Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mars 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SS Nr. 45 — 7. MARS 1998 Landsstýrið keypa tíðindablaðið SOskalurn og selja virkið í Vági EIRIKUR LINDENSKOV — Flakavirkið í Vági hevur ligið stilt síðani 2. oktober 1994, og nú er tíð upp á, at virkið kemur á aðrar hendur og letur uppaftur, sigur Henrik Old, løgtingsmadur, sum hevur lagt fyri tinið uppskot um at heimila landsstýrinum at taka upp samráðingar við eigararnar av flakavirkinum um keyp av virkinum. Henrik Old leggurafturat, at landsstýri hava skyldu at selja virkið víðari til tann hægstbjóðandi, sum vil á- taka sær at fá virksemið í gongd aftur á flakavirki- num. Tá endaligt uppskot um keypsavtalu fyriliggur, verður ásett í eykajáttanar- lóg, hvørja upphædd lands- stýrinum verður heimilað at brúka til keypið. Einki arbeiði hevur verið á virkinum í Vági í hálvt- fjórða ár, hóast fleiri royndir hava verið gjørdir, sum allar eru miseydnaðar. — Hvørki Fiskavirking ella seinni Framtaksgrunn- urin hava viljad havt virkid í gongd,-og treytirnar, aðrir hava fingið“, hava veirð so út av lagi harðar, at eingin møguleiki hevur verið til staðar at byrja aftur, sigur Henrik Old. Tá seinasta umlegging av eigaraviðurskiftunum í Før- oya Fiskavirking fór fram fyri góðum ári síðani, øktust vónirnar aftur, tí tá varð Fiskavirking býtt sundur. Atta virki vórðu eftir í Fisk- avirking, ið øll skuldu í gongd, meðan restinvarð yvirtikin av einum felag hjá Føroya Banka. Henrik Old sigur, at tíbetur eru flestu virkini, sum vórðu loyst frá fiskavirking, so líðandi komin í gongd aftur. — Av teimum átta virkj- unum, ið Fiskavirkin hevði eftir, var flakavirkið í Vági eitt. Men heldur ikki hesa- ferð er nøkur vón fyri virk- seminum á flakavirkinum Øi Vági, so greitt er, at Fiska- virking fekk virkið í Vága í sín bólk við einum enda- máli, tað, at einki virksemi skal verða har, sigur Henrik Old. — Fyri syðru helvt av Suð- uroy hevur hetta havt kata- strofalar fylgjur, sum eisini ofta er víst á, og av hesi orsøk er arbeiðsloysið fram- vegis størst í hesum parti- num av landinum, sigur Henrik Old. Hann visir eisini å, at landsstyrid helst er einasti instansur, sum kann trysta Framtaksgrunnin og Fiska- virking at selja virkid treyt- aleyst. T. d. letur landsstyrid væl av studli til Fiskavirk- ing fyri at halda virksemi- num f gongd å åvisum stød- um. — Tf er tad helst bara Henrik Old, løgtingsmadur landsstyrid, sum kann loysa hetta trupla mål, heldur tingmaðurin. Henrik Old sigur, at tað kann ikki staðfestast, hvørj- ar fíggjarligar avleiðingar, uppskotið kann hava, fyrr enn endaligt uppskot um keypsavtalu fyriliggur. Tá verður uppskot lagt fyri tingið um eykajáttanarlóg, ið skal áseta, hverja upp- hædd landsstýrinum verður heimilað at brúka til keypið. Eisini gott fyri smærru virkini — Tá ein >normalur< eigari aftur kemur at eiga flaka- virkið í Vági, so verður hetta eisini ein fyrimunur fyri smærru virkini, sigur Henrik Old. Hann sigur, at tey tá sleppa undan at gera fløgur í stóra fyrstiútger o. a., tá slík útgerð stendur á virki- num - eitt nú til slógvfryst- ing, sum higartil hevur ver- ið útilokað at tosað við Fiskavirking at fingið greiðu á, sigur hann. — Tað kann við vissu sig- ast, at líka mikið, hvør so tann nýggi eigarin verður, so verður hann ongatníð so trupul at fáast við, sum teir, sum í seinastuni hava rátt, sigur Henrik Old. Sandoyarætlanin besta tiltakið higartil í val- skeiðnum Henrik Old vísir á, at tiltakið á at virksemi Sandoynni gjørdi, aftur kom i oynni Í samband við uppskotið um at landsstýrinum verður heimilað at keypa virkið í Vági til víðari sølu, hevur Hen- rík Old lagt uppskot fram fyri tingið um at játta 1,7 milliónir krónur til at gera virkið klárt, so tað aftur kann taka móti fiski. — Nú hevur virkið staðið stilt so leingi, og fleiri krøv eru síðani komin. Tí er neyðugt við ábótum. sigur Henrik Old. Henrik Old sigur, at bestu pengar, sum er latnir út í hesum val- skeiðið, eru teir, íð játt- aðir vórðu til sonevndu Sandoyarætlanina - sum aftur fekk virksemi í Sandoynni Møguleiki skap- ast fyri fiskaar- beiðið í Nólsoy Flakavirkið í Nólsoy hevur staðið stilt í eini fimm ár. Men sambært eykajáttanaruppskoti- num frá Henriki Old, skal skapast møguleiki fyri, at fiskaarbeiði aftur verður í Nólsoy. Hann skjýtur upp, at játtaðar verða 500.000 krónur til at gera flaka- virkið í Nólsoy klárt at lúka krøvini frá Heilsu- frødiligu Starvsstovuni um løggilding og innan- eftirlit. Postmenn í verkfalli Í lýsingum í útvarpinum håskvøldid gjørdi Føroya Postfelag vart við, at felagið fór í verkfall um uppskotið til lóg um Post- verk Føroya og lógin um postflutning vóru løgd fyri tingið. Tað hendi og tí varð eingin postur borin út í gjár SVEINUR POULSEN Føroya Postfelag er farið í verkfall. Orsøkin er, at hvørki Landsstýrið ella Vinnumálastýrið hava hild- ið tær avtalur, tey hava gjørt við Føroya Postfelag. I tíðindaskrivið, sum Før- oya Postfelag hevur sent út, verður greitt frá gongdini so sum Postfelagið sær hana. Málið byrjaði við, at leiðslan á Postverk Føroya arbeiddi við at seta upp møguleikar, fyri framtíðar- broytingum av bygnaðinum hjá postverkinum. Táverandi landsstýris- maður í vinnumálum, kundi ikki taka undir við hugsan- unum hjá leiðsluni, og bað tí umsitingina gera uppskot til lóg um postflutning og lóg um Postverk Føroya. Tá Føroya Postfelag frætti um hesar ætlanir, gjørdu tey vart við, at fel- agið ynskti at vera við í fyri- reikinge warbeiðnum til hesi lógar rup psk« t Umboð lyri Postfelagið vóru á fundi við landsstýris- mannin, og har fingu tey váttað, at tey skuldu sleppa at vera við og at arkið skuldi verða blankt, tá tey byrjaðu. Men mongum brestir ætl- an. Tí stutt eftir henda fundin, fekk postfelagið eitt enda- ligt uppskot til lóg um post- flutning. Hetta, sigur Postfelagið, var fyrru ferð, vinnumála- stýrið breyt avtaluna. Eftir hetta var brævaskifti aftur og fram millum Post- felagið og vinnumálastýrið og tað endaði við semju í fýra punktum. Avtalan er skrivliga vátt- að av aðalstjóranum fyri vinnumálastýrið í skrivið 21. oktober i fjør. Avtalað varð eisini, at ad- vokatarnir hjá landsstýrin- um og postfelagnum um- framt ein fulltrúi í lands- stýrinum, skuldu gera eina lógarskitsu og síðani skuldi lógararbeiði byrja, har nevndarlimir í Føroya Post- felag skuldu vera við. Illa gekst tó í hond Síðst í februar fekk ad vokaturin hjá Føroya Post- felag boð um, at arbeiðið skuldi byrjað aftur 27. feb- ruar í ár, og við so stuttum skotbráið kundi felagið ikki savna nevndina. Felagið boðaði frá hesum og eisini at tey fyrst í hesi vikuni, kundu taka málið til viðgerðar, og væntaðu at tað var í lagið, sambært avtal- una við vinnumálastýrið. Tað næsta Postfelagið frættir er, at uppskotini eru farin niðan í tingið, uttan at tey kenna orðingina í upp- skotunum. Hetta er annað avtalubrot- ið Vinnumálastýrið fremur móti Føroya Postfelag, og tað góðtekur felagið ikki uttan víðari. Tey góðtaka ikki, at al- mennur myndugleiki setir til viks greiðar avtalur, og tí hava tey avgjørt at taka neyðugu stigini, nú upp- skotini eru løgd fyri tingið. Felagið heldur ikki, at tað er nøktandi, at Landsstýrið bjóðaði teimum til fundar í gjár, tí, sigur felagið, hetta er ein roynd at fjala út yvir, tað greiða avtalubrot, sum landsstýrismaðurin hevur framt móti fakfelagnum MAG-LITE LYKTIRNAR á goymslu í ollum stóddum Tær sera vælumtóktu MAG-LITE lyktirnar fåast í nógvum ymiskum litum. MAG-LITE navnid borgar þá allarbestu ygd niður í minsta lut. Umframt lyktirnar hava vit eisini ymiskt tilhoyr til MA -UTE Kom inn síggj úrvali | { Vit kunnu eisini go navn ella úmerki í lyktirnar -ein góð Fe HR sp/t Skótabúðin | | Tel 17777 - Fax 10775 1 |