hósdagur 19. mars 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
Bjóða vinfólki
í Klubban
"GOTT KVØLD"
verður í
Havnar Klubba
Leygarkv øldid 28. mars 1998
Til matna frá kl. 19.00-23.00:;
Fiskadiskur v
Oksaháryggur v. / eimsepli og:
choron sós.:
soppa sos:
Kaffi omanå:
Til dansin spæla
Rúna & Heygadreingirnir
KOSTNAÐUR kr. 250, - 5
>
8
VÆLKOMIN :
r S0.-
VINARLIGAST
BÍLEGGIÐ BORÐ
FRAMMANUNDAN
ÁTEL 1.1552 ella 1.2736
CET, PÍ
— 7] Fóðveldistólk og tey.
ið hava áhuga fyri føroysk-
um tjóðveldi, hittast til prát
og hugna í Mettustovu
hóskveldið 19. mars kl. 19.30.
Nýggir limir kunnu tekna seg
á caféini ella við at senda
navn og bústað til
Postsmogu 3060, 110 Tórshavn
Em FN
SOSIALIN
tíðindablaðið S08s2u
Nr. 53 — 19. MARS 1998
Nakrar stillar hugleiðing-
ar eftir greytatos á breyt
Eg veit ikki, hvat komið er omanyvir statsskald okkara, Jóanes Nielsen, men er
tað nakar, sum kann nevnast sambandsskald, so má tað vera Jóanes sjálvur
Herfyri hevur Jóanes Niel-
sen havt einar tvær hugleið-
ingar um eitt og annað sam-
felagsligt í Dimmalætting,
tann fyrra var um málning í
eini kirkju, sum sambært
hesum statsrikna høvundi
varð givin kirkjuni av ein-
um fyrrverandi bankastjóra
í sálarneyð, eitt slag av av-
láti, og tann seinna var um
pengar til føroyska útgávu
og høvundar.
Jóanes kærdi seg um,
hvussu lítið hesir ymisku
grunnar lata til bókaútgávu
og høvundar, og hann vildi
hava meiri pengar. Hetta var
so ið hvussu er tað sum eg
fekk burtur úr hesi heldur
ógreiðu hugleiðing sum
einki hæddarpunkt hevði.
Og í Vetrarbreytini mána-
kveldi datt so aftur práti inn
á føroyska mentan, kanska
serliga skaldskap, tá ið tvey
umboð fyri skaldskapin
vóru á vitjan á breytini, sæð
í ljósinum av heimastýris-
lógini, og sum eg skilti vóru
bæði Jóanes og Jonhard
Mikkelsen — partvís —
samdir um, at heimastýris-
lógin hevði ikki ríkað okk-
um á nakran hátt skaldskap-
arliga. Aðrenn hana, í 30-
árunum, tá ið tvær av bók-
um Williams vórðu skriv-
aðar, sambært Jóanes, var
okkara støsrsti skaldskapur
komin undan kavi, men síð-
an tá høvdu bøkurnar einki
innihald havt. Og Jonhard
helt, at vit dugdu ikki i sama
mun sum teir gomlu at siga
eina søgu.
Eg fari ikki í hesi við-
merking at leggja meg út í
prátið, hvert heimastýris-
lógin hevur verið við til at
køvt føroyska pennin ella
ikki, soleiðis at skilja, at
hann onga hugkveiking
hevur havt av heimastýris-
lógini ella hin vegin fingið
tað, tí tað hevði verið tað
sama sum at sagt, at síðan
kvotulógin kom í gildi fingu
vit verri fisk, og kom ein
abortlóg í gildi, ja
so fingu vit verri børn.
Og í somu sending datt
so prátið inn á armóðina
sum er besta kelda til gyltan
skaldskap, og minnist meg
rætt var tað Jóanes sum kom
við hesi til allar tíðir gald-
andi lóg. Í sama andadrag
segði Jóanes so eisini, at
føroysku rithøvundarnir
måttu hava meiri pengar, ti
annars fingu teir ikki um-
støður at fortelja sína søgu.
Eitt sera áhugavert para-
doks í míni verð, men lat
tað fara.
Tá ið eg nú seinastu tíðina
havi hoyrt henda statskassa-
rikna høvund úttala seg,
hevur tað stórt sæð bert ver-
ið um pengar, og á ein hátt
skilji eg henda rithøvund
sum hevur havt so gyltar
umstødur at arbeiða i. Nú
sigur hann seg bert hava eitt
ár eftir í danska statskassa-
num, har hann sekti eftir
pengum og fekk, og tað er
farið at ørkymla og tyngja,
at hesin kapitaldansur hjá
umboðnum fyri gummi-
stivlamentanina syngur síni
allarseinastu vers
Nú dugi eg ikki at meta
um, hvussu mennandi hesin
gulldansur hevur verið fyri
persónin Jóanes Nielsen,
men eg dugi at síggja,
hverja ávirkan hann hevur
havt á skaldskap hansara
Seinasta verkið, Páskaódn-
in, sum hann skrivaði í 5 ár,
er besta prógv um tað. Og
skal okkara skaldskapur
dvelja á hesum stødi so for-
barmi tann almáttugi okk-
um.
Jóanes Nielsen er besta
dómi um, at hvussu nógvan
pening danski statskassin so
drenar í henda høvund, so
hjálpir tað einki á hansara
skrivikynstur og søgan
verdur ikki betri av ti, at
hann fær 660.000 krónur í
3 ár. Og innihaldi í søguni
verður ið hvussu so er ikki
betri, tað hava vit sæð.
At tosa um pengar og ar-
móð at hesi bæði skulu
verða drívmegin í hvgr sín-
um lagi ella í sama lag til
tess at vit fáa stórskaldskap
— sambært Jóanes Nielsen
— er tað sama sum at siga,
at gevur tú einum blindum
fleiri túsund brillur fer hann
at læra at síggja, og tekur tú
tær frá honum, ger hann tað
eisini.
Uttan mun til um vit fingu
eina heimastýrislóg ella
ikki, so var ein smádrongur
føddur í Føroyum sum fór
at skriva skaldskap bædi
fyri og eftir at heimastyris-
lógin kom í gildi, og skald-
skapur hansara er allur góð-
ur, bæði tann fyri heima-
stýrislógina og tann eftir, ja
ikki minst tann eftir.
Tá ið tosað verður á slík-
an hátt at heimastýrislógin
verður drigin inn í skald-
skapin, so komi at hugsa um
tónaskaldini í gamla Sov-
jetsamveldinum, sum ikki
sluppu at framføra sín tón-
leik í heimlandinum, tí hann
var ikki kommunistiskur.
Og júst tað, at hesin tónleik-
ur var bannaður í gamla
Sovjetsamveldinum, gjørdi,
at vit vestanfyri tóku ímóti
honum við opnum ørmum,
uttan tó at skilja hann.
Og tá ið nortið var við
eisini, at vit keypa ikki bøk-
ur longur, er tað ikki so ilt
at skilja. Bókin hevur ikki
tað sentrala pláss í sam-
felagnum í dag, sum hon
hevði fyrr í tíðini. Jack Lon-
don skrivaði frá sínum æv-
intýrum í bók og fólk
keyptu bøkur hansara, men
vit síggja tey á filmi, og
skjótt fara vit at kunna lesa
allan skaldskap á Interneti-
num. Hetta er rákið og hetta
fáa vit einki gjørt við.
Heimurin er bæði minkaður
og øktur, og vit fáa stórri
og stórri atgongd til hann
bæði á ein og annan hátt.
Uttan mun til um vit hava
eina heimastýrislóg, kvotu-
lóg ella abortlóg.
Søgan í skalskapinum er
ikki so forkunnug longur
sum hon var fyrst í hesi øld-
ini, og tí eru fólk eisini farin
meiri og meiri at lesa
science-fiction og krimi, tey
vilja hava okkurt annað og
nýtt, hitt er einki spennandi
meiri, vanligi skaldskapur-
in, vanligi gerandisdagurin.
Men tann gamli fråsøgu-
hátturin kemur fram aftur,
alt til sína tíð, og tá verður
tað, sum verður skrivað nú,
lisið og skilt og hálovað,
sum vit gera í dag av tí
gamla. Ikki tí vit ongan pen-
ing fingu úr landskassanum,
frå Mentunargrunninum,
ella tí vit stóðu á fíggjar-
lógini, ella tí heimastýris-
lógin var til viðgerar, men
tí vit høvdu nakað at fortelja
sum samtíðin ikki dugdi at
skilja. Og tá fáa vit so eisini
yrkjarar sum teir gomlu,
sum fólki skilti.
Høvudstrupulleikin hjá
okkum í dag, er tann, at vit
hava læst okkum føst í, at
tað eru bert teir gomlu rit-
høvundanrir sum duga at
skriva. Sami trupulleiki sum
Jonhard Mikklesen var inni
á, tá ið hann tosaði um før-
oyska málið í skúlanum!
Jonhard nevndi um skúla-
bøkur sum enn verða brúkt-
ar, sum hann eisini brúkti,
og tað er tað sama við skald-
skapinum, teir ungu og
nýggju høvundarnir verða
als ikki lisnir í skúlanum!
Hvør er tað fyri ein
myndugleiki, sum sigur, at
William Heinesen dugdi
betur at skriva enn Gunnar
Hoydal?
Hvør er tað fyri ein
myndugleiki sum hevur felt
tann dóm, at mín skaldskap-
ur ikki kann brúkast eins
væl innan skúlans gátt sum
tann hjá Jens Paula Heine-
sen?
Hvør er tað fyri ein
myndugleiki sum hevur av-
gjørt, at yrkingar hjá Carl
Jóhan Jensen skulu innstill-
ast til norðurlendsku virðis-
lønina upp í fleiri ferðir og
ikki tær hjá Hedin M.
Klein?
Sjálvur havi eg funnið eitt
svar til hesar spurningar,
men havi ongan hug at
koma við tí á hesum sinni.
Ólavur í Beiti
Sosialurin - brúka okkum,
tá tú brúkar teg!
Lesið
feskastu
tíðindini á
interneti-
num
www.sosialurin.fo