Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Logmaður eigur at skriva út val nú TAÐ mundi koma óvart á mong, at Nyrup skrivaði út fólkatingsval nærum hálvt ár, áðrenn valskeiðið gongur út. Spurningurin er nú, um tað eisini fer at koma óvart á okkum, tá og um løgmaður ger av at skriva út val til løgtingid nakrar mánaðir, áðrenn valskeiðið gongur út! LOGTINGSVAL eigur at verða í juli, men tað er neyvan hugsandi, at logmaður fer at bíða til tá. Hann hevur sagt, at hann fer helst at skriva út val til at vera í mei ella juni. Spurningurin í dag er so tann, um hetta ikki er ov seint eisini! NÚ um dagamar segði ein samfelags- froðingur við blaðið, at best hevði verið um legmaður skrivaði út val at vera sum skjótast. Víst varð á, at tað líkist ongum, um tingmenn nú fara at brúka hovið til at leggja tinguppskot fram bara fyri at brúka hesi sum valagn. At tingmenn komandi tíð fara at brúka tingið sum valforum. Hesin samfelagsfrødingurin hevur uttan iva grein í sínum máli, tí soleiðis sum stoðan sær út í løtuni við einum fólka- tingsvali fyri framman, so verður torfort at reka nakað sum helst slag av realpolitikki á Føroya løgtingi. Allur tann politiski leik- pallurin er løddur til val. TAD er sjålvandi eisini rætt at taka eitt val uppá tað tíðarskeið, sum er farið og uppá tey stóru málini, sum annars leika á í samfelagnum. Tí er rætta hovið at taka valið nú tíðliga árinum, helst longu í apríl. Tá kanst tú so eisini siga, at fólkatingsvalið er ein náttúrlig upphiting og byrjan til sjálvt logtingsvalstríðið. TAÐ er ikki rætt at samantvinna hesi valini, men kortini er greitt, at tey í nógvum forum eru skild. Tvs. at fleiri av spurningunum, sum í dag leika á og sum fara at gera seg galdandi, eru nettup mál, sum viðvíkja viðurskiftunum millum Føroyar og Dan- mark. Heimastýrislógin er hálvthundrað ár, og hetta verður helst eisini ein partur av valstríðnum. So tað vildi kanska verið heilt náttúrligt og rætt, at vit í kjalarvørri- num á einum fólkatingsvali fáa eitt løg- tingsval. Tí skal tað vera okkara áheitan á legmann um sum skjótast at skriva út val til legtingið c £ LAUN Fem Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Niclas Johannesen Lysingar og søla: Jonhard Hammer Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: postsosialurin.fo Må vera liviligt uttan Valid nærkast og tað tykist sum um flokkarnir, sum vænta sær stóra framgongd, veruliga eru farnir at kvessa knívin og er ágangurin vendur ímóti javnaðarflokk- inum. Bæði tjóðveldis- flokkurin og sambands- flokkurin hava lagt út, helst tí teir halda, at teir hava tey greiðastu boðini — loysing ella samband, einki um hvussu samfelagið skal verða umsitið. At fólkaflokkurin enn einki hevur spælt út við beinleiðis er greitt. Teir gera tað á ein annan hátt, og við sambandsins hjálp eru teir við at avtofta livimøgu- leikarnar úti um landið. Ar- beiðsplássini, sum eru bundin av, hvat sjógvurin gevur, verða nú niðurbund- in, og hetta gongur serliga út yvir tey, sum búgva í Suðuroy. Landsstýrismaðurin i fiskivinnumålum, John Pet- ersen hevur verið frammi og kunngjørt veruligan borgarligan politikk, tí hann heldur fast við, at ílegu- stuðulin, sum er grundarlag undir vinnuligu tiltókunum í Suðuroy, skal avtakast og skulu pengarnir brúkast til nýgerð av verandi fiskiflota Tað er rætt, at okkara fiski- floti er niðurslitin, men tað hjálpir lítið at avtofta ver- andi fyri at byggja upp ein nýggjan. Tað minnir ikki so líuð um >Medens græsset grod, dør horsemor«. Landsstyrismadurin held- ur fyri, at hetta sum hann nú ætlar, kemur at merkj- ast, jú, sanniliga kemur tað at merkjast og helst í Suð- uroy, har arbeiðspláss bæði á sjógvi og landi verða rakt, men sjálvandi sakar hetta ikki fólkaflokkin og sam- gonguna sum heild. Heldur ikki teir, sum nú eru stuð- ulsflokkar hjá verandi sam- gongu, sjálvt um teirra val- dømi júst er Suðuroy. Teir fjálga um síni. Tað er rein- ur fólkaflokspolitikkur fyri- uttan, at nú skulu pengarnir, sum sparast vid avtøku av fløgustudulinum, 40 milli- ónir, gevast reiðarunum, og hetta fyriuttan tær millión- irnar, sum landskassin frammanundan hevur strikad. Var tað ikki ætlan- in, at tað, sum har kom reið- aranum til góðar, skuldi brúkast til nýgerð, ella var tað bara ein gáva. Tað gongur týðuliga fram, hvor og hverjir skulu fjálgast, og hverjir skulu niður við nakkanum. Arbeiðsfólkið, sum er bundið av tí, sum verandi fiskifloti veiðir, tey skulu nú verða gjørd arbeidsleys. Og ågangurin heldur fram vid studli frå samgonguni og helst ímóti útjaðaranum og serliga Suðuroy, nú tað frættist, at Fiskavirking við góðkenning samgongunnar skal fremja eina nýmótans- gerð av fiskavirkinum í Tórshavn. Hetta vil so føra við sær, at tað Fiskavirking, sm vit hava í Suðuroy, verð- ur søga, og verður hartil eisini ein fiskamarknaður tillagaður í Tórshavn, so verður tað at ganga út yvir verandi uppbodssølu á Toft- um. Tað, sum hendir nú tað nærkast vali, er álvarsligt og fær vónandi veljaran at gera upp við seg sjálvan, tí um hesar ætlanir ikki verða steðgaðar, so verður Fiska- virking úti um landið søga. Javnaðarflokkurin = góð- kennir ikki hesa gongdina og fer, um hann eftir valið fær tann stuðul, sum skal til, so vilja vit fremja tiltøk fyri at varðveita verandi bú- skaparmynstur, soleiðis at tað eisini verður liviligt utt- an fyri miðstaðargkið. Bogi Mortensen, stjóri í Vági, er ein maður, ið veit hvat tað vil siga, um ætlan samgongunnar verður veru- - | fyri midstadarøkid leiki, ávarar ímóti gongdini, men tað tykist ikki sum um løgtingslimir, sum eru farnir at stuðla samgonguin og sum umboða útjaðaran, hava skilt vanda. Avleiðing- arnar av ætlan samgong- unnar verða ein avtoftan av útjaðaranum til fyrimuns fyri miðstaðargkið, tí tað er greitt, at mynstrið er, at alt skal samskipast á einum øki, ja, eisini fiskauppbods- sølan, sum er á Toftum, skal nú við stuðli frá samgong- uni stovnast í Tórshavn við tí avleiðing, at fiskaupp- bodsølan á Toftum bert verður ein viðfáningur. Hetta er borgarligur poli- tikkur, tá hann er bestur. Javnaðarflokkurin hevur verið við til at minka um fløgustudulin, men vit fara ikki at avtaka hann við teimum avleiðingum, sum verða fylgjan, men í sam- ráð við teir, sum umsita okkara vinnulív bæði á sjógvi og landi, fara vit at tillaga viðurskiftini soleiðis, at verandi livimynstur verð- ur varðveitt. Javnaðarflokkurin er tann einasti flokkur, sum verjir vunnin rættindi, og vil hann, um hann fær styrki til tað, at tryggja arbeiðsplássini úti um landið. Hetta fólkatings- valið vil vísa, um ætlanin hjá samgonguni verður góð- kend, ella um Føroya fólk bara letur standa til. Sverre Midjord Tøkk Øllum tykkum ið sýndu samkenslu og hjálpsemi tå okkara kæri maður, pápi og verpápi EYÐBJÓRN OLSEN Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, sum vóru um hann t'ahann var sjúkur. Tøkk til Sverra Steinhólm prest, Tórhild Olsen, berarar, allar hornblásarar fyri tykkara vakra tónleik og annars øll ið hjálptu til við jarðarferðina Tøkk fyri blómur, kransar, uppringingar, brøv, pen ingagåvur til døturnar og tykkum øll, ið fylgdu hon um til hansara seinasta Fyr víldarstað arðandi Petry, Halldis, Rannvá og Sigurdur Eee