týsdagur 17. mars 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jytte Hilden
gevst í politikki
Kona Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráð-
harra, Jytte Hilden, granskingarmálaráð-
harri, vard ikki afturvald
Jytte Hilden hevur bodad
frå, at hon ikki tekur vid
aftur ráðharrasessi eftir at
hon ikki varð afturvald á
fólkaung mikudagin.
Jytte Hilden, sum er
kona Mogens Lykketoft,
fíggjarmálaráðharra sigur
í brævi til Poul Nyrup
Rasmussen. forsætismál-
aráðharra, at hon fer at
royna aðrar avbjóðingar.
— Seinastu 20 árini havi
eg sum aktivur javnadar-
maður verið byrådslimur,
fólkatingslimur og ráð-
harri. Hesaferð varð eg
ikki afturvald í Folkating-
ið. Tí havi eg boðað val-
felag mínum frá, at eg
ikki stilli uppaftur sum
fålkatingsvalevni, sigur
Jytte Hilden.
Tey radikalu
vilja skerja
høgraveingin
Leidarin i danska Radikala Vinstraflokki-
num, Marianne Jelveg, båskaparmålaråd-
harri fegnast um, at tad nå kann arbeidast
uttan um víðgongdu høgraflokkarnar
Leiðarin i Radikala
Vinstraflokkinum, Mari-
anne Jelveg búskaparráð-
hart, ætlar at mobilisera
allar góðar krefti ímóti
styrkjamini av uttasta
høgraveinginum, sum
hon heldur var tað mest
markanta við fólkatings-
valinum hesaferð.
I fyrsta umfari ætlar
hon at isolera Danska
Fólkaflokkin og Fram-
burðsflokkin í parlament-
ariska arbeiðinum.
— Vit eru í teirri støðu,
at nógvar fleirtalskombi-
nati6nir kunnu gerast, utt-
an at teir báðir høgra-
flokkarnir nýtast at vera
við. Fyri fyrstu ferð í
nógv ár sleppa vit undan
at brúka hasar flokkarnar.
sigur hon.
Anders Fogh
Rasmussen fær
nú skuldina
Dró bankamålid inn i valstríðið
Donsku fjølmiðlarnir
geva nå næstformanni i
Vinstraflokkinum, And-
ers Fogh Rasmussen
skuldina fyri, at Samb-
andsflokkurin í Føroyum
tapti valið.
Beint undan valinum
dró Anders Fogh Ras-
mussen Føroya-Banka-
málið inn i valstridid.
Hann segåi, at borgarliga
stjórnina ikki fór at gera
meira við mál:ð
Jyllands-Posturin
skrivar, at tað var hetta
sum gjørði. at 89 fóroy-
ingar valdu Javnaðar-
flokkin heldur enn Sam-
bandsflokkin - og sostatt
tryggjaðu javnaðarstjórn-
ini hjá Poul Nyrup Ras-
mussen.
Løgmadur Edmund Jo-
ensen hevur eisini sagt
fyri Ritzau tidindastov-
uni, at úttalilsið hjá And-
ers Fogh Rasmussen utt-
an iva hevur havt sina á-
virkan.
Men tað eru ikki gil,
sum eru samd í hesum, tí
fleiri eygleiðarar vilja
vera við, at tað er hand-
faringin hjá løgmanni av
undirsjóvartunnlignum,
sum gjørdi, at Uffe Elle-
man-Jensen ikki gjørdist
forsætisráðharri á hesum
sinni.
Jóannes Eidesgaard,
fólkatingsmaður Javnad-
arfloksins hevur eisini
fleiri ferðir víst á, at kom
ein borgarlig stjórn til
valdið, so hevði hetta ikki
broytt danska hugburdin
mótvegis føroymgum i
bankamálinum. Hann
heldur. at teirborgarligu,
sum annars løgdu allar
ætlanirnar mótvegis Før-
oyum til rættis, bara hava
brúkt hetta málið sum
valagn.
— Anders Fogh Ras-
mussen var ráðharri í
Schlútherstjórnini. Nú
ráðharradyrnar = opnast
fyri teimum boørgarlig,
draga teir í land aftur - tí
teir eiga sín part av óskil-
inum, segði Jóannes Eid-
esgaard við Sosialin í
síðstu viku.
tíðindablaðið SOSPAMNTÅN
Nr. 51 — 17. MARS 1998
Joannes og Nyrup
hittast seinni i vi
Bankamálið, afturgjaldingin av skuldini til statskassan og
ynskið hjá Javnaðarflokkinum um sjálvstýrislóg verða á
skránni, tá Jóannes Eidesgaard og Nyrup hittast
EIRIKUR LINDENSKOV
— Poul Nyrup Rasmussen
hevur lovad mær, at tå vit
hittast seinni i vikuni fara
vit at tosa um tey målini,
sum eg havi biðið um at fáa
til umrødu
Hetta sigur Jóannes Eid-
esgaard, fólkatingsmaður
fyri Javnaðarflokkin.
Jóannes Eidesgaard
gjørdi eftir fólkatingsvalið
greitt, at hann fór at seta
Poul Nyrup Rasmussen
treytir, skuldi hann ikki fella
stjórnina.
Málini, sum Jóannes Eid-
esgaard vil hava forsætis-
ráðharran at tosa um, eru:
- bankamálið
- afturgjaldingin av skuld-
ini til statskassan
- ynskið hjá Javnaðar-
flokkinum um sjálvstýris-
lóg.
Fólkatingið kemur saman til
fyrsta fundin týsdagin ella
mikudagin í næstu viku
kuni
Á folkating vid 129 atkøvdum
Purasta i skugganum av ein-
mansherinum Kirsten Jac-
obsen, stóð nýgvaldi fólka-
tingsmaðurin hjá Fram-
burðsflokkinum, Thorkild
Thorkild Fransgárd endaði
á aftastaplássinum - við
129 atkøvdum er hann tann
fólkatingsmaðurin, ið hevur
fingið fæstar atkøvdur
Fransgárd, verksmiðjuar-
beiðari hósdagin, tá valúrs-
litið hjá flokkinum var
greitt, og navn skuldi setast
á tey fýra umboðini hjá
flokkinum í fólkatinginum.
Thorkild Fransgárd er úr
Farsø í Himmerlandi og
valdur í sama valdømi, sum
Kirsten Jacobsen sum
kortini fekk 250 ferðir so
nógvar atkvødur, sum hann.
Kirsten Jacobsen varð
vald við 29.449 atkvødum,
meðan Throkild Fransgárd
einans fekk 129. Men tó so
- Thorkild Fransgárd fær
kortini »heidursplåssi«, um
vit so kunnu siga, tí hann er
tann av fólkatingslimunum,
sum er valdur við fæst at
kvødum.
Fyra Hækkerupar i Folkatinginum
Familjan Hækkerup er ein sonn politisk familja. Brødur-
nir Klaus og Hans, kona Hans og sonur Klaus vórðu
mikudagin vald i fólkatingið.
EIRIKUR LINDENSKOV
Valsigurin hjå Hækkerup-
familjuni var dupult so stór-
ur, sum valsigurin hjá
danska Javnaðarflokkinum
til fólkatingsvalið mikudag-
in
Meðan Javnaðarflokkurin
vann ein tingsess afturat,
vann Hækkerup-familjan
tveir sessir afturat - og eru
tey nú fýra úr familjuni,
sum kunnu kalla seg Med-
lem af Folketinget, MF.
Fyrr vóru tað brødurni
Per (sum var uttanríkisráð-
harðri) og Hans Hækkerup
(sum m. a. var ferðslumála-
ráðharri) og kona Per, Grete
(sum hevði ymsar formans-
sessir í 60'unum og 70'u-
num)
Síðani vóru tað synirnir
hjá Per, Klaus og Hans, sum
vórðu valdir í fólkatingið -
tann seinni tók konuna Lisu
við sær. Og á valinum mik-
udagin varð sonur Klaus,
Ole, valdur sum triðja ætt-
arlið av teirri stóru javnað-
arfamiljuni.
— Nú eri eg valdur sum
flokslimur og ikki sum ein
Hækkerup. Men tað er á-
hugavert, at vit øll eru vald,
sigur tann 27 ára gamli Ole
Hækkerup, sum er við at
enda sín polit-lesnað á
lærda háskúlanum í Keyp-
mannahavn.
— Vit tosa sjálvandi nógv
um politikk í familjuni, og
eg havi lært nógv. Tað er
sum í familjum, har foreldr-
ini íðka nógvan ítrótt. Har
gerast børnini eisini ítrótt-
arfólk, sigur nývaldi fólka-
tingsmaðurin við Aktuelt.
Sama dømid nýtir Lise
Hækkerup, sum er vald inn-
aftur, eftir at hon fall við
valið í 1994.
— Næstan sum familjan
Laudrup, sigur bókavgrður-
in og gleðir seg um, at hon
aftur fær høvi at arbeiða við
politikki
— Tað er klárt, at tað smitt-
ar, tá so nógvur politiskur
aktivitetur er í familjuni,
sigur Lise Hækkerup og
leggur afturat, at børnini hjá
henni og verjumálaráðharr-
anum Hans Hækkerup bæði
eru flokslimir og nevndar-
limir í lokalfelag hjá Javn-
aðarflokkinum.
— Sjálvandi fara teir eisini
at stilla upp til fólkatingið,
sigur hon og skundar sær at
undirstrika, at avgerðin
sjálvandi liggur hjá teimum
- Heine, Lau og Tue, um teir
ætla at stilla upp - og at teir
ongantíð verða trýstir inn í
politikk.
Sama frågreiding kemur frå
Klaus Hækkerup, sum varð
afturvaldur sum fólkatings-
maður og er pápi nyvalda
Ole. Hóast elsti sonur hans-
ara, Nick, situr í býráðnum
í Hillergd, undirstrikar Kla-
us Hækkerup, at familju-
navnið íkki er nóg mikið at
til at koma í Fólkatingið.
— Tað er politiski áhugin,
sum telur. Og vit hava øll
verið gjøgnum kravdu upp-
stillingarfundirnar - og sid-
ani valid - eisini Ole, sigur
Klaus Hækkerup og vidur-
kennir, at hann er ein stoltur
påpi.
— Tad er tå klårt. Eg eri
bædi stoltur og gladur um,
at hann megnaði tað, hóast
Kona og maður, Lise og
Hans Hækkerup. Hon varð
hesaferð afturvald í
Fólkating.
Faðir og sonur, Klaus
Hækkerup, bróðir Hans,
og sonurin Ole Hækkerup,
nývaldi fólkatingsmaður
Javnaðarfloksins
hann er so ungur.
Men mørk verða sjálv-
andi sett fyri politiska arvi-
num, sigur Lise Hækkerup.
Hon sigur, af verdóttir henn-
ara longur hevur gjørt greitt,
at hennara eitt ára gamla
barn ikki skal inn í politikk
— Tað er eitt sindur hug-
vekjandi, at politiska lívið
hevur verið so hart, at hon
legur sigur tað...
Auken var toppskorari
Målt í persónligum atkvød-
um stóð stríðið millum fyrr-
verandi formann Javnaðar-
floksins, Svend Auken og
formann Vinstra, Uffe Elle-
mann-Jensen
Teir báðir løgdu sjógv
millum seg og Kirsten Jac-
obsen, sum endaði á triðja
plåssi.
Tølini í klombrum eru
persónligu tølini frá síðsta
vali:
I. Svend Auken S
61.321 S (44.873)
2. Uffe Ellemann-Jensen V
60.084 (58.816)
3. Kirsten Jacobsen, FrP
29.449 (16.644)
4. Pia Kjærsgaard DF
26.640 (13.956)
5. Poul Nyrup
Rasmussen S
24.509 (23.983)
6. Karen Jespersen S
23.089 (27.637)
7. Frank Jensen S
22.929 (19.704)
8. Hans Engell K
21.697 (34.402)
9. Lotte Bundsgaard S
17.598 (-)
10. Peter Brixtofte V
17.543 (19.185)