Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðfólk: peer Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Niclas Johannesen Lysingar og søla: Jonhard FR Útgayari uppseting og prent Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: post Gsosialurin.fo á Nýggj manning á fólkating Oddagrein UM góða viku verður fólkatingsval. Hóast hetta valið ikki hevur havt tann stóra áhugan millum føroyskar veljarar, so plagar uppmetingin kortini at vera rímuliga høg, tó langt frá tí vit uppliva til eitt løgtingsval. Øll orsek er til at rokna við, at tað verður eðrvísi hesaferð Bankamálið, Heimastýrislógin hálvthundrað ár og alt tosið um stjøårnmålanevnd og sjálvstýrislóg eru alt mål, sum náttúrliga fara at gera, at fleiri foroyingar enn nakrantíð áður fara á fólkatingsval TAÐ er tí kanska ikki út av lagi at siga, at vit í veru- leikanum skulu hava tvey sera týðandi val í næstum, har tað eina ikki er minni áhugavert og týdningarmikið enn hitt. Við fólkatingsvalinum eru vit rætt og slætt við at leggja botnin til løgtingsvalid NETTUP av hesi orsek er tað tí kanska meira týdn- ingarmikið enn nakrantí, hverji fólk vit velja á fólkating at umboða okkum øll. Tað er stórt spell og sera 6- heppið, at tað í dag eru tvey borgarlig og konservativ fólk, sum umboða alla ta foroysku tjóðina á fólkatingi Sum útgangspunkt átti tað at verið so, at annað av hesum fólkunum umboðaði ta stóru fjøld av veljarum, sum ikki velur borgarligt ella konservativt. Ein kann siga, at sakliga sæð vildið tað verið rættast, at annar av fólkatingsmonnunum umboðaði høgravongin og hin vinstravongin. Veljararnir eiga tí sum minstamát at vraka annað av verandi umboðum. Nakað annað er so, at vit hava brúk fyri tveimum fólkum, sum kunnu umboða Feroyar á ein ikki bert greiðan og markantan hátt men samtíðis á sakligan og siðiligan hátt. Umboð sambandsfloksins hevur eftir okkara tykki ikki megnað at gera nóg nógv vart við føroysk viðurskifti og at bryggja brýr millum ríkispartarnar. Hitt umboðið hev- ur fullkomiliga misskilt sína uppgávu á fólkatingi. Óli Breckmann hevur øll hesi árini hann hevur sitið á fólkatingi havt eittans endamál, og tað er at reka sín egna egosentreraða og sera høgravenda politikk. Ístað- in fyri at byggja upp og betra samstarvsmøguleikar hevur hann brotið niður og skapt fíggingarmyndir. Tey, sum halda, at Óli Breckmann var ein góður talsmaður fyri okkum feroyingar undir bankamálinum, fara full- komiliga skeiv. Endamál hansara var eina og aleina at skapa esing. Hvussu kanst tú rokna við at fáa nakað skilagott burtur úr persóni, sum alla tíðina skapar sær fíggingarmyndir og longu frammanundan hevur av- skrivað øll menniskju, sum ikki hugsa og tosa sum hann sjálvur! Óli Breckmann er foroyska svarið uppá Kirsten Jacobsen. Tosingarháttur hansara er so nið ursetandi og so mannminkandi, atvanligir danir, sum bara hava hoyrt Óla Breckmann tala sek Foroya, venda føroyingum bakið. NÚ skal ruddast upp eftir bankamálið og nú skal sting- ast út í kortið av nýggjum í viðurskiftunum millum Danmark og Feroyar. Men til tess at kunna tað er neyðugt, at Feroya fólk gevur Óla Breckmann dura- fjórðingin og tekur fólkatingssessin frá honum. Ístaðin eiga føroyingar at velja eitt umboð fyri vinstravongin í føroyskum politikki. Her eru tveir flokkar í at velja, annar er javnaðarflokkurin, hin er tjóðveldisflokkurin. Eftir okkara tykki eru bæði núverandi og fyrrverandi formenn javnaðarfloksins eitt gott boð uppá annan av fólkatingssessunum, nú flokkurin greitt hevur latið donsku stjórnina og danska javnaðarflokkin vita, at eiti javnaðarumboð á fólkatingi fer ikki at binda seg til nakran flokk men at virka fyri føroyskum áhugamálum umframt bettum viðurskiftum millum ríkispartarnar. TOSA vit um realpolitikk og um at finna loysnir, sum meiriluti fæst fyri, so er eingin ivi um, at bæði til eitt fólkatingsval og til eitt løgtingsval er stevnumiðið hjá javnaðarflokkinum tað mest sannførandi. Latið okkum velja eitt umboð fyri vinstravongin á fólkating. Eitt gott val fyri henda vongin eigur eisini at ruddað slóð fyri eini nýggjari samanseting av komandi løgtingi. Eins og málið er at fáa umboð á fólkating eigur málið hjá vinstravonginum í føroyskum politikki at verða at konservativu koma til aftur ræðið í forða fyri, at teir Sosialurin Sambandið rotar Rikisfelagsskapin Nú koma teir kropp á kroppi og rópa seg uppá leiklutin sum seinasta verja av ríkisfelagsskapinum, tí teir skulu forða fyri broytingum í Heimastýrislógini — hesi lóg, sum teir als ikki vildu vita av í fýratiárunum Sannleikin er, at sambands- flokkurin ongantíð tók hesa skipan til sín sum sítt egna barn, men gjørdist ein vána- lig stjúkmamma, sum gav hesi stjúkdóttir eina stjúk- móðurliga viðferð í orðsins ringu merking. Tí er tað nokk so argandi, tá sambandsflokkurin í stevnuskrá síni reypar av rithøvundaleikluti sínum i heimastyrisverkinum. Sannleikin er ein annar. Sambandið helt, at slátrið var vunnið við stjórnartil- boðnum — sum var úrslit av skammiligari føroyskari 6- semju, tørvandi mótspæli og sambandskari noktan fyri at flyta seg longur fram. Føroyingar skuldu rædast til at góðtaka stjórnarupp- skotið. Men vaknaðu við kaldan dreym. Í 1946 lótu sambandsmenn seg draga eftir hárinum til at ættleiða eina dóttir, teir aldri gjørdu til sína. Góða mamman gevur barni sínum gott í beinini, letur tað mennast, trívast og vaksa, so tað tilkomið kann taka nýggj tek, tað ikki megnaði áður, meðan vána- liga stjúkmamman misrøkir skyldur sínar og forðar fyri, at tær broytingar henda, sum náttúrliga eru á eini lívsleið. Forstokkaða og stupida stóða sambandsfloksins i 1962 sleit sokallaðu heima- stýrissamgonguna og slóð- aði fyri tí, rópt bleiv sjálv- stýrislandsstýrið — hóast tað ikki royndist so í verki. Men í tali var hesin meirluti veru- leiki, og hevði hann parla- mentariskan rætt at skipa seg í samgongu. Sambandsmenn høvdu einki lært, tá sama stóða kom í aftur í 1974. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, umsorgan og hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, sonur og bróður okkara KRISJAN DAHL Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk øll tit á B8, sum vóru um hann, tá hann lá sjúkur. Tøkk til Tórshavnar Manskór og prestarnar báðar fyri góð og troystarrík orð. Eisini eina stóra tøkk, tit sum vitjaðu, ringdu, sendu blómur og kransar, brøv og peningagåvur, og til tann stóra skara, sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Karla, Paula, Fróði og Sveinur Takk fyri! 25. ársdagur í Fóroyum Mangar tøkkir til okkara góðu vinir og grannar, og til øll tykkum, ið hava gjørt, at tað hevur verið so gott at búð her — bæði í Havn, har vit búðu í 10 ár, og á Toftum, her vit nú hava búð í 15 ár. Vit gleða okkum til at vera saman við tykkum tey komandi árini við. Leygarkvøldid 28. februar hátíðarhalda vit, at tað eru 25 ár síðani vit komu higar, og tú ert hjartaliga vælkomin at stókka inn á gólvið, at halda hetta saman við okkum. Sue og Roy Philbrow Toftir Men tá var eisini ein politiskur gorlakkur komin á pallin, og hann kravdi at javnaðarflokkurin skuldi lata samráðingarleiðsluna til sjálvstýrisflokkarnar so teir kundu sleppa at gera sær fyri skommum við at sýna, at teir ikki megnaðu at skapa eitt »alternativ« til samgonguna sum hevði sit- ið 1970—74, so harra Ed- mund Joensen, sambands- flokkurin setti seg við vilia uttanfyri. Sama gjørdi hann í 1984 og 1990 hóast eg í langa tíð eftir hvørt av teimum valu- num hevði samband við nógvar dugandi sambands- menn, sum væl dugdu at skilja, at tað var neyðugt at teir sokallaðu >heimastýris- flokkarnir< framdu nakrar broytingar á sjálvstýrisleið, so sum veljaraviljin hevði kravt at slíkt skuldi henda var jú fortreytin í 1948. Ístaðin eydnaðist gor- lakkinum — sum dugdi líka illa at telja sum grannskoð- ararnir í Føroya Banka — at billa fólki inn, at vit allar dagar kundu sita upp afturá og taka ímóti »refusi6n« frå danska statinum, hóast øll restin av ríkinum var farin yvir til blokktilskotsskipan. Men sum grannskoðarar- nir í Føroya Banka bert kundu fjala støðuna í stutta tíð, men leingi nokk til at bankin kundi ræna 1,5 milliard — varnast fleiri og fleiri = sambandsfólk at skammiliga stødan, sum tvíhildið verður um, har eingin føroysk semja fæst um broytingar, sum vit kunnu spæla út mótvegis dønum, ger at ríkisfelags- skapurin fer í rot. Tá hjálpir lítið, at Ed- mund J., Jóhannes M., Jákup Joensen, Bjørn á Heygum og fleiri sita og gorra tað, sum fremsti búk- talarin, føroyingar hava átt leggur teim í munn. So talaði sambandsmað- urin Finnbogi Arge og ikki Zaratustra. Atli P. Dam Takk Eg takki tykkum øllum, sum mintust meg á fødingardegnum 10. februar. Heilsan Rigmor Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum syndu samkenslu, tå kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara OLUFFA PAULA THORSVIG Térshavn doyði og varð jarðað. Tøkk til starvsfólk á Ellisheiminum og Landssjúkra- húsinum, tøkk til Bjarna Bæk, prest, sangarar og annars øll, ið hjálptu til. Tøkk fyri blómur og krans ar. Tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara sein- asta hvíldarstað Fyri tey avvarðandi Poul-Erik, Solveig og Knud |