leygardagur 14. mars 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 50 — 14. MARS 1998
Nr. 50 - 14. MARS 1998
Petur Skeel Jacobsen, vedurfrødingur:
tidindablad
- Lættari at spåa um
veðrið enn at vinna í
vedding
Hann var danmarksmeistari í vedding í 1978, og hevur hvørja
viku í 40 ár sent seðil inn. Tó at hann ikki er vorðin ríkur av
hesum, so heldur hann kortini fram - og veðurlagið - tað er eisini
DAGNY JOENSEN
Tað er ikki altíð lætt at siga,
hvussu veðrið verður.
Tað noyddist Petur Skeel
at sanna, tá hann valdagin
segði frá illveðri í Sosial-
inum, hóast sólin skein om-
an og niðan allan dagin í
Havn.
Hann roynir tó at tosa fyri
síni sak, við at vísa á, at í
Klaksvík var illveður henda
dagin, so tað var ikki heilt
av leið.
Fyri 20 árum síðani
gjørdist Petur Skeel dan-
marksmeistari í vedding.
Tað var Tipsblaðið, sum út-
skrivaði eina kapping í
blaðnum. Vinningurin var
5000 krónur, og møguleika
at gera uppskot til vedding-
ar fyri Tipsblaðið í eitt ár,
umframt ókeypis haldara-
gjald
— Tipsblaðið prentaði ein
veddingarseðil í blaðnum,
sum ikki líktist tí vanliga.
Ætlanin var so at fólk skul-
du vedda og senda blaðnum
seðilin. Eg var millum tey,
sum sendu seðilin inn, sigur
Petur Skeel.
Í fyrsta umfari varð vedd-
að hvørja viku í fimm vik-
ur. Tá úrslitið varð talt sam-
an, hevði Petur Skeel rætt-
astu tølini av 13 teknum.
Tá tær fimm“ vikurnar
vóru farnar, var Petur Skeel
á 19. plássi, og av tí at 25
teir bestu komu við í fin-
aluna, var hann millum
teirra, sum slapp at halda
fram í veddingini.
Í fyrsta umfari endaði
hann á 16. plássi, aðru viku
á 13. plássi o.s.fr. til hann
endaði á 1. plássi.
— Vinningurin var 5000
krónur, sum eg býtti mill-
um okkum - konuna og
børnini, so vit fingu 1000
krónur hvor.
Hetta var í 1978, og tá var
henda peningaupphædd eitt
sindur meira í virði enn í
dag.
— Umframt hetta so varð
eg biðin um at gera uppskot
til veddingar fyri Tipsblaðið
í eitt ár. Vit vóru fleiri á
liðnum, og høvdu eina pul-
ju. Tann av okkum, sum
heyði rættasta úrslitið fekk
puljuna, sigur Petur Skeel.
Hann var minni enn so
heppin í veddingini hvørja
ferð. Hann veddaði antin
heilt av leið, ella eisini
hevði hann nógv rætt. Tá
tað eydnaðist, so fekk hann
puljuna, sum var 1000 krón-
ur.
Petur Skeel sigur, at hann
ofta svikaligt, heldur Petur Skeel
ikki er vorðin ríkur av vedd-
ingunum gjøgnum árini, og
at hann ongantíð hevur fing-
ið tann stóra vinningin.
Ahugi hansara fyri vedd-
ing byrjaði í 1950, tá Petur
Skeel var í Danmark. Tá var
tað ikki møguligt í Føroyum
at vera við í donsku vedd-
ingini.
Tá hann fór heimaftur,
tók ein svágur hansara yvir
Petur Skeel Jacobsen, meistari í vedding fyri 20 árum
síðan, heldur tað kortini vera lættari at spáa um veðrið
enn at vinna í vedding
og veddaði fyri Petur Skeel
hverja viku. Síðan gjørdu
teir rokningina upp av og á
— So er tað kanska lættari
at spáa um verðurvánirnar,
hóast tað eisini er torført?
— Tað er lættari at spáa
um veðrið enn at fáa vinn-
ing í vedding, sigur Petur
Skeel
--Viðvíkajndi verðurlag-
num valdagin, so kom tað
ringa veðrið, sum eg boðaði
frá, longu náttina til miku-
dag, men minkaði skjótt aft-
ur. Hertil er eisini at siga, at
í Havn merkja vit einki til
veðrið á høgætt
- Tað er ikki altíð lætt at
gera forsøgnina. Tað hoyrist
eisini á forsøgnini hjá Ut-
varpinum. Teir siga fram-
vegis frá kavaæli í dag (tað
var hósdagin), men í dag
eru eini sjey hitastig
Av hesum sæst, hvussu
torført tað er at spáa um
veðrið, sigur Petur Skeel,
sum tó frameftir fer at siga
frá veðrinum, eins og hann
enn veddar hverja viku
Valdagin varð væntað
ringt veður, og k fingu
ey id id r € q
} ann for at oti
seinni. Tíbetur helt
søgnin kk
há t at njóta góðve ðrið og
síggja valplakatirnar, sum
eins og vanligt vóru á
síggja uttan fyri býráðs
}
saum