Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tidindabladid SOS Eingin hugur hjå sjo- i at taka livur Reiðarin er ikki motiveraðu til tað, og sjómaðurin tekur tað sum eitt stríð at taka livrina, sigur stjórin í Lýsiverksmiðjuni í Gøtu, Eirikur Húsamórk Lýsiverksmiðjan í við Gøtugjogv flytur fyrsta dagin til Leirvíkar Mynd: Jonhard Hammer OLavur í BET Um ikki so langa tid flytur Lysiverksmidjan i Gøtu til Leirvikar. Ein av orsøku- num til, at Lysiverksmidjan må flyta, er tann, at hon stendur beint vid skúlan og hetta hevur ikki verið ser- liga væl dámt. Líka síðan verskmiðjan fór at gera lýsi í 1994, hevur eitt og annað verið at hoyra um luktin - Ungdómurin í dag held- ur, at fiskur skal lukta av parafumu, men tað er nú ikki bara skúlaungdómurin sum hevur havt ilt av lukti- num. Tilflytaranir til Gøtu hava kanska verið teir ít- arstu at gera vart við seg greiður Eiríkur Husamørk id 1200 tons Men tað er ikki bara luktin, Lysiverksmidjan í Gøtu hevur at stridast vid, ti å- hugurin millum sjómannin at taka livrina úr fiskinum er bara minkandi og tá er sjálvt høvudsgrundar-lagid undir virkseminum í stórum vanda Stjórin í Lýsaverksmiðj- uni greiðir frá, at árini 94 til 96 gekst væl at fáa livur, men í fjør og í ár hevur illa borið til. Arini 94 til 96 fekk verksmiðjan um 1200 tons árliga, men í fjør fekk verk- smiðjan bert um 300 tons, og í ár hevur bara verið tikið móti hávalivur frá Skútu- nesi Lýsiverksmiðjan hevur sjálv bil at fara eftir livrini, og farið verður um alt land- ið, so tað skuldi ikki verið trupulleikin. 20 mió. í havið - Tað er løgid at tosa um kreppu í hesum landi, tå ið fiskimadurin tveitir fyri ein- ar 20 mió. kr. i livur aftur í havið. Fiskimaðurin stendur við livrini í hondini og hev- ur tvey í at velja, antin at tveita hana í havið ella í lastina, og tíverri hevur hann valt tað fyrra, sigur Eiríkur Húsamerk. - Høvdu vit bara fingið helvtina av teimum 10.000 tonsunum av livur sum fara aftur í havið, var grundarlag fyri eini slíkari verksmiðju sum hesi, men tað vísir seg heldur ikki at bera til. Og kortini, so hava vit ongar ætlanir at gevast, tí tað má bera til at motivera reiðaran og sjómannin. - Hetta árið sær ikki so gott út, uttan so føroyingurin sær, at vit mugu í stórri mun gangnýta okkara rikidømi í havinum, leggur stjrin aftr- at. Og tað er heldur ikki ætlan- in at gevast, tí nýggjur bygningur verður nú bygdur Uti á Vík í Leirvík, beint við Brennistødina hjá IRF. Hesin bygningurin er 1400 fermetrar stórur og arbeidsumstødurnar fara at bøtast munandi í nýggja bygninginum. Framleiðslukapasiteturin verður kortini tann sami sum í dag, eitt gott tons um timan. Nýggi »Christian í Grotinum« klårur um tríggjar vikur Hann sigldi teinin úr Chile til Noreg >) s uppá rekordtid, 22 døgn. Karmoy Winch setir nú spøl í »Christian í Grótinum<. Gamli »Christian í Grøtinum« eitir nú bara »Christian« OLAvur í Ber Rak >Christian<, gamli »Christian í Grótinum< ikki uppá land, hevði hann verið seldur í dag. Marok- anskt fekag hevði næstan keypt nótabátin, men so hendi óhappi og skipið ligg- ur enn í Las Palmas Pf. Christian í Grótinum hevur ikki enn tikið avgerð um, hvat gerast skal við nótabátinum »Christian«, men stendur tað til Christian Martin Rasmussen, reiðara, verður helst roynt at sleppa av við gamla nótabátin Kostar um 100 mió. Og nýggi kombineraði trol- arin og nótabáturin >Chris- tian í Grotinum« er eisini á veg. Hann gjørdi rekordtúr úr Valdivia í Chile til Ko- pervik í Noregi Karmoy Winch setir nú spelini í »Christian i Grót- inum« og verður hetta arb- eiði liðugt um einar fjúrtan dagar. Gongst so alt eftir ætlan, metir Christian Mart- in Rasmussen at skipið verður klárt at fara á svart- kjaftaveiðu um tríggjar vik- ur „Christian í Grótinum< lastar knapt 2000 tons í tangunum. Hann hevur 7.000 hk maskinu og er 74 metrar langur. Til saman- beringar kann nevnast at »Christian« hevur bert 3.000 hk maskinu og er 54 metrar langur. Og tá nýggi kombineraði trolarin og nótabáturin er klárur at fara til fiskiskap metir reiðarin at kostnaður- in kemur at liggja um 100 mió. krónur. Pf. Christian í Grótinum eigur eisini >Palla hjá Mari- annu< sum roynir við línu í Suðuratlantshavinum. Nr. 44 — 6. MARS 1998 ALDUBÁRAN á varframsýning KI 19* í kvøld hevur Aldubåran konsert í Listaskålanum EIRIKUR LINDENSKON Friggjakvøldid 6. mars kl 19 verður konsert í List- askálanum við tónleik- abólkinum >Aldubár- uni<. Konsertin er í sam- band við árligur Vár- framsýningina Spældur verður før- oyskur tónleikur. Frum- framførd verða verk eftir Edvard Nyholm Debess, Tróndi Bogason og Paula í Sandagerði. Herum- framt verða sæpld nýliga skrivað verk eftir Kára Bæk, Kristiani Blak og Sunleifi Rasmussen. >Aldubáran< er bólkur settur saman av føroysk- um yrkistónleikarum, ið hava sum endamál at framføra røroyskan og eisini vanliga klassiskan tónleik. Nøkur av teim- um búgva og virka utt- anlands og vitja aftur í samband við ymisk tiltøk sum t. d. Summartónar og Várkonsertina, og eru tey saman við teim tón- leikarum, sum virka í Føroyum við til at menna føroyska tónlist. Bólkurin hevur síðan hann varð stovnaður í 1995 framført hópin av tónleiki, bæði føroyskum og útlendskum. Eisini hevur bólkurin framført føroysk verk uttanlands og fingið frálík ummæli í fjølmiðlum har Foroya Várkonsertin er vorðin fastur táttur í samband við várframsýning Lista- skálans og >Aldubáran< hevur verið stórliga fagn að í hesum sambandi Ein ummælari tók sc leiðis til í fjør: »Dagurin í dag kendist á ein ella hannan hátt sum týðandi fyri føroyskt tónleikalíg; og konsertina í dag fari eg at kalla eitt føroyskt, klassiskt gjøgnumbrot, bæði tí at eitt so vælspæl- andi, føroyskt orkestur kann spæla eina reint før- oyska skrå av verkum, å so mikið høgum stødi, og tí at tað var ein so væl vitjað konsert, < >Aldubáran< leggur stóran dent á, at góður inngangur er til fram- førslurnar, soleiðis at á- hoyrararnir fáa mest møguligt gagn av tón- leikinum. Tey, ið mynda >Aldu- báruna< eru: Anna E. Klett, klarinett, Andrea Heindriksdóttir, floyta. Øssur Bæk, fi6l, Sámal Peólstein, horn. Olavur Jakobsen, guitar. J6- hannes Andreassen, klav- er. Gestatónleikararnir hesaferð eru Hege Wald- eland, sello, Kanny Sambleben, bratsj og Bjarni Restorff, ljólm- borð Javnaðar- Politiskur fundur verður í skúlanum í Porkeri leygard. 7. mars, kl. 17.00 Evni: Fólkatingsvalið. Føroya Javnaðarflokkur