Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

si vari, uppseting og prent: Ardjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720- e-mail: post &sosialurin.fo Suduroyarsiglingin Oddagrein NU um dagarnar bérust tey tidindi, at Smyril verður tíkin úr siglingini í góðan mánað, tí ymsar ábetur skulu gerast. Dúgvan skal so sigla hesa tíðina um Suðuroyarfjerð. Tað er væl skiljandi, at suðuroyingar eru misnøgdir fyri ikki at siga í eðini. Dågvan er ivaleyst eitt gott skip. Hon hevur roynst sera væl um Lorviksfjørd, og tað er eingin loyna, at tey eru mong, sum fegin sóu Dúgvuna sigla á hesi leiðini alt árið. MEN tað er so sanniliga munur á at sigla um Lorviksfjørd og so Suduroyarfjørd. Fyri tað fyrsta er teinurin nógvar ferðir longri og so er tað eisini eitt heilt annað farvatn. TAÐ er sum um at føroyingar, sum búgva norðanfjerðs - og tað er her at bæði legting og landsstýri hava síni sæti umframt mest sum allir almennir og privatir stovnar - hava lyndi til at gloyma tann veruleika, sum íbúgvararnir í Suðuroynni mugu liva undir. STRANDFERÐSLAN er sjálv meginlívæðrin í foroyska samfelagnum. Tað er hon, sum knýtir samfelagsrenslið saman. At suðuroyingar krevja at hava eitt gott skip at rekja siglingina millum oynna og meginlandið er einki minni enn ein sjálvfylgja. Alt, sum bara líkist lappaloysnum, eigur at verða kveistrað til viks. Tí lappaloysnir kunnu vera vandamiklar. Og er tað nakað, sum vit ikki mugu ganga uppá akord við, so er tað trygdin. VIT kunnu bara ímyndað okkum ta katastrofu, um ein óegnaður avloysari til Smyril var fyri einum óhappi og hetta kostaði mannalív. Bara tankin um hetta eigur at fáa okkum oll at seta føtur í spenni og siga kortanei til skip, sum rætt og slætt ikki er egnað til hesa farleið. SUÐUROYINGAR hava okkara fulla stuðul. Málið er nå í hondunum á sjálvum løgmanni, ið jú umsitur hetta mál. Hann hevur sagt, at tað verður kannað, um til ber at leiga eitt annað hóskandi skip, meðan Smyril er til umvæling. At máiið liggur í hondunum á sjálvum legmanni átti so at verið ein eyka trygd hjá suðuroyingum, tí er tað nakað, sum eigur at vísa slíkum álvarsmáli ans, so er tað nettup landsins hægsti maður. ANNARS er spurningurin um Strandferðsluna og samferðsluna sera átrokandi at taka upp. Vit hava hoyrt um up til at endurnyggja henda flotan. Nå tað stundar fram móti vali kann roknast við, at flokkarnir fara at koma við boðum uppá, hvussu okkara samferðsla millum oyggjarnar skal síggja út langt inn í næstu eld. Hetta hoydu vit so lutvíst nakað til undir orðaskiftinum á tingi nú um dagarnar. Men tað er ikki slíkt orðaskfiti vit hava brúk fyri, har fólkaflokkurin og sambandið hava víst sína andstýgd til alt sum alment er. Hvussu víkir og vendir, so ber ikki til at privatisera alt samfelagið. Tað vilja altíð vera uppgávur, sum tað almenna má taka sær av, uppgávur, sum teir privatu ikki meta verða lenandi. Tí er tað hugstoytt at hoyra sjálvan løgmann fara upp í kórið hjá Breckmann og niðrugera tað almenna. Fasttakið fólkaflokk og keisara fioksins Breckmann fyri vamlisligu álopini á øll tey, sum royna at gera sítt besta í tí almenna sektorinum, sum frammanundan er niðurkoyrdur av sparingum. Her skal Ingeborg Vinther hava rós fyri altíð greiðu og avgjørdu steðu sína móti teimum fólu og hatsku álop- unum frá fólkaflokkinum móti alment lentum og teirra fakfelogum. Tað er greitt, at við hesi lortaspann niður yvir tað almenna hevur fólka- flokkurin lagt enn størri sjógv millum seg og aðrar flokkar. Millum hesar teljast ikki minst javnað- arflokkur og tjóðveldisflokkurir Sosialurin miðsavningini Nakrar smávegis viðmerkingar til grein hjá Sv. Aaga Ellefsen í Dimmalætting eftir fólkatingsvalið Fyrstu tríggir fjórðingarnir av greinini eru samanum- tóka av valúrslitinum og meting av, hví tað tørnadi soleiðis út, sum tað gjørði. Hesum partinum kann eg taka fult undir við. Vágafólk vístu týðiliga politisku flokkunum, at til komandi løgtingsval fer veljarin f Vågum ikki at lata atkvødur til teir flokkar, sum vilja leggja alla lands- ins orku niður í Mid-Føroy- um og harvið lata oyggjar- nar uttanum doyggja burtur. Fleiri hugleiðingar um hetta evni fara at koma í komandi tíð, tí ikki meira um hetta á hesum sinni. Neyðarsemjan Men tá Aage so ger niður- støður burturúr atkvødu- greiðsluni um neydarsemj- una — tær 20 milliónirnar i grunn -, so fåi eg ikki longur verid samdur vid hann. Aage veit væl, at orsøkin til at málið um fasta sam- bandid um Vestmannasund aftur kom fram i ljósið, er fyrst og fremst at takka politisku valfeløgunum i Vågum. Aage fekk at vita um fyrsta fundin, sum feløgini skipaðu fyri, frå nevndarlimi i Våga Javnad- arfelag. Hann fekk soleidis høvi at vera vid å fundinum uppá okkara konto. Hevur hann hug at taka lut í tí ar- beiði, sum felggini gera í felagsskapi uttan fyrst og fremst at hugsa um egin floksáhugamál, so skal hann bara siga okkum frá, tí neyvan fær hann boð frá »sinum egnu«. Fyri okkum er tað ikki spurningur um politiskan lit, men málið, Fasta Sambandið, sum er avgerandi. Er Sv. Aage negdur? Men er Aage eins og um- boðini úr Vágum á tingi og landsstýri nøgdur við við- ferðina, samgongan gav hesum máli, so má eg tíverri siga, at lítil vón er um, at Aage fer at gera nakra nyttu í bardaga okkara at liva og virka her vesturi í Vágum í framtíðini. Tær 20 milliónirnar í grunn høvdu bara eitt enda- mál, og tað var at kasta torv- mold í eyguni á vágafólki, so friður fekst at halda fram í samgonguni eina tíð fram. Vórðu vaktir úr setum svevni Sannleikin er, at aftaná at hava sovið søtan í mong Harrans ár, ja, líka síðan Helena fekk steðgað ar- beiðinum uppá undirsjóar- tunnilin undir Vestmanna- sund, vaknaðu sambands- menninir og fólkafloksmað- urin í Vágum. Teir vórðu kroystir til at fylgja polit- isku feløgunum og vinnu- felagnum í oynni. Tá so feløgini fingu Sámal Petur í Grund at lukta møguleik- an, so var svøvnurin oyði- lagdur av ålvara. Tí kom tað sjálvsagt illa við hjá hesum monnum, at løgmadur og samgonga teirra als ikki tók undir við ætlanini um fasta samband- ið. Tað gjørdist enntá ein katastrofa, at løgmaður við júst hesum málinum sum páskoti setti Sámal Petur úr starvi. At stødan hjá Vága umboðunum nú gjørdist ræðulig er einki at siga til. Feløg teirra kravdu teir at taka stuðulin til samgong- una aftur, um byggingin ikki fór í gongd. Tá er tað, so vítt, eg havi frætt, Ívan F | Tryggja tær tin rætt! | * Búgvviðgerð * Arvur og skifti * Hjúnabandsmál * Tryggingarmál | * Ráðgeving | * Sáttmálar | + Ognarhandil | * Partafelog Kostnaðurin ? Kom inn og lat okkum tosa um málið og prísin | frammanundan. N + Endurgjaldskrøv * incasso + Rættarmål + Revsimål ADVOKATARNIR Demmus Hentze og Turið Debes Hentze E. Jalsgøta 1 tif.: 11460 - fax 18164 e-postur: hentze G post.olivant.fo — — Í Johannesen, landsstýris- maður, sum kom við tí for- loysandi uppskotinum at finna einar 20 milliónir at seta í grunn, sum løgmadur — evsti måétstødumadur av ætlanini — skuldi umsita. Tekur undir vid samgonguni? Tekur Sv. Aage Ellefsen, eins og valdu umbod okkara her vesturi undir vid sam- gonguni í hesum máli, so vita vit, hvat kann væntast haðani. At hann so í sama anda- dråtti ger ta nidurstødu av atkvødugreidsluni um hetta nidingsuppskot móti vága- fólki, at teir løgtingslimir, ið ikki greiddu atkvødu fyri tí, eru í móti fasta sam- bandinum, sigur okkum so mikið, at heldur ikki hann tekur vágafólk fyri fult. Vágafólk nyttar ikki at lumpa Nei, Sv. Aage Ellefsen, fólkatingsvalið eigur at fáa politisku flokkarnar at á- sanna, at vágafólk nyttar ikki at lumpa. Vilja polit- isku flokkarnir, sum vága- fólk, at tað eisini skal vera livandi uttanfyri Tórshavn, so skulu teir taka annað skinn um bak. Brúk fyri samgongu, sum ásannar, at ein verð er uttan- fyri Suðurstreym Svikalégir sum hon um grunnin hjá Ivan og Ed- mundi binda ikki saman Streymoy og Vágar. Fasta sambandið um Vestmanna- sund verður fyrst veruleiki, tá ein samgonga av polit- iskum flokkum, sum ynskja + CET ff Vágafólk mótmæla livsmøguleikar eisini uttan- fyri Sudurstreymoy, finna saman og seta arbeiðið í gongd. Ikki partapolitikkur Av tí at vit enn virka í felag í hesum máli — tey politisku feløgini í Vágum — og vit enn halda, at málið hevur tað best, um vit ikki hver í sínum lagi royna at heysta partapolitiskan vinning, so leggi eg skrivingina niður fyri fyrst. Men sum sagt framman- fyri, er tað veruligur hugur hjá m.a. Sv. Aaga Ellefsen at medvirka til, at veruligt úrslit kemur burturúr ætlan- ini um fasta sambandið um Vestmannasund, so skal eg, um hann ynskir tað persón- liga siga honum frá, tá næsti fundurin verður, t.d. tann við løgmann. Her er talan um eina redd úr Vágum og ikki undanstøkkingar. Hans Jørgensen Tað verður hervið kunngjørt fyri ætt, vinum og kenningum at kæri pápi, sonur, maður og bróðir okkara REGIN JOHANSEN andaðist sunnudagin 15. mars, 41 ára gamal. Jarðarfei Jin verður úr Sjóvar kirkju hósdagin 19. mars kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Irena og Martin Tey. ið vilja minnast Regin, kunnu lata eina gávu á konto í Føroya Banka