fríggjadagur 6. mars 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Møller ,
i Bertholdsen,
Blaðstjóri: Emil L. Jacobsen
| Eirikur Lindenskov = | Sveinur Poulsen
Internet: www.sosialurin.fo
i Niclas Johannesen
Jens Kristian Vang
Lysingar og søla:
Jonhard Hammer
Í
ri, uppseting og prent:
Sp/t Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
postGsosialurin.fo
Politiska kynstrið
at vera fyri og ímóti
Oddagrein
NÚ kenna vit hann aftur — fólkaflokkin. Tann bólk-
urin av einstaklingum, sum hevur valt at kalla seg
flokk men sum í veruleikanum eru einstaklingar,
sum virka og arbeiða politiskt fyri seg og sínar.
Floksheitið er bara eitt eiti
HVORJA aðra niðurstoðu kanst tú gera tær eftir
fyrst at hava hoyrt John Petersen jarða alt, sum
eitur iløgustødul — fyri síðani at hoyra partamannin
Jergin Niclasen, siga, at stuðulin má halda fram.
ÁLVARATO. — tað skal vera eitt mark fyri, hvussu
individualistiskur ein flokkur kann vera — hvussu
nógvar ymsar meiningar umboðini úr einum og
sama flokki kunnu hava til eitt stórt og álvarsligt
mál — um ætlanin er at reka flokspolitikk.
EITT er tað, at Jorgen Niclasen verjir undirsjóv-
artunnilin um Vestmannasund, meðan partamaður
hansara í Havn gongur ímóti — um somu tíð sum
ein annar partamaður, Jógvan við Keldu vil hava
sín undirsjóvartunnil um Lorvíksfjorð. Hetta er so
nakað, sum vit líkasum hava lært av liva við —
hetta at áhugamálini hjá teimum fólkavaldu i mið-
stadarøkinum og teimum úti um landið ikki altíð
eru tey somu. Hetta er nakað, sum tú finnur innan
fyri allar flokkar. Tó má sigast, at tað er eitt sindur
legið, at tað er nettup í tí flokki, sum umsitur
figgjarmål og sum sigur seg vera so åbyrgdarfullan,
at tingmenn og borgarstjórar koma við teimum
størstu krøvunum.
MÁLIÐ um iløgustudulin er eitt stórt og principielt
mål. Talsmaðurin hjá fólkaflokkinum — vit undirstrika
FLOKKINUM — í hesum máli er fiskimålarådharrin
John Petersen. Hann hevur brúkt eitthvert høvi í
fjølmidlunum til at marknadarføra — ikki sína egnu
men fólkafloksins meining og hevur eisini framt
lógararbeiðið út frá hesi áskoðan floksins.
NU kemur so fólkaflokstingmaðurin Jorgen Nic-
lasen við uppskoti um varðveitan av sama iløgu-
stuðuli, sum partamaður hansara John Petersen
og harvið fólkaflokkurin vil hava burtur. Alvaratos —
er hetta serigsur politikkur — er her talan um ein
flokk ella ein hóp av einstaklingum, sum draga
hver sína línu, alt eftir hvussu tú fær flestar atkvoður
í posan
SOLEIÐIS er fólkaflokkurin bara. Hvussu kann ein
kalla seg fyri flokk, tá politisku umboðini á henda
hátt arbeiða fullkomiliga móti hverjum oðrum. Onkur
vil helst spyrja, um hesir fólkafloksmenninir munnu
verða so útspekuleraðir, at her at her má talan
verða um avtalað spæl. At tú telvar soleiðis, at ein
tingmaður skal vera fyri , um somu tíð sum lands-
stýrismaðurin er ímóti, og at hetta í síðsta enda
hóvar leiðsluni í fólkaflokkinum, tí við at brúka henda
politiska framgangsháttin, fær hon bæði í posa og
sekk. John Petersen hevur staðið fastur við sítt og
harvið skapt sær ta neyðugu virðingina, meðan
partamaður hansara Jorgen Niclasen hevur syrgt
fyri, at teir mongu skipaeigarar, sum annars vildu
vent fólkaflokkinum bakið, nú eru nøgdir, tí tað kort-
ini var ein fólkafloksmaður, sum talaði teirra søk.
HETTA er einki nýtt fyri fólkaflokkin. Vit minnast frá
undanfarnum samgongum, har flokkurin hevur talað
við einari rødd í Tinganesi og eini aðrari í tinginum
— alt eftir sama leisti: hvussu kanst tú bjarga tær
flestar atkvødur við at vera bæði fyri og ímóti —
sama flokk. Og tað ber ótrúliga væl til
so mdividuanstiskur
—
Sosialuniu
Javnaðarflokkurin
a folkatingi
Í hesum stutta valstríði tykist tað at hava loypt kvøkk á aðrar flokkar, at Javn-
aðarflokkurin hevur boðað frá, at umboð floksins á fólkatingi skal standa frítt
og skal ikki eins og umboð Sambandsflokksins og Fólkaflokksins lata seg inn-
limað í danskan tingbólk
Hóast henda stóða floksins
varð framført fleiri ferðir í
orðaskiftinum mánakveldið,
so helt Helena Dam á Neysta-
bø fram við at tosa, sum um
hetta ikki var sagt. Tað var
sum um argument hennara
vóru oydiløgd, og hon dugdi
ikki at finna upp á annað.
Og nú síggi eg í Dimma-
lætting, at stóða Javnaðar-
floksins hevur fingið
»gamla« íspegilin í Sam-
bandsflokkinum, Paula Ellef-
sen, upp at gartera. Tað fyrsta
eg hugsaði, tá eg sá greinina
hjá íspegili sambandsfloks-
ins, var: > Tá hann reagarer
so, mugu vit í Javnaðar-
flokkinum helst vera á rættari
leið<
Javnaðarflokkurin hevur
havt umboðan á Fólkatingi í
mong ár, og umboð flokksins
hevur øll tey nógvu árini lut-
tikið í vanliga fólkatingsar-
beiðinum, tí øll lóggáva á
felagsøkjum skal gjøgnum
fólkatingið fyrst, áðrenn hes-
ar lógir verða lagdar fyri løg-
tingið og samtyktar har.
Hesum arbeiði vil umboð
javnaðarfloksins framhald-
andi luttaka í, men vit inn-
lima okkum ikki í danska
tingbólk, tí so nógv er hent
hesi síðstu árini.
Vit vita nú, at longu fyri
seks árum síðani løgdu danir
— politikarar og embætis-
menn — ætlanir fyri Føroya
framtíð, uttan við einum orði
at gretta hetta fyri okkum før-
oyingum, hvørki í Danmark
ella í Føroyum. Ætlaninar frå
1992 hava verid fylgdar til
minsta smålut, og f hesum
fjalda virksemi luttóku høgra
og sum vinstra síða í fólka-
tinginum.
Tað átti ikki at borið til hjá
nøkrum føroyskum politikara
í hesum døgum uttan nakað
at farið upp í nakran tingbólk
á fólkatingi, líka mikið um
hesin er borgarligur ella
vinstraflokkur. Tað er at bíta
høvdid av allari skomm, gera
føroyingar tað.
Latið okkum nýta hetta
fólkatingsval at siga frá, at
danskir flokkar skulu ikki
dúva uppá eitt norðuratlant-
iskt mandat.
Vilt tå tryggja føroyingum
eitt umboð á fólkatingi, og
ikki einum donskum flokki
eitt mandat afturat, so vel
javnaðarflokkin 11. mars.
Marita Petersen
Heimastýrislógin
kann ikki varðveitast
Vit vilja virka fyri eini sjálvstýrislóg fyri Føroyar, og vit fara ikki at blanda
okkum í danskan innanríkispolitikk
Fólkatingsvalið komandi er
spátt at gerast eitt protestval,
ti nú skulu vit siga dønum,
hvørji vit eru og hvat vit vilja.
Onkur flokkur sigur seg ætla
sær niður at fortelja dønum,
at nú vilja vit hava loysing
og einki meira .
Hvat vilja slíkir flokkar við
at stilla upp? Stilla teir upp
fyri at fáa danir at taka stóðu
fyri okkum? Har er eingin
politikkur og heldur eingin
vilji, tí um hesir flokkar
veruliga meina nakað við tað,
teir siga, hví hava teir so ikki
fyri langari tíð síðani gjørt
nakað við hetta málið.
Javnaðarflokkurin stillar
upp til fólkatingsvalið, tí vit
vilja fremja politik. Okkara
fremsta mál er at virka fyri
broytingum og nýskapanum
í viðurskiftunum landanna
millum. Eitt Javnaðarumboð
á fólkatingi fer at virka sjálv-
støðugt. Vit fara ikki at líma
okkum inn í danskan ting-
bólk. men harafturímóti at
verja mál, ið hava áhuga fyri
Fór yar
Javna0arflokkurin åsannar
heimastýrisskipanin
hevur SDrongt sina
stýrislóg. Eina lóg, sum mill-
um annað greitt ásetur; at
Føroyar er eitt sjålvstødugt
land. Har skulu ongar av-
markingar verða, hvgrji mál
kunnu gerast føroysk sermál.
Lógin skal greitt áseta reglur
um føroyskan heimarætt, har
m.a. okkara passvidurskifti
skulu vísa okkara sanna
identitet. Ein føroyingur skal
verða føroyingur og ikki ein
dani búsitandi í Føroyum.
Men tað sum er av allar
stórsta týdningi fyri okkum
er, at vit varðveita og menna
vælferðarsamfelagið. Vit fara
ikki at ofra tað fyri sjálvstýri-
num. Vit vilja ikki renna und-
an ábyrgd, men gjalda ta
skuld, sum vit veruliga
skylda. T.v.s. ta skuld, sum
er eftir aftaná samráðingar
um bankamálið eru av
Allar broytingar í verandi
lóg — eins og øll viðurskifti
landanna millum — krevja
gott samstarv. Tí er tað av
alstórum týdningi, hvor fer at
umboða Føroyar á fólkatingi
num komandi. Eitt javnaðar-
umboð á fólkatingi fer at
virka fyri, og fylgja væl við í
øllum málum. sum viðkom
arapallin á fólkatingi til at
upplýsa og kunna danskar
politikarar og harvið tað
danska fólkið, um føroysk
samfelagsvidurskifti.
Farið ti val og veljið
Javnaðarflokkin ella eitt av
valevnunum á lista C. Tá fáa
vit eina føroyska rødd sum
tænir føroyingum og før-
oyska samfelagnum á fólka-
tingi.
Elin Lindenskov,
valevni Javnaðarfloksins
Greið okkum vinaligast
| frá, hvat Biblian lærir um
seksualundirvísing f
skulanum
I lesarabrævi í Sosiali
num 3. mars setir tå fram
Lesarabræv
Aheitan á
Rúnu Sivertsen
Bíblian lærir er rætt.
Hatta er ein heldur
ógvisligur pástandur, sum
tú ivaleyst gerst nógvum
fólkum ein beina við at |
greina eitt sindur nærri
Edvard í Skorðin
Joensen