leygardagur 14. mars 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 50 — 14. MARS 1998
tíðindablaðið
Ætla at byggja
Gongur sum ætlað, hava vágbingar nógv gott í væntu, tí
talan er um virki, sum kunnu skapa heilt fitt av arbeiði
AK! BERTHOLDSEN
Hesi seinastu, fáu árini er
farið at lýsna aftur í Vági
eftir, at eitt tað størsta vinn-
uloysi í søguni tók seg upp
í kjalarvørrinum á kreppuni
í fiskivinnuni, sum tók íkki
bara flakavirkið við sær,
men eisini hini, stóru ar-
beidsplåssini, Garðasmiðj-
una og bedingina.
Síðani tað gjørdust vág-
bingingum greitt, at Fiska-
virking ikki varð sinnað at
lata flakavirkið í bygdini
uppaftur, hava teir ásannað,
at teir máttu taka annað
skinn um bak.
Og tað hava vágbingar
gjørt við at venda eygunum,
og tankunum, frá flakavirk-
inum, og heldur hugsa um
at skapa annað, vinnuligt
virksemi. Urslitid er, at
seinastu árini eru fleiri smá
fiskavirki, rundanum tað
gamla, stóra flakavirki.
Tvey virki afturat
Og nú er líkt til, at vág-
bingar ganga enn bjartari
døgum imøti.
Ti nú er ætlanin at byggja
tvey fiskavirki afturat niðri
á havnalagnum í Vági, sum
hvørt sær fara at geva fitt
av arbeiði.
A eykabýráðsfundi í dag
fer Vágs Býráð fyri stongd-
um durum at viðgera tvey
byggimál til vinnuvirki.
Talan er um umsóknir til
grundstykki at seta virkini
á.
Hetta eru tvey fiskavirki,
sum nú er ætlanin at byggja
afturat í Vági.
Tann eina ætlanin er kom-
in so langt, at farið verður
undir arbeiðið heilt skjótt,
og tað virkið verður liðugt
longu seint í summar.
Jógvan Krosslá, býráðs-
formaður í Vági kann ikki
siga enn, hvør tað er, sum
skal byggja vrkini í vági.
Men í tí eina førinum er
talan um eitt felag við før-
oyskum og útlendskum
pengum uppí.
Í hesum fórum er talan
um eina frystigoymslu uppá
4.000 - 5.000 tons til uppi-
sjóvarfisk. Arbeiðið at gera
tað virkið skal byrja nú í
Niðri á havnalagnum í Vági er nú ætlanin at byggja tvey fiskavirki afturat, sum fara at
kasta heilt fitt av arbeiði av sær
vár, og tað skal vera liðugt
seinni í summar.
Býráðið hevur fyrr játtað
stigtakarunum byggiloyvi,
men skal endaliga góð-
kenna ætlanina í dag. Til
endamálið er eitt stórt
stykki ímillum báðar kei-
irnar fylt út við gróti at seta
virkið á.
Í hinum førinum er talan
um eitt virki,sum longu er í
Vági, men sum nú ætlar at
byggja eitt leggja afturat
virkseminum.
Hetta er eitt virki sum
skal fáa råvøru frå tí fyrra
virkinum og viðgerða hana
meiri.
Hendan ætlanin er ikki
komin so langt áleiðis enn,
men stigtakararnir vilja ikki
fara longri, fyrrenn teir vita,
um kommunan yvirhøvur er
sinnað at lata teimum stykk-
ið at byggja á
Jógvan Krosslá sigur, at
ongin ivi er um, at Býráðið
tekur undir við báðum ætl-
anunum
Tey vilja
ikki síggja
Dúgvuna í
Suðuroynni
Suðuroyingar far-
a ikki uttan víðari
at góðtaka, at
Dúgvan skal
sigla ímillum
Suðuroynna og
Havnina ein heil-
an mánaða, í-
meðan Smyril er
til eftirlit
AK! BERTHOLDSEN
Tað verður ikki uttan svgrð
slag, at suðuroyingar fara at
lata sær lynda, at Smyril aft
ur verður úkin úr Suður
oyarsiglingini - og Dúgvan
sett ístaðin
Smyril skal til eftirlit síðst
í apríl í upp til ein heilan
mánað og tað tíðina skal
Dúgvan røkja ferðasam
bandið ímillum Havnina og
Suðuroynna.
Hetta hevur loypt ødi í
Suðuroyingar og teir kom-
andi dagarnar kann lands
stýrismaðurin í samferðslu
málum, sum er sjálvur løg-
maður, og eisini Strand-
ferðslan roknað við hvgss-
um mótmálum úr Suðuroy
re. 1 OR
— Vit kunnu sjálvandi ikki
hava nakað ímóti, at Smyril
fer til eftirlit. Men eftirlitið
kemur ikki óvæntað, og vit
halda, at tað minsta var, at
landsstýrismaðurin syrgdi
fyri at útvega okkum eitt
hóskandi skip at sigla rut-
una tað tíðina, Smyril var
burtur, sigur Páll Vang.
Og tað verður hansara á-
heitan á løgmann. Og tað
heldur hann, at løgmaður
eigur at gera, tí tað átti at
verið ein møguleiki.
Starvsfelagið = hansara
sunnan fyri Hovsegg, Jógv-
an Krosslá er samdur í, at
Dúgvan er als ikki hóskilig
EF nl.“
Dúgvan eigur ongan góðan í Suðuroynni og tey eru ikki
fegin um, at hon nú skal røkja siglingina til Havnar
Suduroyingar hava fyrr
víst á, at Dúgvan er ikki
hóskandi skip til hesa far-
leiðina og teir halda, at tað
minsta hevði verið, at ann
að, hóskandi skip varð út
vegað.
Páll Vang, býráðsformað
ur á Tvøroyri sigur, at bý-
ráðið fer at taka málið upp
men hvat úrslitið verður ,
veit hann ikki
at samband
[20 er als ikki nøktandi
fyri vinnulivid ell annað
samskifti, eitt nú á ítróttar-
økinum.
Men hann dugir ikki at
síggja nakran veruligar
møguleika í at fáa tað broyt
nu
Og táið veruligur møgui
leiki neyvan er til staðar, e
tað ivasamt, hvussu nóg
býráðið fer at gera við mál-
ið.
Men hann roknar tó við,
at hann fer at seta seg í sam-
bandi við avvarandi mynd-
ugleikar um at finna eitt
hóskandi skip.
Hann leggur tó afturat, at
hetta undirstrikar, hvussu
stór skemdargerð tað var í-
móti suduroyingum, at
landsstyrid seldi Teistan
Eisini økisfelagid fyri
ferðavinnuna í Suðuroy fer
at taka málið upp í viku
skiftinum, og tað fer helst
at enda við einum hvass
orðaðum mótmæli
UR GULL SILVUR
FOTO á VIDEO
FLOGUR
SMS - Tel. 19820- 10606 - Fax 14955
E-mail: tryarin(Dpost.olivant.fo
— " — — J