týsdagur 17. mars 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Týðandi og spennandi
Hvor spjaðir?
Oddagrein
SAMBANDSFLOKKURIN er ikki liðugur at
sleikja sár. Javnaðarflokkurin er ikki liðugur
at sóla sær í sigrinum. Fólkaflokkurin er
ikki liðugur at rósa sær fyri kanónvalið. Og
Tjóðveldisflokkurin er ikki liðugur at greina
út, hví hann ikki gjørdist stóri sigursharrin
á Fólkatingsvalinum.
NEI, hesi andsligu arbeiði taka tíð. Men
samstundis sum hetta verður gjørt - og
stórkavin tiðnar - heldur politiski leikurin
um framtíð Føroya fram. Um tað verður
neyðugt at telva, ella um danski forsætis-
málaráðharrin letur vera við at byrja talvið,
fáa vit at vita næstu dagarnar, tá nýggi
javnaðarleiðari Foroya skal hitta mannin,
sum flestu føroyingar ikki elska í løtuni,
danska javnaðarleiðaran.
VIT hava brúk fyri eini semju millum Jóan-
nes og Poul, og vit hava brúk fyri eini av-
talu millum Danmark og Feroyar, sum per-
spektiv eru í. Hana skulu Jóannes og Poul
ikki gera. Tað eru oll, sum hava eitt vet av
samfelagsligum innliti í, fullgreið um. Men
ikki nakrir sambandsmenn, sum við peiki-
fingri á lofti í síðstu viku, bóðu Jóannes
halda fingrarnar burturi frá tí, sum er lands-
stýrisins lutur. Tað veit Jóannes fullvæl.
MEN sum ein rættiliga avgerandi fólka-
tingslimur - líka mikið um forsætisráðharr-
in fær eina avtalu við Sentrumsdemokrat-
arnar og Kristiliga Fólkaflokkin ella ei - so
kann hann vera við til at slóða fyri, so al-
mennu Feroyar og stjórnin fáa eina semju
um endurgjald fyri bankabjargingarnar og
kanska eisini landskassaskuldina.
KANN ein fundur millum javnaðarformenn-
inar so eisini leggja nýtt grundarlag fyri
einum nýggjum komandi samstarvi mill-
um teir báðar flokkarnar - uttan at foroyski
javnaðarmaðurin verður limur í tingbólki
danska javnaðarmanna so hava føroyingar
vunnið nógv.
VIT eiga nevniliga ikki at gloyma, at tað er
samstarvið millum hesar flokkar, sum gjørdi
sítt til, at vit fingu vinnuliga nýskapan í
triatiårunum. At vit fingu almannalóggáv-
una í fimti árunum. At vit fingu figgjarliga
meguleikar at endurnýggja fiskiskipini í
fimti- og sekstiárunum. At vit fingu tann
grunn, sum skapti møguleikar at byggja
upp føroyska vælferðarsamfelagið um
sama mundið. Ein javnaðarpolitikkur, sum
veruliga gjørdi enda av rakárunum í fimti-
árunum og skapti foroyingum lívsfrælsi,
so vanligi foroyingurin kundi reisa seg upp
sum ein fríur maður og smíða sær eydnuna
góða. Hetta fruktargóða samstarv má end-
urskapast - við broyttum fyritreytum og
nýggjum málum.
Sosialurin
Jarmund Steinkross, hevur
grein í blødunum, við
»Avaring ímóti at spjaða<.
Í greinini sigur J.S., at tað
er ikki lætt at minnast, til
allar tær avleiðingar ein út-
liman úr FHF kann hava við
sær.
Tað átti ikki at verið so
trupult at minst nakað aftur,
tí tann fyrsti eykaaðalfund-
urin, sum samtykti at fara
úr FHF, varð hildin i Mai-
97, beint eftir at FHF hevði
havt sín aðalfund á Runa-
vikar Sjómansheimt. A tí
aðalfundinum hjá FHF,
rýmdu vit saman við um-
boðunum úr Havnar Hand-
verkarafelag, mitt á fundin-
um, við tí greiðu grundgev-
ing, at vit mettu okkum ikki
at fáa okkara rættindi. Eftir
at THF ikki ógildaði aðal-
fundin, sum vit rýmdu av,
og helt nýggjan aðalfund
beinanvegin, bleiv lima-
skapur THS's sagdur upp.
Eykaaðalfundurin 27. febr.-
98, snúði seg um at stað-
festa útlimanina, og bleiv
hetta einmælt samtykt á
báðum fundunum, eisini vi
atkvgðuni hjá Jarmund
Steinkross. Hvat hann nú
ætlar við hasi greinini, er
óskiljandi. Hatta við at THF
fyrst kann verða leyst av
FHF í maí '99 má kannast
nærri.
Hvønn tydning FHF hev-
ur fyri lokalfeløgini, við til-
vising til royndarboringina
i Lopra, er vidmerkingin
hendan, at um FHF var so
sinnad at savna og verja
lokalfeløgini, so vóru út-
lendingarnir innlimadir í
Vágs Handverkarafelag.
Hver var tað, sum ávárar
ímóti at spjaða.
At blíva limur i Føroya
Arbeiðarafelag, og hava
Ingeborg Vinther til for-
mann, vænti. eg ikki at
nógvir handverkarar hava
hug til.
At Jarmund S. ikki við
einum orði nevnir tað góða
samstarv, hann hevur havt,
bæði so og so, við Eyðfinn
Petersen, form. í HH í lagið.
Hatta dómi við pensións-
grunninum, má verða nakað
spinnandi galið við, tí um
t.d. Jarmund Steinkross,
skal fáa 2.000,- út um mán-
aðin, skal arbeidsgevarin,
um hann fær nakran, gjalda
2% av eini miðal løn uppá
150.000,00 árliga, t.v.s. kr.
3.000,- um árið. Fyri at t.d.
Jarmund S. skal fáa hesar
2.000,- út um mánaðin,
koma at ganga 100 ár, áðr-
enn J. S., fær nakað útgold-
ið, tá verður J. S. 162 ár.
Antin er nakað spinnandi
galið við útrokningini hjá J.
S., ella er pensiónsprosentið
frá arbeiðsgevarunum, onki
vert. Ein rentuinntøka av
pensiónsgrunninum, verður
væl og virðiliga etin upp í
Unges), upgaeling eg prent:
Sosialun
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Térshavn
umsiting.
Fyri at koma flestu spurn-
ingum til livs, hevdi taid
verid eitt gott hugskot at
hildid ein fund um målini,
har umbod fyri FHF,
FHMF, HH og THH, sótu
vid bordid og greiddu frå
og svaradu spurningum frå
teimum, ið hava áhuga at
meta upp, bæði handverk-
arar og meistarar úr øllum
feløgum í landinum. THF
eigur stór og góð hús til
fundarhølid. Ein tílíkur
fundur kann uttan iva hald-
ast longu hesa vikuna.
Fyri at venda aftur til
FHF, so er tað soleiðis, at
fyri at Høgni H., skal fáa
sina løn, umframt aðrar út-
reiðslur, kemur THF at
gjalda tað tridupulta í bein-
leiðis gjaldi v.m. í 1998,
sum í 1996, til FHF, eftir at
HH er farið úr FHF. Sum
limagjaldsinntøkan hjá THF
nú er, verður neyðugt at
hækka limagjaldið kr. 60,-
pr. mánaða, bara fyri at hava
FHF gangandi. Aheitanin
skal tí verða, standið saman,
ella gjaldið meir til FHF,
hjálp til at nøkta okkum
okkara sjålvsøgdu rættindi.
Tað kundi gott verið
skrivað meira um hetta mál-
ið lat okkum heldur samla
tropparnar til ein fund og
har fáa sum mest á borðið.
Undirritaðu nevndarlimir
í THF, føla seg eisini
stungnar í ryggin.
Við heilsan
Ásmund Bærendsen
og Magni Magnussen
í
Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum at kæri
maður, pápi, abbi og verfaðir okkara
CHRISTIAN C. A. KRUSE
skipari
andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnumorgunin —
80 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum týsdagin
kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin 18.
mars kl. 14.
Emma, Poul Einar,
Eydna og lítli Christian
Tey ið ynskja at minnast Christian kunnu lata eina peninga-
gávu til barnalegurnar í Grønlandi — konto í Føroya Banka
Atli takkar
Hjartans tøkk øll tit, sum hjálptu okk-
Vinarliga
Atli P. Dam
um at vinna fólkatingsumboðið aftur.
Eina serstaka tøkk til tykkara, sum
valdu meg persónliga — tað fløvadi.
Helst var hetta seinasta høvid, tí á
I. uppstillingarfundi í Suðurstreym-
oyar Javnaðarfelag fyri mánaða síð-
an, havi eg boðað frá, at eg verði ikki
valevni til komandi løgtingsval, so
verður ikki fólkatingsval í bræði, verði
eg ikki parlamentariskt umboð aftur,
tí enn eina tókk til øll tykkum, sum
hava stuðlað so væl í 28 ár.
Onkran leiklut fari eg kanska kort-
ini at hava, tí nú býðst eitt serligt høvi
til politiskt óheft at bera fram meira
bersógnar og allýsandi viðmerkingar
til politisk fyribrigdi.