Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 56 — 24. MARS 1998 5 Sorlaðir rútar og stolnir bilar Tey seinastu vikuskiftini hava verið stak fridarlig hjá løgregluni, men fridurin var úti hetta vikuskiftið. Friggjakvøldid klokkan 01.20 fekk løgreglan boð um, at nakrir rútar vóru knústir á Húsabrúgv. Løgreglan fór á staðið, men har var eingin. Málið er skrivað niður, men løg- reglan hevur eingi spor at ganga eftir. Klokkan 09.50 leygar- dagin fekk løgreglan boð um, at onkur hevði gjørt seg inn á bygningarnar hjá Tekniska Skúla í Havn. Har vóru rútar knústir fyri einar 7.000 krónur. Heldur ikki her hevur løg- reglan ånilsi um hvor hevur verið upp á spæl. Skúlin liggur avsíðis, og ótangarnir hava havt lætt spæl Ovarlagað á Grenlands- vegnum stendur ein garður, sum onkur hevur fragd av at gera seg inn á Í eina tíð hava ótangar brotið stykkir úr stakittin- um, sum teir síðani hava kastað inn í garðar í granna- lagnum. Okkurt av brotpett- unum er enntá endað uppi á onkrari húsatekju Hóast tað hevur staðið uppá eina tíð, so er málið ikki melda fyrr enn nú. Løgreglan veit ikki hvørj- ir ótangarnir eru, men kann- ar málið Sunnudagin, uml. klokk an 10.35, fekk løgreglan boð um, at ótangar høvdu gjørt seg inn á ein bil, sum stóð á Boðanesvegnum. Báðir síðurútarnir vóru knústir. Seinni sunnudagin fekk løgreglan boð um, at rútar vóru brotnir aðrastaðni í býnum. Bæði á Stella Maris barnagarðinum og hjá fót- bóltsfelagnum Skansin í Gundadali vóru termorútar knústir. Men eins og í flestu tílíkum málum veit løgregl- an ikki hvgrjir gernings- menninir eru. Teir skulu tó ikki kenna seg ov tryggar kortini, tí løgreglan kannar øll málini. Koyrdi dýrandi fullur Leygarmorgunin umleið klokkan hålvgum fimm, varð ein maður tikin fyri rúsdrekkakoyring. Hann varð handtikin og blóðroynd tikin. Sunnumorgunin um hálv- gun seks tíðina, varð ein ungur maður handtikin fyri rúsdrekkakoyring. Men tað var ikki einasta lógarbrot hansara. Tí um- framt at koyra ávirkaður, var hann bert 16 ára gamal, og harafturat hevði hann stolið bilin. Hesin maðurin kemur heilt vist at frætta aftur frá ákæruvaldinum sp Fyrsti politibáturin flotaður Leygardagin var tann fyrsti av trimum politibátum, sum Tórshavnar Skipa- smiðja ger til Grønlands, flotaður. Hann skal latast eigarunum um tríggjar vikur. Hinir báðir skulu latast í november og apríl næsta ár SVEINUR POULSEN Nú 1. apríl nærkast, fer ar- beiðið við tí fyrsta politi- bátinum á Tórshavnar Skip- asmiðju at nærkast endan- um. Leygardagin varð hann fluttur úr høllini á sjógv. — Nú er hann komin í sítt rætta element, sigur Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju. Hóast báturin er flotaður, so er hann ikki liðugur — Nei, sigur Poul Mohr. — Eg rokni við, at vit verða lidnir við arbeiðið, um einar tríggjar vikur ella so, sigur hann. Hesin báturin er tann fyrsti í rødini av trimum politibåtum, sum Tórshavn- ar Skipasmiðja byggir til Grønlands Tann fyrsti skal sambært avtaluni latast 1. april, tann næsti fyrst i november, meðan tann seinasti skal lat ast fyrst í apríl mánað næsta ár Kósina Onki hóvásták varð gjørt burturúr at báturin varð flot- aður, og Poul Mohr vantar heldur ikki, at nakað stór- vegis verður gjørt burtur úr, tá báturin skal latast eigar- unum. — Tað eg veit um, verður einki hátíðarhald her. Um tað verður nakað har yviri, veit eg ikki. Annars hava teir nóg mik- ið at takast við á Tórshavnar Skipasmiðju. Fyri einari tíð síðani gramdi Poul Mohr seg at tað gekk illa at fáa fatur á smiðjum, men hesin trup- ulleiki er burtur nú, sigur hann. - Nei, nú er tann trupul- leikin burtur. Vit hava fingið tað fólkið, sum vit skulu brúka, sigur Poul Mohr. JFK-Trol keypt Fríggjadagin sendi P/F JFK-Trol út eitt tíðindaskriv, sum segði, at felagið hev- ur keypt meirilutan av partapeninginum í P/F Kósin frá Norðoyargrunninum við | tí fyri eyga at rekonstruerað virkið SVEINUR POULSEN Nú er alt við tað gamla í Klaksvík, tí undan viku- skiftinum keypti P/F JFK- Trol meirilutan av partapen- inginum í flakavirkinum Kósin. Fyrr í tíðini, og tað er ikki so langt síðan, hoyrdu bát- arnir hjá JFK-trol og virkið saman, sum partar av Kjøl- bro-fyritøkuni, men tå kreppan kom, rillaði fyri- tøkan, og hon var býtt í smærri eindir. Norðoyagrunnurin (sum Norðoya Sparikassi eigur, blåm.) og aðrir keyptu flakavirkið. Men tað hevur nokk ikki gingið so væl alla tíðina, tí fyri umleið einum mánað síðan kom fram, at Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen, høvdu selt sín partapening í P/F Kósin til Norðoyargrunain Orsøkin var vantandi semja um hvussu felagið skuldi halda áfram. Serliga var trupulleikin, hvussu felagið skuldi útvegað tann nýggja kapitalin felagnum tørvar. Tå vildi eingin av åbyrgd- arpersónunum siga nakað sum helst. Finnur Kjølbro, formaður | í Norðoyargrunninum segði tó so mikið, at teir vildu hava frið at arbeiða. Tað fingu teir og fríggja- dagin kom so úrslitið. P/F JFK-Trol hevur keypt meirilutan av partapening- inum. Hanus Hansen, stjóri í JFK-Trol, sigur í tíðinda- skrivinum, at felag teirra sær møguleikar við virki- num, uppá longri sigt, men av tí at úrslitið ikki hevur verið nøktandi seinastu ár- ini, er neyðugt við eini re- konstruktión av felagnum. P/F JFK-Trol hevur ti keypt partapeningi) i P/F Kósin, við tí fyri eyga, at endurnýggja felagið á ein- um handilsliga forsvarlig- um stødi. Mynd: Jens Kr. Vang skipasmiðjuni vantar, at hann verður klárur at lata eigarunum um tríggjar vikur 1. APRÍL 1998 Nýggj 6 siffrad telefonnummur verða frá degi til dags, tvs. at gamla num 1. april 1998 fáa Føroyar eina nýgg Telefonnummurin broytt ja altjóða skipan av telefonnummu rum. Í staðin fyri verandi 5 siffur fara vit yvir til eina skipan við 6 siffrum. Núverandi telefonnummur verða tó ikki koll-velt men fáa bert eitt nýtt tal afturat framman fyri verandi telefonnummar. ...og landakotan fyri post til Føroyar broytist frá FR til FO marið verður brúkt fram til 31. mars 1998, og 1. apríl yvir til nyggju 6-siffradu skipanina 1998 verdur skift YVIRLIT YVIR NUMMARRADID: — broytist til — 31 00 00. 31 99 99 „broytist til 42 10.00. 42 49 99 broytist til — 32 70.00 . 32 89 99 broytist til — 33 2000 .. 33 39 99 — broytist til — 44 00 00 .. 44 99 99 broytist til — 45 10 00. 45 79 99 broytist til — 36 10 00. 36 19 99 broytist til = 37 00 00. 37 59 99 broytist til — 28 2000 .. 28 99 99 11433 verdur 31 14 33 2 80 60 verdur 32 80 60 | 2272 verdur 42 22 72 | 521 98 verður 45 21 98 ! 89000 verður 28 90 00 Vit seta eina hjálparskipan í verk, so fólk, ið ringja skeivt, verða mint á broytingina. Telefonverk Føroya Løgtings Postsmoga 27 - FO-110 Tórshavn - Tlf: 31 14 33 Tann fyrsti av trimum politibåtum til Grønlands er nú flotadur og Poul Mohr stjóri á STEPHANSSI