fríggjadagur 27. februar 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
Fýra nýggjar bøkur frá Bókadeild Føroya Lærarafelags |
Barnabókin Oliver Twist
eftir Charles Dickens.
Knút Olsen týddi eftir
styttari, danskari útgávu.
Edward Fuglø teknaði
permuna.
-
MARI ES BR
Flest øll vaksnu kenna
hendingaríku søguna um
Oliver Twist, neyðardýrið,
sum fekk so harða byrjan
í lívinum, men — hóast um-
gyrdur av tjóvum og
skálkum — eisini er so
heppin at hitta hjartagóð
fólk, ið hjálpa honum úr
neyðini, so hann at enda
fær skil á sínum uppruna,
og alt endar væl.
Oliver Twist kom
fyrstu ferð út í árunum
1937-39. Upprunaútgávan
var stór og orðarík, sum
skaldsøgur vóru tá á døg-
um, mest ætlað vaksnum.
Tá ið Bókadeild Føroya
Lærarafelags nú gevur
bókina út sum barnabók,
er hetta ein stytt og um-
skrivað útgáva. Hetta er
onki óvanligt, ótaldar
styttar og broyttar útgávur
av klassikarum koma
javnan á gllum heimsins
málum. Týðarin hevur í
hesum førinum valt at týða
eftir einari slíkari útgávu,
ið hann heldur vera góða
og trúgva móti uppruna-
verkinum.
Oliver Twist er 186 bls.
Hestprent hevur staðið fyri
umbróting og reproar-
beiði, hon er prentað á
Estra og Helge Justinussen
hevur bundið inn. Bókin
kostar kr. 128 í békhandl-
unum.
A
tíðindablaðið
Smábarnabókin Lítlabarn-
ið hjá okkum eftir Gunillu
Hansson. Eyðna Magnus-
sen tyddi úr svenskum.
Bókin snýr seg um lítla
Egin. Tá ið hann fær at vita,
at mamman hevur eitt barn
í búkinum, verður hann sera
forvitin og vil hava nógv at
vita. Tá ið barnið er føtt, er
Egin stoltur sum ein pávi,
men hann er eisini øvund-
sjúkur. Kortini hevði Egin
avgjørt ikki viljað verið
lítlusystrina fyri uttan...
Lítlabarnið hjá okkum
er 14 síður í litum, prentað
á haldgott papp. Pf Gramar
stóð fyri prentgerðini, og
bókin kostar kr. 57 í bók-
handlunum.
A
Myndabókin Hálvmetur
eftir Alf Prøysen. Jens
Ahlbom teknaði myndirnar.
Óla Jákup Niclasen týddi
úr svenskum.
%
Hundurin Hálvmetur er ikki
stórur, men hann heldur seg
vera júst so langan, sum
hann eigur. Ovitarnir siga,
at tann dagin Hússi keypti
hann, átti hann bara fyri ein
hálvan metur av hundi, men
tað heldur Hålvi vera tvætl.
Hálvmeturi dámar væl at
grava í urtagørdum, at
goyggja eftir fremmandum
fólki og tí stóru, gulu lamp-
uni á luftini og at elta kett-
ur. Men honum dámar ikki,
tá ið tey siga, at hann líkist
einum fólki um trýnið...
Hálvmetur er 28 bls. í
litum. Pf. Gramar stóð fyri
prentgerðini, og bókin kost-
ar kr. 87 í bókhandlunum.
A
Nr. 39 —
Ungdómsbókin Gentan á
tekjuni - ein kærleiks-
sega eftir Kerstin Sundh.
Bjorg Matras týddi úr
svenskum. Olivur við
Neyst gjørdi permuna.
Bókin fer fram í Svøriki í
1920 árunum. Tá var stór-
ur munur á fólki. Gentan
á tekjuni er dóttir ein timb-
urmann, ið fær arbeiði hjá
pápa Lennart. Tað er
drongurin, sum Ebba,
gentan á tekjuni, skrivar
bræv til. Hetta brævaskifti
byrjar av tilvild, og hóast
hann er av ríkum fólki, og
27. FEBRUAR 1998
hon er fåtøk, hava tey
nógv í felag: Hon er
smæðin og hevur ikki lætt
at koma í samband við
fólk, og Lennart er nógv
- einsamallur, tí hann er
gu og situr í koyristóli.
brøvunum siga tey hvor
gðrum frá tí, tey hugsa og
uppliva, og hóast Ebba er
ímóti, at tey hittast, so
verður tað kortini, men tó
ikki sum ætlað...
Genta á tekjuni - ein
kærleikssøga er u.l. 136
bls. Hon er umbrotin og
prentað á Dimmalætting,
og Helge Justinussen hev-
ur bundið inn. Bókin kost-
ar kr. 126 í bókhandlun-
um.
A
í Havnar
kirkju
irkj
Leygardagin 28. febr.
kl. 11.30 verður aftur
matiné í Havnar
kirkju. Hesa fyrra-
partsløtuna fara limir
úr Tórshavnar
Kamarorkestri at
spæla barokktónleik
Grundstuðlarnir í
kamarorkestrinum
eru fýra musikk-
lærarar, sum manna
eina stråkikvartett
men síðani verður
vaksið um orkestrið
efur tørvi við meira
framkomnum næm-
ingum, í hesum føri
seks. Leiðari er
Kanny Sambleben
Verkini, ið spæld
verða, eru eftir
Puchelbel, Telemann
g Corelli
Eg ynski at gerast limur í
Navn 2
Geta
Byur/bygd
AMNESTY
() = nternanonm
Føroya Deild
Postboks 1075
FR-110 Torshavn
Postgiro 56359
»Vesturvon« í norskan
sjógv imorgin
Í fjór hevði >Vesturvón< eina kvotu upp á 5000 tons í rundum eystanfyri, men
z
í ár er hon bert 3.700 tons. Talan er sostatt um eina minking upp á 1300 tons,
sum í sóluvirði svarar til einar 15 mið. kr. við tí prísi, sum er á flaki í dag
OLAvur i BEiri
Tad sær ikki so gott åt hjå
flakatrolarunum i år sum i
fjør og kemst hetta av stóra
niðurskurðinum í kvotuni
eystan fyri hjá flakatrolar-
unum
Sørvågstrolarin >Vestur-
vón<, sum byrjar nýggjan
túr aftur í morgin, hevði
5000 tons í rundum eystan
fyri í fjør, men í år er henda
kvota bert 3.700 tons.
Minkingin í kvotuni eystan
fyri er sostatt 1300 tons og
við tí flakaprísi, sum er nú,
hava hesi 1300 tonsini eitt
séluvirði um einar 15 mió.
kr.
Í morgin fer > Vesturvón<
í norskan sjógv, har kvotan
er 1123 tons í rundum til-
samans. 396 tons av hesi
samlaðu kvotu í norskum
sjógvi eru flutt úr russisk-
um sjógvi, 339 tons toskur
og 57 tons hýsa. Norska
kvotan er 600 tons toskur
og 127 tons hýsa.
Spurdur um > Vesturvón<
fer á svartkalvaveiðu í ár,
sigur reiðarin Olavur Peter-
sen, at tað velst alt um,
hvussu fiskiskapurin verður
»Vesturvøn«
eystan fyri f ar. Seinast
frættist frå flakatrolarunum,
lógu teir um 30-40 tons um
vikuna, verður upplýst.
>Vesturvón< fiskaði 2000
tons í flaki í fjór, men upp-
lýst verður ikki, hvussu
nógv tolarin seldi fyri. Pf.
Vesturvón hevur egið sølu-
felag, sum selir flakið til
enska marknaðin.
Flakavirki .
I fjør keypti Pf. Vesturvén
ein bygning frå Fiskavirk-
ing, sum nå verdur gjørdur
klårur til flakavirki. Bygn-
ingurin er 1400 fermetrar
stórur og frystaríið tekur
900 tons. Ætlanin er at
flakavirkid West Fish, sum
nú húsast í ødrum bygning-
inum hjá Pf. Vesturvón, skal
leiga henda stórra bygning-
in, tá ið hann er klárur at
taka í brúk, helst einaferð í
summar.
Bygningurin — tann Blái
— verður nú gjørdur í stand,
so hann lúkar øll tey nýggj-
astu krøvini, sum verða sett
í dag.