Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

00000000000 0 0000 80 Yngd - nr. 3, 18/3 1998 000000000000 006 008 Nn? oe RK Á HVAT/SKÆLIEG LESA? Tær flestu umsóknarfreistarnir eru um at verða úti til hægru lærustovnarnar uttanlanda. Men fáa næmingarnir á teimum foroysku miðnámsskúlunum nóg mikið av vitan um utbugvingarmøguleikar eftir lokið prógv Tað er einki dulsmál, at nógvir ungir førovingar hava storar trupuleikar við at avgerða, um tey skulu fara undir víðari lest- r, og hvat ið tey so skulu fara at lesa. Krevini frá samfelag- tann einstaka gerast rangar:, og at faa eitt roe an at hava eina sterr bugving í tasku zerst bara e meir riert Eitt amboð. sum nógvi »vskir næmingar nvta til at esa um utDugvingarmegu- eikarnar í Danmark, er bók- ngurin, "Studie og Erhvervs- valget". Tað er sjálvsagt gott n tílíkur bóklingur er tekur, men blaðar tú í honum sø Kanst tu skjóti gerast ørviti. Har eru sera nógvar útbúgvingar umreddar, men hvat eru tær fyri nakrar? Hortonom, Ortoptist, Forst- kandidat og Grafonom eru alt sera vælljóðandi heitir at hava, men hvat merkja tær? Tað er hetta, sum nógvir ungir føroy- ingar og danir við hava trupuleikar av. Ein kanning, sum var gjørd i Danmark í 1996, vísti, at bert umleið helmingurin av teimum den- um, ið fóru undir eina nýggja útbúgving, vóru ferir fyri at geva eina någreinjliga lýsing av, hvat ið útbúgvingin gekk út uppá! Lestrarvegleiðingin Sum tað sæst aðrastaðni á hesum síðum, so hevur YNGD verið ávíkavist á Handilsskúl- anum á Kambsdali og á Stud- entaskúlanum í Hoydelum og spurt lesandi har, hvat ið tey halda um lestrarvegleiðingina her á landi. Tað vóru rættiliga ymsar meiningar um hetta, men sum ein av næmingunum segði, so fært tú alt at vita, ið tær tervar, um bert tú sjálv/ur fer til vegleiðaran eftir upplýsingum. Tú kanst ikki rokna við, at vegleiðararnir skulu koma til tín og siga tær, hvat ið teir halda, at tú skalt fara at lesa! Tíverri eru tað alt ov nógvir av næmingunum, sum ikki gera sær greitt í nóg góðari tíð, at tey noyðast at leita fram upplýsingar sjálvi. Summar útbúgvingar selja seg Tað eru summi útbúgvingar- stød og útbúgvingar, sum koma út á skúlar at selja seg. Hetta kemst serliga av, at tað í dag, í Danmark einamest, er sera herð kapping um at fáa næmingar. Um lærustovnurin ikki megnar at fáa nóg mikið av næmingum, so ávirkar hetta fíggjarligu játtanina, ið stovn- urin fær frá danska statinum. Tískil eru tað fleiri og fleiri lærustovnar, ið koma heilt til Føroya fyri at royna at lokka næmingar at koma til teirra at útbúgva seg víðari; hetta hava vit sæð fleiri og fleiri demir um seinastu árini! Tað eru nakrir hægri læru- stovnar her á landi eisini. Fróðskaparsetrið,Læraraskúlin, Maskinmeistaraskúlin og Sjúk- rasystraskúlin eru bert nakrir av teimum. Á summum av hesum er tað vanligt, at síðsta árs næmingar frá miðnáms- skúlunum koma á vitjan, stutt áðrenn tey skulu til at senda umsóknir, um tey ætla sær at lesa víðari beinan vegin. Hvat kann man gera Tað er ilt at siga, hvussu man kann betra um vegleiðingina, tí at tað eru ikki umsteður til, at lestrarvegleiðingin kann greiða næmingunum frá hverjari ein- i F < } j stakari útbúgving. Ei heldur er tað gjørligt hjá vegleiðarunum at vita alt um allar útbúgving- arnar, sjálvandi. Tískil noyðast næmingarnir sjálvir at gera sær greitt, at tað er upp til teir sjálvar at leita fram upplýsing- ar um tær ymsu útbúgvingar- nar, ið teir hava áhuga fyri! Myndir: Terji Nielsen