Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tíðindablaðið >Tað er eins og tú býrt i einum kufferti« Hetta siga tær fimm genturnar, ið manna bólkin Spice Power, ið hevur verið i Føroyum í vikuskiftinum TERJI NIELSEN Tað er bítandi kalt, og nógv- ur vindur er á parkerings- økinum hjá Hotel Føroyum Ikki so, tað er ikki nakað óvanligt fyri ein leygardag í februar Men inni í fjålgu forhøll- int á gistingarhúsinum sita nakrir heldur sjáldsamir gestir. Tað eru fimm ungar kvinnur úr Onglandi, ið nevna seg fyri Spice Power Tær ferðast kring í Europa og hava framførslur, har tær »kopiera« heimskenda gentubólkin The Spice Girls Tær síggja eitt sindur troyttar út, men tær hava jú eisini havt tvær væleyndað- ar framførslur á Tvøroyri kveldið fyri og sostatt ikki fingið tann stóra svøvnin, ti at tær skuldu jú við Smyrli norður aftur um morgunin Men so skjótt sum at vit hava sessast, eru tær beinan vegin fúsar at svara spurn- ingum Hvar og hvussu byrjaði alt hetta við Power Girls? Vit hava upptraðkað í | ár, men vit hava verið longri saman. Okkara fyrsta stóra uppgáva var ein sáttmáli á Mallorca, har vit vóru í heil- ar tríggjar mánaðar. Nakrar av okkum dansaðu saman áðrenn vit byrjaðu upp á etta, og táverandi dansi erarin hjá okkum er nú umboðsmaður okkara. Í tani vóru tað bara vit avar, FOS Eg UINEEr, sum ru saman, men so høvdu ipptókur t høvdu upp traðkað á Mallorca. fingu n partum av Eur gar úr ymsum opa. Vit hava Tysklandi Italia, Danmark, Eysturríki og nógvum ødrum londum í Europa.< Nú er tað tann bert 18 ára gamla Kate Bar- ret ella Baby, ið førir orðið >Millum annað vóru vit í jólasendingini hjá Bubber, ið varð send í danska sjón- varpinum sjálvan jóladag.< Hvat siga fólk til, at tit >kopiera< Spice Girls? >Sum heild eru fólk sera positiv. Tað er eftir okkara tykki rættiliga løgið, at Spice Girls framhaldandi eru so væl umtóktar. Vanligt er tað so, at slíkir lætti- soppa bólkar bara eru frammi í heilt stutta tíð við bert einum ella kanska tveimum >hittum<. Tað, at eftirspurningurin eftir teim- um er so stórur, førir við sær, at eftirspurningurin eft- ir okkum eisini er stórur.< 21 ára gamla Emma Rat- cliffe ella Posh leggur aftrat >Tað eru í Bretlandi heilt nógvir gentubólkar, ið gera tað sama sum vit, men eg haldi, at vit eru tær bestu Hetta ljóðar kanska eitt sindur reyput, men nógvir av hinum bólkunum hava tann trupuleikan, at tær bert eru góðar til antin at dansa ella at syngja. Vit eru góðar til bæði !< Hava tit nakrantíð hitt Spice Girls? >Nei, tað hava vit tíverri ikki,« sigur elsti limurin í bólkinum, 23 ára gamla Sarah Stafford ella Sporty Hendan Sarah virkar sum tann stilla og álvarsama gentar ta hon tosar, tuga hinar Tær verða vid í sendingini hjá Bubber kom- andi leygardag, og tá eru vit enn í Danmark. og vóna vit at hitta tær tá. Men vit vita ikki, hvussu tær fara at taka ímóti okkum. « Hvussu nógvar dagar árliga ferðast tit við Power Girls? >Næstan allar! Vit eru sera sjáldan heima, men tá vit eru í Onglandi hava vit bara nakrar heilt fáar fram- førslur. Tað eru sum sagt so nógvir av hesum gentu- bókunum, men tað eru bert nakrar fáir, ið koma út um tað bretska markið. Men tað er øgiliga strævið at ferðast á henda hátt, tað er eins og tú byrt í einum kufferti.< Danielle Strong ella Scary, ið er 18 ár, leggur aftrat: >Tá ið man ferðast saman so nógv, tá kemur man eisini til at kenna hinar øgiliga væl, men man kann eisini koma til at troyttast av hvørjum gðrum. Tá ið vit eru heima, vilja vit helst ikki síggja hinar í bólki- num.< Hvussu leingi fara tit at fáast við hetta? »So leingi sum eftir- spurningurin er har. Fyribils hava vit fult av uppgávum heilt fram til oktober. Vit Nr. 36 — 24. FEBRUAR 1998 hava tað stuttligt, men so skjótt sum vit ikki hava tað stuttligt, fara vit helst at gevast. Hetta arbeiði hevur eins og øll onnur sínar góðu og ringu síðir. Tað góða er, at vit sleppa at dansa og syngja, sum vit allar elska. Tær ringu síðirnar er so, at man skal sita á ymsum flog- vøllum og bíða, ella kanska koyra í einum bussi í fleiri tímar. Ginger, sum er sera prát- ingarsom, sigur eisini: > Vit kundu væl hugsað okkum at útgivið okkurt, tí at vit kenna allar hvgrja aðra so væl, og vita hvat vit standa fyri.« Lønar tad seg væl at ferdast runt å henda hått? »Ja, avgjørt. Tá ið tú ferð- ast soleiðis, hevur tú ikki stundir til at fara út um kvøldarnar ella um dagin at brúka pengar. Haraftrat fáa vit jú alt goldið frá teimum ymsu fyrireikarunum.< Tá ið tit fingu bílegging- ina úr Føroyum, høvdu tit tá nakrantíð hoyrt um Føroyar áður? »Vit høvdu hoyrt navnið, men bert onkur av okkum visti, hvar ið tær lógu. Onk- ur helt, at Føroyar lógu í Egyptalandi! Hetta var helst tí , at orðini Faroes og Farao líkjast so mikið,< sigur Gin- ger við einum stórum smíli Tá ið tær eru lidnar at flenna, sigur tann álvarsama Sporty, at >mær dámar so væl her, tí at fólk eru so rólig her, og samstundis kennist tað ikki, sum um fólk øvunda hverjum ødrum.« Hinar nikka samtykkjandi, og Posh leggur aftrat: >Tá ið vit vóru lidnar við framførsluna á Tvøroyri í gjárkvgldið, vóru tað eins nógvar gentur sum dreingir, ið klappaðu. Tað eru vit als ikki vanar við, tí at konufólk mangan øvunda ødrum konuf6lki.« At enda siga tær, at tær vóna at sleppa aftur til Føroya at upptraðka og at tær tá at hava betri tíð til at ferðast runt og síggja eitt sindur av landinum. Ein góður hálvur tími er farin við fúkandi ferð, men nú merkist tann bítandi kuldin á parkeringsøkinum ikki so væl, hetta kemst helst av, at man er vorðin heitur av at tosa við hesar fimm, ungu og eggjandi genturnar úr Onglandi, ið rópa seg Spice Power. ; MYNDIR: ALVUR HARALDSEN i