mikudagur 25. februar 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EL SA
Nr. 37 — 25. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið S0SsZ/ur
17
Mjølnir smurdi Fram av
Tað var eingin ivi um, hvat av liðunum var tað betra, tá
Fram og Mjølnir møttust í Eysturskúlanum sunnudagin.
Mjølnir setti seg á dystin frá byrjan og lótu als ikki Fram
sleppa framat
Tað var lagt upp til ein
spennandi flogbóltsdyst í
Eysturskúlanum sunnudag-
in, tá Mjølnir kom at vitja
Fram í meistaradeildini hjá
monnum.
Mjølnir lá undan dystin-
um sunnudagin eitt stig
frammanfyri Fram, og tí var
talan um ein rættan topp-
dyst.
Men tað varð so sum so
við tí.
Ikki tí, spælið var gott, og
stuttligt er at síggja hvussu
væl flogbóltur kann leikast,
men spenningur var ongin í
dystinum. Til tað vóru
Mjølnir-leikararnir alt ov
góðir í mun til Fram.
Klæmint Isaksen, leik-
andi venjari hjá Mjølni,
segði undan dystinum, at
teir fóru at leggja seg eftir
at seta Sigmund av Teigum
út av spælinum, og sigast
má, at hesin taktikkur eydn-
aðist til fulnar.
Mjølnir byrjaði dystin
sum eitt satt óløgi, og teir
løgdu seg greitt á odda bein-
anvegin.
Í fyrsta settið byrjaði
Fram við Sigmundi av Teig-
um og Pól Gudmundson í
m6ttøkuni, og tað eydnaðist
ikki væl.
Móttgkurnar kundu ikki
brúkast til at byggja nakað
álop upp, og tí hevði Mjøl-
nir eisini nokk so lætt spæl
í blokkinum.
Góðar servur
og gott álop
Tað var ein partur av tak-
tikkinum hjá Mjølni at
leggja trýst á móttakararnar.
Servurnar hjá Mjølni
vóru harðar og neyvar. Tað
kláraðu teir báðir móttak-
ararnir hjá Fram onki at
gera við.
Av tí sama varð ikki nóg
nógv bit í álopsspælinum
hjá Fram. Sigmund av Teig-
um fekk púrt onki burturúr,
tí blokkurin hjá Mjølni stóð
sera væl.
Tað sum kom fgjøgnum
vóru aftaru verjuspælararnir
til reiðar at taka, so tað var
torført hjá Fram at gera nak-
að sum helst.
Og nú sást trupulleikin
hjá Fram so týðiliga. Teir
spæla ov nógv uppá Sig-
mund, at hinir eru púra
passivir.
Leikararnir hjá Fram eru
so stórir, at teir næstan
kunnu sláa omanfyri blok-
adurnar, men so er ikki.
Teir eru óivað bangnir
fyri at takað ábyrgd, og tað
spyrst sjáldan nakað gott
burturúr tí.
Hjá Mjølni vóru teir rask-
ir at spjaða spælið millum
allar leikararnar.
Fyrsta sett endaði við
tryggum sigri til Mjølnir 15-
6.
Fram avsmurdir
Gongdin í øðrum settið var
ógvuliga lík gongdini í
fyrsta. Men tað gekk enn
verri hjá Fram í øðrum sett-
ið.
Spælið hekk als ikki sam-
an.
Teir royndu at broyta
uppstillingina við at seta
Rúna Weihe inn, men tað
munaði einki.
Rúni Weihe er ein sera
evnaríkur leikari. Hann hev-
ur verið skaddur í ár, og
hevur tí ikki spælt so nógv.
Tí undraði tað ikki sørt,
at hann fekk hesa stóru á-
byrgd, men skiftileidarin
veit hvat hann ger, og hann
kennir leikararnar væl.
Tað var bara ongin hjálp
í broytingini, tí Mjølnir
vann annað sett 15-4 við
enn betri spælið enn í fyrsta
settið.
Tey bæði fyrstu settini
vardu ávíkavist 17 og 15
minuttir, so ikki kann sigast
annað enn, at tað gekk skjótt
fyri seg.
Stígur í hjá Mjølni
Mjølnir fekk ein rættiligan
niðurtúr í triðja setti.
Teir spurtaðu frá Fram í
fr
pe
%
00"
Leikandi venjarin hjá Mjølni, Klæmint Isaksen, dugir sum fáur at vinna bóltar í
álopinum. Hann slær eftir kantinum á blokaduni
Mynd: sp
Blokadan, sum hevur verið tað sterka vápnið hjá Fram, koyrdi ikki eftir vild i
dystinum móti Mjølni sunnudagin. Til tað vóru Mjølnir ov sterkir
byrjanini av settinum og við
frålikum spæli løgdu teir
seg á odda 9-0.
Tað sá sera svart út hjá
Fram hesa løtuna, og tí valdi
venjarin Mannbjørn Mort-
ensen at taka time-out.
Hvat hann hevur sagt er
óvist, men tað virkaði í
hvussu er.
Gongd kom í spælið hjá
Fram, meðan Mjølnir fór í
koma.
Teir steðgaðu púrasta
upp. Ongar móttøkur, onki
álop og vánaligt verjuspæl
høvdu teir hesa løtuna.
Eftir eina løtu hevdi Fram
lagt seg á odda 10-9, eftir
at hava verið aftanfyri 0-9.
Tað sá tó út sum um Mjøl-
nir fann tráðin aftur í end-
anum av triðja setti, men tá
var ov seint . Fram vann
triðja sett 15-13, og tað
vardi í 29 minuttir.
Mjølnir-uppvising
I stedginum millum triðja
og fjórða sett fekk Mjølnir
tosað seg til rættis um hvat
skuldi gerast, og tá fjórða
sett byrjaði var alt við tað
gamla aftur.
Klaksvíkingarnir vístu
unga Fram-liðnum hvar
skápið skuldi standa, og tað
gjørdu teir skjótt og væl.
Settið endaði 15-5, og or-
søkin til, at Mjølnir vann
hetta settið var, at teir aftur
trýstu Gført á í ålopinum og
í servunum.
Fram fall harafturímóti í
fátt. Teir dugdu ikki at spæla
uttan um blokaduna hjá
Mjølni og høvdu tí sera
trupult við at vinna nakrar
bóltar.
Tí var í síðsta settið
nærmast talan um uppvís-
ing frá Mjølni.
Alt teir fingu hendur á
eydnaðist, og tað var ein
frægd at síggja hvussu flót-
andi flogbóltur kann spæl-
ast.
Taktikkurin eydnaðist
Efti dystin spurdu vit
Klæmint Isaksen um hann
var nøgdur við dystin.
— Ja, tað eri eg. Ogvuliga
væl nøgdur. Vit høvdu und-
an dystinum lagt ein tak-
tikk, og honum fylgdu vit
til fulnar.
— Vit søgdu at vit skuldu
leggja tryst å teir i servuni
og í álopinum og tað gjørdu
vit frá byrjan. Tí gekk tað
so væl í fyrsta og ðrum
settið.
Tit fóru niður í triðja setti,
hvat hendi?
— Hatt er nokkso vanligt,
at stígur kemur í í triðja
settið, og tað hendi so eisini
hjá okkum í dag. Tíverri.
Hvór var so munurin
millum liðini í dag?
— Størsti munurin er, at
vit eru meira stødugir enn
Fram er.
— Spælid hjå Fram er rætt-
iliga skiftandi, onkuntíð
heilt ótrúliga gott, og onk-
untíð minni gott
Vit hava ikki tey øgi-
ligu lopini. Spælið gongur
meira javnt gott gjøgnum
allan dystin og tað er óivað
fra Havnar
Handverkarafelag
Mynd: sp
høvudsorsøkin
Mjølnir klárt fremst
Urslitid av dystinum merk-
ir, at tað óivað verður Mjøl-
nir, sum verður meistari í
ár.
Mjølnir er trý stig fremst
og hava bert fáar dystir eftir
at leika. Tí eru ikki útlit til,
at teir tapa tveir dystir aft-
urat í ár.
Dysturin sunnudagin var
prógv um at Mjølnir er klárt
besta liðið í føroyskum
mansflogbólti í ár.
Breiddin á liðnum ger, at
teir eru torførir at vinna á.
Tað er stuttligt at síggja
teir spæla, tí teir arbeiða væl
saman, teir ungu og teir
»gomlu«.
Tað eru teir gomlu garv-
aðu sum halda liðnum uppi,
men ein leikari sum Rúni
Eltør er ein spennandi leik-
ari, sum tað verður spenn-
andi at síggja framyvir
Hann er stórur og fær nógv
burturúr í álopinum. Hann
dugir nevniliga væl at var-
iera sløgini, og hann leikti
væl í dag.
Klæmint Isaksen leikti
eisini væl, og Trygvi Poul-
sen spældi framúr væl á
miðjuni. Hann vann næstan
allar bóltarnar hann slóg
Hjá Fram vóru tað serliga
Sigmund av Teigum og
Bárður Mikkelsen, sum
leiktu væl, men tað var ikki
nærhendis tí sum vit vita,
at teir kunnu vísa
sp
Lýsti aðalfundurin verður á Hotel Føroyum mikukveldið
kl. 19.00.
Bussur fer av Vaglinum 15 min. áðrenn.
Nevndin