Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Ikki longur vera politiskt klípi Oddagnein HÓAST flestu okkara høvdu roknað vid at skula atkvøtt til løgtingsvalid fyri fólkatings- valið, so er veruleikin tann, at vit um tvær vikur hava valt tvey nýggj føroysk umboð á Fólkating. Í FOROYUM er dysturin um fólkatingsmenn- inar vanliga ein dystur millum tríggjar flokkar — ongkuntíð tó millum fýra. Hesaferð er — sambært veljarakanningum — mest sannlíkt, at dysturin fer at standa millum Tjóðveldis- flokkin og Sambandsflokkin, meðan triðji flokk- urin verður annaðhvort Fólkaflokkurin ella Javnaðarflokkurin. MEN Í POLITIKKI kann alt henda — eisini tað, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fara við sigrinum. Nú um dagarnar frættist um tveir politikarar, sum hevdu leitað sær heimaftur. Tann fyrri var Finnbogi Arge, sum aftur hevur meldað seg inn í Fólkaflokkin. Við tvey tey seinastu valini hevur hann verið valdur á ting fyri Sambandsflokkin, men í 1990 var hann eisini á listanum hjá Fólkaflokkinum, men valdi heldur Sambandsflokkin. Í GJÁR FRÆTTIST so, at Tjóðveldisflokkurin veruliga ætlar at fáa mann valdan á Fólka- ting hesaferð. Tey loysingasinnaðu megna illa at draga línu í felag, og í Tjóðveldisflokkinum hava hevdingar stríðst í áravís, og er ilt at fáa eyga á ein veruliga leiðara. Men nú hevur flokkurin so vent sær til Zacharias Wang úr Frælsisfylkingini. Hann fekk við seinasta fólka- tingsval fekk 1110 persónligar atkvødur, með- an formaður Tjóðveldisfloksins einsans fekk 672. Tekur Zacharias Wang av tilboð Tjóð- veldisfloksins um at stilla upp á tjóðveldis- listanum, verður tað hansara lívsins kjansur at fáa danskar politikarar og danskar fjølmiðlar á tal — kanska tiltrongt, nú Jacob Haugaard ikki stillar uppaftur. FAKTA ER SO, at tað eru teir víðgongdastu flokkarnar í tjóðskaparmálinum, Tjóðveldis- flokkurin og Sambandsflokkurin, sum standa til at fáa fólkatingsmenninar. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur seinastu tíð- ina vist, at hann vil broyta vidurskiftini millum Danmark og Feroyar. Tað einasta konkreta er, at uppskot er lagt fram á ting um setan av stjørnmålanevnd, sum skal fyrireika broyting- arnar. Hetta uppskot hevur verið blokerað av legmanni, men verður helst samtykt hesaferð. JAVNADARFLOKKURIN eigur nú at gera velj- arunum púra greitt, at flokkurin ikki longur vil vera politistk klípi hjá danskari javnaðarstjórn — men at flokkurin vil hava avgerandi ávirkan á øll viðurskifti, sum hava við Føroyar og foroysk viðurskifti at gera. ALT ANNAÐ er í andsøgn til endamáls floksins um at broyta vidurskiftini millum Føroyar og Danmark soleiðis, at talan veruliga verður um samstarv millum tjóðir á jovnum feti. Sosialunia Joensen, i Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Niclas Johannesen Jóns Kistan Vang Lýsingar og sela: Jonhard Hammer Sa os ari, Uppseting og prent Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn poste Upp ígjógnum øll 80-ini vóru nógvar og stórar íløgur gjørdar, sum av monnum vórðu sagdar at verða skila- góðar. Nógvar av hesum í- løgum kunnu so fólk gera sær sínar metingar um, tá hugt verður uppá okkara uttanlandsskuld, sum í dag liggur eitt stað ímillum 6-7 milliardir. Ein av hesum íløguætlan- um, sum ikki var framd í verki, var flogvøllur å Glyv- ursnesi, men sum spøkir aft- ur, nå tad stundar til val. I 1940, beint eftir at seinni heimsbardagi var byrjaður, tóku eingilsmenn Føroyar. Okkara strategiska plasering mitt úti í Atlants- havinum hevði sannført bretska hervaldið um, at flogvøllur mátti byggjast í Føroyum. Tann 13 apríl 1940 kom eitt kanningarlið á Havnina við einum krúss- ara. Arbeiðssetningurin var at finna út av, hvar ein flog- stød kundi byggjast. Eftir at hava kanna nøkur øki í eina viku, bæði á Sandoynni, í Eysturoynni og á Streym- oynni, kom kanningar- nevndin til tað niðurstøðu, at einki pláss var egna. Skuldi nakað koma uppá tal, var tað Skålafjørdurin. Men kanningarliðið kom til tað niðurstøðu, at eingin flogvgllur kundi byggjast í Føroyum, tí einki økid var egna og veðurlagið var heldur ikki til tað. Í 1941 fer flotamálaráði aftur at røra uppá seg, hóast loftverjumáíaráðið mælir frá. Eitt kanningarlið hevur aftur verið í Føroyum, og nú verður mælt til at gera flogvøll á Sandoynni, men hetta hóvaði ikki heima- sandsmonnum og mót- mæltu teir hjá Amtmanni- num. (sí Stríðsárini: Skansi í Atlantshavi) Fyri at gera eina langa søgu stutta, so helt enska hervaldið uppá Sandoynna, og byrjaði at fyrireika seg til uppgávuna. Men um sama mundi verður ein L. G. Maxton sendur til Føroyar. Hesin Maxton vitjaði i Føroyum í fleiri vikur, og var víða um og kannaði fleiri øki, og spurdi um veður og vind. Hesin maður kom skjótt til tað nidurstødu, at havnaviður- skiftini á Sandi komu at verða ein stórur trupulleiki, og tí bleiv Sandoyggin slept og Vágarnar blivu nú meir áhugaverdar. Her vóru tvær góðar havnir og her kundi hann fáa tríggjar flogbreytir. Onnur gki í Norðoyggjum vóru eisini kannað. Tann 2. mars 1942 varð samtykt, at gera RAF flogstød í Vág- um. Síðani varð farið undir at byggja vøllin, og er hetta sami vøllur, sum í dag so nógv verður tosað um, mest ósakligt. Tiðin frá at eingilsku her- mennirnir vóru farnir úr Føroyum 1945, og fram til 1963, tå reglulig rutuflúgv- ing bleiv imillum Føroyar og útheimin, var ógvuliga tilvildarlig. Einki eftirlit var við gkinum, og skjótt sást, at vøllurin ongan góða hevði. Ljós og onnur tekn- isk útgerð bleiv annaðhvort brotin ella stolin, og mangur maður ristur í dag uppá høvdid, um tað vandalismu, sum tók yvirhond inn á eina fult intakta útgerð. Men í 1964 kom broyting í. Tá tóku menn seg saman og fóru í holt við at fáa rutu- samband við útheimin, og hevur hetta verið í stødugari menning. Fyrsta leingingin av vellinum var 1974, tann næsta 1979. Arðar útbygg- ingar, so sum terminalur, torn, garagur, innflúgving- artól o.a. eru eisini útbygd umleið sama tíðarskeið fyri 100-tals milliónir. Onkur freistast at spyrja, hvat vilt tú nú við hesum. Flogvallarmálið er aftur blivið aktuelt, og skal stóða nú takast, um flogvøllurin í Vágum skal byggjast út, ella nýggjur vøllur skal byggjast. Skal ein vøllur sum tann í Vágum byggj- ast, so tosa vit um eina upp- hædd ímillum 1,5-2 milli- ardir. Men tað sum er meira áhugavert í hesum saman- hanginum er, at tað er eing- in trygd fyri, at vit fáa ein betri vøll enn tann sum vit hava, heldur tvørturim6ti, um vit tosa um Glyvursnes. Tað nidurstødu, sum áður- nevndi Maxton kom til tær sjey vikurnar, hann gekk runt og hugdi og spurdi stadkent fólk um veður og vind var, at Seltuvík var frægast egnað. Søgan sigur einki um Glyvursnes, og tað fyrra kanningarlidid nevndi skorhædd å Skålafjørdi- num. Tad sum uttan iva hevur havt stéran tydning fyri stødutakanina hevur verið, at teir vildu sleppa so nær sjónum sum møguligt fyri at sleppa undan frosti og toku, her liggur Glyvursnes 100 m. hægri enn flogvøll- urin í Vágum, og hettar hev- ur stóran týdning. Men sum tað týdningarmesta hava teir ikki viljað havt ein vøll liggjandi suður og norð, tá tær ráðandi ættirnar í Før- oyum eru vesturættir. Tá hevði tú fingið ein vøll við tvørvindi stóran part av ári- num. Í Vágum liggur vøll- urin í ein útnyrðing, og í Seltuvík hevði hann liðið nakað tað sama, kanska longur niður ímóti vestur- ættini, og tí var Søltuvik uttan iva so áhugavert sam- an við tí slætta økinum. Hóast útviklingurin á hes- um økinum bæði við flog- fórum og útgerð ikki kann samanlíknast við tað, sum man hevði fyri meira enn hálvari øld síðan, so eru tað nøkur vidurskiftir, sum tøknifrødin ikki vinnur å, og tað eru nåttåruvidurskiftini. Og hesi eru galdandi eisini í dag, og hesi hevur Føring- urin altíð havt virðing fyri, annað hvørt vit ferðast á sjógvi, landi ella í luftini. Tey seinastu 30—35 árini eru ímillum 1,5 og 2 milliónir ferðafólk komin og farin um flogvøllin í Vágum, og tað hevur ikki altíð verið ein útflugtstúrur at komi inn í- gjøgnum fjørdin á suðri í vánaligum líkindum. Men um henda ættin hevði kall- ast okkurt annað á Glyvurs- nesi, Skorðhadd ella í Søltu- vík, kunnu vit bert gita okkum til, tí her eru ongar kanningar gjørdar og hesar taka fleiri ár. Men fyri undirritaða er eingin ivi um, at veður og vindur fara altíð at seta sínar avmarkingar fyri flúgving í Føroyum. Tá sagt verður, at ein nýggjur vøllur kann byggj- ast innan trý ár fyri smáar 400 mill., er hetta eitt tal- andi dómi um 6seriøsitetin hjá nøkrum polittikarum, nú Flogvallarútbygg- ingin skilagóð? val nærkast. Slongt verður út við tólum, uttan at hugsa um, at møguleikin fyri at verða bitin í halan aftur er til staðar. Um útbyggingin í Vágum uppá 200 m. kostar 170 mill., so er hettar 850.000 kr. pr. m. Um 1800 m. kosta 400 mill., so eru tað 220.000 kr. pr. m. Hvar allur hesin munur kemur frá, er óskiljandi, og er ikki neyðugt at fara niður um 3. klassa fyri at seta henda spurning. (Fjølmidlarnir burdu sett henda spurning). Økid har tilfarið til leingingina í Vágum verður tikið, liggur ca. 300 m. frá vellinum, so hettar kann ikki verða orsøkin. Vøllurin í Vágum er sum ådurnevnt longdur fyrr, so lat okkum siga, at hesi tel eru nøkunlunda eftirfarandi. So kann roknistykkid koma at síggja soleiðis út: 850.000 kr. pr. m. x1800=1,53 milli- ard, og tá tosa vit bara um jørð og betongarbeiði. Aft- urat hesum kemur teknisk útgerð og bygningar fyri 100-tals milliónir, so tá ført verður fram, at ein vøllur kann gerðast fyri 400 mill. so kann tað valla sigast ørd- visi, enn at makan til slutur og møsn hoyrir ongastaðni heima, annað enn at verða rópt út uttan fyri bøgardar- nar, so eingin hoyrir. Tá vinnumálastýrið er komið til tað niðurstøðu at vøllurin skal útbyggjast, so er tað út frá kanningum sum er gjørdar 1988—1997, sum greitt mæla til at útbyggja vøllin í Vágum. Um nýggj- ur vøllur skal byggjast, so må hann byggjast á øki, sum er betri egna enn gkið, ið núverandi vøllur liggur á, og tað tekur nógv ár at gera neyðugu kanningarnar. Oljuvinnan stendur fyri durum, so hetta er í tókum tíma, og tað er gleðiligt, at løgmadur hevur heitt á danska fíggjarmálaráðharr- an um útbygging av vølli- num í Vágum. Landskassin rindar eitt stad imillum 10— 12 milliónir av fløguni, rest- ina rindar Statskassin. Hetta má sigast at verða gott íkast til tann soltna landsbúskap- in. E. Jacobsen IA [|[|——————[—=—