hósdagur 5. mars 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Skiftið út
fólkatingsumboðini
Oddagrein
NU bert ein vika er til fólkatingsvalið er stórur
spenningur um úrslitið av valinum. Seinasta
veljarakanningin vísir nevniliga, at tað er sera
tætt millum teir fýra stóru flokkarnar, minni enn
4%.
SAMBÆRT veljarakanningini standa fóika-
flokkurin og tjóðveldisflokkurin til at fáa um-
boðini. Men stutt er niður til sambandsflokkin
og javnaðarflokkin.
HÓAST talan er um val til eitt danskt ting, so
er greitt, at fólkatingsvalið er eisini er eitt slag
av startskoti til legtingsvalið, sum verður um
ikki so langa tíð. Úrslitið av fólkatingsvalinum
verður tí eisini eitt gott barometur fyri gongdina
við eitt komandi løgtingsval.
HYGGJA vit so eftir tølunum, so er greitt, at
tað eru tjóðveldisflokkurin og javnaðarflokk-
urin, sum standa til storstu framgongdina,
meðan sambandsflokkurin er tann, sum er
taparin. Eftir okkara tykki kann hetta helst
eisini blíva tendensurin til komandi løgtings-
val. Hvat tjóðveldisflokkinum viðvíkur, so nýtist
honum ikki at gera stórvegis fyri at fáa veljarar,
tí tað liggur líkasum í luftini — við ollum banka-
málinum í bakspeglinum — at fólk vilja vísa
sína ónegd við førda danska politikkin og
harvið atkvoða fyri tjóðveldisflokkinum. Her
liggur tí ein stór uppgáva hjá javnaðarflokkinum
at gera fólki greitt, at her hevur flokkurin eisini
nakað at bjóða uppá
HINVEGIN vita vit, at tjóðveldisflokkurin fer
hvorki nú ella næstu árini at fáa so mikið av
veljarum, at hann er førur fyri einsamallur at
stinga út í kortið. Hann verður noyddur til at
reka realpolitikk, sum hann hevur gjørt øll hini
árini. Ja eitt skifti fordi hetta til, at hann fór í
samgongu við sambandsflokkin.
JAVNAÐARFLOKKURIN tykist vera tann flokk-
ur, sum best fer at at reka realistiskan
politikk bæði á fólkatingi og á iegtingi, nú vit
fara inn í eina nýggja eld. Flokkurin er ein
vinstrahallur flokkur, sum tó eigur tradition fyri
at kunna arbeiða tvørtur um miðjuna. Flokkurin
hevur hesa seinastu tíðina og gjørdi tað eisini
undir Atla sa tíð førkad seg meira á sjálvstýr-
isleið, hvat er tað einasta rætta. Flokkurin
hevur víst á, hvussu stóran týdning tað hevur,
at vit fáa broytt núverandi viðurskifti millum
Feroyar og Danmark. Tervur er á einum heilt
nýggjum lógarkarmi, sum kann avloysa ver-
andi Heimastýrislóg. Vit mugu taka størri á-
byrgd av okkum sjálvum, men hetta má verða
gjørt við skili og ikki hissini. Stigið hjá javnað-
arflokkinum at fáa allar flokkar til at gera upp-
skot um framtíðar vidurskiftini millum Føroyar
og Danmark er rætt og skilagott, og tað átti at
vunnið frama hjá øllum flokkum tó við undan-
taki av sambandsflokkinum, sum við verandi
leiðslu bara heldur seg fastan í fortíðina. Javn-
aðar- og tjóðveldisflokkurin ætla sær ikki at
vera partar av oðrum donskum flokkum, tá
teir koma á fólkating. Tað ætla fólkaflokkur og
samband. Júst henda sannroynd eigur at fáa
føroyingar at rakna við og venda verandi fólka-
tingsumboðum bakið. Tann tíðin er farin. Nú
mugu vit byrja heilt av nýggjum.
Erstat
Uppundir fólkatingsvalið
Hvat er ein realistisk broyting i okkara rikisrættarligu vidurskiftum?
At ymiskir flokkar til ymisk-
ar tíðir hava ymiskar loysnir
til aktuell mál er heilt vanligt.
Politiska arbeiðið er tá at
samskipa hesi sjónarmið, so-
leiðis at ein loysn finst, sum
ein meiriluti vil kennast við.
Politisku flokkarnir í eini
slíkari semju kunnu tá kenna
nakað av teirra aftur í semj-
uni, men tó ikki alt. Slíkt er
tað, sum vit kunnu kalla gott
politiskt arbeiði.
Tjóðveldisflokkurin hevur
nú fingið ávísan vind í segl-
ini, og nú verður stovnsetanin
av Tjóðveldinum Føroyum
havd á lofti í heilum, sum um
tað var ein møguleiki, sum
lá beint fyri framman. Men
taka vit seinastu veljarakann-
ingina, so eigur flokkurin
uml. 25% av atkvødunum, og
tað vil so aftur siga, at 75%
ikki taka undir við teimum.
Loysingin hevur sostatt
ikki ein demokratiksan meiri-
luta aftan fyri seg hverki í
fólkinum ella á Føroya Løg-
tingi.
Sambandsflokkurin, sum
undir ongum umstødum vil
gera nakrar sum helst broyt-
ingar í okkara ríkisrættarligu
viðurskiftum, hevur sambært
somu kanning uml. 20% av
veljarunum aftan fyri seg.
Tað vil so eisini aftur siga, at
uml. 80% ikki taka undir við
teirra stóðu um als ongar
broytingar.
Støda Sambandsfloksins
hevur sotatt heldur ikki ein
demokratiskan meiriluta aft-
an fyri seg hvørki í fólkinum
ella á Føroya Løgtingi.
Men eftir eru, tá hesi uml.
25% og hesi uml. 20% eru
tikin frá, so ein bólkur, sum
telur eini 55-60%. Hetta er
ein bólkur, sum ikki vil hava
loysing, men samstundis
heldur ikki, at vidurskiftini
fáa loyvi at verða óbroytt.
Spurningurin er so, um tað
ber til at mobilisera henda
meiriluta í fólkinum í einum
politiskum samstarvi.
Stjornmålanevndin
Just hetta er tað, sum Javn-
aðarflokkurin nú á øðrum
sinni hevur roynt við upp-
skotinum um setan av hesi
góðu stjórnmálaneynd. Ein
nevnd úr Løgtinginum, sum
her heima fer undir at sam-
skipa sjónarmiðuni hjá polit-
iska meirilutanum til eitt
skilagott føroyskt útspæl. Til
eina føroyska semju um
broytingar í vidurskiftunum
millum Føroyar og Danamrk.
Ein semja, sum ikki inniber
eina loysing, hóast Sam-
bandsflokkurin í einari des-
peratari stóðu nú roynir at
skjóta okkum hetta í skógv-
arnar.
Hann fer enntá so langt, nú
veljaratølini fara eftir hæli, at
hann einsamallur tekur sær
æruna av øllum framstigum,
sum hend eru sidan krepp-
una. Hvørki aðrir flokkar í
samgongu ella Várharra eiga
longur nakran leiklut. Tosk-
urin kom aftur á grunnarnar,
tí Edmund vildi hava hann.
Okkara ríkisrættarligu við-
urskiftu skulu ikki gerast
kastibløka í danska fólka-
tingssalinum.Tað er ikki á
danatingi hetta arbeiðið skal
gerast. Tað nyttar lítið Heina
O. Heinesen ella nøkrum ødr-
um tjóðveldismanni at boða
frá stovnsetanini av Tjóð-
veldinum Føroyum á rødara-
pallinum á Christiansborg, tá
øll onnur vita, at teir ikki her
heima eiga ein meiriluta.
Hverja stóðu skulu danir
hava?
Eins lítið nyttar tað Johan-
nes Martin Olsen ella nøkr-
um ødrum sambandsmanni
ferð eftir ferð at føra fram á
Christiansborg, at eingin
stavur skal nemast ella broyt-
ast í galdandi heimastýrislóg,
tá øll onnur vita, at teir ikki
hava meiriluta fyri tí her
heima í Føroyum.
Í so máta kann sigast, sum
so mangan áður er ført fram,
at besta trygdin fyri, at einki
fer at henda á sjálvstýrisleið
eru bæði Tjóðveldisflokkur-
in og Sambandsflokkurin. .
R
Realpolitikkur er at føra út í
lívið tann politikk, sum hevur
ein meiriluta aftanfyri seg.
Hvørki sambandshugsjónin
ella loysingin hava henda
meiriluta, men hinir flokkar-
nir á tingi sita inni við møgu-
leikanum.
Tí er einasta loysnin, sum
hevur ein realistiskan møgu-
leika, tann loysnin, sum Javn-
aðarflokkurin hevur víst á.
Fyrr ella seinni fara vit at
ásanna, at so er.
Men vit kunna geva eina
týðiliga ábending longu nú
við fólkatingsvalið við at
geva Javnaðarflokkinum eina
álitisváttan.
Jóannes Eidesgaard
Sjálvbjargni
Tyskvøldid var framløgu-
sendingin hjá tjóðveldis-
flokkinum, og má eg siga at
eg var ikki sért forvitin at
frætta, hví tjóðveldismenn
stilla upp til hetta danska ting,
sum teir plaga at taka til, og
hvat teir ætla at gera har.
Hóast teir báðir oddafisk-
arnir í flokkinum ikki lutt6ku,
so var mang ført fram, fyrst
og fremst um loysing og tjóð-
veldi. Men har varð lítið
itøkiligt sagt um, hvat hesin
flokkur vil í fólkatinginum.
Tó har var ein grundgev-
ing fyri at velja tjóðveldis-
umboð í fólkatingið, sum eg
legði merki til, og tað var, at
tjóðveldisflokkurin vil vera
til staðar, tá heimastýrislógin
skal til viðgerðar á fólkatingi.
Hetta er sanniliga áhuga-
vert, at tjóðveldismenn ætla
sær til Danmarkar at viðgera
heimastýrilógina, tí her í Før-
oyum vilja somu menn einki
realistist gera við ríkisrættar-
liga spurningin.
Tá føroyingar fóru til Dan-
markar eftir kriggid at sam-
rådast um rikisrættarligu
stóðu okkara, vóru teir ikki
samdir. Tað var stór skomm,
og tað gjørdi stóðu føroyinga
veika.
Hetta má ikki endurtaka
seg.
Tí hevur javnaðarflokkur-
in lagt uppskot fyri løgtingid
um setan av stjørnmålanevnd
at gera uppskot um nýggja
skipan av viðurskiftunum
millum Føroyar og Danmark.
Hesin framferðarháttur skal
tryggja, at vit eru vorðin
samd, áðrenn vit fara at tosa
við hin partin.
Upppskot javnaðarfloksins
liggur nú í rættarneyndini, og
ikki eru serlig útlit fyri und-
irtøku frá hinum flokkunum.
Hetta er triðju ferð, at javn-
aðarflokkurin roynir at fáa
sett eina stjórnmálanevnd,
men ikki hevur eydnast at fáa
hetta samtykt í løgtinginum.
Heldur ikki tjóðveldis-
flokkurin hevur tíkið undir
við hesum máli, sum er eitt
avgerandi stig á leiðini móti
stórri sjálvbjargni.
Hví? kunnu vit spyrja. Man
tað vera tí, teir eru bangnir
fyri sjálvstýrinum?
Í sendingini tyskvøldid
varð eisini sagt, at hetta verð-
ur seinastu ferð, at vit føroy-
ingar velja fólkatingsumboð.
Eg skilti tað so, at tá fólka-
tingsval verður aftur, eru rík-
isrættarligu = vidurskiftini
broytt.
Hetta er tað, sum javnað-
arflokkurin virkar fyri. Men
við tí mótvilja, sum tjóðveld-
isflokkurin vísir hesum máli
á løgtingi, verður tað ikki
tjóðveldisflokkinum fyri at
takka, um hetta eydnast.
Javnaðarflokkurin er ein-
asti flokkur, sum tekur ríkis-
rættarliga spurningin í álvara
í Føroyum, og eitt javnad-
arumboð á fólkatingi er besta
trygdin fyri at føroysku sjón-
armiðini koma væl fram, tá
hetta mál kemur til Danmark-
ar.
Besta leiðin móti størri
sjálvbjargni er at stuðla javn-
aðarflokkin eisini til fólka-
tingsvalið.
Marita Petersen
Øllum tykkum sum sýndu samkenslu og hjálpsemi,
tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okk-
ara
HANS PAULI HANSEN
Haldarsvík
andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, sum
vóru um hann, tá hann var sjúkur.
Tøkk til berarar, sangarar, gravarar og annars øll
sum hjálptu til við jarðarferðini. Tøkk fyri blómur,
kransar, uppringingar, brøv og peningagávur.
Og til tykkum sum fylgdu honum á hansara seinasta
hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Tensa og børnini