fríggjadagur 6. mars 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 44 — 6. MARS 1998 tíðindablaðið SON 23
Lesarabrav
Altjóða kvinnudagurin
8. mars
verður hildin ødrvisi í ár!
Sensurering av fjølmidlunum
Fimmarin 25/2-98.
Herfyri samtykti løgtingid
eina lóg, sum summir
bólkar í samfelagnum hava
tikið sum eitt kærkomið
amboð til at avmarka møgu-
leikan hjá sjónvarpinum at
senda sex og harðskap. Tað
er kanska eitt prinsipmál hjá
onkrum religiøsum bólkum,
serliga upp undir val, tá ið
atkvødurnar frå hesum
bólkum eru avgerðandi fyri
nakrar politikkarar, men í
mínari verð er tað tvætl, og
um ein sensurur verður
gjøgnumførdur, kann hann
bara fåa symbolskan tydn-
ing og annars verða til for-
tred hjå teimum, sum senda
føroyskt sjónvarp. At argu-
menteringin hjå fortalarun-
um fyri sensuri nærum bara
snyr seg um sex, medan
grovur meiningsleysur
harðskapur fer mestsum
óátalaður aftur við borðin-
um, er eisini hugvekjandi.
Tað skal eisini beinanvegin
staðfestast, at eftir mínum
tykki sendir sjónvarpið ikki
nógvan grovan meinings-
leysan harðskap.
Problemið er jú nógv
stórri enn hatta, tí at Sjón-
varp Føroya hevur bara ein
avmarkaðan part av markn-
aðinum. Fylgisveinasjón-
varp og video er nógv stórri.
Trupulleikin hjá sensurfólk-
inum er bara, at tann bitin
er Ov stórur at gloypa, so
best er at halda seg til ein,
sum er minni, tí tað gevur
jú eisini umtalu í pressuni.
Sama prinsippið sum um-
hvgrvisbólkarnir hava við-
víkjandi grindadrápi.
Jenis av Rana førdi fram
f fimmaranum, at vit skuldu
seta ein føroyskan standard
og nyta føroyska mentan til
at skapa hendan standard.
Tað ljóðaði eisini sum um
starvsfólkið í sjónvarpinum
eru mentanar- og gudloys-
ingar. Eg havi altíð ímyndað
mær at tolsemi var ein týð-
andi partur av føroyskari
mentan. Tað sum Jenis av
Rana umboðar er í mínum
eygum reindyrkað fanat-
isma. Og ikki er tað so løgið
heldur, tí teir flestu av teim-
um religiøsu bólkunum av
hasum slagnum hava sín
uppruna í amerikansku mið-
vesturstatunum, har religi-
øsur galskapur og racisma,
oftast hond í hond, hava
rættiliga fríar ræsur. Argu-
menteringin var eisini flót-
andi og generell, og tá ið
Jenis, eftir at hava kritiserað
standardin hjá Tróndi Djur-
huus, var spurdur konkret
um, hvussu hann hevði
gjørt, fór hann, í besta Paula
Ellefsen-politikkarastíl, út
at sveima. Hann misti (les:
»slepti«) jórðsambandinum
og hevði enntá eina himm-
alska hyggjarakanning til at
stuðla pástandinum um, at
hansara sjónarmið var í
meiriluta millum fólk. Sam-
svarar ikki heilt vid úrslitið
av seinasta løgtingsvalid.
Forboðsmentaliteturin hev-
ur heldur ikki stóra virðing
fyri vanligum viti og skili,
sum annars varð høgt í met-
um fyrr í tíðini.
Eitt argument var at í
sosialt veikum heimum
hava børnini ofta fría at-
gongd til sjónvarpið allar
tíðir av samdøgrinum. Tað,
sum eg havi sæð av tílíkum
er, at sosial og fíggjarlig
trongstøda ikki er nøkur
forðing fyri at hava bæði
parabol og video, og at hesi
tól ofta hava ein órímiliga
høgan prioritet. Fortreing-
ing av einum alt og beiskum
veruleika er ikki nakad
ókent fyribrigdi, og tå her
moralskt og mentanarligt
vaktarhald í Sjónvarp Før-
oya helst ikki stórvegis
áhuga.
Tað munnu helst verða
tey fægstu sum tíma at
hyggja eftir øllum, sum
verður sent í sjónvarpinum.
Sjálvandi, tí ikki øll hava
sama áhuga og mong hava
heldur ikki tíð til at siga so
nógv framman fyri sjón-
varpinum. Men Jenis vil
ikki gjalda sjónvarpsgjald
uttan so, at tað sum sent
verður fellur innanfyri
hansara áhugagki. Hetta
segði hann heilt konkret. Og
tá eru vit komin hartil, at
vit ikki bara skulu nýta mor-
alska standardin hjá Jenisi.
Vit skulu eisini hyggja eftir
tí sama sum Jenis. Svørt út-
lit fyri hyggjaratalinum hjá
sjónvarpinum. Tað næsta
verður helst, at tað verður
álagt Sony og Philips at
framleiða serlig sjónvarps-
tól til føroyingar. Tey skulu
ikki kunna sløkkjast, tey
skulu bara kunna taka eina
kanal, og hon skal vera læst
til frekvensin hjá Sjónvarp
Føroya.
Tað undrar meg annars,
at Jenis heldur seg hava tíð
til at hyggja eftir øllum, sum
verður sent í sjónvarpinum,
tí hann hevur jú, umframt
læknastarvið, løgtingssessin
og trúboðaravirksemið, eis-
ini moralska og mentanar-
liga vaktarhaldið um hendi.
At minnilutar verða
hoyrdir og hava sín part av
ávirkan á samfelagsviður-
skiftini er ein náttúrligur
partur av demokratinum,
men at teir sleppa at halda
so nógvan gang er eitt tekin
um, at tolsemi føroyinga er
ovurstært og at f minsta lagi
tnan parturin av føroysku
mentanini er ljóslivandi.
Tað er kanska eisini eitt tek-
in um, at gamli føroyski ótt-
in fyri rpesti og helviti eisini
livir í best alagi, og at fólk
flest fara undan tá onkur
sjálvbestaltaður fidus-Jesus
sveiggjar teimum heilagu
skriftunum, sum um tær
vóru hansara egna uppfinn-
ilsi.
Tå eg var barn i tryssun-
um hendu ikki tær stóru
broytingarnar í tí elektron-
iska undirhaldsídnaðinum.
Tað gekk meira lagaliga fyri
seg. Nú í 1998, henda koll-
veltingar hvgnn dag, og vit
hava sum foreldur eina stóra
uppgávu sum okakra for-
eldur ikki høvdu, nevniliga
at læra børnini at fara við
hesi øgiligu undirhalds-
rúgvu, sum floymir innyvir
tey. Og hvørja åvirkan tað
hevur å børn flest bara at
seta teimum forbod, tað vita
tey flestu.
Harafturat haldi eg, at tað
innanfyri = endamálsgrein
fólkaskúlans mátti funnist
rúm fyri frálæru í frásorter-
ing av elektroniskum burt-
urkasti. Tað er skelkandi at
síggja, hvussu lítið undir-
vísingin er broytt síðan eg
gekk í skúla í 60-unum og
70-unum. Summar bøkur
eru tær somu, og ein rúgva
av teimum somu lærarunum
koyra tað somu undirvís-
ingina. Stødufesti kann vera
gott, men tad skal valdast.
Sjálvandi skal sjónvarpið
vanda sær um, hvat tey
senda, og tað gera tey eftir
mínum tykki eisini heilt
væl, men, sum tað eisini
varð ført fram í sendingini,
hvar enda vit, um vit fara t
innføra sensur? Hvør skal
avgera, nær vit ganga
demokratinum ov nær? Og
hvør hevur rættin til at av-
gera, hvat føroyskt mentan
er?
Norðoyri 28/2-98
Dånjal J. Hansen
Veljið soleiðis, at hetta verður
seinasta fó
Tað er sum at hoyra líksong at
hoyra sambandskvinnurnar og
-menninar, sum nú biðja okk-
um avnokta okkara sjálvsvirð-
ing og sjálvsálit. Líksong yvir
øllum, sum eitur føroyskt
treysti og áræði.
Sambandsflokkurin biður
um nakað av okkum, kann vera
hóskandi framman fyri Gudi,
nevniliga at ásanna, at vit eru
lítl og veik, ein ásannan, sum
vit finna í sálmum og ðrum
trúarorðum.
Men tað, sum sambands-
flokkurin vil, er at vit skulu
hava hesa religiøsu støduna til
Danmarkar, sum hann sjålvur
hevur. »Vit klåra okkum ikki
sjålv«, sigur sambandskonan
avgjørd. Hvussu veit hon tað?
Satt at siga, so veit hon tað ikki
Hon byggir ikki á vitan, hetta
er ein trúargrein hjá henni. Tað
ringasta er, at boðanin hjá sam-
bandsflokkinum av hesari pá-
trúgv hevur verið so ágangandi
og knýtt at so nógvari makt
gjøgnum søguna, at hennara
virðistýnandi misálit er seyrað
niður í tað ótilvitaða sálarlívið
hjá føroyingum. Haðani verð-
ur tað kallað fram, tá ið sam-
bandsflokkurin hevur brúk fyri
tí, og tað brýtur seg fram sum
isakøld, óskilvís, ræðsla fyri
ikki at fáa mat í munnin og fyri
at vera óhjálpin. Bjargingin
sum sambandsflokkurin bjóðar
í hesari irrationellu ræðsluni,
sum hann sjálvur hevur skap-
að, er eitt ímyndað >Dan-
mark<, sum ber brá av hini
guddómligu hjálpini í kristna
hugarheiminum og av tí al-
góða foreldraveldinum í ti
dulvitaða smábarninum, sum
býr í tí vaksnu sálini. Tað sær
út til, at tað ger tað sama, hvat
tað veruliga Danmark ger og
hvussu viðurskiftini hava ver-
ið okkaramillum, tað broytir
ikki lognbráina hjá, í hvussu
er teimum gomlu, í sambands-
flokkinum av »Danmark«
sum tí algóðu, alvaldandi veru,
lýsandi sum ein náðisól yvir
Føroyum — ið annars høvdu
ligið svartar. Konsekvent sam-
bandsforeldur mugu siga við
síni børn:«Okkara foreldur
kláraðu ikki at føda okkum
Tey nyttadu einki. Vit klåra
ikki at føda teg. Vit nytta einki
Okkara land nyttar einki, tað
klárar ikki at føda teg. Tú fert
ikki at klára at føda teg. Dan-
mark má føda teg.< Fær teirra
hugmynd ta undirtøku, sum tey
Ikatingsval Í Føroyum
ætla og vilja, so kann tad
henda, at hon verður ein sjålv-
uppfyllandi spádómur, so at
trúargreinin um ósjálvbjargni
gongur út. Tí >lítið kemur av
lítlari vón<, sigur orðatakið
Vóna og krevja vit lítið, tá
kann so lítið spyrjast burturúr
Seta vit okkum neyðarslig, smá
mál, so mikið neyðarsligari
málum náa vit. Men seta vit
okkum sømilig mál, tað er fult
frælsi og ræði á egnu viður-
skiftum okkara, tá verður
grundarlag fyri einum sonnum
tjóðlívi í Føroyum, ið kann
loysa andliga megi, sum enn
liggur bundin í fólkinum, okk-
um til eydnu og sóma
Turið Sigurðardóttir
A ———————— /——————{—— /—2—/——idieiueisi
Altjóða kvinnudagurin verður av ymsum orsøkum
hildin ødrvisi í ár enn so mangan fyrr
Byrjað verður við Kvinnukveldi uppi á loftinum
á Café Natur leygarkvøldid tan 7. mars kl. 22 og
varar líka til sunnunáttina tann 8. mars kl. 01.
Har verður »Speakers Corner< við mikrofon, so
øll áhugað kunnu siga sína hugsan um mål, sum
upptaka kvinnur í hesum døgum. Annars verður
tónleikur, sangur, prát og vanligur caféhugni
Havið Grønu sangbók við!
Atgongugjald er onki, men høvi verður at keypa
sær bæði mat og drekka.
Næsta sunnudag, tann 15. mars, verður Berit As
aftur í Føroyum, og hon fer tann dagin at halda tveir
fyrilestrar í Sjónleikarhúsinum í Havn. ;
Tiltakið byrjar kl. 15, og evnini verða: Árin av
veikum radioaktivum geislingum á heilsuna hjá fólki,
og tann seinni eitur: Hevur heimurin ráð til kvinnur?
Amnesty International fer eisini sum vant at hava
framsýning og innsavning av undirskriftum í Sjón-
leikarhúsinum hendan dagin.
Atgongugjaldið er 50 kr. og umfatar eisini drekka-
munnin í steðginum millum fyrilestrarnar
8. mars tiltakið í ár endar við eini longri gjøgnum-
gongd av teimum fimm herskarateknikkunum niðri
í Mettustovu mikukveldið iann 18. mars ki. 19.00.
Tað seminarið kallast: Kyn, makt og mål, og kostar
40 kr. við drekka.
Atlar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar!
Loysingar-
romantikkur ella
loysingarveruleiki
Eg vildi ynskt — og helst allir
føroyingar við mær — at vit
kundu havt einar fríar og fræls-
ar Føroyar við 40-50.000 glað-
um føroyingum, ið allir høvdu
tað gott bæði materielt og sál-
arliga. Ja, hetta er mítt ynski.
Nú er tað tó so, at tað er
sjáldan, at ynski ganga í upp-
fyllilsi uttan nakað. Oftast er
tað so, at tú mást gera upp,
hvussu stødan er, hvat grund-
arlag hevur tú at standa á, og
hvussu vil tú røkka tínum máli
Við øðrum orðum, hvussu fært
tú ynski uppfylt
Turrisligt — men veruleiki. Í
dag er veruleikin, at lívsgrund-
arlag er ikki fyri 45.000 fólk
um í Føroyum, um vit skulu
hava á leið sama liviføt, sum
nú
Við ødrum orðum kunnu vit
tíverri ikki vera blokkstuðulin
fyriuttan. Soleiðis er tað bara
Men tíðir kunnu broytast. Vit
fáa kanska nýtt lívsgrundarlag
innan leingi. Hver veit? Ti
ræður um longu nú at fáa ein
nýggjan nútíðarhóskandi virði-
ligan sáttmála við Danska rík
ið, sum greitt tilskilar rættindi
og skyldur í einari framtíðar
samvinnu. Hetta er stórarbeiði
ið má gerast, um okkara fólk
skal hava vinnuliga
Konstruktivur sum Javnað
arflokkurin altíð er, so er hanr
framtíð
einasti flokkur. ið hevur mið
vísa ætlan um hett
Ynskja kunnu vit altíð. mer
oftast skal konstrukti urbeiði
til, áðrenn ynski er uppfy
veit vanlig! førovingurnin san
an við Javnaðarflokkinum
Tummas Arabo,
valevni Javnaðarfloksins
Alt innan gólv...
Ókeypis tilboð verða givin.
Vit ferðast um alt landið
Skemmingsgeta 19 100 Tórshavn
Tlf. 18875 - 88875
Fax 18809