hósdagur 12. mars 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið SC
sfalurin
Nr. 48 — 12. MARS 1998
Bjørn å Heygum og Guttorm Eysturoy hålsfevnast:
Osemjan endadi
I satt og semju
Ósemjan ímillum
Havnar Bjarging-
arfelag og Báta-
felagið í Havn
bygdi á eina mis-
skiljing. Nú av-
tornaði, endaði
alt í sátt og semj-
u, og bjargingar-
felagið er ikki
rikið á dyr
AK! BERTHOLDSEN
Stríðið ímillum Havnar
Bjargingarfelag ødrumegin
g Tórshavnar Býráð og
nýstovnaða bátafelagið hin-
umegin endaði í sátt og
semju nú um vikuskiftið
Og tað endaði sum tað
skuldi: Bjargingarfelagið
verður ikki rikið á dyr, men
Bátafelagið sleppur eisini
inn
— Hetta hendir eftir at vit
+
Osemjan ímillum Havnar Bjargingarfelag og Bátafelagið í Havn er loyst í sátt og semju
einaferð enn hava vissad
Bjargingarfelagið um, at tað
verður ikki rikið tað á dyr,
tí tað hevur ongantíð verið
ætlanin, sigur Leivur Han-
sen, býráðsformaður í
Havn
I eini 20 ár hevur Havnar
Bjargingarfelag havt fel-
agshøli í gamla goymslu-
húsinum hjá Meiaríðnum í
Vágsbotni.
Men nú ætlaði býráðið, at
nýstovnaða Bátafelagið í
Havn eisini skuldi hava
innivist í húsinum.
Hetta fall Bjargingarfel-
agnum fyri bróstið.
Guttorm Eysturoy, for-
maður í Bjargingarfelag-
num sigur, at hann tók hetta
sum at Bjargingarfelagið
varð blakað á dyr.
Hann sigur, at Býráðið og
Bátafelagið vildi, at Báta-
felagið skuldi yvirtaka høl-
ini í erva og at Bjarging-
arfelagið hereftir skuldi
flyta í kjallaran.
Hetta tók Guttorm Eyst-
uroy sum at bjargingarfel-
agið varð tveitt á dyr, tí
kjallarin var ikki egnaður til
felagshøli.
Og hann helt at tad var
nógv fyri, at Býráðsformað-
urin í Havn, og fyrst valdi
limurin í Føroya Løgtingi,
skuldi gera trygdina hjá
havnarborgarum verri við at
tveita Bjargingarfelagið á
gøtuna.
Hann sipaði til, at Bjørn
å Heygum er ein av odda-
monnunum i Båtafelagnum.
Kom vend i
Men eftir at Sosialurin t6k
málið upp í síðstu viku, eru
so nógvar misskiljingar
ruddaðar av vegnum, at
Bjørn á Heygum og Gutt-
orm Eysturoy hålsfevndust
um vikuskiftid og blivu rør-
andi samdur um at sam-
starva um húsini.
Og sidani er tad hent, at
báði Bátafelagið, Bjarging-
arfelagið og Býráðið hava
skrivað undir ein brúkssátt-
mála um húsið niðri í Vágs-
botni, sum sostatt kemur at
húsa báðum feløgunum her-
eftir.
Býráðið hevur langt síð-
ani skrivað undir. Fríggja-
dagin skrivaði Bátafelagið
undir og týsdagin skrivaði
Bjargingarfelagið undir.
Somuleiðis hevur Býráð-
ið latið 50.000 í stuðuli til
at gera húsið í stand fyri.
Býráðsformaðurin í
Havn sigur, at semjan ímill-
um bæði felggini er komin
í lag eftir at Bjargingarfel-
agið hevur ásannað, at tað
hevði misskilt støðuna eitt
sindur.
— Hóast vit hildu okkum
hava greitt væl frá málin-
um helt Bjargingarfelagið,
at ætlanin var, at tað skuldi
flyta í kjallaran.
— Men tað var ongantíð
ætlanin.
— Ætlanin var einans, at
útgerð og amboð hjá Bjarg-
ingarfelagnum vórðu løgd í
kjallaran.
— Utgerdin liggur eins væl
i kjallaranum, sum uppi å.
Samstundis er ætlanin at
flyta oljufýrið nidurundir og
at gera wc og brúsu til
gestasiglarar, har oljufýrið
nú er.
Ætlanin var so, at Bjarg-
ingarfelagið og Bátafelagið
skulu bæði hava ovaru
hæddina til felagshøli.
Feløgini hava ikki so
nógv felagsarbeiðið, at tey
ikki kunnu hava somu fel-
agshøli, hava Býráðið og
Bátafelagið hildið
— Og tað hevur Bjarging-
arfelagið onki ímóti.
Og tað førdi so vid sær,
at bæði feløgini hava nú
undirskrivað brúkssáttmála
um húsið.
— Og ósemjan teirra mill-
um er sostatt endað í sátt
og semju - tíbetur, sigur
Leivur Hansen.
Ingeborg tekur fakfelagið fram um:
Tað er ikki vis
at eg stilli upp
til logtingsvalið
— Tað skal ongin
ivast i, at eg altíð
taki Føroya Ar-
beiðarafelag fram-
um ein sess í
Løgtinginum, sigur
Ingeborg Vinther
AK! BERTHOLDSEN
Tað er mangt sum bendir á,
at verkamannafylkingin
missir sín fremsta politik-
ara, nå løgtingsval verður
seinni í vár
Ingeborg vinther hevur
ikki endaliga gjørt av, um
hon fer at stilla uppaftur til
komandi løgtingsval
- Men tað er slett ikki
ir hon
vist. sigu
Hon sigur
ntíA
at hon ætlaði
at stilla upp, men
ftirlíkaði av neyð, tá ið
noa
Ed
Verkamannafylkingin
manglaði í Suður
ValC€vnmi
oynni.
Umframt at vera politik-
ari, er Ingeborg Vinther sum
kunnugt eisini formaður í
Føroya Arbeiðarafelag.
— Eg havi ongantíð dult
fyri, at eg altíð fari at taka
fakfelagsarbeiðið í Føroya
Arbeiðarafelag framum ein
sess í løgtinginum.
— Eg havi verið í Føroya
Arbeiðarafelag í nógv ár, og
eg havi verið við til at bygt
tað upp til at verða eitt stórt,
sterkt felag
— Og tí arbeiðnum vil eg
ikki sleppa, sigur hon
Hon leggur afturat, at tað
eru nógv stórmál at arbeiða
við í Føroya Arbeiðarafelag
í komandi tíðum
Ikki minst er tað ætlaða
pensjónsskipanin, sum vit
hava lagt lunnar undir og
sum eg leggi stóran dent á
at fáa at virka. Men tað eru
onnur mál, og tey vil
eg hvgrki forsøma
víkja
Ingborg Vinther sigur, at
ersin
1
ella
av tí at arbeiðið í Føroya
Arbeiðarafelag er so um-
fatandi, er tað ógvuliga iva-
samt, um stundir eisini
verða til tað politiska ar-
beiði. Og verða ikki stundir
til bæði, er eingin ivi hjá
Ingeborg Vinther um, hvat
hon offrar.
— Eg fari altíð at taka fak-
felagsarbeiðið framum ein
sess í løgtinginum, sigur
Ingeborg Vinther.
Fylkingin er ney
Orsøkin til, at Ingeborg
Vinther ivast í at stilla upp-
aftur er sostatt ikki ti, at hon
heldur, at nú er ikki brúk
fyri Verkamanfhafylkingini
longur
Hon er nevniliga rúkandi
ósamd við fyrrverandi
floksfelaga sínum, Kristjani
Magnussen, í hansara met-
ingum av Fylkingini
Kristjan Magnussen helt,
at Verkamannafylkingin var
tiltrongd, táið hon kom,
men at hon nå hevu nt
Ingeborg Vinher mælti sínum viðhaldsfólki at brúka at-
kvøda soleiðis í gjár, at tað ikki kom Sambandinum og
Fólkaflokkinum til góðar.
sínum endamáli.
— Okkurt skal maðurin
siga, nú hann er farin krúp-
andi aftur í Javnaðarflokkin,
eftir hann hevur bygt alla
sína politisku karrieru uppá,
nettupp at spilla Javnaðar-
flokkin út.
Men hetta vísir bara,
hvussu lágt summi eru til
reiðar at seta seg fyri ein
fjálgan løgtingssess og fyri
at fáa politiska makt, sigur
Ingeborg Vinther.
— Verkamannafyrlkingin
hevur ikki tænt sínum enda-
málið. Vit hava tvørturim6ti
brúk fyri einum flokki, sum
verjir áhugamálini hjá teim-
um lågløntu og teimum
veiku í samfelagnum ann-
ars, tí tey eiga ongan góðan
í hinum flokkunum.
Tí er eisini ætlanin at
Fylkingin stillar uppaftur
Ingeborg Vinther nevnir
eitt nú, at tað eru nógvar
lógir í gildi í øðrum Norð-
urlondum sum hava til end-
amáls at verja tey lågløntu,
men tær lógirnar eru ikki í
gildi í Føroyum.
Sjálv hevur hon lagt onkr-
ar fyri tingið, og partamaður
hennara, Luitjen Apol, legði
aðrar fram ta stuttu tíðina,
hann sat á tingi.
— Hetta eru t.d. lógir, ið
skulu forða fyri hópupp-
sagnum, lógir, sum skulu
verja løntakaran, táið virki
skifta eigara og lógir, sum
áleggja arbeiðsgevurum
upplýsingarskyldu mótveg-
is løntakarum - fyri at nevna
nøkur. Eisini hevur Luitjen
Apol m.a. lagt uppskot fram
um at lønir aftur skulu verda
pristalsvidgjørdar.
Vil ikki siga
H6ast verkamannafylkingin
ikki stilladi upp til fólka-
tingsvalid í gjár, vil Inge-
borg Vinther ikki siga, hvar
hon setti krossin, ella, hvat,
hon hevur mælt sínum við-
haldsfólki til at velja.
--Men eg kann siga so
mikið, at eg havi mælt fólki
til at fara á val og at seta
krossin soleiðis, so at at tey
ikki hjálpa Sambandsflokk-
inum og Fólkaflokkin aftur
á Fólkating, leggur Inge-
borg Vinter afturat.
Annars hevur hon ongar
viðmerkingar til, at gamli
partamaður hennara, Óli
Jacobsen nú hevur fingið
arbeiðaramál at umsita.