mikudagur 4. mars 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
sg ir
Nr. 42 — 4. MARS 1998
Tá tað ridur
um nano
I demokratiskum londum
hava parlamentini lyndi til at
býta seg sundur í tveir rætti-
hga javnt stórar partar. Vit
kenna tað frá okkara egna
Løgtingi. har samgongur
sjåldan hava meira enn ein
tingmann, í mesta lagi tveir,
í meiriluta
Tað sama ger seg galdandi
í størri londum. Í Danmark
er tað vanligt, at munurin
millum teir borgarligu og teir
vinstrahallu flokkarnar er so
lítil, at teir fýra tinglimirnir
úr Norðuratlantshavi — tveir
føroyskir og tveir grøn-
lendskir — gera munin
Aftur hesaferð var tað fyri
nøkrum døgum síðani, at tað
reið um snarið, hver bólkur í
Fólkatinginum fór at fáa
meiriluta. Síðani hava kann-
ingar víst, at teir borgarligu
eru fremri, men tað kann jú
broytast aftur, áðrenn valt
verður í næstu viku
At gera eina avtalu
Tjóðveldisflokkurin hevur
havt umboðan á Fólkatingi í
fýra år, frá 1973—77, men
kom ongantíð í ta stødu at
eiga ta avgerandi atkveðuna
Tað hava harafturímóti
bæði Sambandsflokkurin,
Javnaðarflokkurin og Fólka-
flokkurin havt. Hesir tríggir
flokkar hava tá styðjað antin
eina høgra- ella eina vinstra-
stjórn — treytaleyst. Flokkar-
mir eru eisim farmir upp í
danskar flokkar — í Vinstra,
Sosialdemokratiska Flokkin
ella Konservativa Fólka-
flokkin. Teir eru soleiðis
vorðnir integreraðir partar av
donsku politisku skipanini
Eg haldi, at Tjóðveldis-
flokkurin eigur at reka poli-
tikk, har flokkurin fær kjans-
in til tað. Eisini á Fólkatingi
Tað er neyvan skilagott at
velja fólk í eitt parlament við
tí endamål:, at tey ikki skula
reka PONUKK
Kemur Tjóðveldisflokkur-
in at eiga ta avgerandi at-
kvøduna, um so er, at tað ríð-
ur um snarið millum høgra
og vinstra á Fólkatingi, eigur
flokkurin at fáa sum frægast
burturúr. Hann eigur at royna
at gera eina avtalu, sum
gagnar Føroyum og ber á ta
politisku leið, sum er Tjóð-
veldisfloksins
Uppilegging?
Afturfyri má umboð Tjóð-
veldisfloksins so binda seg
til at styðja stjórnarsamgong-
una og atkvøda fyri uppskot-
um, sum stjórnin leggur fyri
Fólkatingið
Onkur vil kanska vera við,
at hetta er at leggja seg út í
danskan politikk. Hartil er at
siga, at danska grundlógin
noyðir føroyingar meira ella
minni at leggja seg út í
danskan politikk. Tí í grund-
lógini er ásett, at føroyingar
skula velja tvey umboð á
Fólkating. Og ein og hver
fólkatingslimur hevur ávirk-
an — antin hann so atkvødur
ja ella nei ella blankt
Men tað verður ikki eitt
tjóðveldisumboð, sum fer at
leggja danskan politikk til
rættis. Tað gera danir sjálvir
Danskir myndugleikar
hava lagt seg út í føroysk
viðurskifti í 600 ár. Tað man
ikki bila, um ein tjóðveldis-
maður ella -kvinna ávirkar
avgerðirnar í Fólkatinginum
í nøkur ár, hóast bæði hond
og rødd Tjóðveldisfloksins
eru føroysk
Finnbogi Ísakson
Skráseting Foroya
hevur í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan
Skrásetingar-nr.
PA 1927, PA Frá
17.10.1991, 100 Tórs-
havn
Vidtøkur broyttar:
04.12.1997
Kapitalur:
Hækking við
kr. 5.000.000,00 til
kr. 8.000.000,00
inngjaldingarháttur:
Kr. 5.000.000,00
skuldarumskifti til
216
Tekni lur:
Felagið verður teknað av
stjóranum ella allari
neyndini
við
kurs
Skráseting Foroya
tann 2. mars 1998
Kristin Balle
Skráseting Foroya
hevur í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan
Skrásetingar-nr.
P/t 2451, PÆ Kassamið-
stoðin, 430 Hvalvík
Nevnd:
Farin úr nevndini. Janus
Norðberg, Birnugøta 1,
100 Tórshavn
innkomin í nevndina:
Harald Eirikstoft, Dr.
Dahisgøta 4, 100 Tórs-
havn
Skráseting Foroya
tann 2. mars 1998
Kristin Balle
Viðmerking til útvarpsorðaskiftið:
Loysing og sjálvstýri
<= | sunnudagsprýði
Í politiska orðaskiftinum fyrra-
kveldið lótu sokallaðu sjålv-
stýrisflokkarnir seg rættiliga úr
og avdúkaðu eitt kalt og tak-
tiskt spæl um okkara ríkisrætt-
arligu viðurskifti, sum teir siga
seg vilja broyta
Einaferð — onkuntíð, bara
ikki nú, tí teir hava ikki stund-
ir til tess, ella fyri Fólkaflok-
sins viðkomandi eru íkki lidnir
at lensa landskassan á hesum
sinni
Vit vita øll, at verandi skipan
er niðurslitin og framyvir bert
fer at forpesta samskiftið ímill-
um føroyingar og danir.
Síðan tað í 1995 varð avdúk-
að, at Poul Schliiter og Uffe
Ellemann í september 1992
løgdu ein embætismannabólk
í slys eftir føroyingum og slys-
ålopid eydnadist, hevur tad
staðið meira enn 60% av før-
oyngum greitt, at økt sjålvstyri
skal útvegast og greiður skiln-
aður gerast ímillum føroyskar
og danskar ábyrgdir og rætt-
indi, men langa tíð framman
undan var Javnaðarflokkurin
farin undir at fyrireika nýggja
skipan ístaðin fyri Heima-
stýrislógina
Samtykt var gjørd um hetta
á landsfundi í 1981, og síðan
hevur hendan ætlan verið stað-
fest í samgonguskjølum við
Sjálvstýrisflokkin, Fólkaflokk-
in sovæl sum við Tjóðveldis-
flokkin.
Men nú er vent í holuni
Nú Javnaðarflokkurin hev-
ur fingið uppskot um stjórn-
málanevnd til viðgerðar á tingi,
og hevur sagt frá hvussu langt
vit kunnu hugsa okkum at
farið, nú hava broytingarnar
ongan áhuga, ella stundir eru
ikki til at umhugsa slíkar.
Heini O. Heinesen nevndi
stovnan av tjóðveldi ferð eftir
ferð og segði hetta vera tað
sama sum loysing, men hann
vildi onki gera við málið nú,
hann vildi bert á danating at
greiða dønum frá ynski sínum
— hóast danir langt síðani hava
boðað frá, at tað má vera eitt
føroyskt meirlutaynski, sum
fær viðgerð og vinnur frama í
Danmark. Síðan vildi Heini
fara til verka aftan á valið, og
skilti eg hann rætt, meinti hann
komandi løgtingsval.
Fólkaflokkurin, sum ynskti
loysing í fyratiårunum, men
sum í síðstu létu áðrenn fólka-
atkvøduna í 1946 skifti stúku,
fór nú úr henni aftur og skifti
fyri 14 døgum síðani á lands-
fundi aftur til gomlu fullveldis-
stúkuna. Men hann hevur held-
ur ikki stundir at gera neyðuga
arbeiðið.
Hví? Hava Sambandsflokk-
urin og Fólkaflokkurin enn
okkurt, sum ikki er kroyst burt-
ur úr samfelagnum
Sjálvstýrisflokkurin hevði
bert eini konkret grindi á fólka-
tingi, og vóru tey at siga frá, at
danskt bankaeftirlit ikki er
nytiligt í Føroyum, hetta er
soltið.
Helenu nýtist ikki at fara á
Fólkating við teim boðum, tey
bar undirritaði fyri meira enn
4 árum síðani fram á Fólka-
tingi.
Ein bankaæeftirlitsskipan,
sum kunnar føroyska búskap-
arumsiting heilt og fult um
støduna í føroyskum peninga-
stovnum, skal sjålvsagt vera
partur av nyggju skipanini.
Men hendan skipan skal fyri-
reikast her í Føroyum, áðrenn
farið verður til samráðingar.
Men hetta hevur Helena
onki boð uppá, nei, vit skulu
hava fólkaatkvgðu fyrst.
Um hvat, má ein spyrja? Er
hetta íkki eisini eitt gelt tak-
tiskt spæl, sum skal dylja tað,
sum nøkur okkara hava vitað,
nevniliga, at tey seinastu 30
árini hevur Sjálvstýrisflokkur-
in ongan hug havt til at taka
stig á sjálvstýrisleið.
Edmund Joensen valdi sær
sjålvum og Paula líkur at siga
sum partamaðurin Knud Krist-
ensen segði á sinni: >A be-
nægter fakta« og legði afturat,
at onki orð er sagt um, hvat
skal koma ístaðin fyri Heima-
stýrislógina.
Hetta er ósatt!
Javnaðarflokkurin hevur lagt
eitt heilt katalog fram yvir
neyðugar broytingar, men
hevur við vilja ikki givið tí
lógarsnið fyri at allir flokkar
skulu fáa hevi til at ávirka
endaligu orðingarnar.
Men tað sær út til at loys-
ingar- og sjálvstýristos teirra
bert er til sunnudagsbrúks, tí
sendingin gav kenslu av, at
hesum tilboð Javnaðarfloksins
havna allir flokkar við tí hjá-
putri at bíðast skal til eftir løg-
tingsvalið.
Tað er smáligt, um teir bert
vilja dylja, at tað er Javnaðar-
flokkurin, sum rekur realpoli-
tikk, og at hesin hevur fingið
veljarameirlutan í sín part.
At bíða eftir løgtingsvalin-
um er eisini vandamikið, tí
hvør sigur, at Sambandsflokk-
urin og Fólkaflokkurin íkki
ganga saman aftur tá, og tá
verða vit undir ódemokratisk-
um sambandskum $ 13 banni,
sum forðar fyri broytingum í
ríkisfelagsskapinum
Tí aftan á valið verður stød-
an framvegis tann, at hvørki
tjóðveldið ella sambandið vilja
ásanna, at flokkar sum hver
sær bert umboða 20% av. velj-
arunum, fáa ikki einsamallir
sín vilja framdan
3. mars 1998
Atli P. Dam
Tit ungu og Internet
Tit ungu hugsa um framtíðina. Tit hugsa um kærleika, børn, útbúgving, arbeidsmøguleikar, Inter-
net o.m.a. Sambandsflokkurin hugsar eisini um tykkara framtíð - hvussu skal okkara samfelag
síggja út tey komandi árini
Ein og hver eigur at seta sær
høg mál í lívinum uttan at vera
bangin fyri, at tað miseydnast
Um ikki okkurt miseydnast, er
ov lítið vágað, og málið kanska
ov lágt sett
Undanfarin ættarlið tosaðu
um tað, sum hendi í granna-
lagnum og bygdini, tað var
teirra verð. Tað var um tað
mundið ikki vanligt við sam-
bandi ímillum bygdir, álitið
vóru bygdagøturnar og sjóveg-
is ferðasambandið
Heimsborgarar
Tit ungu í dag kunnu hoyra
foreldur tykkara siga frá teim-
um stóru broytingum, sum
hendar eru í bygdasamfelag-
num við økta ferðasambandi-
num eftir veganeti og munandi
betri sjóvegis sambandi
Tit tosa m.a. um tað, sum
hendir í útheiminum, sum via
elektronisku tólini kemur inn í
stovurnar, har fylgjast kann við
hendingum runt allan knøttin
hvønn tíma á degnum. Tit eru
líka so fim við teldum sum tey
eldru vóru við ár ávegis móti
gyltum fiskimiðum. Vit eru
vorðin heimsborgarar. Ein
kann siga, at allur heimurin á
ein hátt er vorðin nógv minni,
hann er harumframt eitt felags
virkisøki. Hesir nýggju møgu-
leikar fara vónandi at bøta um
kappingarføri hjá Føroyum.
Sambandsflokkurin og
Internet
Síðani seinasta fólkatingsval,
sum var í september 1994, er
Internet vorðið meira og meira
útbreitt. Tey eldru hava ikki so
nemt við at fylgja við øllum
hesum nýggja sum hendir. Men
tit ungu fylgja við. Tit síggja
at hetta er nakað. Ein kann sita
úti í Fugloynni og lesað blød-
ini, áðrenn Másin er komin við
posti, og ein annar kann sita
og senda eitt bræv úr Sørvågi
til onkran vin í Havn og fáa
svar aftur eftir eini lítlari ltu
Internet-vøksturin kemur at á-
virka okkara framtíð, tað veit
eingin so væl sum tit ungu
Mangan verður lagt eftir
Sambandsflokkinum, at vit
bara vilja aftur til gamlar tíðir
og at vit bara eru fyri tey eldru
Men hetta er sjálvsagt, tvælt
Sambandsflokkurin var t.d
fyrsti føroyski flokkur á Inter-
netinum. Tit eru vælkomin at
støkka inn á heimasíðuni hjá
Sambandsflokkinum á
Christiansborg.Har er nógv til-
far um arbeiði seinastu árini á
Christiansborg og um valstríð-
ið
Útbúgving og
ríkisfelagsskapurin
Útbúgving og umskúling er
besta fløga, eitt land kann gera
fyri at tryggja sína framtíð.
Sambandsflokkurin hevur
sum einasti flokkur her á landi
tvíhildið um útbúgvingar-
møguleikan, sum liggur í rikis-
felagsskapinum, og harvið
tryggjað tykkum ungu eina
framtíð bæði innan- og uttan-
lands.
Sambandsflokkurin vil ikki
lata besta og størsta útbúgv-
ingarmøguleika gleppa okkum
av hondum av berum óvilja og
ósketni
Lógir sum viðvíkja hægri út-
búgvingunum í Danmark vera
vidgjørdar í fólkaunginum. Tit
ungu sum læra kunnu altíð
venda tykkum til Sambands-
umboðið á Christiansborg við-
víkjandi hesum útbúgvingum
Tær eru eisini okkara. Hesum
er ríkisfelagsskapurin borgan
fyri. Sambandsflokkurin tosar
føroyasøk, eisini á hesum gkj-
um. Vit ynskja positivt sam-
starv í rikistelagsskapinum
Sambandsflokkurin torir
at samstarva
Tit ungu tora at taka avgerðir
Meðan hinir flokkarnir bara
tosa um heimabeitispolitik,
torir Sambandsflokkurin at
samstarva við danir um nøkur
øki, har hetta loysir seg best
Her verður m.a. hugsa um
verjumál, uttanríkismál, dóms-
vald og hægru útbúgvingarnar.
Sambandsflokkurin torir eisini
at endurskoða heimastýrislóg-
ina, soleiðis at vit fáa eitt skila-
gott samstarv í ríkisfelags-
skapinum, eisini tá ið tit ungu
fara at eldast, einaferð langt
inni í framtíðini.
Eins og tit ungu, ynskir
Sambandsflokkurin framburð.
Flokkurin arbeiðir fyri at
styrkja búskapin í Føroyum.
Vit halda íkki, at tann stóri
stuðulin år Danmark til Før-
oyar er tað allarbesta. Men vit
eru takksamir fyri hendan stuð-
ul, so leingi sum føroyski bú-
skapurin er so veikur. Vit royna
við okkara politikki at bóta um
inntøkugrundarlagid í Føroy-
um. Eins og tit ungu.
Hugsar tå um framtidini, so
studlar tå Sambandsflokkin til
valið 11. mars
Johannes Martin Olsen
Sambandsflokkurin