Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 — 5. MARS 1998 tíðindablaðið SOSU 17 Vaksandi europeiskur áhugi fyri Intertoto- kappingini Fótbóltur: VB fær sín altjóða elddóp tann 20. ella 21. juni, tá 1. umfar av Intertoto- kappingini verður spælt. Úti í Europa hava tær stóru fótbóltstjóðirnar fingið stórri áhuga fyri kappingini Ahugin fyri summarveddikapp- ingini hjá UEFA, Intertoto Cup, hevur seinnu árini verið sera lítil, men nú tykist áhugin at vera vaks- andi aftur úti í Europa. Tá freistin fyri at melda lið til var úti 30. januar, høvdu so at siga øll tey europeisku fótbóltssam- bondini víst sín áhuga fyri kapp- ingini, eisini tær stóru fótbólts- tjóðirnar. Burtursæð frá Onglandi, sum ikki vil hava meir enn eitt pláss, hava øll hini ovastu átta UEFA-londini boðað frá, at tey vilja hava bæði plássini, tey hava rætt til í kappingini. A fundi í Geneve tann 11. feb- ruar kunngjørdi kappingarnevndin fyri Intertoto Cup, hvussu nógv lið tey ymsu londini fáa við. Italia, Frakland, Spania, Týskland, Hol- land, Portugal og Belgia fáa tvey lið. Annað av liðunum úr hesum londum kemur ikki inn í kapping- ina fyrr enn í 3. umfari, eins og tað enska liðið eisini bíðar inntil hetta umfarið. Hitt liðið í hesum sjey londunum kemur upp í kapp- ingina í 2. umfari. Grikkaland, Russland, Turka- land, Danmark og Eysturríki fáa eisini tvey Mið við í kappingina. Annað av liðunum úr hesum lond- unum byrjar í 2. umfari, meðan hitt verður við frá byrjan. Og Svøriki, Noreg og Schweiz hava eisini tvey lið við, sum bæði vera við frá byrjan. Av UEFA-londunum eru tað bert Skotland, Moldova og An- dorra, sum ikki hava meldað nak- að lið til Intertoto-kappingina. Bosnia-Hersegovina, Liechten- stein og San Marino eru heldur ikki við, tí hesi londini ikki eru umboðað í UEFA Cup-kapping- ini. Nú hava tey ymsu fótbóltssam- bondini freist til 2. juni at boða frå, júst hvørji lið tey senda til kappingina. Tað hevur leingi verið greitt, at føroyska liðið í kapp- ingini verður VB. Og tann 24. apríl fáa vágbingar at vita, úr hvørjum landi liðið, teir skulu spæla ímóti, kemur. Tá verður lutakastið til trý tey fyrstu umførini í franska býnum Nyon. Just hvat lið VB fær, verður ikki greitt, fyrr enn kappingini í tí land- inum, liðið kemur frå, er liðug. Lutakastið til tvey tey seinastu umførini verður ikki fyrr enn eftir at 2. umfar er liðugt spælt. Tverrandi áhugi Intertoto Cup-kappingin varð stovnað sum ein veddikapping, so tey, sum vedda í fótbólu, eisini hava okkurt at vedda um, meðan tær stóru europeisku landskapp- ingarnar eru í summarfrí. Men undirtøkan hevur verið sera mis- jøvn, og serliga í Onglandi hevur kappingin fingið lítla og onga undirtøku. Fyri tveimum árum síðani kom tað enntá so langt, at Ongland ikki vildi senda nakað lið við, og UEFA hótti við at taka eitt pláss í UEFA Cup-kappingini frá onglendingum. Trupulleikin varð tó loystur í øllum góðum, og nú er eisini okk- urt at spæla fyri hjá liðunum í Intertoto Cup. Trý tey ovastu liðini sleppa við í UEFA Cup-kapping- ina, sum byrjar í heyst. Fyrr hevur kappingin verið skipað í bólkum, har liðini spæla fýra dystir móti fýra ymsum lið- um, tveir heima og tveir úti. Kapp- ingin í ár broytt soleiðis, at spælt verður eftir cup-skipanini frá byrj- an av. Sostatt skal VB í fyrsta umfari bert spæla tveir dystir, ein heima og ein úti, og tað hava tey einki ímóti í Vági. Hetta ger tað fíggjarliga takið eitt sindur lættari, og harumframt er tað ikki so krevjandi av leikarunum. Tann fyrri dysturin hjå VB verd- ur 20. ella 21. juni, og returdyst- urin verður so eina viku seinni, 27. ella 28. juni. Um VB sleppur víðari, skulu teir spæla 2. umfar 4. ella 5. juli og returdystin 11. ella 12. juli. 3. umfar verður 18./ 19. juli og 25. juli. Hålvfinalurnar verda spældar 29. juli og 5. au- gust, og finalurnar, sum eru tríggj- ar í tali, verða so 11. og 25. august. UEFA Cup-kappingin byrjar 15. september, tå teir triggir Intertoto- vinnararnir verða við. elj VB fær sín elddóp í altjóða fótbólti tann 20. ella tann 21. juni í ár, tá Intertoto-kappingin byrjar. Lutakastið verður 24. apríl | Úrslit og stødur eftir seinasta umfar i liðkappingini i talvi — 1. deild Klaksvik 1 - Kollafjørdur 1-3 Ólavur Simonsen-Leif Kristensen 2-12 Steintór Rasmussen-Torbjørn Thomsen 2-2 Finnbjørn Vang-Bernhard Thomsen 0-1 Petur Hans Poulsen-Pól Martin Hansen 0-1 Havnin - Streymur 2-2 Torben Ø. Johansen-Finnbjørn Zachariassen 2 Carl Eli N. Samuelsen-Martin Brekkå 1-0 Andrias Ziska-Gunnar Joensen 0-1 Suni Merkistein-Bergur Magnussen 2 Streymur - Kollafjørður 1'/2-2'/2 Haldor S. Johansen-Jacob Aagaard 0-1 Terji Petersen-John Rødgaard hh Tummas M. Anthoniussen-John Jacobsen 1-0 Símun P. Anthoniussen-Petur Højgaard 0-1 Endaliga stødan: 1. Kollafjørður 28 4. Streymur 18 2. Havnin 25 5. Vestmanna 14 3. Klaksvík 1 22 6. Klaksvík 2 13 2. deild Toftir - Havnin 1 3-2 Jens Chr. Hansen-Poul Poulsen 1-0 Helgi Joensen-Jeffri Justinussen 1-0 Wensil Højgaard-Jéannes Guttesen 1-0 Jústines Hansen-Hans Birgir Højgaard hi Kollafjørdur I - Havnin 2 2-2 Hans Jacob Petersen-Jóhan Gaard 0-1 Grettir Djurhuus-Jégvan Næs 1-0 Niclas M. Joensen-Oli Joensen 0-1 Hanus Joensen-Jóannes V. Hansen 1-0 Gøta - Kollafjørdur 2 3 Jénfinn Thomsen-Karl L. Johansen ht | Reinhold Isaksen-Eivind Jacobsen 0-1 | Jákup Joensen-Johnny Petersen 0-1 Heri Thomsen-Dånjal Petur Olsen 0-1 | Endaliga stødan: 1. Toftir 29 4. Havnin I 16 2. Kollafjørður 1 26 S. Kollafjørður 2 14'/ 3. Havnin 2 25 6. Gøta 9 3. deild Seinna finala um gull/vinnara Havnin - Sandavågur 3-1 Sigurd Justinussen-Torkil Nielsen th Suni Jacobsen-Bernhard Augustinussen 1-0 Jákup A. Jensen-Gutti Petersen 1-0 Frants J. Eliasen-Heri Christoffersen #2. Seinna finala um bronsu Kollafjørður - Klaksvík I 1'/2-2'{2 Johs. M. Petersen-Esbern Christiansen Jóannes Petersen-Ingolf Gaard Hans Petur Joensen-Rúni Dragaberg Hans Martin Andreasen-Oli Joensen 1-0 0-1 0-1 Vinnari av 3. deild varð Havnin. Sandavágur flytir upp i 2. deild komandi kappingarár. Dreingir Kollafjørður - Havnin 1 Eyðálvur Johannesen-Martin Poulsen Hans Kristian Simonsen-Olaf Berg Alex Dalsgaard-Teitur Albinus Teitur Joensen-Hjalti Jacobsen Rókur - Vestmanna Johan Petur Sumberg-Møtti ikki Karl Martin S. Jensen-Møtti ikki Hans Erik S. Jensen-Møtti ikki Svenn Hansen-Møtti ikki Havnin 2 - Fri Endaliga stødan: 1. Kollafjørdur 25'/; 2. Havnin I 24'/: 3. Rókur 172 4. Havnin 2 S. Vestmanna “á