Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5 i % | 5 Nr. 39 — 27. FEBRUAR 1998 tidindabladid 23 Føroyingar mugu bíða i tolni eftir HM-atgaongumerkjunum Fótbóltur: Í seinasta lagi leygardagin fær FSF at vita, um tað fær øll HM- atgongumerkini, tað hevur biðið um til endaspælið í Fraklandi í summar. Á- hugin í Føroyum at fáa atgongumerki er stórri enn nakrantíð fyrr til tílíka kapping. Nógvir føroyingar ætla sær at vera á staðnum, tá HM- endaspælið verður í Frak- landi í juni og juli í ár. Nakrar dagar áðrenn freistin at bíleggja atgongu- merki til dystirnar gjøgnum FSF var úti miðskeiðis í jan- uar, høvdu næstan 300 før- oyingar bilagt atgongu merki. Av ti at FSF er eitt av teimum heilt småu sersam- bondunum undir FIFA, hev- ur tað fyrr ikki staðið á hjá fótbóltssambandinum at fáa tey atgongumerki, tað bað um. Men sum skilst eru eitt sindur av trupulleikum í ár. FSF hevur fingið upplýst, at í seinasta lagi 28. Februar - tað er nú leygardagin - fær fótbóltssambandið at vita, um tað fær øll tey atgongu- merki, tað hevur bílagt. Svarta selan longu byrjað Tað er hjá agentunum, at trupulleikin liggur. Fót- bóltssambondini undir FIFA fáa ikki sjálv atgongu- merkini fyrr enn í seinnu helvt av maí mánaði, meðan teir ymsu agentarnir runt um í heiminum fáa sín part langt áðrenn. Og atgongumerkini fara mest sum beinanvegin út á svarta marknaðin - longu nú eru trupulleikar av, at at- gongumerki verða seld til okursprís eitt nú í Týsk- landi. Hinvegin eru altíð trup- ulleikar av, at agentar ikki yvirhalda treytirnar, sum verða settar í sambandi við atgongumerkjasøluna. Vandin vid, at atgongu- merki verda seld å svarta marknaðinum, er eitt nú, at áskoðarar úr ymsum lond- um koma at sita saman und- ir dystunum. Og tað vilja fyrireikararnir sera fegnir sleppa undan, tí tað oyði- leggur alt arbeiðið, sum hevur verið gjørt við at gera tað so trygt sum gjørligt hjá áskoðarunum. Tað sær út til, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn HM-endaspælið kemur aft- ur til Europa. Um fýra ár verður tað í Japan og Suð- urkorea, og hóast bæði Ongland og Týskland royna at sleppa at skipa fyri í Nógvir føroyingar vilja sleppa at síggja Brian Laudrup og hinar á danska landsliðnum í Frankariki 2006, kann tað lættliga enda við, at endaspælið verður lagt í Suðuramerika ella Af- ríka. Av tí sama er áhugin fyri júst hesum endaspælinum nógv stórri enn vanligt, eis- ini í Føroyum. Tað eru ser- liga innleiðandi dystirnir hjá Danmark móti Suðurafrika, Saudi Arabia og Fraklandi, sum hava stóran áhuga mill- um føroyingar. Tá EM-endaspælið var í Onglandi á sumri 1996, fekk FSF uttan trupulleikar øll atgongumerkini, biðið varð um. Men orsakað av samvitskuleysum agentum niðri í Europa kann tað enda við, at onkur fótbóltsáhug- aður føroyingur verður vón svikin í ár elj B36 skipar fyri Oalmennum FM fyri ung Fótbóltur: Stór innandurakapping verð- ur í ítróttarhellini á Hálsi hetta viku- skiftið Komandi vikuskifti skipar B36 fyri óalmennari FM- kapping í innandurafótbólti fyri børn og ung í ítrótt- arhøllini á Hálsi i Havn. Sigfríður Clementsen, sum er ein av fyrireik arunum, sigur, at tey hava valt at kalla kappingina fyri eina óalmenna FM-kapp- ing, so tað eru feløgini, ið melda lið til, í staðin fyri tað vanliga, har øll kunnu vera við. — Tað vísir seg ofta í inn- andurakappingum, at tað eru ov fá góð lið. Tað skal sjálvandi eisini vera pláss til tað, men vit hava so valt at kalla aðra av teimum báð um innandurakappingun- um, B36 hevur hvørt år, so leiðis, sigur Sigfríður Clem- entsen Byrja klokkan niggju Spælt verður í seks aldurs bólkum: Småpiltar, piltar, smádreingir, dreingir, gent- ur 10-12 ár og gentur 12-14 år. I mesta lagi tvey lid frå hvørjum felag sleppa við í kappingina. Byrjað verður leygardagin klokkan 9.00 við smápiltum, klokkan 12.00 byrja piltarnir, klokk- an 15.00 smádreingirnir og klokkan 19.00 eru tað dreingirnir. Genturnar byrja ikki fyrr enn sunnudagin klokkan 13.00 (10-12 ár), og klokk- an 14.00 byrja gentur 12- 14 ár. Síðani verða finalu- bólkarnir í hesi rød: Gentur 10-12 ár, gentur 12-14 ár, småpiltar, piltar, smádreing ir og at enda dreingir Shell letur heiðursmerki til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkunum, og besti leikari og besti málskjútu fáa eisini okkurt elj Nú verður eisini skipað fyri oalmenn- ari FM-kapping fyri ungar fotboltsleikarar