Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Niclas Johannesen Logmaður tekur For- oyar sum gíðsla Oddagrein TAÐ kom fullkomiliga óvart á allar tingmenn og alt Føroya fólk, tá Edmund Joensen í gjár skrivaði út nýval til logtingið. SAMBART nýggju stýrisskipanini hevur logmaður henda rætt, men spurningurin er, um ikki log- maður hevur misbrúkt rættin til at skriva út nýval, tá orsekin fyri at gera hetta, er innanhýsis stríð í sínum egna flokki. LOGMAÐUR sigur orsekin til at hann hevur skrivað út val vera hana, at hann hevur frætt, at valfelagið hjá sambandsflokkinum í Eysturoynni skal hava ætlanir um at vraka hann sum for- mansevni til komandi landsfund. Felagið ynskir at fáa annan formann. UT frá hesum skrivar Føroya løgmadur út val. Hvat í allari víðu verð hugsar maðurin fyri sær! Nú meðan Feroyar skulu til at fora eina tað mest álvarssomu samráðing nakrantíð við Danmark, tekur hann bråddliga alt Foroya fólk sum gíðsla. Hann letur tað nú upp til flokkarnar í einum valstríði at gera av, hvussu ein semja skal fáast um eina fetags føroyska stødu, um somu tíð, sum hann tveitir alla ábyrgd frá sær. Tað rætta hevði verið, um løgmadur feldi, at hann ikki hevði nóg óða undirtøku, at hann tók seg úr sessinum og at logtingið at taka víðari avgerð í málinum. At brúka sína stoðu sum løgmadur í einum inn- anhýsis stríði í sambandsflokkinum og at tveita Feroya fólk út í eitt nýval, tí ósemja er millum hansara egnu, er ábyrgdarleyst NÚ tað hevur leikað so hart á í Tinganesi í fleiri ár, har fyrst javnaðarflokkurin tók seg úr sam- gonguni vegna samstarvstrupulleikar við log- mann, og síðani sjálvstýrisflokkurin varð tveittur á dyr og nú tað eisini hevur verið knas í millum sambandsformannin og landsstýrismenn fólka- floksins, so er tað kanska ikki so legið, at hetta mátti henda. Nú er tað tó ikki orsakað av ósemj- um við aðrar fiokkar, at val verður útskrivað. Nú er egni flokkur løgmans orsøkin. Løgmadur skuldi eftir rottum havt útskrivað val fyri langari tíð síðani, men tað skuldi verið tí, at hann innsá, at hann megnaði ikki at stýra landinum. EIN kann siga, at tað hóast alt hetta er gott at fáa reinsað luftina, men eftir okkara tykki er tað ikki sørt åbyrgdarleyst av løgmanni at skriva út val orsakað av innanhysisstridi í sínum egna flokki, tá sera sera avgerandi samráðingar standa fyri framman. Tá hevði verið betri at latiðlogtingið málið, sum so kundi valt ein fyribils løgmann at staðið fyri samráðingum við danir. Men hent er hent. Og tí mugu vit so bara siga gott tað sama So er tað uppá tíðina, at aðrir flokkar taka við Sosialurin Útgeyari lppseting og prent: Sosíalurin Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Viðmerking Strandferðslan og rottureiður Nú verða vit illa viðfarin, sum búleikast á bygd í Før- oyum, tá strandferðslan og bygdaleiðir verða skýrd so niðurgerðandi nøvn sum rottureiður. Tað viðkemur okkum øll- um, ið hava hesar stovnar fyri neyðini. Tað hevur verið nógv tos- að og skrivað um bygda- menning hesi seinastu hálvthundrað árini. Ikki so lítið hevur verið gjørt fyri at menna bygdirnar, tá hugsað verður um allan tann studning, sum latin er kommunum í vegir, lend- ingar, bátahylar og somu- leiðis hava teir menn, sum fáast við jarðarbrúk fingið hjálp til at halda lív í hesi vinnu Antin hendan hjálpin er latin á rættan hátt, ella til tær røttu hendurnar, tað kunnu vit so halda áfram at tjakast um. Nú eru eingir pengar til allan hendan studningin. Tað kanska ger ikki so nógv um vit hvíla okkum í nøkur ár, til ráðini verða betur aftur. Men tann størsta bygda- menningin, ið er og hevur verið, tað er Strandferðslan og harnæst bygdaleiðir. Halda tær fyritøkurnar upp- at, so skramblar okkara samfelag saman. At tær kosta pengar, tað sleppa vit ikki uttanum. Tað vil til allar tíðir kostar pengar at reka eitt so lítið oyggjarsamfel- ag, sum Føroyar eru. Tað ljóðar so vakurt við privatisering. Privatisering verður, um tað nakrantíð kemur so langt, einans ein umbýting av kostnaðinum. Tað vil siga, teir pengar, ið hava verið ávístir Strand- ferðsluni, verða tá latnir teimum monnum, sum átaka sær at reka hesar rutur, og fáa teir ikki tað teir hava tørv á, og helst nakað aftur- at, so stoppar upp, og hvat so? Skulu skúlarnir standa tómir til semja er fingin um, hvussu nógv skal gjaldast afturat til hesar privatper- sónar. Sum tað ljóðar, er stýr- ingin, hvat pengum viðvíkir á Strandferðsluni ov vána- lig. Tað kann verða nakað um tað, men hvussu verður stýringin, tá alt er privatis- erað. Sum er, er tað lands- stýrismaðurin í samferðslu- málum, ið hevur fingurin á lívæðruni. Tá alt er privat- iserad verður tað tað øvugta. Tá verða tað teir, ið hava boðið seg fram at reka hesar rutur, sum koma at hava fingurin á lívæðruni, og landskassin verður syndabukkur. Burtursæð frå ti, at løg- tingsmenn i eina årarekkju hava latid eyguni aftur fyri skipaflotanum hjå Strånd- ferdsluni, og ikki hugsad um, at skipini eldast fyri hvørt árið, ið gongur, hava vit einki at klaga um. Vit fáa ta vøru vit hava brúk fyri til tíðina. Vit sleppa av við tað vit hava at lata og vit kunnu ferðast, sum okkum lystir. Sjálvt í hesum ódnar- veðri, ið hevur verið, vóru tað einans hendinga túrar, ið avlýstir vórðu, bæði á sjógvi og landi. Sigast má, at skipanin tykist virka so væl at vit gloyma, at tað er nøkur skipan. Tað er ikki einans skipanina vit gloyma, vit gloyma eisini teir menn, ið hava dugað at ført hesa skipan út í lívið. Her var Tummas Arabo tann rætti maðurin. Hann hevði skil fyri tí hann fekst við. Vit á teim smáu pláss- unum hava honum nógv fyri at takka. At løgtings- maður fyri opnari mikrofon, gevur seg av við at rokna upp fyri okkum, hvat Strandferðslan hevur kostað tey seinastu árini, tænir ong- um endamáli. Hví greiðir viðkomandi tingmaður okk- um ikki frá, hvat mangt ann- að kostar? Tað sær út sum, at vit hava ráð til alt annað, enn tað vil skulu brúka pengarnar til. Palli Dalsgaard Stokkastoyan Pizzu 2. Stokkapizza v/ tomat, osti, oksakjøti. leyki — á oregano Del-Tore tomat, ost, skinku, champignon & oregano Seafood Pizza v/ tomat, osti, rækjum, tunfiski, m[kræklingi á oregano Hot Mexicano v/ tomat, osti, chili,hvítleyki. piparfrukt & oregano m. eee 6. Konsghavnar pylsu, champignon kr. Pizza tomat, osti, oksakjeti. ananas. „= leyki maisi. fleski & oregano - Vit selja eisini út av húsinum Bestill á tlf. 48850 Mangur øtadist, tá vit månakvøldid í útvarpi- num hoyrdu fólkafloks- formannin spýggja sítt óndsinnaða og bondska gall yvir starvsfólk í al- mennum starvi sum heild - og serliga tey, ið starvast hjá Strandfeðsluni. Ondsinnaða hugsunn- arhátt fólkafloksformans- ins kenna vit. Hann tykist rættuliga vera komin í ekstasu, nú hann aftur hevur fingið (alment fíggjaða) málgang Fólk- afloksins útaftur. Tað sum kortini barst flestum fyri bróstið varð, at tann annars so sidilig tingformaðurin ikki so frægt sum átalaði ónd- sinnaðu úttalilsi fólka- floksformansins. Tá so løgmaður oysti meira 03 til ting- formannin bensin á fólka- floksbálið - við eisini at spilla út Sámal Petur í Grund, sum ikki kundi verja seg, líktist hetta meira eini samansvørj- ing. Undanførslurnar = hjá tingformanninum í út- varpinum tyskvøldid um, at »køstur« og >rottureið- ur< ikki nýtist hava neg- ativan týdning, og at fólkafloksformaðurin hevur sín serliga talistíl ber boð um, at tingfor- maðurin ikki er uppgávu sína vaksin. Var hann tað, tók hann orðið frá tingmanni, ið ber fram slíkan óndskap á tungsins rødarapalli… -el | Vaðurtænastan á Vedurstødini Up „lýsingar um veðrið á veðursteðunum kunn:; | fåast við at ringja á tlf. 12210. ILL: |