hósdagur 12. mars 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 48 — 12. MARS 1998
Ídnaðarfelagið hevur
aðalfund í dag
Føroya Ídnaðarfelag hevur aðal-
fund á Hotel Hafnia, seinnapartin
í dag.KT-vinnan ynskir at gerast
limur í Føroya Idnadarfelag
SVEINUR POULSEN
Føroya Ídnaðarfelag hev-
ur aðalfund á Hotel Haf-
nia kl. 14.00 í dag.
Skráin fyri aðalfundin
er sambært lógum felag-
sins.
Til henda aðalfundin
skjýtur nevndin upp, at
talið av nevndarlimum
verður økt úr 5 til 6.
—Orsøkin til hetta er, at
KT-vinnan hevur biðið
um loyvi til at verað upp-
tikin í Føroya Ídnaðarfel-
æ ”
Teir hava vent sær til
arfelagið og spurt,
um teir ikki kunnu gerast
limir har, heldur enn at
stovna egið áhugafelag.
Tí verður ein nýggjur
bólkur gjørdur, og hann
fer at eita KT og tænastur,
um uppskotið frá nevnd-
ini verður samtykt.
Til nevndarvalid standa
Olavur Gregersen, sum
umboðar bólkin »Annar
ídnaður< og Heðin Poul-
sen, sum umboðar
»Byggivørur«, fyri valið.
Nevndarlimirnir verða
valdir soleiðis, at tveir
standa fyri vali annað-
hvert ár og tríggir annað-
hvert ár
Hinir nevndarlimirnir
eru Eyðun Hansen, sum
umboðar >Skipasmiðjur
og verksmiðjur<, Sofus
Poulsen, sum umboðar
>Góðskingarfyritókur<
og Heini Waag, sum um-
boðar bólkin »Matvørur,
mjólka og bryggjaríir<.
Heðin Poulsen sigur, at
endamálið við felagnum
er at skapa góðar karmar
hjá vinnuni at virka undir.
Felagið roynir at kunna
um ymiskt sum verður
mett at hava limanna á-
hugað
Heðin roknar við, at teir
fáa ein áhugaverdan fund
á Hafnia í dag.
Kavin orsøk til
ferðsluóhapp
Kavin gav løgregluni nákað av eyka-
arbeiði um vikuskiftið. Fleiri ferðslu-
óhapp hendu í hálkuni.
SVEINUR POULSEN
Tann nógvi kavin var or-
søkin til stórar ferðslu-
leikir um viku-
ST sjadagin vóru ikki
færri enn seks ferðslu-
óhapp, og Súni Vinther,
stødleidari í Havn, sigur,
at kavin var orsøkin til tey
oll.
Tað sær út til at fólk
hava stórar trupulleikar,
tá kavin kemur og tað
gerst hált á vegunum, og
sigast må at hesaferð kom
kavin í ólukkumát.
og annan hátt, at tað ikki
var ráðiligt, at fara út í
bili, og tað hava fólk 6-
ivað tikið til eftirtektar.
Tað var tó ein trupul-
leiki hetta vikuskifti, at
fólk, høvdu sett bilarnar
| frá sær sum best bar til.
Hetta gjørdi, at tað
nógvastaðni var sera
trongligt og vanfamikid
Nøkur skalvalop vóru um
vikuskiftið, og eisini har
var løgreglan í myndini
Friggjakvøldid leyp ein
skalvur í Vestmanna.
Tá kannað varð eftir,
vísti tað seg, at bert helm-
ingurin av skalvinum var
farin á rull, og restin stóð
hóttandi eftir.
Heitt var tí á fólk, sum
búði har vandi var fyri at
tað leyp, um at flyta úr
húsunum.
Á midnátt týskveldið
metti løgreglan, at tað enn
var vandi fyri lopum, og
ti eru fólkini inni á Fjørð
í Vestmanna ikki farin aft-
ur til hús enn.
Suni Vinther sigur ann-
ars, at tað sær út til at
hesin skalvurin er mink-
aður, hóast mesti kuldi
annars er máldur á Høga-
reyni við Vestmanna.
Ley in var so tað
mikla skalvalopið í
Fuglafirði. Fráboðað var,
sambært Suna Vinther,
klokkan 14.53.
Sunnudagin var eitt
skalvalop i Norðasta
Horni í Havn.
Løgreglan var á stað-
num og sá at børnini
spældu beint undir har
skalvurin lá.
Hetta kundi gerast
vandamikid, og ti heitti
løgreglan, um sjónvarp
og við hátalaravognum, á
børn og foreldur um at
verða varin og ikki fara
ov nær. Tí liggur ein und-
IT, so er stórur vandi á
ferð
|
Trygd fingið 5%
av marknaðinum
Tað gongur stútt framá hjá tryg
gingarfelagnum Trygd. Teir
hava verið á marknaðinum í ein mánað og hava longu fing-
ið fatur á 5% av marknaðinum
SVEINUR POULSEN
Mánadagurin 2. februar
1998 var fyrsti dagurin í
nýggju tíðarrokningini hjá
gamla tryggingarfelagnum
Trygd.
Hetta var nevniliga fyrsti
dagurin teir aftur teknaðu
tryggingar.
Broytingarnar í trygging-
arlóggávuni hava tikið eink-
arrættin frá Tryggingarsam-
bandinum Føroyar, og tað
gjørdi tað fyrr sovandi
tryggingarfelagið nýtslu av.
Og tað hevur gingið skjótt
framá, hóast útboðið hjá
Trygd er avmarkað í fyrsta
umfari.
At byrja vid halda teir seg
bert til familjutryggingar og
sethusatryggingar. Men
hetta eru tryggingar, sum
tey allarflestu hava bruk
fyri, so her er nokk at taka
fatt i.
Frå byrjan hevur Trygd
lagt sin prispolitik eftir eg-
num útrokningum, og
tryggingartreytirnar teir
hava eru ikki avrit av trygg-
ingum, sum fyrr vóru á
marknaðinum.
Og tað sær út til at kund-
unum líka felagið.
I gøllum fórum hevur
„nýggja gamla< felagið
fingið fatur á 5% av mark-
naðinum. Og tað eru tey
stak væl nøgd við á Trygd.
Men tað er ikki bara tað.
Tí, sum tey siga í tíðinda-
skrivinum, so eru prísirnir
á tryggingum i Føroyum
lækkaðir, síðani Trygd kom
á marknaðin.
Sambært Trygd, so hevur
brúkarin spart millum 2 og
3 mió. kr. síðani felagið
byrjaði.
Sammeta feløgini
eftir prisi
Trygd sigur eisini í tíðinda-
skrivinum, at mong hava
lindið til, at meta um trygg-
ingarfeløg eftir prisleguni,
og at hetta kann gerast
kostnadarmikid tå um ræd-
ur.
Trygd leggur dent å at
hava dygdartryggingar til
kappingarførar prisir.
Ti tá skaðin hendur, er tað
týdningarmikið at hava
rætta tyggingarfulnaðin og
tað rættað felagið aftanfyri
seg, sigur Trygd í tíðinda-
skrivinum, og heldur fram,
at tað hjálpir ikki at trygg-
ingargjalldið er lágt, um
skaðin ikki verður goldin,
ella at málsviðgerin ikki er
nøktandi.
Sorgarleikur i Noregi
Lítla bygdin Austbø, í norsku kommununi Alstahaug í Helge-
land, var í nátt karmur um stóran sorgarleik, tá ein sinnisbrekað-
ur skjeyt tveir løgreglumenn. Maðurin, sum var psykiatriskum
sjúklingur, hevði útgonguloyvi frá sjúkrahúsinum í Nordland
SVEINUR POULSEN
Kjakið um viðferðina tey
sinnisbrekaðu fáa, hevur
fingið nýggja grund at
byggja á í Noregi.
Orsøkin er sorgarleikurin,
sum fór fram í Noregi
fyrranáttina.
Ein sinnisbrekaður mað-
ur, sum hevði fingið út-
gonguloyvið frá Nordland
Psykiatriske Sykehus,
skjeyt tveir løgreglumenn,
sum vóru komnir at hand-
taka hann.
Maðurin hevur verið inn-
lagdur á Salten Psykiatriske
Center við Nordland Psyki-
atriske Sykehus, har hann
hevur fingið viðger fyri
sinnisbrek sítt.
Hann fekk útgonguloyvi
frá sjúkrahúsinum 3. mars
og Olav Andresen, yvir-
lækni á sjúkrahúsinum, sig-
ur, at tá sjúklingar fáa loyvi
at fara av sjúkrahúsinum í
fleiri dagar, so er tað tí, at
tað verður mett at teir eru
búgvnir at skriva út.
— Til týsdagin, tá hann
ringdi til okkara, sá alt ú til
at verða sum tað skuldi.
— Eftir tí, sum kom fram í
samtaluni, bað eg lækna-
vaktina boða løgregluna frá.
sigur yvirlæknin við norska
blaðið Aftenposten.
Hann sigur eisini, at
sjúkrahúsið hevði samband
við mannin nakrar ferðir
týsdagin
Hótti starvsfólki
á sjúkrahúsinum
Maðurin, sum er 46 ára
gamal, var farin til fødibygd
sina, Austbø, í Alstahaug
kommunu.
Austbø er lítil bygd, bert
uml. 200 íbúgvar, og har er
vanliga sera friðarligt og
ongin kriminalitetur, sigur
býráðsformaðurin í komm-
ununi við Aftenposten.
Týsdagin hevur maðurin
um telefonina hótt starvs-
fólk á sjúkrahúsinum hann
var innlagdur á, og grannar
í Austbø.
Løgreglan fór á staðið við
nýggju væl vápnaðum
monnum. Teir vóru sera
varnir, tí teir vistu at mað-
urin hevåi eina riflu og eina
rúgvu av lóðri.
Nærmastu grannarnir hjá
manninum vórðu fluttir úr
húsum sínum. Um trý tíð-
ina mikunáttina fóru tveir
løgrelumenn til eitt av
grannahúsunum hjá mann-
inum, fyri at kanna um
nakar var í húsunum.
Brádliga dundu trý skot
og so var alt kvirt. Tá hinir
sjey løgreglumenninir
komu á staðið, funnu teir
starvsfelagar sínar liggjandi
deyðar
Hevði lænt byrsuna
Sinnisbrekaði maðurin
hevði verið í Austbø í okk-
urt um eina viku, og hann
hevði, so løgid tað ljóðar,
lænt bæði byrsu og lóður,
frá einum av teimum lokalu.
Aðrenn hendingina tosaði
sýslumaðurin í Sandnessjø-
en við mannin í telefon. Har
segði hann, at hann hevði
latið fleiri skot av. Tí av-
gjørdi løgreglan at avbyrgja
økid og halda børnini heima
úr skúlanum.
Skúlin er ein av nærmastu
grannum til húsið har
maðurin búði.
lalt vóru eini tríati fólk
flutt burtur frá bústaði sín-
um.
Løgreglan syrgdi eisini
fyri at steingja luftrúmið
yvir Austbø, til maðurin var
handtikin.
Um middagsleitið í gjár,
avgjørdi sinnisbrekaði mað-
urin at yvirgeva seg.
Løgreglan gav manninum
boð um at fara úr húsunum,
og hann gekk eini 400 met-
rar áðrenn hann varð hand-
tikin.
Løgmålarådharrin
væntar broytingar
Norski løgmålarådharrin,
Aud Inger Aure, segåi i eini
viðmerking við Aftenposten
í gjár, at tað er væl møgu-
ligt at myndugleikarnir fara
at broyta framferðarháttin
móti vandamiklum sinnis-
brekadum. I løtuni er ikki
loyvt at fonglsa sinnisbrek-
aði meðan tey bíða eftir við-
ger, men tað er væl møgu-
FK skipar
fyri
limafundi
Eins og undanfarin ár
hevur limanevndin í
FK-Eysturoy boðað til
ársfund, har allir limir
í FK eru vælkomnir.
Fundurin verður
hildin á Sjómansheim-
inum í Runavík mána-
dagin 16. mars klokk-
an 19.30.
Skráin fyri fundin
verður sambært lógum
felagsins.
Eins og onnur ár
skipar FK-Eysturoy
fyri fyrilestri á fundin-
um.
Í ár fer eitt umboð
fyri MBM-kjøt í Hós-
vík, at halda fyrilestur
um føroysku kjøtfram-
leidsluna.
FK bjóðar luttakaru-
num ein drekkamunn
og okkurt afturvid. sp
Skalvalopið
á Galvinum
Í blaðnum í gjár
greiddu vit frá einum
skalvalopi á Galvinum
á Kalsoynni, har vandi
var fyri, at einir 20
seyðir fóru fyri bakka.
Vit tosaðu í gjár við
Bjørn Kalsø og spurdu
hvussu stødan var.
— Tad visti at standa
betri til enn vætnað. Vit
fingu seks seyðir upp í
bátin. Restin hevði
kropið sær niðaneftir.
— Tveir seyðir vóru
so illa fyri, at teir máttu
avlívast. Men annars
sluppu vit øgiliga væl,
tíbetur.
Bjørn Kalsø sigur
eisini, at tað nú sær eitt
sindur betri út í hag-
anum.
— Seyðurin stóð fast-
ur, og fekk ikki nakað
at eta, men nú sleppa
teir til grasið aftur, so
nú vóna vit bara, at
veðrið ikki versnar. sp
ligt, at tað skal vera møgu-
ligt í framtíðini.
Annars heldur Aud Inge
Aure, at hendingin í Austbø
má seta nakrar ógvusligar
spurningar í sambandi við
vápnalógina, sum er til við-
gerar í Stórtinginum í løt-
uni.
Eisini aðrir spurningar
troðka seg fram í hølunum
á sorgarleikinum.
Teirra millum eru trygd-
arvidurskiftini hjá løgreglu-
monnum i slfkum stødum
og útgonguloyvini hjá
psykiatriskum sjúklingum
Norskiløgmålarådharrin
segði annars í gjár, at henn-
ara tankar hennara fyrst og
fremst leita til tey avvarandi
og starvsfelagarnar hjá løg-
relumonnunum.