Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 54 —20. MARS 1998 ” tíðindablaðið es Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins: Utihýsir ongum flokkum undan løgtingsvalinum Formaður javnaðarfloksisin heldur tað vera skeivt at útihýsa nókrum flokkum at vera við í eini samgongu, har javnadarflokkurin er við. Tað skal tó eingin ivi vera um, hvar flokkurin stendur, nú val er útskrivað. JAN MÚLLER Hóast valið júst er út- skrivað, so eru longu komin boð uppá nýggjar samgong- ur eftir valið. Í sjónvarps- sendingini = mikukveldið fiskaði Oli Breckmann, formaður fólkafloksins eftir eini borgarligari samgongu millum fólkaflokk og sam- band. Formaðurin í ting- bólki sambandsfloksins Atli Hansen vísti ikki aftur hes- um møguleikanum. Luitjen Apol, formaður í Verka- mannafylkingini helt ta bestu samgonguna vera millum javnaðarflokk, tjóð- veldisflokkin og Verka- mannafylkingina. Sosialurin hevur spurt formannin í javnaðarflokk- inum, Jóannes Eidesgaard, hvat boð hann hevur uppá eina samgongu eftir valið! -Tað er sjálvandi alt ov tíðliga nú at koma við einum boð uppá samgongu, tí hetta veldst júst um valúrslitið. Eg haldi sjálvur, at tað er skeivt longu nú at útihýsa nøkrum samgongu- møguleikum. Her mugu allar dyr standa opnar. Men verður tað í einum komandi valskeiði brúk fyri at gjøgn- umføra nakrar stórri re- formar bæði í sambandi við ríkisrættarligu viðurskiftini og okkara egnu viðurskifti, so verður helst brúk fyri eini sterkari samgongu, ið torir at taka stórar avgerðir um broytingar, og slík sam- gonga má helst fáa stuðul frá teimum stóru flokk- unum. Harvið er heldur ikki rætt her og nú at útiloka nakrar av teimum smærri flokkunum leggur hann aftrat. Álit alt at siga Jóannes Eidesgaard sigur, at tað verður sera spennandi eftir valið, tí vit skulu til at brúka ein heilt nýggjan hátt til at skipa landsstýri. Løg- tingsformaðurin skal í sam- rødum vid floksformenn- inar lodda dýpið, hvør, ið hevur størst møguleika fyri at kunna skipa eina sam- gongu. Hetta fer at seta stór krøv til flokkarnar. Tað er ikki nokk, at flokkurin og floksformadurin eru væl umtóktir hjá sínum egnu, men at hann eisini hevur álit millum hinar flokkarnar. Tað kann jú vera, at onkur av smáu flokkunum skjýtur upp ein ávísan floks- formann til løgmann, og tå kann so vera stórri undir- tøka fyri einum løgmanni enn fyri einum ðrum. Jóannes Eidesgaard dylur ikki fyri, at tað er alfa og omega fyri javnaðarflokkin at vera við til at skipa kom- andi landsstýrið. -Tað er øgiliga týdning- armikið fyri ein flokk, sum er í framgongd, at hann er við til at stýra landinum komandi fýra árini. Oli B og tað almenna Hvat viðvíkur seinastu orr- ustini á Tingi, áðrenn ting- formaðurin sendi tað heim, í sambandi við privatisering og Strandferðsluna, so finst formaður javnaðarfloksins harðliga at tí sera ósakligu og 6seriøsu viðgerð, sum formaðurin í fólkaflokk- inum hevur givið teimum fólkum, sum arbeiða á SL. -Tað kemur als ikki óvart á meg, hvat Oli Breckman sigur, men at ein ting- formaður, sum skal eitast at hava hægstu tign, skal góð- taka slík álop á starvsfólk hjá tí almenna umframt at sjálvur løgmaður skal taka undir við slíkum, tað harm- ar meg stórliga. Har lækk- aði virðingin fyri tinginum ómetaliga nógv. Jóannes Eidesgaard, sum í hesum døgum er í Dan- mark, har hann skal tosa við Poul Nyrup Rasmussen og annars vera við til fólka- tingssetanina sigur við Sos- ialin, at javnadarflokkurin fer nå at fyrirreika seg til eitt valstrid, sum hann vil gera sitt til verður sidiligt, sakligt og serigst. í Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins leggur alstóran dent á, at javnaårflokkurin er við í eini komandi landsstýri. Sjålvur er hann boð floksins uppá komandi løgmann. Edmund Joensen, lógmaður skrivar út nýval: Fekk sekkin frá sinum egnu JAN MÚLLER Edmund Joensen, løgmadur boðaði mikudagin tingin- um frå, at val verður út- skrivað at vera 30. apríl. Orsøkin er ósemja í hansara egna flokki. Í sambandi við hesa fráboðan segði løg- maður m.a.: -Við sambandsflokkinum á odda fyri leiðslu landsins hava seinastu fýra árini ver- ið framúr góð fyri føroyska samfelagið. Føroyar eru í dag nógv sterkari fíggjar- liga enn tá vit tóku við í 1994 t.d. eru stór hall á landsins fíggjarlógum vend til yvirskot. Arbeiðsloysið, sum tá setti met í okkara heimsparti, er nú komið niður á eitt vanligt stødi. Fólkaflytingin úr Føroyum, sum av serfrødingum tå varð samanborin við fólka- flytingar vit bert síggja í vanlukkuraktum gkjum, eru vend við til fólkavgkstur í Føroyum. Tað lemjandi høga skattatrýstið, sum tå var, er minkað í heilum trimum umførum í hesum valskeiði. Fíggjarognarav- gjaldið er eisini avtakið. Føroyingar sum heild hava tað nógv rúmari nú. Vit hava meir til okkum sjálvi og til okkara familjur. Framstig eru gjørd å øllum økjum, herundir undirvis- ing, umsorgan fyri eldri, sjúkum og børnum. Vit hava framt hópin av til- tókum, sum hava styrkt um og sum hava gjørt tað lætt- ari at liva í Føroyum. Hóast alt hetta standa vit framvegis framman fyri stórum avbjóðingum. Tað er alneyðugt frameftir at halda eina fasta fíggjarliga bú- skaparliga kós. Tað er okk- ara skylda framhaldandi at tryggja at skuldin minkar og at livifóturin í Føroyum hækkar. Alt hetta avhongur av, um inntókugrundarlagið økist í samfelagnum, og tað hendir bert um karmarnir verða víðkaðir, bæði við- víkjandi framleiðsl, hand- ilssamskifti og øðrum til- tókum. Føroyar hava fyri neyðini so frægan politiskan stabil- itet, sum fáast kann, soleiðis at neyðugar avgerðir kunnu takast fyri at røkka hesum málum. Fyri ikki at missa útaftur av tí, sum vunnið er og fyri at taka hædd fyri møgu- ligum skeivum avgerðum frá politisku flokkunum, so havi eg hildið tað verið rætt- ast longu nú at biðja veljarin manna løgtingid av nýggj- um fyri at tað kann vera ført fyri at halda fram við tí upp- byggjandi politiska arbeið- inum. Eg hugsi serliga um tær komandi samráðingar við donsku stjórnina, sum seta serliga stór krøv til sameindan stabilitet og fast leika frá føroyskari síðu. Ein stabilitet og fastleika, sum krevur fulla undirtøku, sum skal standa fyri hesum samráðingum. Løgmaður nam síðani við orsøkin fyri at skriva út val. Hann segði: -Tá eg komi við hesi serligu frágreiðing til tingid júst nú, er orsøkin ikki ósemja við samgongu- menn úr hinum flokkunum. Orsøkin er tørvandi undir- tøka frá mínum egna flokki. Fyrradagin fekk eg vitan um og í gjár váttan um, at valfelag mítt í Eysturoy hevur samtykt á landsfundi fríggjadagin at arbeiða fyri at fáa meg frá sum formann sambandsfloksins. Spurn- ingurin um, hver framyvir verður formaður í flokkin- um stendur tí opin. Hetta hevur eftir míni bestu sannføring vikað so munandi um mína støðu sum leiðari av ætladu sam- ráðingunum við donsku stjórnina, at eg kenni meg noyddan til beinanvegin at taka meg aftur sum sam- ráðingarleiðara. Ut frá hes- um loyvi eg mær sum Før- oya løgmaður at boða Før- oya løgtingi frå, at løg- tingsval verður útskrivað at verda mikudagin tann 30 april 1998. Samstundis skal eg boda frå, at landsstyrid heldur fram, til annað landsstýrið er valt. Neyðug stig verða tikin fyri at fáa longt fyrn- ingarfreistina viðvíkjandi bankamálinum, soleiðis at ein nýggj samgonga og eitt nýtt landsstýri og allarhelst eitt sameint løgting kunnu fara til verka fyri at røkka best møgulig úrslit fyri Føroyar segði løgmaður á tingi í gjár