hósdagur 12. mars 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
Nr. 48 — 12. MARS 1998
tidindabladid SOS
Við hvort er
— Vórðu vit verandi saman, fór tað bert at føra til klandur
og meiningsleyst stríð, sigur Tordur Niclasen, sum fór úr
KrF og stovnaði Miðflokkin
DAGNY JOENSEN
Formaðurin í Miðflokki-
num, sum sambært veljara-
kanningum eigur 1,7 pst. av
atkvødunum, heldur ikki, at
tað skaðar flokkin , at hann
ikki var umboðaður á fólka-
tingsvalinum.
Hann vil heldur ikki siga,
hvor flokkur fær hansara at-
kvødu, men bert, at hann
var á vali, og at hann valdi
tann persón, sum stendur
sjónarmiðunum hjá Mið-
flokkinum nærmast.
Fólkatings- og Leg-
tingsval er hver sítt
— Skaðar tað ikki løgtings-
valið komandi, at Miðflokk-
urin ikki stillaði upp til
danska tingið?
— Nei, als ikki. Fólka-
tingsvalið er ein kapping
millum tveir flokkar um,
hver fær umboðan. Tá tað
ikki kunnu vera meir enn
tvey umboð, talan er um, so
fær tað ikki verið ødrvisi.
Hjá teimum smáu flokku-
num er stødan tann, at teir
ikki hava møguleika at fáa
umboð í Fólaktingið, og tí
tænir tað ongum endamáli
at stilla upp.
Tordur Niclasen valdi at stovna Miðflokkin, tá hann får
úr KrF
— Fyri tað um t.d. Fólka-
flokkurin og Sambands-
flokkurin verða sigursharr-
ar á fólkatingsvalinum, so
er tad ikki vist, at teir verða
tað á løgtingsvalinum sigur
Tordur Niclasen
— Hvar heldur tú um po-
LXi Pick-up
uttan MVG
kr. 84.405,-
við
kr. 98.500,-
LX 1,9 Diesel
Pick-up
HONDA
uttan MVG
kr. 90.793,-
P/f NORDBIL
litisku stóðuna, nú fleiri
tinglimir skifta flokk?
— Vit búgva í einum de-
mokratiskum landi, og tað
gevur fólki møguleika at
skifta flokk, so tað er í lagi.
Kann hann ikki yvirliva í
einum flokki, er væl skilj-
andi at hann leitar sær ann-
an flokk, har møguleikarnir
eru stórri, sigur Tordur Nic-
lasen.
- Annars haldi eg, at at-
gerðin hjá Kristiani Mag-
nussen at fara í Javnaðar-
flokkin úr Verkamannafylk-
ingini, ið varð stovnað sum
mótmæli móti Javnaðar-
flokkinum, er løgin.
Hansara politiska stødi
er grundað á 6nøgdina við
sama flokk, má standa í
andsøgn til politiska upp-
runa hansara. Tað er at lum-
pa og misbrúka álitið á velj-
arar sínar, sum valdu hann
inn á ting, sigur formaðurin
í Miðflokkinum, sum sjálv-
ur fór úr KrF og stovnaði
Miðflokkin.
Klandur og stríð, um
eg varð verandi
— Hvør munur er á tær,
Kristiani og Finnboga Ar-
ge, í tí at skifta flokk?
— Tað velst um orsøkirnar.
Hjå Kristiani Magnussen er
flokkurin ikki til longur fyri
honum,og viðvíkjandi Finn-
boga Arge, so var hann 6-
nøgdur við førda politikkin
i Sambandsflokkinum.
- Sjålvandi skulu slikar
broytingar ikki gerast í óður
verki, men vit, sum vóru í
KrF, sóu okkum ongan út-
veg.
Vórðu vit verandi saman,
fór tað bert at føra til kland-
ur og meiningsleyst stríð. Tí
var tað best at flokkurin og
eg skiltust, sigur Tordur
Niclasen.
Hann angraði ikki hesa
avgerð. Miðflokkurin fekk
tveir mans á ting - og tað
var sama umboðan, sum
KrF hevði, áðrenn Tordur
fór.
Volkswagen
Bensin/p
vid MVG kr. 108.500,-
FAD
HYUNDAI
Box 1070 - Oyggjarvegur * 110 Tórshavn - Tlf. 13707 - Fax 10855
Lasse Klein, formadur i KrF:
valdi
rætt
Lasse Klein hevur onga vidmerking
til at fólk flyta i annan flokk. Bert vil
hann siga, at ongantid hevur hann
kent seg betur enn i KrF, sum hann
innlimadi seg i, tå hann valdi at fara
úr Sjálvstýrisflokkinum
DAGNY JOENSEN
Tá hesar reglur verða skriv-
aðar, er fólkatingsvalið í
ikki av, men tá blaðið er
prentað, er stutt eftir til vit
kenna úrslitið.
Lasse Klein eins og polit-
ikarar í hinum flokkunum,
sum ikki stillaðu upp, hava
verið á vali.
— Eg loyvi mær at hava
tað fyri meg sjálvan, hvønn
eg valdi, men tað hevdi eg
avgjørt langa tíð framman-
undan, sigur Lasse Klein.
Hann heldur íkki, at
fólkatingsvalið hevur ávirk-
an á Legtingsvalið..
— Eitt nú sæst tað á und-
irtøkuni til kommunuval og
løtingsval, har smáu flokk-
arnir fáa góða undirtøku,
sigur Lasse Klein.
Persón lig avgerð
— Hvat heldur tú um polit-
isku stóðuna í Fóroyum, nú
alt fleiri politiarar skifta
flokk?
- Eg havi onga viðmerk-
ing til at fólk skifta flokk
Tað er ein persónlig stóða,
sum bert tann einstaki kann
svara fyri.
Spurdur um leysatíðind-
ini, sum hava gingið í sein-
astuni, at eisini broytingar
verða í KrF, sigur Lasse
Klein, at hann og Jákup Ol-
sen altíð hava havt sera gott
samstarv í tinginum.
— Hevur tú ætlanir um at
skifta flokk?
— Nei, tad ætli eg avgjørt
ikki. Eg verði verandi i KrF,
tí her kenni eg meg so væl,
sum ongantíð áður, sigur
Lasse Klein.
Bert ein meting um at
føra valstríð
— Heldur tú at tað skaðar
smáu flokkarnar til løg-
tingsvalid, at teir ikki still-
aðu upp til fólkatingsvalið ?
— Nei, avgjørt ikki vænti
eg tað. Fólkatingvalið kann
vera ein ábending hjá onkr-
um flokki, sum eina meting
fyri, um teir kláraðu seg væl
ella illa í valstríðnum
— Sjálvur haldi eg at
Fólkaflokkurin, Javnaðar-
flokkurin og lutvíst eisini
Tjóðveldsflokkurin førdu
eitt gott valstríð, men hetta
hevur onga ávirkan á sam-
ansetingina í tinginum eftir
valið at gera, sigur Lasse
Klein
Hinvegin, um vit still-
aðu upp og komu frá fólka
tingsvalinum við vánaligum
úrsliti, so hevði tað verið
verri enn nú, vit ikki still
aðu upp