mikudagur 4. mars 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 42 — 4. MARS 1998
tíðindablaðið SS
ÍTRÓTTUR
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil C sosialurin.fo
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
—i
www.sosialurin.fo
Í
Jákup á Borg og Heðin á
Fótbóltur: Teir báðir Jákup á Borg úr B36 og
Heðin á Lakjuni úr KÍ fara leygardagin til
London, har teir skulu venja í 2.
deildarfelagnum Watford. Talan er bert um
venjing — eingir sáttmálar eru skrivaðir
Leygardagin fara Jákup á Borg úr
B36 og Heðin á Lakjuni úr KÍ til
bretska høvudsstadin London, har
teir komandi dagarnar skulu venja
við 2. deildarfelagnum Watford
FC.
Tað er millumhandlarafelagið
Nordplayer, sum hevur fingið
hetta í lag. Jákup í Stórustovu,
sum er umboð hjá Nordplayer í
Føroyum, sigur, at tað hevur tikið
rættiliga langa tíð at fáa alt upp á
pláss. Ein trupulleiki var spurn-
ingurin um ES-borgaraskap. Túr-
urin skuldi eisini passa saman við
arbeiðsplássini, og herfyri var
Heðin á Lakjuni eisini við A-
landsliðnum, sum var á venjing-
arlegu í Spania. Men nú er alt
komið upp á pláss, eingin forðing
er í ti, at Føroyar ikki eru limir í
ES, arbeiðsplássini hava víst væl-
vild, og leygardagin fara teir báðir
so úr Føroyum um Keypmanna-
havn til London.
3'arin í SMS stuðlar ferðini hjá
teimum peningaliga, og Atlantic
Airways hevur lagt ferðina til
rættis.
Mugu gera vart við seg
fyri at vaksa um áhugan
Jákup í Stórustovu leggur dent á,
at talan ikki er um nakran sáttmála
millum Watford og teir báðar før-
oysku spælararnar. Teir sleppa at
venja við felagnum, sleppa at vita
hvussu tað er at vera í einum pro-
fessionellum fótbóltsfelag, og so
má tíðin vísa, hvat fer at henda.
Watford vil gjarna hava, at teir
spæla nakrar venjingardystir við
eykaliðnum hjá teimum fyri veru-
liga at síggja, hvussu teir eru sum
spælarar, og hvussu teir roynast í
dysti.
Teir skulu búgva á hotelli, með-
an teir eru í London. Tað er Wat-
ford, sum syrgir fyri uppihaldi og
mati 0.s.fr., meðan teir eru í fel-
agnum.
Jákup í Stórustovu sigur, at tað
er eitt sindur ymiskt, hvussu á-
hugin fyri føroyskum fótbólts-
spælarum er í eitt nú Onglandi.
— Tað er eingin ivi um, at tað
økir eitt sindur um åhugan, at
spælarar sum Todi Jónsson og
Julian Johnsson eru farnir út um
Føroyar at spæla fótbólt. Men eg
haldi tað vera neyðugt við enn
fleiri spælarum sum júst Toda og
Julian, og at teir gera vart við seg
í feløgunum, áðrenn útlendsk fel-
ég veruliga fáa áhuga fyri før-
oyskum fótbólti, sigur Jákup í
Stórustovu.
Hann sigur, at tað á leiðini við
London uttan iva fer at frættast,
Lakjuni til Watford at venja
at Watford hevur tveir ungar før-
oyingar á vitjan. Har eru liðini sera
áhugað í hvørjum ødrum og fylgja
væl við, hvat hendir, eisini á eyka-
liðunum, sigur Jákup.
Sum áður nevnt er bert talan um
venjing. Watford hevur ikki givið
nakað tekin um, at teir eru áhug-
aðir í at gera sáttmála við teir
báðar. Men um teir báðir ungu
føroyingarnir klára seg væl í Lon-
don, hava teir í øllum fórum gjørt
vart við seg og sítt egna navn, og
eingin veit, hvat framtíðin hevur
at bjóða uppá.
Jákup á Borg kemur heim aftur
mánadagin 16. mars og Heðin á
Lakjuni tíggju dagar seinni, hós-
dagin 26. mars.
Tað hevur alla tíðina verið ætl-
anin, at teir skuldu fara avstað í
senn, fyrst og fremst fyri at gera
tað lættari fyri teir báðar.
Elton John og John Barnes
Watford er eitt av teimum smærru
fótbóltsfelógunum í London. Lið-
ið ger nógv við ungdómsarbeiðið
í mun til eitt nú eitt annað London-
felag, Fulham, sum við Kevin
Keegan á odda satsar høgt og dyrt
fyri at koma upp til lovaða landið
Premier League. Watford hyggur
frameftir og satsar upp á at uppala
sínar egnu, ungu spælarar.
Felagið er væl fyri bæði ítrótt-
arliga og fíggjarliga. Í løtuni ligg-
ur liðið nummar eitt í 2. deild og
hevur sostatt góðar møguleikar
fyri at flyta upp í 1. deild. Annars
er felagið í Føroyum ivaleyst best
kent fyri fyrrverandi eigaran, sum
var sangarin og sangskrivarin El-
ton John. Kendasti spælari, Wat-
ford nakrantíð hevur havt, er uttan
iva John Barnes, sum var við á
gylta Liverpool-liðnum frá mið-
skeiðis í 80-unum og fram til í
summar, tá hann varð seldur víðari
til Newcastle. Hann var tá tann
einasti, sum Liverpool hevði eftir
av teimum, sum vóru við seinast
Liverpool var enskur meistari, í
1990.
elj
Jákup á Borg (nummar 8 á
myndini) úr B36 og Heðin á
Lakjuni úr KI fara
leygardagin til Onglands, har
teir skulu venja í Watford,
sum liggur á odda í ensku 2.
deild —.
Mynd: Alvur Haraldsen