týsdagur 3. mars 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 3. MARS 1998
tíðindablaðið
js Ra
hal JU
19
Jåkup Sverri Kass (7) og hinir i Neistanum måttu i åsanna, at Pole Hansen (10) ikki var til at stedga seinastu
tiggju minuttirnar av dystinum sunnudagin
Hondbóltur: Neistin mundi spælt
SÚF e jitt rættiligt puss, tá liðini hittust
á Skála sunnudagin. Men StÍF tók
seg saman móti endanum
Í seinastu viku skrivaðu vit,
at Neistin líktist einum 2.
deildarliði, men tað gjørdu
teir so ikki — í løtum — móti
SUF á Skála sunnudagin.
Tað skal nevnast, at í løt-
uni stendur meira upp á
spæl hjá Neistanum enn hjá
strandingum, sum bert
kunnu gera sær vónir um
silvurmerkini, nú fýra um-
fór eru eftir at spæla í lands-
kappingini
Og tað sást eisini, at StiF
tok rimiliga lætt upp å upp-
gåvuna fyrstu løturnar i
dystinum móti botnliðnum
úr Havn. StÍF kom leikandi
lætt upp á 9-3 og seinni 11-
5, og alt så út tilat fara at
ganga sum væntað. Men so
steðgaðu strandingar upp,
og Neistin fór at spæla
rættiliga væl móti endanum
av hálvleikinum. Við Kára
Mortensen og Karl Oddmar
Rasmussen á odda pilkaðu
teir nógv av StÍF-leiðsluni
áðrenn steðgin, so stødan í
hålvleikinum var 15-13 til
SIF.
Nógv roknadu vid, at
strandingar fóru at taka seg
saman í seinna hálvleiki, og
at Neistin fór at missa luft-
ina, men hvørki av hesum
hendi.
Neistamenn hildu fram
við góða spælinum, meðan
StIF-liðið týðiliga var tikið
á bóli. Artur Johansen varð
mansvardur so at siga allan
dystin, og strandingar
høvdu eitt sindur trupult við
at vera hann fyriuttan í á-
lopsspælinum. Artur gjørdi
einki mål i seinna hålvleiki.
John Petersen, sum dagin
fyri var komin aftur av venj-
ingarlegu við fótbóltslands-
liðnum í Spania, var væl
fyri og var umframt Artur
einasta veruliga skothóttan-
in á StIF-liðnum. Eitt sindur
av undirmetan av mótstýðu-
liðnum hevur ivaleyst eisini
spælt sín part, og tá seinni
hálvleikur var tíggju min-
uttir gamal, tók Neistin
leiðsluna fyri fyrstu ferð
síðani í byrjanini av dystin-
um. Strandingar fóru at
smáskeldast sínámillum, og
ein sensatión lá í luftini.
Pole og Jóhan
Men StIF kom fyri seg, og
tað var fyrst og fremst
tveimum monnum fyri at
takka: Pola Hansen og Jó-
han Danielsen. Frá støduni
19-19, tá seinni hálvleikur
var hålvrunnin, gjørdi Pole
Hansen næstu 12 minuttir-
nar seks mål, og hesa løtuna
fór StiF framum 27-22.
Samstundis spældi Jóhan
Danielsen ein branddyst í
StIF-málinum. Neistamenn
vóru fleiri ferðir púra leysir
i skjótálopum. men Jóhan
tók tað mesta, sum kom
Mynd: Álvur Haraldsen
StIF slapp við skrekkinum
ímóti honum. Tá StIF fór
framum aðru ferð, var ov
lítil tíð eftir hjá Neistanum
til at gera enn ein vgrr, og
strandingar sluppu við
skrekkinum hesaferð. Men
Neistin gav greið tekin um,
at liðið veruliga kann spæla
væl og gera nøkur mál. Teir
fingu heldur einki stig hesa-
ferð, men tað var nærri við
enn tað leingi hevur verið.
Alt liggur framvegis á sein-
asta dystinum móti KIF,
sum ivaleyst verður altav-
gerandi fyri, hvør sleppur at
halda fram í 1. deild, og
hvør fer niður í 2. deild.
SIF vann, tå avtornaði,
við tíggju málum, men tá
sjey minuttir vóru eftir, vóru
bert tvey mál á muni, so
endaliga úrslitið er eitt sind-
ur misvísandi -- munurin var
ikki so stórur. Strandingar
kappast framvegis við H71
um silvurid. H71 og SÍF
hava framvegis ein dyst eft-
ir at spæla móti hvørjum-
ødrum. Tað verður í Havn
sunnudagin 15. mars.
elj
1. deild menn:
StIF-Neistin 33-23 (15-13)
StIF: Pole Hansen 7, John
Petersen 6, Alexandur Jo-
hansen 5, Artur Johansen 4,
Sveinbjørn Poulsen 4, Jón-
leif Sólsker 4, Agnar Høj-
gaard 3.
Neistin: Kåri Mortensen 8,
Karl Oddmar Rasmussen 6,
Jåkup Sverri Kass 3, Jan
Niclasen 2, Finnur Petersen
2, Teitur Samuelsen 2 2.
Utvisingar: SÍF 4, Neistin
5.
FM i bordtennis
— eldri deildir
Meistaradeildin menn, einmansleikur:
i. Jákup Hansen, Streymur (føroyameistari)
2. Fridi Jensen, TBF
3. Eyðun Luid. Tór
Í tvímansleiki:
1. Jákup Hansen/Vilmund Jacobsen, Streymur/Oy ÍF
(føroyameistarar)
2. Birgir Carlsson/Eydun Luid (Tør)
Meistaradeildin kvinnur, einmansleikur:
i. Paula Eikholm, Streymur (føroyameistari)
2. Juanna Joensen, TBF
3. Sunrid Hansen, OyIF
i tvimansleiki:
i. Sunrid Hansen/Tanja Poulsen, OyÍF /NÍF (før-
oyamelstarar)
2. Juanna Joensen/Annika Strøm (TBF)
Meðaldeildin menn, einmansleikur:
1. Vilmund Jacobsen, OyIF (føroyameistari)
2. Jén Térur Holm, TBF
3. Johannus Ellingsgaard, Tór
i tvimansleiki:
i. Johannus Ellingsgaard/lan Jacobsen, Tor/OyIF
(føroyameistarar)
2. Vilmund Jacobsen/Eyðun Jacobsen, OyÍF
Blandaður tvímansleikur:
i. Juanna Joensen/Hans Hammer, TBF (føroya-
meistarar)
2. Paula Eikholm/Bergur Jacobsen (Streymur/Tór)
3. Elinborg Nygaard/Jákup Hansen (TBF/Streymur)
ES
Tå Artur Johansen vard mansvardur, var John Petersen einasta veruliga
skothóttan, sum var eftir hjá strandingum
Mynd: Alvur Haraldsen