Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr, 40 — 28. FEBRUAR 1998 Fótbóltur: Fyri fyrstu ferð í fimm mánaðir hevur Todi Jónsson aftur dyst fyri FC Keypmannahavn Todi Jónsson er aftur á vøll- inum. Sunnudagin spældi hann ein hálvan tíma av dysti móti norska Strómsgodset í eini norðurlendskari kapp- ing, sum verður spæld í Spania í hesum døgum. — Tað kendist sera gott aftur at spæla dyst. Tað hev- ur verið hart at komið ígjógnum seinastu mánað- irnar, ikki minst tí óttin hev- ur verið har fyri, at eg kom ongantíð at spæla aftur, segði ein fegin Todi Jónsson eftir 2-1 sigurin hjá FC Keypmannahavn á Strøms- godset. Todi kom á vøllin tá tað manglaði ein hálvur tími av dystinum og stødan var 2- 1, og ongantíð áður hevur klaksvíkingurin verið so fegin um at spæla seinasta hálva tíman av einum venj- ingardysti. Seinastu fimm mánaðir- nar hevur Todi stríðst við skaða í lærkrikanum, og tíðindablaðið SN 23 . 2 Todi Jónsson: ikki fyrr enn hann fekk eina = tín B. Larsen, Kenneth lopsspælarunum, Steffen K. hålvfinalan var millum skurðviðgerð í Miinchen Jensen og Clemment Hansen, fram til 1. juli. norska Rosenborg og IFK stutt fyri jól, gekk fram á Clifford. FCK-venjarin Kent aftur. Síðani tá hevur Todi vant í FCK, og sunnudagin varð hann mettur verða klárur til at fara í dyst aftur. — Eg merki framvegis til skurðin, men nú havi eg ikki pínu longur. Fyrsta málið hjá mær er at koma upp á stødid, eg var á áðr- enn eg fekk skaðan, og so kann eg fara at hugsa um at vinna plássið í álopinum hjá FCK aftur. Undir venjingini týsdagin toygdi Todi ein vødda í lær- inum, og tí var hann ikki við, tá FCK mikudagin vann 1-0 á Halmstad. Men tá FCK fríggjadagin fer at spæla hålvfinalu í norður- lendsku kappingini, verður Todi væntandi klárur aftur. Tho-To ódnarveðrið Kappingin er hørd í álop- inum hjá FCK — harðari enn hon hevur verið. Í vetrar- steðginum keypti FCK gamla AGF-toppskjúttan Thomas Thorninger heim úr Italia, og frammanundan eru fleiri góðir álopsspæl- arar í felagnum, millum annað David Nielsen, Mar- Men stóra Keypmanna- havnarfelagið hevur fyrst og fremst brúk fyri spælar- um, sum kunnu avrikad nakað undir trýsti í týdning- armiklum dystum, og tað hevur Todi ferð eftir ferð víst, at hann kann. Ti er tað ikki so løgið, at dreymaálopið hjá FCK-við- haldsfólki er mannað við Thomas Thorninger og ein- um Toda Jónsson í topp- formi, og partur av donsku pressuni leggur eisini upp til, at FCK í vár og í summar fer at stilla upp við einum Tho-To ódnarveðri í fremstu rød. Og so eru vón- irnar fyri at syfta arvafígg- indarnar í Brøndby av meistaraplássinum nógv betraðar sammett við stød- una undan vetrarsteðginum. Thomas Thorninger, David Nielsen og Todi Jónsson verða uttan iva teir, sum fara at stríðast um tey tvey álopsplássini á FCK- liðnum, og FCK hevur eis- ini ásannað, at teir hava ov- mikið av álopsspælarum, og teir hava tí leigað ambitigsu Fremad Amager ein av á- Karlsson hevur givið á- bendingar um, at tað væl kann koma upp á tal, at FCK í onkrum dysti fer at stilla við trimum áleypar- um, tí álopssinnaðu kreftir- nar í felagnum eru so nógv- ar. Í venjingardystunum, sum FCK hevur spælt hig- artil, hevur eingin álops- spælari gjørt serliga vart við seg. Thomas Thorninger, Clemment Clifford og Dav- id Nielsen hava allir gjørt okkurt mál, men tað hava fyrst og fremst verið spæl- arar longur afturi á vøllin- um, sum hava gjørt flestu málini. FCK hótti við at rýma heim Kappingin, sum FCK er við í í Spania í hesum døgum, er eitt óalment norður- lendskt meistaraskap fyri feløg. Tey bestu liðini úr Noreg, Danmark og Svgríki eru við í hesi kapping, og samanlagt luttaka 12 feløg. FCK skuldi í hålvfinaluni í gjár spæla móti AIK Stockholm, meðan hin Gøteborg úr Svøriki Kappingin í sólini í Span- ia hevur ikki gingið so væl, sum feløgini høvdu vónað, og stødid á venjingarvøll- unum hevur serliga skapt stóra ónggd. Saman við ødrum feløg- um hótti FCK áðrenn kapp- ingin byrjaði seinasta leyg- ardag við at rýma heim, tí tað var ikki ómakin vert at venja á so vånaligum vøll- um, sum vóru til taks í Mar- bella-umráðnum. FCK hev- ur skift gistingarhús tríggjar ferðir í fýra dagar, og eisini Brøndby hevur gjørt greitt, at teir verða ikki við í kapp- ingini næsta ár, verða um- støðurnar ikki nógv betri Tað er eitt samstarv mill- um fótbóltssambondini í Svøriki, Noreg og Dan- mark, sum skipar fyri árligu kappingini í Spania, men UFA, sum umsitir sjón- varpsrættindini, er fíggjar- liga trygdin fyri kappingini. ek Skaði spennir bein fyri Jakup Fótbóltur: Seinastu tíggju dagarnar hevur Jákup Mikkelsen ikki luttikið í venjingini hjá Herfølge Jákup Mikkelsen hevur seinastu 10 dagarnar hildið frí frá venjingini hjá Her- følge. Í venjingardysti móti FCK fyri smáum tveimum vikum síðani versnaði ein skaði í knænum so nógv, at neyðugt var við einum steðgi. — Eg havi fingið tað, sum tey kalla jumpers knee. Tað er tá stóri lærvøddin verður overvaður og knýtir seg undir knænum. Skaðin er helst komin av, at vit hava spælt á so ymiskum vøllum (grus, gras og grasliki), og eisini av, at eg verði nógv brúktur til at sparka bóltin fram á vøllin, greiðir Jákup Í gjár fór Jákup undir at venja aftur, og sunnudagin fara hann og restin av Her félge-liðnum á flog ul Spania, har liðið skal brúka næstu vikuna til at spæla venjingardystir móti sðrum norðurlendskum liðum sum fyrireika seg til heim- ligu kappingina í sólini í Suðureuropa. — Vit skulu spæla tríggjar dystir í næstu viku, og sjálvt um eg havi verið skaddur, og Kai Larsen tí hevur stað- ið í málinum, rokni eg við at sleppa at spæla onkran av dystinum. Aðrenn Jákup fekk skað- an var hann heilt greitt tann málverjin, sum Herfølge- venjarin Ole Mørch satsadi uppá, og tað skal vera løgid, um hann hevur broytt hugs- an eftir 10 døgum. ek Jákup Mikkelsen hevur verið skaddur seinastu dagarnar, men er nú um at koma fyri seg aftur