Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mars 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 Nr. 49 — 13. MARS 1998 Hann avsannar floksskifti: — Onki ger meg bilsnan longri, sigur Jákup Olsen AK! BERTHOLDSEN Jákup Olsen er ikki á veg í Fólkaflokkin Hann avsannar heilt av- gjørdur tíðundunum, sum eru farin at ganga um, at hann fer at skifta flokk til komandi løgtingsval Seinastu tíðina hava polit- ikarar skift flokk líka títt, og líka náttúrligt, sum pro- — Tvassa ikki býtt, sigur Jækup Olsen, tá ið vit biðja hann um viðmerking til tíðindini um, at hann er á veg í Fólka- flokkin fessionellir fótbóltsspælarar skifta felag. Og tað hevur nú í eina tíð eisini verið tutlað í krók- unum í løgtingshusinum, og í øðrum, politiskum skýma- skotum, at eisini løgtings- maðurin hjá KrF í Suður- oynni var á veg av skútuni hjá Lassa Klein, og ætlaði at mynstra umborð hjá An- finni Kallsberg & Co. Grundgevingin = skuldi vera, at væntandi er ikki, at KrF fær meiri tveir ting- menn, og at Lassi Klein við toliligari vissu verður ann- ar. Dysturin um tann seinna tingmannin hjá KrF kmur so at standa ímillum bygd- armenninar báðar, Niels Paula Danielsen, sum býr í Klaksvík og stillar upp í Norðoyggjum, og Jákup Olsen í Vági, sum stillar upp í Suðuroy. Men spátt verður, at hesu- ferð verður tað Norðoya valdømi, sum fer við sigr- inum, tí klaksvíkspresturin er komin at standa sera sterkur, ikki minst, nú son- urin, Hilmar, er komin í Klaksvíkar Býráð, og er sloppin at gera vart við seg har. Tí eru tað mong, sum ikki seta alt ov nógv í veð uppá, at Jákup Olsen fer at klára tað hesuferð, sum hann gjørdi á valinum í 1994, hó- ast eisini hann er atkvødu- slåkari. Hinvegin kann hann hava ein góðan møguleika at skriva politiska søgu vid at verða valdur fyri Fólka- flokkin í Suðuroynni, sum fyrsti tingmadur floksins har å leidini f meiri enn eitt mannaminni. Ti saman vid Pålli Vang á einum fólkaflokslista í Suðuroy, verður roknað við, at hann kundi blíva so sterkur, at hann hevði betri kans at koma inn fyri Fólkaflokkin enn hjá KrF. Tvassa ikki býtt — Nei, nei, tvassa ikki býtt. Sjálvur avsannar Jákup Olsen heilt avgørdur hesum tíðindum. — Eg fari ongan veg, legg- ur hann afturat. Hann sigur, at skuldi hann skift flokk, hevði hann helst gjørt tað áðrenn fólkatings- vali. So hasum er púrt onki hald í, leggur hann afturat. — Tað hava altíð gingið so nógvar leysasøgur um meg, at onki ger meg bilsn- an longur - og tað er heldur onki, sum rgrir meg longur uppá handa mátan, sigur Jákup Olsen. Hann sigur, at heitir KrF á hann um at stilla uppaftur í Suðuroy, fer hann at taka stóðu til tað, tá ið tann tíð kemur. Heini O. Heinesen avbera vælnøgdur: Ringt hjå okkum at klára tað betri | — Eg haldi, at vit høvdu eitt rimm- ar val. Ikki minst fegnist eg um, at tey yngru valevn- ini stóðu seg so væl, sigur for- maður Tjóðveld- isfloksins AK! BERTHOLDSEN Tað hevði verið ringt hjá okkum at klára tað betri. Vit høvu eitt rimmar val og eg eri sera væl nøgdur við úr- slitið, hóast vit ikki fingu mannin hesuferð Stóri sigurharrin á tjóð- veldislistanum til fólka- tingsvalið, sjálvur formað- urin í flokkinum, Heini O. Heinesen, er sera væl nøgd- ur við valið - Vit høvdu tað størstu framgongdina av øllum. Framgongdin var uppá heili 11,5% I tølum meiri enn tvifald- adu vit atkvødutalid år 1798 atkvødum á fólkatingsvalin- um í 1994 til 4316 atkvødur hesuferð — Tað er ein framgongd, sum er størri enn eg hevdi væntad, og eg tvist í, um vit kundu havt klárað tað betri, hóast vit ikki rukku úrslitinum, sum veljara- kanningarnar vístu. Tað er onki dulsmál, at ósemja var ímillum Finn- boga Ísakson óðrumegin og tey flestu - kanska øll - val- evnini hinumegin, um sjálvt valstríðið og um, hvønn leiklut flokkurin skuldi hav- a í donskum politikki. Held- ur tú, at tað hevur ávirkað valúrslitið? Heini O. Heinesen styrkti munandi um stóð- u sína í Tjóðveldisflokk- inum á fólkatingsvalið — Tað er ómetaliga ringt at siga, men tað hevur:tað kanska. — Kanska kostaði tað okk- um tær síðstu, avgerandi at- kvødurnar, at vit ikki fóru heilir í valstríðið. Tað kunnu vit bara gita um. Tó rokni eg við, at tað hevur í hvussu so er ikki kastað atkvødur av sær til okkara. — Men tað, vit kunnu stað- festa, er, at vit høvdu eitt rimmar val, og fyribils mugu vit so fegnast um tað. Heini O. Heinesen sigur, at ikki minst fegnast hann um, at tað gekst cimum Jøannes Eidesgaard, hevur fingid eina sera trupla uppgåvu, heldur Heini O. Heinesen. PS Her er nývaldi fólkatingsmaðurin saman við veteraninum, Ola Breckmann. yngru valevnunum hjá flokkinum so væl. — Tað vísir, at vit hava nógv, gott fólk at seta við og tað er ógvuliga týdning- armikið fyri flokkin. Nógvar persónligar Umframt at fegnast um at- kvødutalid til flokkin sum heild, fegnast Heini O. Heinesen ikki minni um undirtøkuna, hann sjálvur fekk. Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum fekk 1199 per- sónligar atkvødur, og tað eru triðmest av gllum val- evnunum. — Eg fari at takka øllum, sum vistu flokkinum, og mær persónliga álit, sigur hann. — Eg haldi, at hetta e; ein álitisváttan á meg sum floksfomann. Eg fegnist eis- ini um, at síðani eg tók við sum formaður, er flokkurin bara gingin fram í stórum, eftir at flokkurin varð ging- in aftur fleiri ferðir. Meinar tú sostatt, at velj- arin hevur valt formannin í flokkinum? — Ja, tað haldi eg varð sligið fast á seinasta fólka- tingsvali hvønn, veljarin vil hava til formann- og tað er so aftur staðfest hesuferð. Annars heldur hann, at at- kvødurnar, sum Tjóðveld- isflokkurin fekk, hevur hann fingið fyri tann poli- tikk, hann hevur ført, tí at- kvødurnar eru so spjaddar út á øll valevnini. -1 hinum flokkunum haldi eg, at fólk hava yvir- høvur valt persónar. Hvat var t.d. Fólkaflokkurin uttan Óla Breckmann. — Tað er maðurin, sum er valdur og ikki flokkurin fyri tann politikk, hann førir. Hann heldur, at ein orsøk er, at Tjóðveldisflokkurin førdi eitt ødrvisi valstríð enn hinir flokkarnir við tað, at hann førdi ikki åvis val- evni meiri fram enn onnur. Jóannes fingið eina trupla uppgávu Annars heldur Heini O. Heinesen, at nývaldi Fólka- tingsmaðurin, Jóannes Eid- esgaard, hevur fingið eina trupla uppgávu. — Eitt av høvudsevnunum hjá Javnaðarflokkurin í val- stríðnum, var, at hann fór ikki uttan víðari at stuðla sosialdemokratiska flokk- inum hjá Nyrup. Men nú stendur nývaldi fólkatings- limur floksins, Jóannes Eid- esgaard, nettupp í teirri stóðu, at hansara atkvøda kann koma at merkja lív ella deyði hjá Nyrup. Og tað er ikki vist, at hann er so fegin sum hann letst, tí uttan iva veit hann, at stíg- ur hann bara tað allarminsta skeivt, kann tað koma at kosta Javnaðarflokkinum dýrt á komandi løgtingsval- inum. Av tí at báði Nyrup og Eidesgaard eru Javnað- armenn, verður tað øgiliga trupult hjá Jóannesi ikki at verða knýttur ov tætt at Ny - rup - í hvussu so er í huga- heiminum hjá fólki. Og Ny- rup er ikki so gott pappír í Føroyum, at tað átti at loyst seg at verðið knýttur ov tætt at honum, heldur Tjóðveld- isformaðurin.