leygardagur 28. februar 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—"———øid A —
Nr. 40 — 28. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið SOSlalun
Bankamálið ov flokjasligt
at fara í rættin við
— Tað er ti at fegnast um, at Den Danske Bank nú gongur við til at leingja
fyrningarfreistina, so vit fáa ein móguleika at royna samráðingarloysnina,
sigur formaðurin
DAGNY JOENSEN
Tad er einki ivamál hjá
Knud Sørensen, forstjóra í
Danska Bank og Knud
Heinesen, formanni í Fígg-
Ingargrunnurin, hvør eigur
at hava leiklutin í samráð-
ingunum um bankamálið.
Tað er avgjørt Danske
Bank móti Figgingargrunn-
inum
Trupulleikin er bert, at
Landsstýrið hevur frábiðið
sær, at formaðurin í Fígg-
Ingargrunninum, leggur seg
út í málið.
Knud Heinesen sigur í
viðmerking til hetta, at hó-
ast Fíggingargrunnurin er
beinleiðis mótpartur hjá
Danske Bank, so hava stjór-
nin og Landsstýrið tikið sær
høvudsleiklutin
Bidar eftir svari
— Figgingargrunnurin fer ti
at bida eftir, hvat Lands-
stýrið og stjórnin ætla sær
at gera, sigur Knud Heine-
sen
Verður talan um sjálvt
partabrævaumbytid, so er
tað bert grunnurin, sum
kann vera mótparturin, av
tí at vit sótu hinumegin
borðið, tá partabrævaum-
býtið fór fram. Um so verð-
ur, so vil grunnurin sjålv-
andi taka stig til at tosa við
Den Danske Bank, sigur
Knud Heinesen.
Eftir at Grønborg-frå-
greidingin kom fram, setti
formaðurin í Figgingar-
grunninum seg í samband
við Landsstýrið, fyri at gera
eina meting av málinum,
men Edmund Joensen, løg-
maður, svaraði, at Lands-
stýrið ikki var áhugað í at
Knud Heinesen skuldi gera
nakað, áðrenn Landsstýrið
hevði úttalað seg um spurn-
ingin
- Eftir sum grunnurin er
beinleiðis mótpartur í mál-
inum við Danske Bank. Fert
tu nú at seta teg í samband
við Landsstýrið?
- Nei, tað fari eg ikki.
Landsstýrið hevur greitt
sagt okkum, at grunnurin
skal einki gera við málið
Hann skal bert gera sína
skyldu, og harvið verður
tað, sigur formaðurin.
- Heldur tú at málið
endar í rættinum kortini?
— Tað verður, íð hvussu
so er, ikki áðrenn 1. apríl.
Vónandi fáa vit eina avtalu
um samráðingar í lag við
Danske Bank. Hetta málið
er so fjøkjasligt, at tað ikki
er hóskiligt at fara í rættin
við, sigur Knud Heinsen.
Danske Bank gevur
stjórnini ein mánað
Knud Sørensen, forstjóri í
Den Danske Bank sigur, at
teir gingu við til at leingja
fyrningarfreistina til seinast
í apríl mánað, fyri at geva
donsku stjórnini stundir at
fáa valið í Danmark av-
greitt
— Nú bíða vit bert eftir at
fáa svar frá Fíggingargrunn-
inum, sigur Knud Sørensen.
Hann váttar at tilboðið
um endurgjald stendur við,
Síðsta útspæl ið hjá Danske Bank:
Tekur fyrivarni í
Oskrivadum reglum
Hóast Danska Bank hósdagin gekk við til at leingja fyrn-
ingarfreistina í bankamálinum, nýta teir fyrningarlógina
frá 1908 sum útgangsstóði. Har er ein óskrivað regla
galdandi, sum sigur, at mótparturin í hesum máli átti at
gjørt vart við seg beinanvegin
DAGNY JOENSEN
Hósdagin hevði Den Dans-
ke Bank ársaðalfund.
Umframt at roknskapurin
og úrslitið var sera gott, so
var eisini avgjørt, at ganga
við til at útseta fyrningarf-
reistina viðvíkjandi banka-
málinum. Samstundis ger
stovnurin vart við, at hóast
teir ganga við til hetta, so
meta teir at málið er fyrnað
fyri langari tíð síðan.
Løgfrødiliga freistin er 5.
mars í fyrsta lagi, tá avtalan
um partabrævabýtið var
gjørd, og 22. mars, sum er
dagurin tá málið var enda-
liga avgreitt..
Oskrivada reglan í fyrn-
ingarlógini er, at partarnir
skulu gera vart við seg bein-
anvegin.
Tey krøv, sum møguliga
vóru, átti Fíggingargrunn-
urin, sum skipaði fyri parta-
brævaumbýtinum, at gjørt
vart við beinanvegin.
Tá grunnurin ikki mót-
mælti beint aftaná parta-
brævaumbýtið, heldur Den
Danske Bank, at málið var
fyrnað fyri langari tíð síðan,
og tí eisini áðrenn Grøn-
borg-frágreiðingin kom.
Hetta er eitt løgfrødiligt
útspæl, sum kann fáa týdn-
ing, um málið endar í rætti-
num, sigur ein løgfrødingur
við Sostalin.
Tað merkir, at hóast bank-
in gongur við til at útseta
freistina, tekur hann sam-
stundis fyrivarni við at siga,
at freistin er farin, áðrenn
teir geva hesa tilsøgn.
og at tað verður í upphædd
eftir ti, sum Grønborg-frå
greiðingin vísti til
Um talan er um 100 ella
200 mió. krónur, vil hann
ikki siga, men heldur, at
upphæddin ikki er nakar
trupulleiki. Um tað er neyð-
ugt við meira enn 200 mió.
krónum, so er tað eisini í
lagi.
— Tað er fyri so vítt ikki
tað, vit skulu tosa meir um
Nú áttu vit og Fíggingar-
grunnurin at sett okkum
niður at tosa um, hvat er
skilabest at gera, sigur
Knud Sørensen.
Knud Sørensen, forstjóri í
Danska Bank, sigur, at
hann bíðar eftir svari frå
Knud Heinesen, formanni
í Figgingargrunninum
Knud Heinsen sigur at
hann bíðar eftir. hvat
danska stjórnin og
Landsstýrið ætla at eera
Knud S. og Knud H.
Spurdur, hvør skal taka stig
til at fåa partarnar at tosa vur frábiðið
saman, Sigur Knud Søren- sær råd frå formanninum i
sen, at tad eigur Knud Hein grunninum, sum er mót-
esen at svara. parturin hjá Danske Bank
Tá blaðið fór til prent- hesum mál
ingar, segði formaðurin í
Fíggingargrunninum, at als
einki meir var hent í máli-
Landsstýrið ne
air
einki at frætta, ti har var
landsstyrisfundur allan dag-
num. in
Í Tinganesi var heldur
Torkil H. Petersen
Formula Xerox:
"Eftirlortartrygging er
partur av ak
starvsfólkapolitikki"
Á
. EI IR
AT HAVA
VIRKISEFTIRLØN?
O Hon er partur av okkara
starvsfólkaábyrgd
O Hon skapar d
- eisini eftir hut 45:
€ Eftirlonin er natúrligur partur
av lønini
trivna
FØROYA LIVSTRYGGING
Tif:1 29 19