranding-
ar og hoyvíkingar eisini
vera væl vitandi um.
elj
StÍF-VÍF 20-24 (11-10)
StIF: Jónleif Sólsker 7, Ar-
tur Johansen 6, Sveinbjørn
Poulsen 3, Alexandur Jo-
hansen 2, Poli Hansen 1,
Tummas Johansen 1.
VIF: Aki Olsen 9, Ingi Ol-
sen 9, Hjalmar K. Olsen 4,
Sámal Joensen 1, Rógvi
Nielsen I. ; ;
Utvisingar: StIF 4, VIF 4.
VIF er nu klårt å odda i
1. deild hjå monnum og
sær út fil at fáa enn eitt
FM-heitið til Vestmanna
(Savnsmynd)
Tað er logið sum alt
krogvar seg í dag...