Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 1998síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

bali GS Eu 30 Viðmerking Rikisfelagsskapurin Il Blokkurin og føroyski buskapurin Hvat merkir blokkurin? Við jøvnum millumbilum stingur sjónvarpið ein tinglim úr Fólkaflokkinum fram á sjónvarpsskíggjan, næstan heilt inn í stovuna. Hann roynir at síggja sera klókur út og sigur okkum frá, at blokkurin hevur ongan týdning longur, tí vit gjalda rentur av skuld til Dan- markar. Ein føroyskur bú- skaparfrødingur hevur alment bor-ið fram, at blokkurin er umleið 15% av okkara brutto- tjédannmøku, og hevur tí stór- an tydning fyri føroyska bú- skapin. Uttan at hava skil fyri nationaløkonomi, loyvi eg mær at halda, at hesir bådir ikki hava skilt spurningin til fulnar Har aftur ímóti hoyrdi eg ein annan buskaparfrøding meta, at skulu vit sjálvir finna nýggj- ar inntekur ístaðin fyri blokkin, skulu vit økja um okkara út- flutning við 2,4 milliardum kr. Vit skulu sostatt meira enn dupla okkara útflutning fyri at fáa I milliard kr. meira at ráða yvir. Eg veit ikki um hetta er heilt rætt. Men tað ljóðar sann- líkt. burtursæð frá, at tað verð- ur trupult at finna råvørur v.m eina slíka øking í útflutn- nginum. Hetta merkir eisini, at vit nú, orsakað Feroyski búskapurin hvílir á nøkunlunda eins ngum beinum. Utflutningur- av fiskatrdråttum og blokkstuðiinum. Seinastu árini a víst, at blokkstuðulin er tað tryggara beinið. Fyrsti politikarin, sum skar tað út i papp, var Jákup Fr. Øregarad. sáli. Hann plagdi at siga, at vit kunnu krevja skatt, geva skattalætta og annars flyta pening okkara millum sum vit vilja. Men tað sum vit keypa frá, tað skal gjaldast við fiski ella við peningi úr Holm- ens Kanal A maskinverkstaðnum við Gjónna í Miðvági høvdu teir í mínum uppvekstri eitt vatn- hjól. Tað var vatnið uttan ífrá, ella oman ífrá, úr ánni, sum fekk hjólið at mala. Vatnið, sum skvatlaði inni í hjólinum økti ikki um ferðina, heldur tvørtur ímóti. Minkaði vatnið oman í frá við einari helvt, fór ferðin á hjólinum niður í minni enn eina helvt. Oktist vatnið, øktist ferðin á hjólinum, men kom OY nogv Vatn, so rann yvir til onga nyttu Vatnið uttan í frá til okkara búskap er deild blokkstuðul:n, sum onki kostar at útvega, og deils åtflutningurin við frá- drátti av tí, sum tað kostar at fremja åtflutningin, t.v.s. tað sum liggur eftir til okkum før- oyingar at nýta, so sum lønir hýrur, úrslit av rakstri av fram- leiðslu- og tænastufyritøkum o.s.fr. Blokkurin streymar stórt sæð allur út í samfelagið til lønir, pensiónir og annað. At tað er neyðugt at stýra >vatnmongdini< til føroyska búskapin, eru serliga árini 1985 til 1989 gott prégv um. Milli- ardalánini oman yvir netto- úrslitini frá útflutninginum og blokkstuðulin fekk hjólið at mala alt ov skjótt, umframt at stórar >vatnmongdir< fóru fyri onki. Figgjarfrødi Fólkafloksins Fyri tað fyrsta hava rentur av skuld og blokkstuðulin onki við hvert annað at gera. Fyri tað næsta heldur fólkafloks- filosofiin ikki í heila tikið. Lat okkum taka eitt annað demi frá í dag úr heimbygd míni, Miðvági. Hugsa vit okk- um, at onki flakavirki var í Miðvági, hevði verið lætt at roknað út, at úrslitið av flakavinnu var Okr. í Miðvági Hugsa vit okkum í staðin, at Snarfrost vidgjørdi 10.000 tons av råvøru árl:ga og at virk- ið var væl rikið, so heyði netto- úrslitið neyvan ligið langt om- an fyri O kr. Ti skal eg heilsa miðvingum frá Fólkaflokkin- um, at tit skulu halda fingrarnar burtur frá flakavinnu Men Fólkaflokkurin tekur feil, sum ikki eina ferð. > Vatn- ið< oman í frá til búskapin í Miðvá 2 í Vágoynni, er m.a iv fiskinum við frådråtn av tí, sum Snar- rost skal gjalda av oynni fyri a hendan útflutning. Ar- beidslønirnar, eisini lenir og írslit av keypi av tænastum í Vågovnni, liggja eftir. Munurin millum onki flakavirki, sum gevur O kr.., og Snarfrost við 10.000 tonsum av råvøru, sum eisini gevur O kr., er ovurstórur. Vágoyggin hevði blómað enn meira, og nógv meira, um Snarfrost hevåt virkað 10.000 tons av råvøru við einum enda- ligum úrsliti upp á O kr Samantak Seinastu árini hava vit upp- livað, at >vatnið< frá okkara egnu vinnu til føroyska bú- skapin er minkað. Ikki serliga nógv, í hvussu so er lítið og onki í mun til um vit missa blokkin. Hetta hevur álíkavæl ført til nógvar óhugnaligar sorgarleikir fyri føroyskt vinnulív, fyri nógvar privat- persónar og hevur skelkað okk- ara samfelag í heila tikið. Eg kann liva við, at Tjóð- veldisflokkurin, Fólkaflokkur- in, Javnaðarflokkurin og aðrir flokkar loysa Føroyar úr rikis- felagsskapinum. Alt bendir á at hetta hendir. Men eg kann illa liva við, at Sambandsflokk- urin ikki roynir at greiða bæði okkum, sum vónandi ikki verða noydd at flyta, og seliga teimum nógvu, sum koma at flyta burtur í onnur lond, frá avleiðingunum av hesum til- taki Pauli Ellefsen tidindabladid SOSU TU B Tiltøk ÆÐ Hoyvíkar skúli Sunnudagin kl. 14 er sunnu- dagsskúli. Bøn verður kl. 17.30 og kl. 18 er meti við fríum vitnisburði. Øll eru hjartaliga vælkom- m. Oasan J. Broncksgøta 25 Månakvøldid kl. 20 er lov- sangs- og bønarmøti, har øll eru vælkomin. Samkoman Immanuel I kvøld kl. 20.00: Kongsins Herlid. 8 år og eldri eru vælkomin. KFUM & KFUK, Tórshavn Friggjakvøldid 27. febr.: Opið hús í KFUM. Børn undir 13 år kl. 19.00-21.00. Ung yvir 13 år kl. 19.00- 01.00. Sunnudagin 1. mars kl. 15 i KFUK: Aðalfundur. Ebenezer, Torshavn Sunnudag kl. 12: Sunnu- dagsskuli. Sunnukvøld kl. 18: Evan- geliskt møti. : Sunnukvøld kl. 21: Uti- møti. Månakvøld kl. 20: Bøna- møti. Mikukvøld kl. 20: Upp- byggingarmøti. Hóskveld kl. 20.30: Ung- domsmøti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Móti og sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. Meinghaishúsið á Skála Vikuskiftisfundir verda friggjakvøldid, leygarkvøld- ið og sunnukvøldid við sangi og vitnisburði. Øll eru vælkomin. Elim, Søldarfjørdur Møtitidir: Sunnudag kl. 12: Morgun- møti. Sunnudag kl. 12: Sunnu- dagsskúli Sunnukvøld kl. 18: Evan- geliskt moti. Månakvøld kl. 20: Ung- dómsletan. . Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Livsins Orå Leygardagin kl. 17: Barnamøti. Sunnudagin kl. 10.30: Møti. Keldan i Skålabotni Leygarkvøldid kl. 21: Opið hus. Luttøka år Vågum. Sunnukvøldid kl. 17: Møti. Luttøka år Vågum. Sunnudagin kl. 17: Barna- móti. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt meti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 13777 Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúi. Vegna vígslu av nýggja missiónshúsinum í Hvalba verður einki meti sunnu- kveldið. Hvalbiar Missiónshús Nýggja missiónshúsið verð- ur vígt sunnudagin kl. 16 við Andreas Andreasen presti. Streingjakórið í Porkeri lut- tekur vid sangi. Kl. 17.00 verður borðhald og kl. 18.30 verður meti við Hera Trónd- heim og Petur Jacobsen, Porkeris Streingjakór syng- ur. Øll eru hjartaliga væl- komin. losjan i Havn i dag kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvert tyskvøld og hvort hóskveld kl. 21 í Tórsgetu 5 (inn- gongd vestanfyri). AA-fundir verða í Havn í kveld kl. 20 og kl. 22.30 í Térsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Bahá'í Midstødin í Gundadali er opin hvønn hósdag frá kl. 17.00 til kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. Bahá'í-samfelagið í Tórshavn Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30—12.30 Hósdag kl 8.30—16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin måna- dag til hósdag frå kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr deaf fo€post.oltvant.fo Javni N. Finsenseóta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14—16, hósdag kl. 14-17 og fríggjadag kl.14-16 Tilhaldið er opið |. fríggja- dag í hverjum mánaði kl.14.30—16.30. Epileptikarafelag Feroya , Postadr.: MBF-húsið, Is- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovu- tíð, men samband við felag- ið fæst á tlf. 13978, Rand- fríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni i Kongagøtu 1], mikudag kl. 16-18. Månad., tysd., hós- dag og friggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. "Nr. 39 — 27. FEBRUAR 1998 San »Ørkin« Brautarholt 29, 105 Reykjavik Sunnudag møti kl. 17. Månakvøld bibliutimi kl. 20.30. Øll eru hjartaliga væl- komin. Nærri upplysingar å tlf. 009 354-568-0777 Vitin: Familjulega verður á Hem- met Strand skírishósdag 9. apríl til páskaaftan 11. apríl 1998. Aftur í ár byrjar familju- legan á Hemmet Strand skírishósdag umleið kl. 16:00; men lati tykkum ikki lumpa - hetta verður ein annarleiðis lega, har familj- an fær tíð til at vera familja. Dentur verður lagdur á fría samveru, felagsskap og spontanitet. Luttakararnir kunna gleða seg til: - Túnatos og álvaratos um ítrótt, fiskari, Móses, Jesus, vinfólk, ella... - Lívið í natúruni. - Nýggjar vinir. - Sang, bøn og vitnisburð saman vid gomlum og nýggjum vinum. - Náttarrenning. - Bálmat. Nærri fæst at vita um Familjuleguna 1998 við at seta seg í samband við Vit- an, har ein eisini skal tekna seg. Vitin, Haurumsvej 35 st th, Tilst DK-8381 Mundelstrup Danmark Tlf.: 8624-7773 Fax: 8624-7787 E-mail: eli fugloe & get2net.dk Føroyska arbeiðið i Eliaskirkjuni Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vest- erbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovendbanegárden, 2 min. frá Føroyahusinum. Bussar- nir 1, 6, 14, 16, 28 og 5508 stedga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frå Atla Rasmussen, tlf. 32 96 99 95, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20. Sunnudagsskúli í Keypmannahavn Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag kl. 14 á Oyra- sundskollegiinum, Dals- landsgade 8, og í Føroya- húsinum, Vesterbrogade 17A. Øll eru hjartaliga væl- komin. Nærri fæst at vita frå Jan Johannesen, tf. 30 35 59 66. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Friggjakvøldid kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyð- bróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Evangeliska Reddin Odense. Føroyska sending in frå Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tid, å FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aft- ur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fund- ur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga væl- komin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyingsfelugid i Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Húsið er opið: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19. Leygardag frá kl. 22-03. Føroysk blød liggja frammi, friggjadag eisini Dagur og vika. Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing i húsinum. Hvønn týsdag er føroysk- ur skúli fyri børn á Hern- ingvejskole. I høllini á Filstedsvejens- skole: Tyskvøld og hós- kveld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggja- kveld kl. 18-20 innandura fótbóltur Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Feroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøk- um. Týsdagsdegverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týs- dagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn tysdag fram til 28. april. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldid 18. jan. kl. 19.30 og dansa annadhvørt sunnukvøld. Rådgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin månadag, týsdag og hós- dag kl. 11.30—15.30. Miku- dag kl. 14—18. MFS, Tlf. /fax 33250210 Opid mikudag og friggja- dag kl. 16—18. Oyggjaskeggi, 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skulin, 53681757. tlf. /fax Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við til- knýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum. kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grøn- land 28, í Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip- ar fyri tiltakinum. Felagid hevur tlf. +47 22 67 48 29. i 4 SE