Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 42 — 4. MARS 1998 tíðindablaðið Ss 9 Hugleiðingar um føroysku olju- logina og føroysku oljufeløgini Um fóroyingar veruliga ynskja at hava eitt oljufelag, sum hevur neyðugu figgjarligu styrkina til at kunna gera seg gald- andi í kapping við útlendsk oljufeløg ella sum kann gerast »seriøsur« og veruligur samstarvsfelagi við hesi á jøvnum føti í einum samtaki, átti kanska heldur at verði hugsað um, hvørt tað er møguligt at stovna føroyskt oljufelag, sum bæði tað almenna og privatir kunnu verða eigarar av (hálv-alment felag) Sum øllum kunnugt standa Føroyar á gåttini til byrjan- ina av einum leitingarskeidi eftir olju og gassi (kolvetn- um) å føroyska landgrun- ninum. Åsetingin av teim- um løgfrødisligu kørmun- um, sum hendan frålanda- vinnan skal virka undir, hev- ur leingi verið á veg, og er í samband vid Løgtingsins vidtøku av lógaruppskoti- num tann 24. februar 1998 komin undir land, og løgfrødisliga við einum úr- sliti, sum Føroyar kunnu verða nøgdar við. Við teimum útlitum, sum við slíkari vinnu, eru fyri samfelagsbúskaparligari framgongd fyri Føroyar og vinningi fyri tann einstaka, um kolvetni verða funnin, er einki løgid i, at Lands- stýrið eisini hevur gjørt sær tankar um, hvørt landið sum liður í eini frálandavinnu skal seta á stovn alment før- oyskt oljufelag, sum saman við útlendsku oljufeløgu- num skal kunna taka lut í oljuleitingini og útvinning- ini av kolvetnum um hesi verða funnin. Oljuráðleggingar- nevndin og løgmadur draga ikki sou linu Oljurådleggingarnevndin hevur i sini frågreiding til Landsstyrid ikki mælt til, at alment oljufelag verður stovnað nú, men at Lands- stýrið ístaðin í samband vid veiting av loyvum til olju- leiting skal fyrihalda sær rættin til at lata eitt alment oljufelag koma uppí virk- semið hjá teimum oljufeløg- um, sum fáa leitingar- og út- vinningarloyvi. Seinastu vikurnar er í før- oysku fjødlmidlunum sagt frå, at løgmaður, hóast til- mæli frá Oljuráðleggingar- nevndini, hevur sett nevnd til nærri at kanna møguleik- an fyri stovnan av einum al- mennum oljufelag. Meira áhugavert er tó, at fjølmiðlarnir seinastu vikur- nar eisini hava boðað frá, at ikki minni enn tvey privat føroysk oljufeløg nú eru stovnað — annað (P/F Faroes Oil £ Gas Exploration) við útlendskum og hitt (P/F At- lantic Petroleum) við før- oyskum kapitali aftan fyri seg. Harumframt fara út- lendsku oljufeløgini vænt- andi í næstum at stovna dåttirfeløg í Føroyum —- norska Saga hevur longu skrásett deild í Føroyum (Saga Petroleum Føroyar a.S8.) Oljulogin og umsitingin av henni Hendan grein skal ikki snúgva seg um, hvørt tað er gott ella ringt, at stovnað eru privat føroysk oljufeløg, sum í eini útbjóðing kunnu enda í kapping við eitt al- ment føroyskt oljufelag, men skal harafturímóti snúgva seg um, hvørt hend- an stødan kann koma at føra vid sær, at åtlendsku olju- feløgini fara at missa álitið á føroyingum, um oljulógin í samband við veiting av lei- tingarloyvum ikki verður umsitin í samsvar við lógar- innar egna innihald. Tað hevur í samband við fyrireikingina av Kolvetnis- lógini ikki verið nøkur loyna, at føroyingar hava ynskt, at teir skulu hava ser- sømdir í samband við frå- landavinnuna. Lógarupp- skotið frá løgmanni nevndi í hesum sambandi, at krøv skuldu setast oljufeløgunum um skyldu í ávísan mun at nýta føroyska arbeidsmegi, tænastur og veitingar. I åliti- num frå Løgtingsins Vinnu- nevnd bleiv lagt afturat, at krøv skulu setast beinleidis í lógini um, at allur flutn- ingur av útgerð til og frá frálandavinnuni skal fara um føroyskan bryggjukant ella flogvøll. Eingi av hes- um krøvum eru so 6vanlig, at tey vilja ræda oljufeløgini frå at søkja um loyvi til at leita eftir kolvetni å før- oyska landgrunninum, um bert krøvini verda åløgd i tann mun Føroyar yvirhøv- ur kunnu veita neyðugu ar- beiðsmegina, tænasturnar og veitingarnar annars og í samsvar við tann tørv olju- feløgini hava. Føroyingar ikki sersømdir Kolvetnislógin nevnir har- afturímóti einki um, at før- oyingar skulu hava ser- sømdir, tá tað snýr seg um viðgerð av umsóknum um loyvi til at leita eftir olju og gassi. Í grein 6 í lógini er bert ásett, at leitingarloyvi bert kann latast teimum um- søkjarum, sum Føroya Landsstýri metir hevur ney- Auga sakkunnleikan roynd- irnar og førleikan, eins og figgjarligu orkuna at åtaka sær eina so krevjandi upp- gåvu, sum leiting eftir olju og gassi å føroyska land- grunninum vil verða. Spurningurin er so, um tey bæði privatu føroysku oljufeløgini, sum nú eru stovnað, uppfylla tær í lóg- ini ásettu treytirnar. Tað kann als ikki verða ivi um, at hvørki av feløgunum upp- fylla kravid um sakkunn- leika til leiting eftir olju og gassi. Tað kann ei heldur verða ivi um, at hvørki av felógunum sum nú er hava royndir og førleika til at á- taka sær leitingarvirksemi. Viðvíkjandi spurningi- num um fíggjarligu orkuna vita vit frá føroysku fjøl- miðlunum, at P/F Atlantic Petroleum hevur ein parta- felagskapital uppá kr. 25 mill. krónur og at møguleiki er fyri, at hesin kann koma uppá einar 55 mill. krónur, í fyrstu atløgu tó bert upp til kr. 35 mill. Tá hugsað verður um, hvussu kapital- krevjandi oljuvinnan er, er als eingin ivi um, at hvorki 25 mill. ella 55 mill. krónur eru nøktandi til at kunna fremja leiting eftir olju og gassi. Tað er sostatt greitt, at hetta felagið heldur ikki uppfyllir ta triðju treytina í lógini fyri yvirhøvur at kunna fáa eitt leitingarloyvi. Um Kolvetnislógin verður umsitin í samsvar við lóg- arinnar egnu orð tykist so- statt verða greitt, at leiting- arloyvi tí ikki kann latast felagnum P/F Atlantic Pe- troleum. Føroysk luttska uttan týdning Næsti spurningurin er so, um tað broytir uppá stød una, um P/F Atlantic Pe- troleum ger samstarvsavtalu við eitt ella fleiri av teimum útlendsku oljufeløgunum, sum uppfylla tær nevndu treytirnar, og hvar umsókn- in verður innlatin av sam- takinum. Svarið tykist eyð- sæð at verða, at sjálvandi vil hetta føra vid sær, at loyvi so kann latast einum slík- um samtaki, men grund- arlagið fyri at lata loyvi er einans, at útlendska olju- felagið uppfyllir treytirnar í lógini. At føroyska oljufela- gið er við í einum slíkum samtaki er sostatt uttan nakran týdning fyri, at loyvi verður latið samtakinum. Her verður ein tó noyddur at steðga á og spyrja seg sjálvan, hví eitt útlendskt oljufelag, sum sjálvt upp- fyllir treytirnar fyri at fáa leitingarloyvi, skal gera samstarvsavtalu við eitt før- oyskt oljufelag, sum ikki hevur kunnleika, royndir og fórleika til kolvetnisleiting og sum harumframt hevur so lítlan kapital aftan fyri seg, at hesin bert kann mál- ast í promillum (ella minni) av teirri fíggjarligu orkuni, sum krevst til leiungarvirk- semi. Svarið tykist einans at kunna verða eitt, nevniliga at við at gera samstarvsav- talu við eitt førøyskt olju- felag, væntar útlendska olju- felagið, at teirra oljusamtak vil fáa sersømdir frá føroysku oljumyndugleiku num ella at fåa nakrar åvisar fyrimunir í mun til onnur samtøk, sum kappast verður við um til dømis sama leit- ingargki, og sum ikki hava føroysk feløg við í teirra samtaki. Enn meira álvarsligt vil tað verða, um loyvi verður latið einum samtaki, har hvørki føroyski ella út- lendski parturin uppfylla treytirnar fyri at fáa eitt leit- ingarloyvi, og hvar loyvi tí bert verður latið, av tí at eitt føroyskt felag er við í einum slíkum samtaki. Verður hugt at P/F Faroes Oil & Gas Exploration er meira ilt at meta um fíggj- arligu orkuna hjå hesum felagnum, við tað at felagið nærmast tykist at verða at uppfata sum eitt >dóttir- felag< til útlendska sam- starvsfelagan, enska DANA Petroleum, og at fíggjarliga orkan tí hongur saman við fíggjarligu orkuni hjá hes- um felagnum. Stødan hjá hesum felagnum tykist so- statt best at kunna sam- metast við føroysku dóttir- feløgini hjá teimum kendu útlendsku oljufeløgunum, sum nokk flestøll hvør sær uppfylla treytirnar í grein 6 í Kolvetnislógini fyri at fáa leitingarloyvi. Grund til at åvara Hóast tað er at fegnast um, at nakrir einstakir føroying- ar hava dirvi og orku til at stovna feløg, sum aktivt ætla at taka lut í komandi oljuleitingini, tykjast tað verða góðar grundir til at ávara teir føroysku mynd- ugleikarnar og politikarar- nar, sum skulu umsita olju- lóggávuna, móti at toyggja tulkingina av lógini so langt, at leitingarloyvir verða latin føroyskum oljufeløgunum ella samtøkum, hvar før- oysk oljufeløg eru vid, uttan mun til um hesi uppfylla treytirnar í lógini, men bert tí at hesi eru føroysk. Um so verður má roknast við, at útlendsku oljufeløg- ini missa eitthvert álit á og virðing fyri føroyskum politikarum og føroyskum myndugleikum, við tað at tað so gerst greitt, at lógin ikki verður umsitin í sam- svar við innihald hennara, men meira út frá >tjóðska- parligum< fyritreytum. Hetta vil yvir eitt longri skeið uttan iva fáa fylgjur fyri tað samstarvið, sum før- oysku myndugleikaruir og útlendsku oljufeløgini skulu fáa í lag, fyri at oljuvinnan kann gerast ein so góð inn tøkukelda sum møguligt fyri Føroyar Eisini eigur at verða vist á, at tey nevndu føroysku oljufeløgini sjålvi hava boð að frá, at tey vilja virka á vinniligum grundarlagi. Tá ið so er, mugu hesi eisini tola, at man bert vinnur í kapping við onnur feløg, um so er, at man er betur enn hini Alment ella hálv- alment felag Um føroyingar veruliga ynskja at hava eitt oljufelag., sum hevur neyðugu fíggj- arligu styrkina til at kunna gera seg galdandi í kapping vid útlendsk oljufeløg ella sum kann gerast »seriøsur« og veruligur samstarvsfelagi við hesi á jøvnum føti í ein- um samtaki, átti kanska heldur at verði hugsað um, hvert tað er møguligt at stovna føroyskt oljufelag, sum bæði tað almenna og privatir kunnu verða eigarar av (hálv-alment felag) Hetta hevur í útlondum latið seg gera á øðrum økjum, eitt nú innan tele-samskifti, so hví ikki innan føroyska olju- vinnu ? Verður alment ella hálv- alment oljufelag stovnað í Føroyum er umráðandi, at eitt slíkt felag kemur at virka á vanligum vinnuligum treytum og ikki bert sum longdi politiski armurin hjá føroysku politikarunum. Tað vildi verið ólukkuligt fyri Føroyar og føroyska oljuvinnu um føroyingar føldu seg freistaðar til at falla aftur til politikkin í 1980'årunum, hvar ein ofta fekk ta fatan, at tað at fáa til vega fígging til egið vinnu- ligt virksemi, bert var ein spurningur um at hava rætta politiska litin og at kenna teir réttu politikararnar. Tað vildi eisini verið ólukkuligt fyri Føroyar, um politiska mannagongdin í málinum um bjargingina hjá politiskt óhefta Framtaksgrunninum av virkseminum hjá P/F Føroya Fiskavirking (m.a hóttanir móti leiðsluni í Før- oya Banki og í Framtaks- grunninum og uppskot um anti-trust lóg) kom at end- urtaka seg, bert tí at einstak- ir politikarar kunnu hava onnur sjónarmið um eitt- hvørt mál innan oljuvinnuna enn teir persónar, sum eru settir í starv til at taka sær av slíkum málum Latið okkum vóna at Før- oyar og førovingar hava lært av tí farna, soleiðis at olju- vinnan — uttan mun til um ein leiting fer at geva úrslit ella ei — kann geva eitt veru ligt figgjarligt íkast til føroy ska búskapin og samstund IS menna Ísroysku vinnuna soleiðis at hendan í fram tíðini eisini kann gera seg galdandi uttanfyri Føroyar å ødrum økjum enn bert inn an fiskivinnuna Johannus Egholm Hansen Advokatur