Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið 5052 Nr. 53 — 19. MARS 1998 Etta Cameron stjórnar felagskorinum á kórstevnuni í Odense Dýra biðidag 8. og leygardagin 9. mei skipað føroyingar í Odense fyri stórari kørstevnu í Søhus Skolen. Friggjakvøld- ið verður konsert við 14 kórum og leygardagin verður kon- sert vid felagskórinum. Hans Iversen fer at stjórna tí tradi- tionella partinum, meðan Etta Cameron fer at taka sær av tí rytmiska partinum D S IN í ð fjór skipaði førovska manskórið Quaeduilt fyri eini rummar kórstevnu í Ar- hr Stevnan var sera væl fyri- skipað og lagið var gott á luttakarunum Fyrireikararnir høvdu lænt ein skúla frá komm- ununi til endamálið, og ikki kann sigast annað enn at tiltakið hepnaðist sera væl Nógvir av sangarunum sum komu langvegis frá búðu á skúlanum. Í kjallara- num høvdu fyrireikararnir s gjørt eina kafé og har saml- adust øll til hugnaløtu um kvøldid So væl var fyriskipað, at tá tosið dagin eftir fall á hvert kórstevnan skuldi fyriskipast aftur í ár, stóðu føroyingarnir í Odense ikki fyri freistingini og bjóðaðu seg fram sum fyrireikarar Og tað var ikki illa gjørt. Ødrvisi enn í fjør Tí verður kórsteyna í Od- ense fríggjadagin 8. og leygardagin 9. mei í ár Men hon verður eitt sind- ur ødrvisid enn í fjør. Í ár verður tað ikki ein føroysk kórstevna burturav, men heldurein útnorðurkór- stevna, tí bæði íslendsk og grønlendsk kór hava teknað luttøku. Og av somu orsøk skuldi verði góður møguleiki hjá føroyingum í Odense og har á leið at hoyrt góðan kór- sang Higartil hava heili 14 kór teknað luttøku og tað eru eini 5 fleiri enn seinast Hetta ger samstundis, at tíðin hvert kór fær ul kon- sertina friggjakvøldid verð- ur avmarkað til einar 8 min- uttir. Annars verdur konsert- in alt ov long Felagsvenjing Vit hava fingið eitt prát við Høgna Iversen í Odense og hann sigur, at fyrireiking- arnar ganga sera væl — Kórstevnan verður skipað, sum siður er i Før- oyum. Vit byrjað tíðliga fríggjadagin, sum er Dýri biðidagur, við felagsvenjing og hildið verður fram til uml. klokkan 17.00 — Klokkan 19, ella har á leið, verður so ein stór kon- sert, har hvert kórið fer at framføra sína skrá. Henda konsertin skal helst ikki gerast ov drúgv, men av tí at heili 14 kór luttaka so kemur hon at vara uml. 2 tímar. Hetta merkir, at tað verða 8 minuttir til hvort kórið. Høgni Iversen sigur, at skulu kórini hava ein lík- inda møguleika at vísa tað tey kunnu, so skulu tey hava minst átta minuttir. „-Leygarmorgunin verður so hildið fram við felags- venjingini, á sama hátt sum fríggjadagin. Um kveldið fer so felags- kórið at hava eina konsert við tí tey hava vant. — Og tað verður ikki eiti á kór, sigur Høgni Iversen. — Har verða ikki færri enn 200 sangarar, so útlit eru til Odense nýggja nevnd Feroyingafelagið i Odense hevur fingið | nýggja nevnd. Olivur Eliasen er nýggjur SVEINUR POULSEN Feroyingafelagið í Oden- se hevur havt aðalfund, og nýggj neynd er vald. Oli tann gamla nevndin fór frá, uttan formaðurin, Hans Mikkelsen, sum valdi at halda fram, fyri at hjálpa nýggju neyndini á leið. Hann fór tó frá sum for- maður og er nú neyndar- limur. Nýggjur formaður er | formaður í felagnum Olivur Eliasen. Gunn- bjørg Guttesen er næstfor- madur, Olavur Holm er kassameistari og Jonbjørg Thomsen er fimti limurin. Felagið heldur til í Mið- garði í hjartanum av Od- ense. Eitt stórt høli, sum føroyingafelagiå hevur saman við íslendingafel- agnum í Odense. Samarbeiðið gongur væl, og tað er nógvur ak- tivitetur í húsinum, verður sagt úr Odense. eina ordans konsert Etta Cameron stjórna rytmiska partinum Men hvør skal so standa fyri venjingini av felagskórin- um? — Vit hava verið so heppin at fáa ein ordans >kapaci- tet« til hesa kórstevnuna, sigur Høgni. — Vit royndu at fáa fatur á onkrum her á Fyn, at taka sær av rytmiska partinum, men tað lat seg ikki gera. Her var ongin sum kundi, ella vildi, átaka sær tað. — Síðan vendi eg mær til konservatoriið í Keyp- mannahavn, fyri at spyrja um onkur var har, sum kundi hjálpa okkum. — Ja, det má sá være Etta Cameron, segði maðurin eg tosaði við, sigur Høgni. Síðan hevur verið arbeitt við hesi ætlan. Eitt sindur trupult, tí figgjarliga er tað sera krevjandi at fáa Ettu Cameron til Odense. — Hon >kostar< 10.000 krónur um dagin, men av tí at tað, við kommununar hjálp, verður fyriskipað sum undirvísing, so fingu vit 50% í avlsáttri! Men tað er ikki bara ein rytmisk skrá. Har er eisini ein traditionell skrá. Og hesum partinum kem- ur Hans Iversen at taka sær av. Hans er í løtuni í Noregi, men hann hevur játtað at koma til Odense at taka sær av tí traditionellu skránni hjá felagskórinum. Og tað skuldi so sanniliga borgað fyri góðsku. Skúlatænarin »føroyavinur« Eins og i Arhus í fjør, verð- ur kórstevnan í Odense á einum skúla. Av tí at prévtøkurnar eru farnar í gongd í framhalds- deildunum, um tað mundi kørstevnan er, so royndu tey at finna ein hóskandi barnaskúla til endamálið; og tað gekk sum smurt. Høgni Iversen greiðir frå: — Vit hava bytt uppgåv- urnar soleiðis, at Ingilín Berg hevur tikið sær av tí praktiska, og hon hevur ver- ið ein knassi. — Hon ringdi til Søhus Skúlan, og tað var leyst og liðugt beinanvegin. Skúla- tænarin vísti seg at hava sera stóran áhuga fyri Før- oyum, og tí vildi hann fegin verða við. — Og hetta er ein rimmar skúli, sigur Høgni. — Har eru sera góð." um- Dýra biðidag 8. mei og leygardagin 9. mei verður stór >Útnorður<-kórstevna í Odense, við luttóku av 14 kórum úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Hans Iversen skal taka sær av tradi- tionella partinum av felagsvenjingini, meðan Etta Cameron tekur sær av tí rytmiska partinum støður, bæði til venjingar og til uppihald. Eisini ber til at gera mat á skúlanum, tí har er eisini ein góður køkur. Harumframt er ein ítróttar- hell knýtt at skúlanum, og hon er góð at hava til tílíkt endamál. Søhus skúlin liggur í norðurpartinum av Odense, eitt sindur uttanfyri miðbý- in. Føroyingafelagid gjørt eitt stort arbeidi Tað var tað tåverandi mans- kórið í Odense, sum átók sær at fyriskipa kórstevnuna í Odense. Síðan tað, er manskórið broytt til eitt felags felags- kór. Tvær ferðir felags tí nú eru íslendingar og føroying- ar saman um eitt blandað kór. Tá manskórið var størst, sungu 17 mans við, men nú eru uml. 30 fólk, tá øll máta til venjing. Men tað er ikki bara sang- ur tað heila, og tí skal eitt stórt fyrireikingararbeidi gerast til kórstevnuna, og her sigur Høgni at Føroy- ingafelagið hevur hjålpt 6- trúliga væl til. — Vit kundu ikki skipað fyri kørstevnuni uttan hjálp frå Føroyingafelagnum. — Serliga hava Ingilin Berg og Hans Mikkelsen gjørt eitt stórt arbeiði. Men longu nú hava nógv fólk boðið sær at hjálpa tá tiltakið verður, so eg eri vísur í, at tað fer at ganga sera væl. Sum sagt verður kór- stevnan fríggjadagin 8. mei og leygardagin 9. mei. Til- takið endar, sum verða man, við eini stórari veitslu leyg- arkvøldid, og man ikki verða, at sangurin í Odense, júst hetta kveldið, fer at ganga serliga væl? So er bert at vóna, at á- hoyrarnir í Odense taka undir við hesum megnartil- taki. Og grundarlagið skuldi verið stórt. Í Odense búgva ikki færri enn 340 føroying- ar, líka nógvir íslendingar og enn fleiri grønlendingar. Høgni Iversen sigur at enda, at hann vónar og roknar við, at nógvir áhoyr- arar koma til konsertirnar. Trio Hínar, úr Ke Íslendska kórið í Árhus Føroyska kórið í Ålborg Hesi kórini vera við á kórstevnuni í Odense Sum nevnt aðrastaðni vera heili 14 kór við á kørstevnuni, í Odense, Dýra biði- dag 8. og leygardagin 9. mei. Tey eru: Húsakórið, úr Keypmannahavn Kallakórið Quaeduilt, úr Árhus ypmannahavn Ungdómskór vid Boga Mouritsen, úr Keypmannahavn Drós, kvinnukór, Keypmannahavn Umak, grønlendskt kór í Odense Íslendska kórið í Keypmannahavn FøroyskUlslendskt kór í Odense Nasigfik, grønlendskt kór í Esbjerg Føroyska kórið í Middelfart Amaut, grønlendskt kór í Vejen, og Grønlendska kórið í Vejle